fríggjadagur 23. september 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 181 - 23. september 2005
5
– Tað almenna skal
ganga undan at
tryggja at eisini
rørslutarnað sleppa
inn í almennar bygn-
ingar, sigur Hans
Pauli Strøm, lands-
stýrismaður
ATKOMUMØGU-
LEIKAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skal tað verða lættari
hjá
rørslutarnaðum
at
sleppa inn í almennar bygn-
ingar, bæði hjá landi og
kommunum.
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður í almanna- og
heilsumálum arbeiðir í
løtuni við at broyta lógir og
reglugerðir
soleiðis,
at
hvørja ferð land og komm-
unur byggja ein bygning,
umbyggja ein bygning, ella
leiga ein bygning, skulu tey
syrgja fyri at leggja soleiðis
til rættis, at eisini rørslu-
tarnað hava fría atgongd til
hann.
– Tað, sum liggur í hes-
um, er, at tað almenna
gongur á odda at tryggja
rørslutaraðum
atkomu-
møguleikar í hús og bygn-
ingar, sigur landsstýris-
maðurin.
Hann sigur hann hevur
fingið undirtøku frá lands-
stýrinum at arbeiða víðari
við málinum, tí hetta er eitt
mál, sum umfatar fleiri
málsøki í landsstýrinum,
ikki
minst
landsstýris-
mannin í vinnumálum, sum
umsitur
Landsverk
og
landsstýrismannin í inn-
lendismálum, sum umsitur
kommunurnar.
Bæði land og
kommunur
– Fyri kommunurnar snýr
hetta seg heilt ítøkiliga um,
at landsstýrismaðurin í inn-
lendismálum skal seta tað
treyt í lógina um býarskip-
anir og byggisamtyktir, at
rørslutarnað skulu hava
tryggjaðan atkomumøgu-
leikar, tá ið kommunur
byggja nýtt, umbyggja ella
flyta í annað høli.
Fyri bygningar hjá land-
inum snýr tað seg ítøkiliga
um, at gera eitt rundskriv,
sum tryggjar rørslutarnað-
um atkomumøguleikar, tá
ið landið og stovnar undir
landinum
byggja
nýtt,
byggja um ella leiga eitt
høli.
– Í hesum rundskrivi
skulu eisini ítøkiligar veg-
leiðingar um, hvussu hesir
atkomumøguleikarnir
skulu vera.
Hans Pauli Strøm sigur,
at hvørja ferð tað almenna
t.d. leigar ein bygning, skal
leigusáttmálin
sendast
Landsverki sum síðani skal
tryggja, at treytirnar til at-
komumøguleikar
hjá
rørslutarnaðum, eru loknar.
Hann sigur, at hann nú fer
at senda innlendismála-
ráðnum og vinnumálaráðn-
um formlig boð um hetta
og so verður arbeitt víðari
við tí.
Raðfrest fremst í ein
mansaldur
Sum sagt fer hetta at
tryggja rørslutarnaðum at-
komuøguleikar í allari ný-
bygging, umbygging og
hvørja ferð nýggj høli
verða leigað.
Bygningar, sum longu
eru, verða ikki broyttir.
– Tað hava vit gjørt fyri
at seta gongd á málið á ein
hátt sum ikki kostar nakað.
Skulu allir almennir bygn-
ingar broytast, kann tað
gerast kostnaðarmikið og tí
hava vit gjørt av at byrja við
øllum, sum verður bygt,
umbygt og leigað hereftir.
Tá ið tað er gjøgnumar-
beitt, kunnu vit fara eftir
restini so við og við, sigur
landsstýrismaðurin.
At tryggja rørslutarnað-
um atkomumøguleikar til
almennar bygningar og
almenn støð, er eitt mál,
sum
meginfelag
teirra
brekaðu hevur arbeitt við í
eitt lítið mannaminni.
Hans Pauli Strøm sigur,
at fyri hálvum árum síðani
fekk hann eitt álit um eina
virkisætlan fyri ein breka-
politikkk.
– Í tilmælinum, sum
fylgdi við álitinum, vóru
netupp atkomumøguleikar-
nir hjá brekaðum til bygn-
ingar og støð, raðfest allar-
fremst.
Hann hevur eisini havt
fund við Meginfelag teirra
Brekaðu, har tey sóknaðust
eftir, nær nakað fer at vera
gjørt fyri at tryggjað rørslu-
tarnaðum atkomumøgular
til bygningarog støð.
Og tað verður tað so nú,
sigur Hans Pauli Strøm.
Nú verður lættari hjá brekaðum
at sleppa inn í almennar stovnar
Hjá rørslutarnaðum hevur tað í nógv ár verið eitt hjartamál, at tað eru so nógvir almennir
stovnar, sum tey ikki sleppa inn í fyri trappum og høgum gáttum. Nú tekur tað almenna sær so
um reiggj á hesum øki