Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 181 - 23. september 2005 11 Bjarni Djurholm Tað er ikki øllum man skal svara, men tá formaður tjóðveldisfloksins í bløðun- um í vavstri av konspira- tiónsteorium og selektivari søgufatan rippir beinini undan politiskum starvsfe- løgum aftanífrá, avdúkar hann, at politiska gerandis- fagurlætnið er í andsøgn við veruligu valdsfatan hansara - nakað, sum fleiri av partamonnum hansara eisini munnu hava sannað. Í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark og m.a. um leiklutin hjá undir- ritaða í hesum sambandi, hevur tjóðveldisformaðurin rúgvu av ósakligum ákoyr- ingum um svikaráð. Tí hes- ar viðmerkingar úr rúgv- uni: Í fyrireikingunum og samráðingunum um full- veldi í 1999 og 2000 átti undirritaði lítlan og ongan lut. Undirritaði var frá end- anum av 1999 til á ólav- søku 2000 í stóran mun burtur úr politikki orsaka av sjúku. Seinast í august 2000 gjørdist undirritaði so landsstýrismaður. Sambært gerðabók landsstýrisins fyri heystið 2000 var full undirtøka í landsstýrinum um samráðingarleistin til fjórða samráðingarumfar, sum var 26. okt hetta árið. Einki kom heldur burturúr hesum umfari m.a. tí danir noktaðu at góðtaka sjálvs- avgerðarrætt okkara sam- bært altjóðarætti. 14. februar 2001 var í landsstýrinum til viðgerðar m.a. uppskotið um fólkaat- kvøðu um viðurskiftini millum FO og DK, har løg- maður boðaði frá, at hann ikki helt tað vera skilagott at halda fólkaatkvøðuna, tá stórur partur av føroying- unum tulkaði støðuna sum danski forsætismálaráð- harrin. Av hesum stóðst mikið rumbul frá tjóðveldinum við øsingarfundi á Vaglin- um í Havn. At løgmaður mundi hava fólkið við sær sást skilliga av teirri undir- tøku, hann hevði millum manna um hetta mundið. Eini 30 - 40% ynsktu hann sum løgmann. M.a. eisini annarhvør tjóðveldismað- ur!! Semja um leistin 6. mars 2001 var "Upp- skotið um sjálvstýri Føroya Fólks" fyri á landsstýris- fundi. Full undirtøka var fyri uppskotinum, sum var samtykt í Løgtinginum 20. apríl 2001. 1. mai 2001 tók lands- stýrismaðurin í sjálvsstýris- málum upp málið um samskipan av yvirtøkum. Full semja um málið. Ein- astu, sum tó yvirtóku vóru landsstýrismenninir í fiski- og vinnumálum. Restina av 2001 var eing- in politiskur tvídráttur í landsstýrinum um til- gongdina í viðurskiftunum millum FO og DK. Eisini hetta er sjónligt í gerðabók landsstýrisins. Á landsstýrisfundi 9. januar 2002, kunnaði løg- maður um vitjanina hjá forsætismálaráðharranum og greiddi frá ætlaðu leiðini mótvegis donsku stjórnini. Í gerðabókini sæst, at leisturin nú var, at "....øll mál kunnu yvir- takast uttan tey, sum eru tengd at fullveldinum....". Á hesum fundi vóru allir landsstýrismenn tjóðveldis- floksins, íroknað formaður- in. Hansara ískoyti á fund- inum var bert, at hvør landsstýrismaður sær skuldi mótvegis forsætis- málaráðharranum taka tey yvirtøkumál upp, sum við- komandi arbeiddi við. Sama sjónarmið sum 1. mai árið fyri. Sostatt var full semja um leistin. Annars er at siga, at hesin møguleiki at yvirtaka øll mál uttan tey, sum vóru tengd at fullveldinum, longu varð umrøddur á landsstýrisfundi 31. oktob- er í 2000, uttan at tjóð- veldið tók frástøðu frá hesum. 14. januar 2002 undir- skrivaðu løgmaður og for- sætismálaráðharrin felags- yvirlýsing, sum var soljóð- andi: a) "Regeringen er indstill- et på at samarbejde om Landsstyrets ønsker om overtagelser af yder- ligere sagsområder inden for grundloven og rigsenhedens rammer". b) "Regeringen og Lands- styret vil efter Lands- styrets ønske indlede forhandlinger om over- tagelse af de sagsom- råder, som hjemme- styreloven ikke giver mulighed for, med hen- blik på politisk stilling- tagen. Regeringen vil på dette grundlag med- virke til at skabe et lovgrundlag for disse sagsområders over- tagelse." Henda yvirlýsing bygdi á semjurnar í landsstýrinum undan vitjanina hjá Anders Fogh. Hon var sostatt eitt nýtt vegamót og formaður tjóðveldisfloksins skýrdi hana eisini upp í saman sum 7-mílafetið móti full- veldinum. At hann nú tekur frástøðu eru tí berar eftir- rationaliseringar. Sum framhald av felags- yvirlýsingini skrivaði tjóð- veldið eisini aftaná løg- tingsvalið í apríl 2002 undir nýggja samgonguskjalið 6. juni 2002 við hesum orða- ljóði: • "Endamál samgong- unnar er, at Føroyar gerast sjálvbjargnar, so Føroya fólk uttan fíggjarligar og umsit- ingarligar bindingar kann gera av fram- tíðarstøðu sína. Sam- gongan hevur sum grundarlag, at Føroya fólk er tjóð við ómiss- andi og framhaldandi sjálvsavgerðarrætti og er samd um í eini tryggari sjálvstýristil- gongd í valskeiðnum 2002-2006 at virka fyri: • at tað verður Løgting- ið, sum ger av, at øll málsøki, undantikið tey, sum eru knýtt at s u v e r e n i t e t i n u m , kunnu yvirtakast sum sermál, • at har vit valda, skulu vit gjalda." Tøkk til tjóðveldið Arbeiðið at fremja hetta samgonguskjalið í verki byrjaði beinanvegin. Nú sást í sjónarringinum, at viðurskiftini millum FO og DK fóru at koma á beint. Men nú kom órógv í tjóð- veldið. Óivað tí teir vóru bangnir fyri tilverugrund- arlagnum. Restin av søguni er alkend. Fíggjarvánirnar versn- aðu, so nú var ikki so stutt- ligt at vera við meira. Tí ráddi um at smoyggja sær burturúr. Hetta eydnaðist eisini. Tjóðveldið fekk sett seg uttanfyri undir páskoti um, at teir kravdu reinleika av løgmanni. Teir høvdu neyvan rokn- að við, at nýggj samgonga fór at fáa viðurskiftini mill- um FO og DK á beint. At friður fór at valda á øki- num. Allarminst høvdu teir væntað, at "teirra" sam- gonguskjal fra 6. juni 2002 fór at vera fullført av øðr- um. Hetta reisir sjálvsagt spurningin, hvønn leiklut skal tjóðveldið framyvir hava í føroyskum politikki? Og mann hetta ikki pína flokkin? Samanumtikið eigur tjóðveldisflokkurin tó tøkk fyri at hava verið faddrar til yvirtøkulógini, har nýggjur sáttmáli ger greitt, at √Føroya Løgting kann gera av, at øll málsøki, undantikið tey, sum eru karmar um ríkis- eindina, kunnu yvir- takast við teirri fylgju, at Løgtingið rindar fyri tær útreiðslur, ið fylgja við teimum. √at tekur Føroya fólk við fólkaatkvøðu avgerð um, at Føroyar skulu vera fullveldisríki, koma málsøkini, sum eru karmar um ríkis- eindina, undir føroyskt málsræði. √Harumframt staðfestir sáttmálagerðin, at Før- oya fólk varðveitir sín viðfødda, ómissandi og áframhaldandi sjálvs- avgerðarrætt á øllum økjum, tað verið seg í innanlendis viðurskift- um eins væl og í al- tjóða høpi sambært al- tjóðarætti. Ella sagt stutt, at vit kunnu fara úr ríkinum tá vit vilja, ella lata vera. Hetta var júst tað, sum samráðingarnar við donsku stjórnina slitn- aðu uppá 26. oktober 2000. Yvirtøkulógin varð sam- tykt í vár. Tjóðveldið at- kvøddi ímóti. Atkvøddi móti semjum í landstýrin- um og egnum samgongu- skjali og undirskrift frá 6. juni 2002. Minnir tí mest um pro- jektión, nú formaður tjóð- veldisfloksins í bløðunum leggur eftir undirritaða. Hetta skal tó verða honum fyrigivið. Men tað er neyvan lætt hjá honum at liva í alsamt eftirgjørdari verð. Skilji væl, at hann kennir seg frustreraðan. At hava sett seg sjálvan uttan fyri polit- iska ávirkan. Bara spell, nú andarhald tykist at vera í flokki hansara, at so verður langað eftir øðrum. At farið verður eftir manninum heldur enn bóltinum. Men okkurt skulu tómar hendur gera. VIÐMERKINGAR Okkurt skulu tómar hendur gera Tá farið verður eftir manninum heldur enn bóltinum Fríðgerð á Mýrini nevndarlimur í P/F Vesturvón Ikki kann sigast annað enn at sølan av hesum partabrøvum hevur havt stóran negativan »áhuga« í Vágoynni. Nógv hevur verið at sæð, hoyrt og lisið í fjølmiðlunum um søluna, men bert tann eini parturin hevur verið frammi. Tískil skal her verða greitt frá gongdini í málinum. Tann 17. august kl. 15.00 fór nevndarlimur- in, sum umboðaði størsta partin av partabrøvunum 25,85% í P/F Vesturvón út á skrivstovu felagsins og boðaði reiðaranum frá, at hann ynskti at selja síni partabrøv. Hann varð spurdur av reiðaranum, um hann hevði nakran keypara, og svarið til hetta var nei, men um ongin keypari var, ja so ætlaði hann sær út at leita eftir einum keypara. Og so var. Á nevndarfundinum tann 5. september varð greitt frá, at nú var keyp- arin funnin. Enn var einki endaligt avgreitt, men ætlanin var at selja okkara partabrøv. Fram- vegis varð einki ynski sett fram, av hinum nevndarlimunum um at keypa partabrøvini. Tískil varð hildið áfram og eftir nevndar- fundin vóru vit 7 parta- eigarar, ið lótu partabrøv okkara selja eitt samdøg- ur eftir nevndarfundin. At vit avgjørdu at selja okkara partabrøv í loynd- um, og at reiðarin visti púrasta av ongum fyrr enn sølan var framd, sum hann pástendur í Sosial- inum frá 10. september 2005 er púra burturvið. Eg havi sitið í nevndini hjá P/f Vesturvón í meira enn 20 ár, og nú eg fekk at vita, at einasti núliv- andi av stovnarnum vildi selja, fór eg at hugsa um hesa støðu. P/F Vestur- vón hevur øll árini verið ein familjuogn, men var tað sum so ikki longur. Alt var vorðið so smá- býtt, partaeigararnir vóru vorðnir so nógvir í tali og fleiri á veg og við tí óiva eisini fleiri meiningar. Eg veit, at pápi mín Jóhannes Niclasen sáli, sum tók stig til at stovna felagið, hevði ikki góð- tikið gongdina í felag- num, sum hon hevur ver- ið hesa seinastu tíðina. Við tí í huga tók eg av- gerðina um at selja míni 3,60%, og fyri mítt við- komandi var avgerðin røtt. Hendan túrin eru 27 mans við Vesturvón, harav 9 sørvingar. Næst síðsta túr vóru 36 mans við, harav 14 sørvingar. Eftir í felagnum vóru sostatt 40% av parta- brøvunum, harav átti reiðarin 18,65%. Nevnd- arlimirnir høvdu møgu- leika at verið sitandi í fe- lagnum og havt ta ávirk- an teir nú einaferð kundu fingið _ ella at sitið við ongari ávirkan, soleiðis sum »vit« hava sitið tey síðstu árini. Teir valdu tó eisini at selja síni parta- brøv beinanvegin, tí teir sjálvir ongan persónliga ávirkan komu at fáa í felagnum framyvir. Herfyri blivu 60% av partabrøvum í P/f Vesturvón selt Sosialur Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Tiltøk Sosialuri Lýs Bilar Veðrið