Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 181 - 23. september 2005 7 BÁTAFELAG Yvir 30 bátaeigarar í Gøtu høvdu mikukvøldið leitað sær á fund í Glyvra Hanus- ar húsum at taka stig til stovnan av einum bátafe- lag. Ein 3-manna nevnd - Tummas Thomsen, Janus Joensen og Atli Hansen - var vald at fyrireika og kalla inn til stovnandi aðal- fund sum skjótast. Í løtuni eru umleið 50 bátar í bátahylinum í Gøtu. Av tí at bátarnir, sum eru komnir afturat í seinastuni, eru alsamt størri gerst eisini meira trongligt í hylinum. Eitt endamál við at seta eitt bátafelag á stovn er at samarbeiða við Gøtu Kommunu um at loysa henda trupuleika. Samstundis er eisini farið undir at smíða eitt »undir- hús«. Gøtu Kommuna hev- ur latið ein part av gama Kajhúsinum til endamálið saman við nakað av tilfari. Ætlanin er so, at tað skal setast í stand av limunum. Martin Juul Jarnskor stend- ur fyri hesum tiltakinum. Á teimum báðum stóru út- varpsstøðunum hjá Dan- mark Radio er Step on the gas við Lenu komin á play- listan. Stóru útvarpsstøðir- nar hava ein sokallaðan "Playlist", hetta eru tey løgini, sum støðin sendir. 17. oktober kema nýggja útgávan av "Can’t erase it" út á danska marknaðin, og "Step on the gas" er stak- fløgan, ið leggur upp til fløguútávuna. Lena spælir eisini hópin av konsertum í Danmark í løtuni. 28. september í Musik- huset í Klejtrup.kl. 19.30 - Lena Andersen, Maria Guttesen og Amalie Riis 30. september og 1. ok- tober í Deli Deluxe í Bruns- gade í Århus -vLena And- ersen, Maria Guttesen og Amalie Riis 14. oktober Studenter- huset i Århus - Lena Andersen, Maria Guttesen, Amalie Riis, Bendedikte Riis og Annika Aakjær 18. oktober kl. 21.00 Krudttønden í Keypmanna- havn útgávukonsert við Lenu nud Leygarkvøldið 24. sep- tember kl.19 verður skipað fyri fyrilestri í Áarstovu við P.h.D. stud. Solfinn Han- sen, um spurningin hvat er søga og hvat er skaldskap- ur? Fram til síðsta fjórðing av 19. øld var heilt vanligt at nýta frásagnir og skald- skap sum søguligar keldur. Søgur, bornar av manna munni, stóðu sterkt í fólk- sins tilvitan sum bæði veru- ligar og nærverandi, eisini hóast tær vóru eyðsýniliga merktar av skaldskaparlig- ari nýgerð, yvirnáttúrligum hendingum og tílíkum. Við naturalismuni kom ein hugur at síggja søguna sum eina samfelagsvísind, har tað, ið kundi mátast og vigast, fekk framíhjárætt. Frásagnir, bæði av manna munni og á skrift, mistu sítt søguliga virði vegna teirra eyðsýnda subjektivitet, og nart hetta rák eisini við Føroyar, og hóast tað ong- antíð veruliga fekk fasta- tøkur, setir fatanin fram- vegis dám á allýsingarnar av, hvat er søga og hvat er skaldskapur. Í fyrilestrinum er ætlanin at greiða frá hesum spurn- ingi við dømi úr føroyskum skaldskapi, bæði munn- bornum og skriftfestum, og metast skal um, í hvønn mun hesin partur av naturalistiska sjónarmið- num ger seg galdandi. nud Hósdagin í næstu viku klokkan 17 handar Tórshavnar kommuna Mentanar- virðislønir M. A. Jacobsens og Barna- bókaheiðurslønir Tórshavnar býráðs í Müllers Pakkhúsi VIRÐISLØNIR 1958 var fyrsta árið, virðis- lønin varð latin, og heitið tá var Bókmentavirðisløn M .A. Jacobsens. Ein ella tvær virðislønir kundu verða latnar. Í 1972 varð Reglu- gerðin fyri Bókmentavirð- isløn M. A. Jacobsens broytt, soleiðis at onnur virðislønin skuldi vera fyri fagurbókmentir og onnur fyri yrkisbókmentir. Í 1985 varð reglugerðin aftur broytt. Nú bar til at lata tríggjar virðislønir fyri ávíkavist fagurbókmentir, yrkisbókmentir og mentan- aravrik. Nevndin fekk heimild til okkurt árið ikki at lata onkra av virðisløn- unum. Tórshavnar kommuna samtykti smávegis broyt- ingar í 1996, m. a. er heitið nú Reglugerð fyri Mentan- arvirðislønir M. A. Jacob- sens. Í nevndini fyri Mentanar- virðislønir M. A. Jacobsens eru fimm limir. Teir verða valdir fjórða hvørt ár, tá ið nýtt býráð er valt og skipað. Kommunan velur tríggjar limir, Fróðskaparsetrið ein og Rithøvundafelagið ein. Í januar 2005 var ein nýggj nevnd sett. Tórshavn- ar kommuna valdi nýggjan lim, Rigmor Dam fyri Egon Hansen, Erling Isholm og Jákup Jacobsen eru aftur- valdir. Fyri Fróðskaparsetrið er Turið Sigurðardóttir aftur- vald, og fyri Rithøvundafe- lagið er Gunnar Hoydal afturvaldur. Eingin formaður er í nevndini. Fastur skrivari er býarbókavørðurin, Anna Brimnes. Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1976. Í nevndini fyri henni eru fimm limir. Nevndin verð- ur vald av nýggjum eftir hvørt býráðsval. Fastur limur er barna- bókavørðurin á Býarbóka- savninum í Tórshavn, Mal- an Hilmarsdóttir, skrivari, ein limur valdur fyri skúla- bókavørðarnar í Tórshavnar kommunu, Hansina Huus- gaard, tveir limir, valdir av Tórshavnar kommunu, Poulina Slættanes og Ann Elisabeth Joensen. Formaðurin í mentamála- nevnd Tórshavnar komm- unu er fastur formaður í nevndini. Í hesum skeið- num er tað Hildur Eyðuns- dóttir. Tvær virðislønir kunnu latast, men nevndin hevur eisini heimild til bert at lata eina ella onga, í ár verða tvær latnar. M. A. Jacobsens virðislønir verða handaðar hósdagin Stovna bátafelag í Gøtu Lena í donskum útvarpi Hvat er søga?