fríggjadagur 23. september 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 181 - 23. september 2005
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur boðað
frá, at hann leggur uppskotið til fíggjarlóg 2006
fyri løgtingið tann 30. september. Hetta má sigast
at vera í evstu løtu, og tað týður uppá, at tað hevur
verið torført at finna semju í samgonguni um
uppskotið. Einki er likið út um komandi uppskotið,
men av gomlum royndum vita vit, at fíggjarlógin
vanliga er størsti trupulleikin hjá einari samgongu,
sum røkkur tvørtur um miðjuna í politikki.
Hesir trupulleikar eru fleiri. Teir er hartil ideolog-
iskir og snúgva seg um øki, har flokkarnir hava
tungt við at slaka. Borgarligu flokkarnir hava sum
hjartamál ella beinleiðis dogmur, har teir hava
trupult við at boyggja av. Hesar dogmur eru t.d.
skatturin. Bæði Fólkaflokkurin og Sambands-
flokkurin halda, at ein skattalætti í sjálvum sær
gagnar samfelagsbúskapinum. Hetta er ein mis-
skiljing. Ein skattalætti kann gagna búskapinum
undir ávísum umstøðum, og hann kann gera meira
skaða enn gagn undir øðum umstøðum. Flokkar á
vinstru hálvu himprast ikki við at taka pengar inn
frá skattgjaldarunum til tess at fíggja vælferðar-
samfelagið, sum gerst alt tyngri og tyngri í rakstri.
Ein onnur dogma er javnvágin á fíggjarlógini. Tað
tykist sum, um borgarligu flokkarnir halda, at
javnvág á eini fíggjarlóg er eitt gott mál í sjálvum
sær. Hetta er er ein sera fýrkantað fatan av eini
fíggjarlóg. Í tíðum, har búskapurin er upphitaður,
eigur ein sjálvsagt ikki at hava hall á fíggjarlógini,
tí so ornar búskapurin enn meira. Hin vegin kann
tað vera stimbrandi fyri ein búskap, ið er á veg
niðureftir, at hava eitt hall við at pumpa almennan
pening út í samfelagið. Her kann t.d. vera talan um
almennar íløgur, ið geva privatum fyritøkum meira
arbeiði, kombinerað við, at ein ikki sparir á
almennu fyrisitingini og stovnunum, so arbeiðs-
loysið ikki økist.
Eisini kann fíggjarlógin verða brúkt beinleiðis sum
eitt stuðulsamboð at hjálpa vinnum í trongstøðu.
Hetta amboð verður við góðum úrsliti brúkt, ser-
stakliga í ES londum og í EBS londum. Sum dømi
kunnu vit nevna, at soleiðis varð svenski bila-
ídnaðurin bjargaður herfyri. Vit í Føroyum hava
fráskrivað okkum hetta amboð, tí í Føroyum er
reindyrkaður marknaðarbúskapur vorðin átrúnaður
hjá einum heilum ættarliði av ungum búskapar-
frøðingum og politikkarum úr at kalla øllum
flokkum. Nú fáa vit skjótt at síggja, hvussu fíggjar-
lógin er sett saman. Samansetingin ger í stóran
mun av, um slagsíðan økist, ella um skútan kemur
aftur á rættkjøl. Nú bíða vit, og kunnu bert meðan
vit bíða, vóna, at vit og skil ráða í fíggjarmála-
ráðnum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Meðan vit bíða
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Sámal Jacobsen
fiskimaður og skipari
Føroyski rækjuflotin hevur
uppiborið eina vakra minn-
ingargrein og ikki ørvitis-
tos
um
tilfeingisgjøld.
Henda fyrr so stolta vinnan
hjá rækjumonnum, sum
vunnu »reyðargullið« av
fjarastu leiðum, av Flemish
Cap og undan ísinum við
Labrador í vestri upp til
vetrarmyrkrið við Svalbard
í landnyrðingi. Vinnan,
sum í 70- og 80-árunum
gav 20-25% av útflutnings-
virði til Føroya.
Nú syngur hon sín svana-
song. Teir mest bláoygdu
tosa um at vinda tilfeingis-
gjøld úr teimum 2-3 rækju-
skipunum, sum kanska
verða eftir, um oljan aftur
fer at kosta undir 2 kr./l, og
rækjuprísurin fer upp um
10 kr./kg. »Frøðingar« og
summir tingmenn droyma
um at eksperimentera við
rækjum sum »ogn Føroya
fólk«, ið verður býtt út á
skriviborðum í Tinganesi til
teir, sum bjóða seg fram at
keypa veiðiloyvi og at
fiska. Hvør fíggjar íløgur-
nar?
Men Føroyar eru so hasar
2-300 mió. kr. frá rækjun-
um fátækari í útflutnings-
virði, sum kanska enn
høvdu fingist, um rækju-
flotin fekk eina FAS-líka
skipan, eini 5.000 tons av
rækjum meira til keyps frá
Grønlandi (ella Kanada),
og um oljuprísurin aftur
lækkar.
Tingmenn vóru so trekir
at
lata
rækjuskipunum
handan stuðulin, at »mens
græsset gror, dør horse-
mor«. Hann blívur kanska
»síðsta oljan« ístaðin fyri
bjarging hjá rækjuflot-
anum. So hava teir ikki
tann
»studningin«
at
gremja seg um meira.
Men sambært »Visjón
2015« fáa vit granskarar
ístaðin fyri rækjumenn.
Hvussu man avreiðingar-
seðilin hjá hesum gransk-
arum fyri fasta, almenna
løn fara at roynast komm-
unu- og landskassanum
sammett við tann avreið-
ingarseðil, okkara rækju-
menn kundu leggja á borð-
ið líka til tað síðsta, og sum
okkara fiskimenn annars
framhaldandi fara at leggja
fram. »Tilfeingisgjøld« tos-
ar løgtingið um nú. Prosent
og 100-tals milliónir spola
upp eftir sjónvarpsskíggj-
anum, meðan rækjurnar(!)
renna úr posanum niður í
sliskuna aftan. Nei, tá
rækjutilfeingið er søga,
tosa akademikarar til fá-
nýtis um tilfeingisgjøld av
hesum fiskaslag.
Landgrunnurin hevur til
fyri 2 árum síðan givið
uml. 1000 mió. kr. í avreið-
ingarvirði. Kann heimaflot-
in bera tilfeingisgjøld?
Neyvan við verandi fiska-
prísum, veiðinøgd og olju-
prísum.
Tilfeingisgjøld
verða steinur oman á byrðu,
sum ger, at skipini straks
verða bundin við kei.
Tað kann bara blíva
»rullumaðurin á Myrkines-
grunninum«, sum rindar
hesa tilfeingisleigu av síni
hýru? Hvat verður so eftir
til hann sjálvan og til út-
róðrarbátin, línuskipið og
partrolaran?
Fiskiflotin hevur hesi
seinnu árini havt ta eydnu
at hava avlop. Tá rinda fe-
løgini skatt av avlopi og
vinningsbýti (um nakað er).
Men nú hava, við nøkrum
undantøkum, nógvir bátar
og skip á heimaleiðum hall
av rakstri. Tilfeingisgjald
av samlaðum halli gevur
hvørki 300, 200 ella 100
mió. kr. í landskassanum
um árið. Nógv prosent av 0
gevur eisini 0.
Gamaní hava toskakvotu-
rnar í Barentshavinum eitt
ávíst søluvirði, um tær
verða handlaðar. Men 40
mió. kr. (um tað er virðið)
eru ikki komnar eftir einum
degi. Tað hevur tikið 30 ár
hjá hesum skipum at fáa
hetta kvotavirði - altso
»bara« eina góða millión
um árið. Tað er kanska ikki
burturvið at skatta hesar
sølur sum vanlig avlop
og/ella vinningsbýti hjá
partafeløgum. Men gloym
at skatta tær so har, sum
onkur kundi hugsað sær, tí
so verða ongar sølur.
Nótaflotin starir eisini
komandi avmarkingum í
eyguni, tá svartkjafturin
verður kvoteraður. Lands-
stýrið skuldi arbeitt fyri at
banna
fiskiskapi
eftir
svartkjafti í altjóða sjógvi.
So høvdu vit í hvussu er
stongt norðmenn inni á
egnum øki og havt sum
frægast eftir sjálvir í før-
oyskum sjógvi. Men her
verða vit helst líka fittir
móti norðmennum, sum vit
hava verið móti kanada-
monnum á Flemich Cap.
Tað gevur einki til okkara -
bara til mótpartin.
Føroyski fiskiflotin á
nær-, mið- og fjarleiðum
kann geva upp til 1.000
mió. kr. í hýrum árliga, tá
væl gongst. Í útflutnings-
virði kann øll høvuðsvinn-
an geva max. 3.000 mió. kr.
og lønir hareftir. Tað gevur
kanska aðrar 1.000 mió. kr.
í avleiddum inntøkum.
Hetta er tann helvt av
BTÚ, sum Føroyar liva av.
Hetta er tað virði, sum
heldur øllum øðrum uppi.
Uttan
fiskivinnuna
var
øskukalt í Føroyum. Fiski-
vinnan er hønan, sum verp-
ur gulleggini til allar før-
oyingar. Hesi »gullegg« eru
grundarlagið undir allari
vælferð á sjógvi og landi,
privat og alment.
Fiskivinnan er sostatt
eisini grundarlagið til allar
skatta- og MVG-inntøkur
hjá tí almenna, hjá landi og
kommunum.
Leggja politkarar til-
feingisgjøld á fiskimenn og
høvuðsvinnuna oman á
allar aðrar skattir og av-
gjøld, sum hitt almenna
livir av, kippa teir hønuna,
sum enn verpur gulleggini
til allar føroyingar.
Hjúklið heldur um høn-
una, gevið henni tað allar
besta fóðrið, tit eiga. Kelið
fyri henni, so hon verpur so
nógv, stór og góð gullegg,
sum hon orkar. Alt annað er
ørskapur, sum bara menn,
ið einki skilja um fiski-
vinnu og aðra vinnu, kunnu
finna uppá.
Kippið ikki hønuna ið verpur gulleggini