fríggjadagur 23. september 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 181 - 23. september 2005
9
Nógv arbeiði er í før-
oysku tunlunum í løt-
uni. Nú hendir eisini
nakað í tunlunum á
Kalsoynni
VEGARBEIÐI
Snorri Brend
Kalsoy: Tað var frøi á
fólki, so hvørt sum tunl-
arnir á Kalsoynni lótu upp
fyri almennari ferðslu á
sinni.
Hinvegin so kann stað-
festast, at lítið er gjørt við
at hampa um hesar tunlar-
nar innan síðani tá.
Men nú eru so menn hjá
Landsverki farnir til verka í
tunlinum til Mikladals.
- Og nú verður so arbeitt
hesa vikuna, verður upplýst
á heimasíðuna hjá Lands-
verki.
Í fyrsta lagi verður gjørt
soleiðis, at vatnið sum seyr-
ar niður úr loftinum, kann
verða beint burtur.
Mong mundu helst ynskt
sær – og vóna tað framveg-
is – at tunlarnir verða
gjørdir fullkomuliga lidnir,
m.a. við at leggja asfalt á.
Nær tað verður, tað má so
bara tíðina vísa.
Meðan arbeitt verður í
tunlunum í Kalsoynni eru
teir stongdir frá kl. 21 til kl.
6 á morgni fram til leyg-
ardagin 24. september.
Annars verður eisini ar-
beitt í Norðskálatunlinum
og í Árnfjarðartunlinum í
hesum døgum.
Seinnapartin í gjár lat
Anita Nattestad Karl-
sen upp framsýning í
Smiðjuni í Lítluvík.
Hetta er aðru ferð
hetta seinasta árið at
hon hevur framsýn-
ing á hesum staði
LIST
Snorri Brend
Havn: Tað er ikki á hvørj-
um degi, at høvið er at
síggja eina framsýning við
kalligrafi’um.
Henda serstaka listastílin
hevur hálvføroyska Anita
Nattestad Karlsen lagt seg
eftir.
Og hesa komandi vikuna
fáa føroyingar høvið at
síggja fleiri av verkum
hennara á hesi framsýning-
ini.
Myndir
hennara
eru
bygdar upp um eina bak-
grund, og eina yrking ella
sangørindi, sum verður
skrivað á við teirri serligu
kalligrafi-skriftini.
- Í veruleikanum skapar
mynstrið í bókstavunum í
veruleikanum myndevnið,
sigur Anita, sum verður 35
ár leygardagin.
Framsýningin í Smiðjuni
er opin hvønn dag frá kl. 14
til 18.
Frá presti
Myndirnar hjá Anitu og
tekstur teirra er bæði á
føroyskum og donskum.
Fyri at fáa tekstirnar at
hóska til myndirnar er hon
allatíðina opin fyri yrking-
um ella sangum, sum
kunnu gerast til ein máln-
ing.
Ein av teimum, sum eig-
ur fleiri av yrkingunum á
málningum
hennara
er
David Johannesen, prestur í
Miðvági, sum er í ætt við
mammu hennara.
- Eg eigi allar bøkur
hansara, og eg taki fegin
yrkingar hjá honum við í
myndir mínar, sigur Anita.
Umframt málningalist-
ina, so hevur Anita eisini
ábyrgd fyri einum av føstu
teigunum í Alt for Damer-
ne, nevniliga teigin við
hugskotum til húsini.
Til Mary og Frederik
Anita er útbúgvin í kalli-
grafi í Onglandi í 1999.
Hon hevur eisini arbeitt har
eitt skifti júst sum kalli-
grafur.
Í Danmark hevur hetta
við kalligrafi’ini eisini
vundið nógv uppá seg, og
hevur Anita tí nógv at gera
í tí dagliga við at skriva t.d.
borðkort og menukort við
hesi serligu skriftini.
Umframt hetta, so er hon
eina ferð um mánaðin í
Onglandi og arbeiðir við
hesum sama. Nevnast kann
eisini, at hon til brúdleypið
hjá Fredriki og Mary hand-
aði teimum ein málning,
sum hon sjálv hevði gjørt
júst við hesi listagreinini.
Hon var í Smiðjuni í
Lítluvík í oktober mánaði í
fjør. Verk hennara vóru so
mikið væl umtókt, at hon
hevur valt at koma aftur í
ár.
Bókstavirnir eru
myndevnið
Tunlar stongdir á náttartíð
Tunlarnir á Kalsoynni hava
brúk fyri eini umvælandi
hond. Teir eru nú so smátt
byrjaðir, og fólkið í oynni
vónar at hildið verður fram,
til alt arbeiðir er heilt liðugt
Mynd: Jens Kr. Vang
Kalligrafi-skriftin er væl umtókt, og tí nýtir Anita Nattestad
Karlsen tær eisini sum myndevni hjá sær
Mynd: Jens Kr. Vang