Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 181 - 23. september 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fríggjadagin 16. september 2005 var ein innanhýsis móttøka í auluni í Tórshavnar Kommunuskúla í sambandi við at Johan Samuelsen, lærari, hevur lagt frá eftir sær, eftir at hava verið lærari á skúlanum í 36 ár MÓTTØKA Myndir: Jens Kristian Vang Dekkað var upp í auluni í Tórshavnar Kommunu- skúla fríggjadagin 16. sep- tember í sambandi við eina innanhýsis móttøku, tá Johan Samuelsen, lærari, segði farvæl, eftir at hann hevur arbeitt á skúlanum, síðan hann tók læraraprógv í 1969. Umleið 65 fólk møttu hendan dagin, hetta vóru mest starvsfelagar hjá Johan og nógvir fyrrver- andi lærarar. Eitt manskór og eitt blandað kór við lær- arum á skúlanum sang eis- ini undir móttøkuni. Heðin Mortensen borgar- stjóri helt eina stutta talu og handaði Johan blómur frá Tórshavnar býráð, hetta var eisini sum ein tøkk fyri tíð- ina, hann sat í skúlaráðn- um. Johan sat í Tórshavnar skúlaráð í 12 ár, frá 1989 til skúlaráðini vórðu niður- løgd. Hetta var ein spennandi tíð hjá honum, hann fekk gott innlit í skúlaverkið og lærdi skúlan at kenna frá eini aðrari síðu. Skúlastjórin, Hanus Joensen, takkaði eisini Johan fyri tíðina og segði millum annað, at hóast hann ikki hevði sama før- leika sum hinir lærararnir, hevði hann havt sera lítla fráveru – langt undir miðaltalið. Í síni talu segði Johan Samuelsen m.a. »Eg vil takka fyri tíðina, mær untist at vera her – eg havi starv- ast her í 36 ár, og eg má siga sum er, at tað hevur verið ein stór gleði hjá mær hvønn dag at fara til arbeiðis – eg havi trivist sera væl í mínum arbeiði. Eg var 10 ár til gongu, og hini 26 árini hevur tað so verið í koyristóli, men tað hevur tíbetur fallið mær sera væl í báðum førum – ikki minst næmingunum at takka fyri. Ofta hoyra vit hvussu keðilig tey ungu eru o.s.fr. – eg kann als ikki skriva undir uppá henda pástand, sannleikin er hann, at tey hava verið fyrimynd- arlig í allar mátar«. Síðan takkaði hann bæði leiðslu og starvsfeløgum fyri árini í skúlanum, og fyri at tey høvdu skipað fyri hugnaligu móttøkuni. Johan Samuelsen, lærari, Tórshavn: Ein stór gleði hvønn dag at fara til arbeiðis Bæði fyrrverandi og núverandi lærarar vóru til móttøkuna seinasta fríggjadag. Johan hevur havt nógvar starvsfelagar í Kommunuskúlanum í tey 36 árini, hann var lærari har Fríggjadagin 16. september var ein innanhýsis móttøka í auluni í Tórshavnar Kommunuskúla í sambandi við at Johan Samuel- sen, lærari, hevur lagt frá eftir sær Dekkað var upp í auluni í Tórshavnar Kommunuskúla Heðin Mortensen, borgarstjóri, handar Johan Samuelsen eitt blómutyssi frá Tórshavnar býráð. Við borðið sita Hanus Joensen, skúlastjóri, og Johanna, kona Johan