Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 181 - 23. september 2005 Við kveikandi fyri- lestrum, sum um- røddu alt frá hugskoti til altjóða gjøgnum- brot, endaði stóra átakið hjá Glugga- glæmu mikudagin við stórari snið og hand- verksráðstevnu í Norðurlandahúsinum RÁÐSTEVNA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang Tað er ikki á hvørjum degi, at listhandverk setur dags- skránna bæði í vinnulívs- kjaki og fjølmiðlunum. Kortini er tað eydnast fyri- skiparnum av snið og hand- verksátakinum Glugga- glæma seinastu tvær vikur- nar at fáa øll eygu vend móti smáu handverksvinnunum við vónum um at skapa teimum betri sømdir. Og uppskotini um, hvussu farast kann fram, trutu ikki á stóru ráðstevnuni í Norðurlanda- húsinum mikudagin, sum var hildin undir heitinum "Snið og handverk í heim- ligum og altjóða høpi." Heimabundið í Hollywood Tað vóru konufólk við stokkum heldur enn mappu- menn í klædningi, sum myndaðu fleiri av áhoyr- araplássunum, tá Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, setti ráð- stevnuna. Og eisini hann treiv í aldargamla binding- arkynstrið, sum altíð hevur verið ein nátúrligur liður í gerandisdegnum hjá føroy- ingum, og sum føroyskar kvinnur handfara so meist- arliga, sum hann tók til. - Nú um dagarnar hoyrd- ist, at stóru stjørnurnar í Hollywood eru farnar at binda sínar egnu troyggjur. Í so máta mugu vit sigast at hava nakað heilt serligt at lena okkum aftur á, við at tað fyri okkum so gerandasliga og nátúrliga er vorðið nakað serstakt og ein fyrimynd hjá øðrum, segði Bjarni Djur- holm millum annað. Hóast Føroyar eru ov smáar til at kunna gerast ein altjóða miðdepil fyri skap- andi vinnur, helt landsstýris- maðurin, at hetta avgjørt kann gerast ein fyrimunur, um vit bera okkum rætt at. Ein lítil tjóð ella vinna kann smoyggja sær inn ímillum tær stóru inn á smáur røkur- nar, sum onnur kanska ikki hava fingið eyga á. Ì øllum førum eru tað nú so nógv dømi um, at føroyingar list- arliga í allar mátar megna at virka á jøvnum føti við onn- ur í alheims høpi. At hesar livandi vinnur við síni ser- merktu sál hava ein møgu- leika og eina framtíð ivaðist landsstýrismaðurin ikki í. - Spurningurin er, um ikki tann skapandi stættin hevur skyldu at fara út í heim við síni vinnu. Tit eru búgvin til tað, og møguleik- arnir eru har. Vónandi taka tit av, segði landsstýris- maðurin millum annað. Ullkorn og stórir dreymar Eftir setanina vóru ein røð av fyrilestrum á skránni, sum viðgjørdu alt frá tí fyrsta varsliga hugskotinum til altjóða gjøgnumbrotið. Sera hóskandi byrjaði orð- stýrarin Urd Johannesen við at lesa eitt "ullkorn" úr eini ulltavu á borðinum. Ull- kornini vóru tankar, dreym- ar og ynskir, sum fyriskipar- nir Randi S. Vang og Jon- hild Johannesen høvdu savnað á síni kanningarferð av føroyskum handverki seinasta árið. Soleiðis varð alt fyri skapað eitt samband millum stóru hugsjónirnar á pallinum í Norðurlandahús- inum og ynskini frá teimum, sum í tí smáa sita og fáast við síni handverk heima. Ein av mest kveikandi framløgunm var fyrilesturin "Mótasniðgeving í binding" hjá ungu Jóhonnu Reg- insdóttir av Steinum. Jó- hanna er lesandi á Saint Martin’s College of Art London, har hon er væl á veg a gera sín gamla dreym um at gerast sniðgevi í bundnum pløggum til veru- leika. Á ein sera livandi hátt greiddi Jóhanna frá gongd- ini, frá tí hon kastaði uppá sína fyrstu lítlu dukku- troyggju til nú, ið altjóða mótaheimurin bíðar. Undir framløguni sóust myndir á stórskíggja frá portfoliuni, Jóhanna hevði við sær til upptøkusamrøðuna á skúl- anum. Framløgan endaði við eini forvitnisligari móta- framsýning við nøkrum av nýggjastu pløggunum hjá Jóhonnu. Fleiri orð nýttust sanniliga ikki fyri at vísa, hvussu langt unga argja- dáman er komin, síðani fyrsta dukkutroyggjuna. Sniðgevaradepil - ein fyrimynd Sum dømi um, at næstan alt ber til, um vilji er til tess, greiddi Michael Lange frá Erhvervscenter for erhverv, vækst og udvikling frá Montre verkætlanini í Keypmannahavn. Montre er eitt slag av sniðgevara- depli, har 20 ungir snið- gevar fáa loyvi at húsast og sýna fram í eitt ár fyri at koma í gongd innan vinn- una. Ein aðaltáttur í verk- ætlanini er ráðgevingin, sum eisini húsast í bygn- inginum, og sum sniðgev- arnir hava ókeypis atgongd til, tá tey hava tørv á tí. Fyri nógvar av føroysku áhoyrarnum mundi hetta ljóða sum ein órøkkiligur dreymur. Og spurningurin um, hvussu man kundi farið undir nakað líknadi í Føroyum varð eisini alt fyri eitt reistur. Verður Montre verkætlanin nýtt sum fyri- mynd, krevur tað eina íløgu uppá eina millión kr, og eigur raksturin, sambært Lange, at vera ein almenn uppgáva. Í tí stóra rokni- stykkinum ljóðaði hetta ikki av nógvum, so kanska hetta kundi sett nakrar tankar í gongd hjá bæði íverk- setarum av ymsum slagi og ikki minst politikarum. Úr roykstovuni til Hollywood Grøn arm- bond til frama fyri Krabba- meinsfelagið Tey væl umtóktu Live- strong gummiarmbondini fáast nú eisini til keyps í føroyskari útgávu. Tað er Føroya Felag móti Krabbameini, ið hevur latið gjørt grøn gummi- armbond. Inntøkan fer óskerd til arbeiðið at bøta um umstøðurnar hjá før- oyskum krabbameins- sjúklingum og avvarðandi teirra. Tað var kendi súkklarin Lance Armstrong, ið hev- ur havt krabbamein, sum kom við hugskotinum at gera gummiarmbond til frama fyri arbeiðið at basa krabbameini. Gulu Livestrong armbondini eru vorðin eitt hitt um allan heim. Inntøkan av teimum fer í grunnin, sum Armstrong hevur sett á stovn; peningurin fer allur til gransking av krabbameini í USA. Síð- an hava onnur fingið sama hugskot, tí fáast armbondini í nógvum litum og inntøkan fer til nógv endamál. Vilt tú stuðla Føroya Felag móti Krabbameini, so keypir tú eitt grønt armband. Navnið hjá felagnum stendur á. Armbondini kosta 20 kr. Tey fáast til keyps á Stat- oilstøðunum kring landið, í Grifflinum í SMS, á Tjaldurs Apoteki og á skrivstovuni hjá Føroya Felag móti Krabbameini. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, nýtti høvi at tríva í gama føroyska bindingarkynstrið, tá hann sett ráðstevnuna um snið og handverk í Norðurlandahúsinum mikudagin Sera hóskandi vóru tað konufólk við stokkum heldur enn mappumenn í kædningi, sum myndaðu fleiri av áhoyraraplássunum á ráðstevnuni um snið og handverk "Ullkornini" í ulltavuni hjá Urd Johannesen, orðstýrara, skaptu eitt tankavekjandi samband millum stóru hugsjónirnar í Norðurlandahúsninum og ynskini hjá teimum, sum í tí smáa sita heima og fáast við síni handverk