fríggjadagur 23. september 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 181 - 23. september 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
23. september. Linus, deyður í árinum 79. Var fyrsti
eftirmaður Pæturs á pávastóli í Róm. Halgisøgur
siga, at hetta er tann Linus, sum nevndur er í 2. Tim.
4, 21, men tað vita teir so ikki við vissu.
Dagurin er eisini heystjavndøgur.
Í dag, fríggjadagin tann 23.
september
2005
fyllir
Andras Joensen í Klaksvík
60 ár. Hann er gerðamaður,
og hann hevur í mong ár
verið við til at seta dám á
Klaksvíkina.
Andras, sum er føddur í
1945, er elstur av teimum
trimum
børnunum
hjá
Onnu og Jógvani Martin,
bónda í Gerðum. Anna var
úr Nornastovu í Mikladali,
og Jógvan Martin úr Niðri-
stovu í Gerðum. Andras
eigur tvær systrar, Elinborg
og Hjørdis, sum báðar
búgva í Klaksvík. Elinborg
er gift Ólavi Samson, og
Hjørdis er gift Heina Mohr.
Merkisvert er tað, at í dag,
60 ára føðingardagin hjá
beiggjanum, er 50 ára føð-
ingardagur hjá Hjørdis.
Andras var borin til at
taka við ábyrgd av Niðri-
stovugarðinum, og tað kann
ikki annað sigast, enn at
hann hevur gingið høgt upp
í, og at hann hevur havt gott
hegni at bóndast. Andras
hevur stóran alsk til seyð og
seyðahald, og røktina av
Niðristovugarðinum hevur
ógvuliga stóran týdning
fyri hann liggur honum.
Andras hevur eisini verið
uppi í almennum tiltøkum,
sum hava við seyð og
seyðahald at gera. Fyri
nøkrum árum síðani var
hann ein av stigtakarunum
at endurstovna seyðasýn-
ingarnar, sum í dag rætti-
liga eru komnar aftur til
lívs kring landið. Hann er
eisini fróðarmaður, og hann
veit nógv at siga frá – ikki
minst um Gerðar og hagan,
sum liggur til garðin, bæði
fyri Heiman og eystanfyri
Kvígingarskarð.
Sum tjóðskaparligur hug-
sjónarmaður hevur Andras
eisini hjarta fyri siðaarvi
føroyinga. Hetta sæst mill-
um annað aftur í leikluti
hansara í Grindamannafel-
agnum og innan ullvirking,
har hann er ein av undan-
gongumonnunum og stig-
takari saman við øðrum
góðum fólki.
Andras
er
útbúgvin
timburmaður og var sum
slíkur arbeiðsformaður hjá
Byggifelagnum Kanjon í
nøkur ár, áðrenn hann í
1987 tók við starvi sum
vegformaður hjá Klaksvík-
ar Kommunu. Hann hevur
sostatt verið vegformaður í
skjótt 20 ár.
Andras hevur sitið eitt
áramál í nevndini fyri
Klaksvíkar Handverkara-
felag, og sat eitt skifti í
Klaksvíkar Býráð valdur
fyri Fólkaflokkin.
Andras hevur stórt hjarta
fyri heimbýnum. Hetta
kemur til sjóndar bæði í
starvi hansara hjá komm-
ununi og í frítíðini, har
hansara partur í Klaksvíkar
Ítróttarfelag ikki liggur
eftir. Eitt skifti var hann
limur í fótbóltsnevndini, og
hann hevur altíð verið
klárur at taka tøk fyri
felagið. Dømi um hetta eru
tær mongu ferðirnar á vári,
tá ið Andras hevur staðið á
odda fyri at rudda kava av
fótbóltsvøllinum, so KÍ
kann
sleppa
at
spæla
heimadyst.
Andrasi dámar sera væl
at skapa hugna, og hann
hevur eisini framúr hegni
til tað, bæði privat og eisini
í sambandi við almenn til-
tøk. Eitt sigandi dømi um
hetta var millum jól og
nýggjar fyri nøkrum árum
síðan, meðan kavin lá
tjúkkur. Tá tók hann stig til
ein serligan kavamanna-
hugna á fótbóltsvøllinum.
Lýst varð í útvarpinum, og
tað var so skjótt, at ein
rúgva av fólki var savnað á
vøllinum – børn og vaksin
hvørt um annað – og felags
fyri øll var, at tey í barnslig-
um kæti stríddust og kapp-
aðust um at gera kavamenn
og annars hugnaðu sær í
stilla vetrarveðrinum.
Í 1967 giftist Andras við
Sølvu, dóttir Emmu og Sam
Jacobsen í Búðunum. Tey
bygdu í Gerðum – tætt við
hjá foreldrum hansara, og
har eiga tey gott og hugnal-
igt heim. Sølva og Andras
eiga tvey børn, Jógvan, ið
eins og pápin er útbúgvin
timburmaður, og Jórun,
sum er hárfríðkanarkvinna.
Bæði børnini búgva í Gerð-
um.
Nú Andras rundar tey
seksti, eigur hann fimm
abbabørn. Jógvan og Borg-
hild eiga tvey, og Jórun og
Jan eiga trý børn.
Andras Joensen 60 ár
Hesar seinastu vikurnar
hava næmingar úr fleiri
skúlum verið í starvsvenj-
ing í Miðlahúsinum í Vágs-
botni.
Her verður alt gjørt fyri
at tey skulu fáa tey eitt ávíst
innlit í, hvussu eitt nútíðar
miðlahús arbeiðir.
Tey eru við tá
tíðindafólkini ar-
beiða
og
tá
myndamenninir
eru úti í sínum
ørindum. Og tey
sleppa sjálvandi
eisini at skriva
greinar
um
ávís evni.
Tvær
tær
seinastu vik-
urnar vóru Dia
Johansen
av
Strondum og
Maria B. Han-
sen úr Klaks-
vík í starvs-
venjing her í
Miðlahúsin-
um.
Hesa vikuna
og ta komandi
eru tríggir næmingar aftrat
komnir í starvsvenjing –
tær eru Katrina Eyðuns-
dóttir Hansen og Elsa
Maria
H.
Hansen
úr
Norðragøtu og Mariann
Mikkjalsdóttir av Tvøroyri.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum sum sýndu
samkenslu, tá elskaði pápi, verpápi og abbi okkara
Carl Hilmar Olsen
Tórshavn
andaðist og varð jarðaður.
Takk til tykkum øll sum á ymiskan hátt
hjálptu til við ervinum.
Takk fyri blómur, kransar og heilsanir.
Takk til tykkum mongu, ið fylgdu
honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Ein serlig tøkk til tykkum í Ebenezer.
Familjunnar vegna
Hansa, Martin, Laila og Maibritt
80 ára føðingardagur
Í dag, tann 23. september fyllir Diana Klein, Um
Heygar 2, 530 Fuglafjørður, 80 ár. Føðingardagurin
verður hildin leygardagin tann 24. september í Lonini
í Fuglafirði frá kl. 18.00.
Næmingar í
starvsvenjing
Dia Johansen av Strondum og Maria B. Hansen avmyndað í Gjógv, ein
dagin tey vóru saman við tíðindamanni og myndamanni í Gjógv
Tær tríggjar - Katrina Eyðunsdóttir Hansen og
Elsa Maria H. Hansen úr Norðragøtu og Mari-
ann Mikkjalsdóttir av Tvøroyri – vóru týsdagin
ein túr í Kalsoynni saman við tíðindamanni og
myndamanni. Her við Djúpadal