fríggjadagur 23. september 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
fund í februar 2001, har av-
gjørt varð at býta kann-
ingina sundur í fýra partar:
1) modellering av streym-
gongdini í fjørðinum, 2)
modellering av plankton og
gróðri, 3) kanningar av
djóralívinum og botnviður-
skiftum og 4) kanning av
sjóvarmálanum.
Avgjørt varð, at bólkurin
síðan skal taka saman um
og gera eina heildarlýsing
av fjørðinum – við denti á
møgulig árin av Eiði 3
verkætlanini.
Modell heldur enn
beinleiðis mátingar
- Orsøkin til, at viðurskift-
ini uppi í sjónum (rák og
plankton) vórðu kannað við
modellum heldur enn við
beinleiðis mátingum, er, at
hesi viðurskifti eru ógvu-
liga skiftandi – frá eini tíð
til aðra. Skiftandi veður
ávirkar nógv yvir stutta tíð,
og tí skulu sera nógvar
mátingar til, bæði fyri og
eftir inntrivi fyri at kunna
ávísa møguligar broytingar
av minkaða áarvatninum.
Bólkurin vísir á, at teldu-
útrokningar við modellum
er eitt amboð, sum er vorð-
ið alt meira vanligt seinastu
árini.
- Við modellum ber til at
eftirgera skipanina og at
síggja, hvussu broytingar í
einstøku "parametrunum"
ávirka fjørðin. Hesin ar-
beiðsháttur er nú so fram-
komin, at við rímiligum
neyvleika ber til at meta um
ávirkan frá einstøku para-
metrunum. Tó er neyv-
leikin í stóran mun tengdur
at, hvussu góðir upplýs-
ingar eru til taks.
Lagt verður aftrat, at
lívið á botni og fram við
sjóvarmálanum hinvegin
ikki broytist líka nógv yvir
stutta tíð.
- Tí varð mett, at bein-
leiðis kanningar vóru betra
loysnin í hesum føri, sigur
bólkurin.
Framhald í ár
Arbeiðsbólkurin gjørdi av
at 1) lata Dansk Hydraulisk
Institut gera modelroyndir
av sjónum og plankton, at
2)
lata
Havlívfrøðiligu
Royndarstøðina í Kaldbak
gera botnkanningar og at 3)
lata Føroya Náttúrugripa-
savn gera sjóvarmálskann-
ingarnar.
- Vit hava savnað inn tað
tilfar, ið frammanundan var
tøkt at lata Dansk Hydraul-
isk Institut til modellarbeið-
ið. Talan er eitt nú um meter-
eologisk hagtøl, avfalsøki og
vatnnøgdir, eldri hydrograf-
iskar, evnafrøðiligar og lív-
frøðiligar mátingar í sjónum.
Í einstøkum førum eru
nýggjar mátingar gjørdar
eftir at vatnið varð tikið.
Lagt verður aftrat, at í
ávísum førum hevði verið
ynskiligt við fleiri hagtøl-
um, serliga yvir tøðevni og
plantuæti.
Kanningarnar av botnin-
um á Funningsfirði og fram
við sjóvarmálanum eru
gjørdar trý fylgjandi ár – í
2001, 2002 og 2003.
- Fyri enn betur at síggja
møgulig árin yvir nøkur ár,
verða hesar kanningar eis-
ini gjørdar í ár, sigur ar-
beiðsbólkurin, sum SEV
setti at gera lívfrøðiligar
árinskanningar av Funn-
ingsfirði.
Nr. 181 - 23. september 2005
15
r stóra ávirkan yvir stutta tíð
Tey, sum hava sitið í arbeiðsbólkinum, eru Henning Jacobsen (tv.), Eyðfinn
Magnussen, Signar P. Heinesen og Maria Gunnleivsdóttir Hansen
Mynd: Jens Kr. Vang
Eilif Gaard hevur virkað
sum samskipari í
arbeiðsbólkinum, sum SEV
sambært treytum frá
Yvirfriðingarnevndini setti
at kanna lívfrøðiligu
árinini á Funningsfjørð av
Eiði 3 verkætlanini.
Mikudagin løgdu hann og
hini fýra í bólkinum
niðurstøðurnar í ávegis
frágreiðingini fram fyri
tíðindafólki
Mynd: Jens Kr. Vang
Tær vóru eisini við og
lýddu á framløguna um
árinini á Funningsfjørð.
Hesar báðar starvast á
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni
Mynd: Jens Kr. Vang