Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 181 - 23. september 2005 Líkt er tó ikki til, at Eiði 3 verkætlanin hjá SEV hevur havt árin á botndjór, evnafrøðilig viður- skifti á botni og vøksturin fram við sjóvarmálanum á Funningsfirði ÁRINSKANNING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Arbeiðsbólkurin, sum SEV setti at kanna árinini á Funningsfjørð, sigur, at síðan 2001 eru umleið 40% av áarvatninum, sum áður rann í innasta part partin av Funningsfirði, tikið til streymfram- leiðslu. - Vit hava kannað árin- ini av hesum inntrivi á fjørðin í fýra pørtum, nevniliga 1) rák og út- skifting, 2) gróður og oksygen, 3) botndýr og botnviðurskifti og 4) vøkstur í sjóvarmálanum. Minni útskifting Arbeiðsbólkurin sigur í síni niðurstøðu, at útskift- ingin av vatninum á Funn- ingsfirði er minkað nak- að, og at gróðurin er øktur týðiliga summi ár, men lítið onnur ár. Hinvegin eru nøgdirnar av oksygeni í sjónum so gott sum ikki ávirkaðar – og eygleið- ingar higartil hava ikki kunnað staðfest broyt- ingar á botni ella í sjóvar- málanum. - Ávirkanin er størst innarlaga á Funningsfirði, og í miðal er útskiftingin av sjógvi tvørtur um grynnuna minkað við 11- 14%, men saltinnihaldið í fjørðinum er tó ikki ávirk- að stórvegis. Arbeiðsbólkurin sigur, at minkaða útskiftingin ávirkar týðiliga gróðurin – ella framleiðsluna av plantuplankton í fjørðin- um. - Tó er ávirkanin skift- andi og er størst tey árini, tá ið nógv tøðevni er á landgrunninum. Víst verður á, at eitt miðal ár til veður, kann árligi gróðurin økjast eini 18%, tá ið nógv tøðevni er á landgrunninum – og við eini 7%, um lítið er av tøðevnum. - Sum vera man, er ávirkanin størst um summarið. Í juli kann gróðurin í innasta parti av fjørðinum økjast eini 27%, um nógv tøðevni rekur inn – og upp til eini 18%, um lítið er av tøð- søltum í sjónum, sum rek- ur inn. Arbeiðsbólkurin sigur, at ávirkanin longri úti á Funningsfirði er minni. Ikki endaligt Tey fimm í arbeiðsbólkin- um við Eilifi Gaard, sum starvast á Fiskirannsókn- arstovuni sum samskip- ara, vísa á, at botndjór, evnafrøðilig viðurskifti á botni og vøkstur fram við sjóvarmálanum er kannað í 2001, 2002 og 2003. - Hesar kanningar benda ikki á broytingar, sum hava samband við Eiði 3 inntrivi, sum tikið verður til. Men, sigur arbeiðsbólk- urin at enda í niðurstøð- uni: - Fyri at kanna eftir, um ávirkan kann standast av tøkuni av umleið 40% av vatninum yvir longri tíð, verða hesar kanningar endurtiknar í ár – og so- statt verða endaligu niður- støðurnar um botnin og lívið fram við sjóvarmál- anum gjørdar, tá ið úrslit- ini frá hesum kanningum eru tøkar, siga tey fimm í arbeiðsbólkinum, sum SEV setti at kanna árinini av vatnorkuútbyggingini. Minkaða útskiftingin á Funningsfirði ávirkar týðiliga gróðurin - Nógvar mátingar skulu til, bæði fyri og eftir inntrivið fyri at kunna ávísa møgu- ligar broytingar av minkaða áarvatnin- um á Funningsfirði, sigur arbeiðsbólkur- in, sum hevur tikið saman um tøka kann- ingartilfarið og nú hevur gjørt eina heildarlýsing av støð- uni á Funningsfirði ÁRINSKANNING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í loyvinum frá Yvirfrið- ingarnevndini til SEV at gera nýtslu av einum parti av áarvatninum á Funn- ingsfirði í sambandi við Eiði 3 verkætlanina, álegði Yvirfriðingarnevndin í 1983 elfelagnum at skipa fyri lívfrøðiligum kann- ingum á Funningsfirði. 18 ár eftir, at SEV fekk álagt at skipa fyri hesum kanningum, setti felagið í 2001 ein arbeiðsbólk at standa fyri hesum arbeiði. Í fýra pørtum Arbeiðssetningurin hjá bólkinum var í fýra pørtum, 1) at finna fram til egnað felag/ stovn at gera kann- ingina, 2) saman við hesum at nágreina uppgávuna og finna fram til tíðar-og peningatørv, 3) at fylgja við, meðan kanningin verð- ur gjørd og meta um ávegis úrslit og 4) at viðgera og meta um endaligu úrslitini, áðrenn frágreiðingin verður latin SEV. Í arbeiðsbólkin vórðu vald; Henning Jacobsen (SEV), Signar P. Heinesen (Landsverk, seinni sp/f Data Quality), Eilif Gaard (Fiskirannsóknarstovan), Maria Gunnleivsdóttir Hansen (Heilsufrøðiliga Starvsstovan), Jan Søren- sen (Havlívfrøðiliga Royndarstøðin, Kaldbak, fram til febr. 2003) og Eyð- finn Magnussen (Fróð- skaparsetur Føroya, síðan mars 2003). Bólkurin hevði sín fyrsta Hóast SEV hevur tikið eini 40% av áarvatninum, sum rann oman í Funningsfjørð, er ikki líkt til, at hetta hevur havt nakra serliga ávirkan á botndjór og vøkstur fram við sjóvarmálanum Mynd: Vilmund Jacobsen Funningsfjørður: Skiftandi veður