fríggjadagur 23. september 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 181 - 23. september 2005
Tað er meira sannlíkt
at tú fært eitt gott lív,
um tú fært tær eina
hægri útbúgving
segði danska lestrar
guru’in Jakob Lange á
kunningarfundi í
Miðlahúsinum í
Vágsbotni mána-
kvøldið
ÚTBÚGVING
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Nógv fólk var møtt upp í
Miðlahúsinum í Vágsbotni,
tá
Altjóða
Skrivstovan
mánakvøldið helt kunning-
arfund um útbúgvingar-
møguleikar í Danmark og
USA. Holger Arnbjerg
samskipari av tiltakinum
sigur, at bæði Altjóða
Skrivstovan og tey sum
hildu framløgu vóru sera
væl nøgd við tiltakið
Fundurin var ein av fýra
kunningarfundum,
sum
vórðu hildnir mánadagin og
týsdagin.
Hinir
tríggir
fundirnir vórðu hildnir á
stóru miðnámsskúlunum.
Á fundinum á Miðlahúsin-
um var sostatt eisini møgu-
leiki hjá teimum, sum ikki
eru á miðnámsútbúgving í
løtuni at luttakað.
Á fundinum vóru fram
løgur við Jakob Lange,
lestrarstjóra á Københavns
Universitet og leiðara á
samskipaðu tilmeldingini
til danskar lestrarstovnar,
av Hedvig Thomsen úr
Danmark-Amerika Fondet/
Fulbright Kommissionen,
Malan Ludvíg fyri MFS,
Jógvan Mørkøre fyri Søgu-
og Samfelagsdeildina á
Fróðskaparsetrinum, Bjarki
Meitel, ið hevur lisið tón-
leik á Berklee College of
Music í Boston USA og
Maggie Marr frá Shetland
College.
Lestur er eitt
fulltíðarstarv
Jakob Lange legði fyri, og
greiddi
frá
um
hvør
mannagongdin er, tá man
søkir inn á skúla í Dan-
mark. Hann heitti á fólk um
at kanna tingini væl, lesa
eitt sindur um útbúgving-
ina, soleiðis at man ikki
gavst aftur beinanvegin.
Hann segði eisini, at man
skuldi gera sær greitt, at tað
at lesa er eitt fulltíðarstarv.
Skal man fáa nóg nógv
burtur úr, so er ikki ráðiligt
at arbeiða við síðuna av, í
øllum førum ikki fyrstu
tíðina. Tá man so fær sær
eitt starv við síðuna av, skal
hetta helst vera eitt starv, ið
er viðkomandi fyri lesturin.
Hetta gevur samstundis
arbeiðsroyndir, og betrar
møguleikarnar fyri at fáa
eitt starv aftan á loknan
lestur.
Lange tosaði somuleiðis
um týdningin av at luttaka í
lestrarumhvørvinum.Tað er
týðandi at fáa sær nakrar
lestrarvinir, ið man kann
gera skúlating saman við,
og annars bara tosa við um
tey ivamál, ið stinga seg
upp.
Tær nýtist ikki at
brenna fyri tí
Malan Ludvíg, ið lesur
pedaogik á Universitetinum
í Keypmannahavn umboð-
aði MFS, og hon tosaði um
tað at fara frá miðnámsút-
búgving til hægri lestur.
Hon segði, at hon hevði
nýtt sabbatárini, at fáa sær
nakrar royndir innan ym-
iskt øki. Hon var á háskúla
og hevði ymisk størv, sum
hjálptu henni at velja lestur.
Jakob Lange segði, at eitt
sabbat ár er fínt, tvey eru
ok, men so er um at koma í
gongd aftur. Tí eldri man
gerst truplari er at læra, og
longri tíð man er burturi úr
útbúgvingarskipanini,
meira gloymir man.
Hann helt ikki, at tað er
neyðugt, at man brennir
fullkomiliga fyri útbúgv-
ingini, áðrenn man velur
hana. Tað kann koma, tá
man var farin í gongd.
Týdningarmkið er at koma
í gongd. Tí við eini útbúgv-
ing veksur sambært Lange
møguleikin fyri einum góð-
um lívi.
Upptøkan er ein
samráðing
Hedvig Thomsen úr Dan-
mark-Amerika Fondet/ Ful-
bright Kommissionen og
Bjarki Meitel BA í tónleiki
av Berklee College of
Music í Boston tosaðu um
útbúgvingar í USA. Nógv
varð tosað um munirnir í
útbúgvingarskipanunum í
USA og um okkara leiðir.
Eitt nú er upptøkan á hægri
skúlar í USA, nakað ið
mest líkist samráðing. Tú
skalt skriva eitt persónligt
umsóknarbræv, fáa við-
mælir frá lærarum og onk-
untíð fara upp til nakrar
upptøkuroyndir.
Harum-
framt skalt tú vanliga lata
nógvar rættuliga persón-
ligar upplýsingar.
Ein annar munur er, at
ein BA útbúgving vanliga
tekur fýra ár í USA í mun
til trý ár í Evropa. Eisini
varð tosa um teir góðu
stuðulsmøguleikarnar, ið
eru. Bjarki Meitel greiddi
frá hvussu væl stuðulin
hjálpti, og at hann ikki
hevði kunnað tikið útbúgv-
ingina, um hann ikki hevði
fingið hendan stuðul.
At lesa í egnum
grannalagi
Jógvan Mørkøre greiddi frá
um møguleikarnar at lesa
samfelagsligan lestur á
Fróðskaparsetrinum
og
vísti á hendan møguleika at
fáa sær útbúgving í Føroy-
um.
Maggie Marr úr Shetland
College var í Føroyum og
heldur eina framløgu á
fundinum um handaligt
arbeiðið í Norðurlandahús-
inum mikudagin. Hon lut-
tók tí eisini á fundinum í
Miðlahúsinum, har hon
greiddi frá um Hetland sum
lestrarland. Hon vísti á
góða sjóvegis sambandið
millum Føroyar og Hetland,
og undraðist á at eingin
føroyingur lesur í Hetlandi.
Hon umboðaði skapandi
útbúgvingarnar á Shetland
College, men greiddi frá at
tilber at lesa innan nógv
onnur øki eisini. M.a. bjóða
tey eina fyrireikandi út-
búgving til lestur á uni-
versitetum í Bretlandi. Her
fær tann lesandi neyðugu
fakligheitina, innan júst tað
økið, ið viðkomandi ætlar
sær at lesa.
Holger Arnbjerg vísir á,
at hann heldur tað verða eitt
sindur løgið, at so fáa fólk
lesa í londum sum Hetlandi
og Íslandi, sum liggja so
tætt Føroyum. Tað lesa um-
leið líka nógvir føroyingar í
Avstralia og New Zealandi
sum tað gera í Íslandi, og
hetta er hugvekjandi.
Nógvir spurningar
Tey, ið høvdu lagt fram,
býttu seg síðan upp, og til
bar at práta við tey, hetta
høvið nýttu nógv av teim-
um, ið vóru á fundinum og
spurnigarnir vóru nógvir og
ymiskir. Holger Arnbjerg
sigur, at hugurin var nógv
størri at spyrja í Miðlahús-
inum enn á miðnámsskúl-
unum, men heldur hetta
vera rættuliga sjálvsagt, tí
her er talan um sjálvboðna
luttøku.
Væl nøgdir
fyriskiparar
Holger Arnbjerg sigur, at
Altjóða skrivstovan er væl
nøgd við øll fýra tiltøkini.
Tey vóna, at tiltøkini hava
sett tankar í gongd í høvd-
unum á teimum ungu. Tí
tað er ongantíð ov tíðliga,
at hugsa um víðari lestur.
Hann vísir á at hægri rað-
festing av útbúgving er eitt
mál sum er uppi í øllum
heiminum, og at tað er
orsakað av hesum, at man
er farin undir at rekruttera
ung á hendan hátt.
Hann heldur ikki, at
ynskini hjá Landstýrinum
um at skapa eitt gransking-
arumhvørvi eru høvuðs-
endamálið við hesum til-
taki. Men eingin ivi er um,
at fara fleiri undir lestur, so
eru sannlíkindi fyri at fleiri
føroyingar fáa PHD størri.
Høvuðsendamálið er, at fáa
fleiri føroyingar at lesa, og
at spreiða lesturin út á
nógvar útbúgvingar í nógv-
um londum.
Næsta tiltak av hesum
slagi verður í november. Tá
verða tað umboð úr Noregi
og Bretlandi sum halda
framløgur.
Útbúgving er lykilin
til eitt betri lív
Fleiri áhugaverdir fyrilestrarhaldarar vóru á fundinum. Felags fyri tey var, at tey løgdu dent á
týdningin av at seta seg væl inn í tingini, tá farið verður undir víðari lesna
Mynd: Jens Kr. Vang
Holger Arnbjerg, sum var ein av fyriskiparunum, staðfesti, at Altjóða skrivstovan er væl nøgd um framdu kunningartiltøkini
Mynd: Jens Kr. Vang
Skal útbúgvingin ganga fyri seg í Danmark, Usa ella onkra
heilt aðrastaðni?
Mynd: Jens Kr. Vang