fríggjadagur 23. september 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 181 - 23. september 2005
Í einasta handlinum á
Kalsoynni, Geilabúð-
ini, stendur Hanne-
beth Garðalíð, sum
umframt at vera
krambakvinna, hevur
tvey onnur størv
Katrina Eyðunsdóttir
Hansen/
Elsa Maria H. Hansen/
Mariann Mikkjalsdóttir
Tá vit týsmorgunin vóru á
Kalsoynni, fóru vit ein túr
niðan í handilin á Húsum,
Geilabúðin. Hetta er einasti
handil á Kalsoynni.
Inni har hittu vit Hanne-
beth Garðalíð, ið er eigari
av búðini.
Vit fingu okkum eitt prát
við hana, og hon greiddi
frá, hvussu tað er at hava
handil úti á oyggj.
–
Onkran
fyrrapart
kunnu vera einans tríggir
kundar, men so er fult av
fólki aðrar dagar. Serliga
týsdagar tá nýggja vøran
kemur. Tað er sum øll
mangla alt ísenn, sigur
Hannebeth.
Handilin er sera hugna-
ligur, og har eru nógvar
ymiskar vørur at fáa.
Hannebeth roynir sum
frægast at hava tað, ið fólk
spyrja eftir. Vøran verður
innflutt aðrastaðni frá.
– Men, segði hon, ofta
gongur long tíð áðrenn eg
finni fram til, hvar eg kann
bíleggja allar hesar vørurn-
ar, ið fólk biðja meg um.
Hjálp frá øðrum
stóran týdning
Hannebeth selir allar tær
mest neyðugu vørurnar.
Eisini hevur hon ymsar
gávulutir og annað at selja.
1. oktober hevur Hanne-
beth verið eigari av búðini í
eitt ár. Tann konan ið fyrr
var eigari av handlinum,
Dora Joensen, ætlaði at
gevast við honum. Men
hetta helt Hannebeth vera
spell, og ein stórur missur
fyri oynna. Tískil valdi hon
at taka sær av búðini hjá
Doru, í fyrstu syftu í tvey
ár.
Hannebeth hevur starvast
fulla tíð í Tórshavn, men nú
arbeiður hon bert 3/4 tíð.
Umframt at hon seymar hjá
manni sínum, ið starvast
sum skómakari í Tórshavn.
Vit spurdu hana um
hvussu hon megnar at hava
trý størv í senn.
– Tað hevði ikki borið
mær til at havt handilin
uttan hjálp frá øðrum, t.v.s
børnunum og mammuni,
sum eru ófør at hjálpa til tá
eg eri til arbeiðis í Havn,
sigur Hannebeth
Handilin stóran
sosialan týdning
Ta løtuna vit vóru í handl-
inum vóru eisini fleiri
kundar har. Ein av teimum,
Joan í Lon var farin at
keypa inn til døgurða.
Dagsins rættur heima við
hús var flak. Eisini fekk
lítla dóttirin Olivia eina
sleikisneis at hugna sær
við. Hon verður tvey ár í
oktober.
Joan er uppvaksin í
Klaksvík, men foreldrini
eru av Húsum. Hon hevur
saman við familju síni búð
á Húsum í trý ár. Hetta
dámar teimum sera væl.
– Tað hevur ómetaliga
stóran týdning at hava
handil her á oynni, tí so
sleppa vit frá at bíleggja
vørur úr Klaksvík. Men tað
sum ikki er til keyps her,
bíleggi eg úr Klaksvík,
segði hon.
Joan er hvønn einasta
dag í Geilabúðini, og um
hon ikki skal keypa nakað,
so fer hon altíð ein túr inn á
gólvið fyri at fáa eitt prát
við onnur fólk.
Á Kalsoynni búgva 150
fólk íalt. Fólk runt oynna
eru ógvuliga glað fyri
Geilabúðina. Øll av Húsum
keypa har, umframt fólk
aðrastaðni frá úr oynni.
Krambakvinna við trimum størvum
Hannebeth Garðalíð, eigari av Geilabúðini
mynd: Jens Kr. Vang
Her stendur Joan í Lon saman við dóttrini Oliviu
mynd: Jens Kr. Vang
Svend Auken
fer at hitta
javnaðarfólk
VITJAN
tíðindaskriv
Sunnukvøldið 25. sep-
tember kl. 19.30 skipa
Javnaðarflokkurin og
Suðurstreymoyar Javn-
aðarfelag fyri einum
hugnakvøldi saman við
navnframa
danska
javnaðarpolitikaranum
Svend Auken. Svend
Auken fer at tosa um
ymisk aktuel mál og
aftaná verður kjak, sum
vónandi verður bæði
spennandi og kveikj-
andi.
Svend Auken hevur
áður verið á fundum og
stevnum
hjá
bæði
Javnaðarflokkinum og
Suðurstreymoyar Javn-
aðarfelag, og hevur tað
verið sera áhugavert at
hoyrt tað, sum hann
hevur borið fram.
Svend Auken er ein
sera royndur politikari,
og hevur hann havt
mong ymisk álitisstørv
í danska Javnaðarflokk-
inum. Svend Auken
varð fyrstu ferð valdur
á fólkating í 1971, og
hevur hann havt sætið
har síðani. Hann var
formaður í Javnaðar-
flokkinum frá 1987 til
1992. Harumframt hev-
ur hann verið ráðharri í
arbeiðsmarknaðarmálu
m og orku- og um-
hvørvismálum. Somu-
leiðis hevur hann havt
álitisstørv innan Javn-
aðarflokkin
bæði
í
n o r ð u r l e n d s k u m ,
evropeiskum og altjóða
høpi.
Hugnakvøldið verður
í hølinum hjá Starvs-
mannafelagnum, J.H.
Schrøtersgøta 9.
Sunnukvøldið
verður
Svend Auken gestur á
hugnakvøldi hjá Suður-
streymoyar Javnaðar-
felag