leygardagur 14. oktober 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
17
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 198 - 14. oktober 2000
Nr. 198 - 14. oktober 2000
gult cyan magenta svart
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
JÁKUP MØRK
Eftir at hondbóltskappingin
er byrjað heldur varliga við
nøkrum bleytum dystum
(undantikið tann í Klaksvík
millum Stjørnuna og VB),
verður av álvara lagt til
brots hetta vikuskiftið.
Heldur Stjørnan tørn
Hjá kvinnunum eru tríggir
dystir á skránni, og størsti
áhugin man helst vera um
teir báðar, sum skulu leikast
sunnudagin.
Ein dystur varð tó leiktur
í gjár, eftir at blaðið fór til
prentingar, so úrslitið kenna
vit ikki. Talan var um tvey
lið, sum í hvør sínum lag
skuldu stríðast fyri at fáa
fyrstu stigini til hóldar.
Nevnliga uppflytararnar úr
Sóljuni, sum á heimavølli
tóku ímóti Tjaldrinum. Ein
dystur, har Sóljan á papp-
írinum mundi metast sum
favorittur.
Sunnudagin verður topp-
dystur í Klaksvík, tá verandi
føroyameistararnir
úr
Klaksvík taka ímóti VÍF. Í
grundspælinum í fjør vann
Lokaluppgerðir á Hálsi
Fleiri stórdystir standa á skránni um vikuskiftið, og millum annað verða fyrstu dystirnir í slagnum um Havnina leiktir.
Eisini verða oddadystir í Klaksvík og á Skála
VÍF annars óvæntað hendan
dystin, og eftir sannførandi
avrikið móti Kyndli seinasta
vikuskifti, er ikki óhugs-
andi, at tær aftur í ár gera
tað sama. Til tess krevst tó
eitt stórt tak, tí Stjørnan tyk-
ist á pappírinum als ikki at
vera viknað í mun til und-
anfarna ár.
Tað eru hinvegin bæði
Kyndil og Neistin, sum
bresta saman uppi á Hálsi í
fyrru grannauppgerðini í
grundspælinum.
Bæði liðini hava mist týð-
andi leikarar frá í fjør, og
spurningurin er so, hvat av
liðunum í størri mun er
komið seg eftir missin av
hesum.
Júst uppgerðirnar móti
Neistanum vóru annars sera
dýrar hjá Kyndli í fjør, og
tey trý tapini, sum hesar
innibóru, vóru í stóran mun
viðvirkandi til, at Kyndil
varð sett uttanfyri gullstríð-
ið nakað væl áðrenn kapp-
ingin endaði.
Rimmar dystir
Hjá monnunum eru tveir
dystir á skránni hetta viku-
skiftið, og einki er at ivast
í, at fitt av fólki fer at savn-
ast til hesar.
Á Hálsi verður eins og hjá
kvinnunum talan um lokal-
uppgerð, tá mansliðini hjá
Kyndli og Neistanum tørna
saman.
Árið í fjør var søguligt hjá
Neistanum, skilt soleiðis, at
teir fyri fyrstu ferð vunnu
allar grannauppgerðirnar
móti teimum grønu, og hett-
a er ivaleyst nakað, sum
kyndilsmenn vilja vaska av
sær. Í roynd og veru hevur
Neistin vunnið fimm tær
JÁKUP MØRK
Eftir at Fleyr fyri viku síð-
ani tjóvstartaði árið við FK-
kappingini, har fyrstu fi-
naluluttakararnir til steypa-
kappingina vórðu funnir, fer
flogbóltsárið av álvara í-
gongd hetta vikuskiftið.
Landskappingin stendur
fyri durum, og fimm dystir
skulu avgreiðast fyrsta
vikuskiftið.
At talan bert er um fimm
dystir kemst av, at meist-
aradeildin hjá monnum bert
telur fimm lið í ár. Í fjør
hevði Fleyr tvey lið við í
kappingini, men miðskeiðis
á árinum trektu teir annað
liðið út. Eingin uppflytari
var heludr, og tí verður
kappingin nakað skerd.
Spell fyri flogbóltin, men
hóast alt betri, enn um sama
fyribrigdi við frámelding
hevði tikið seg upp aftur í
vetur.
Dráttur ger um seg
Longu í FK-kappingini,
sum altso var undanfarna
vikuskifti, kom okkurt tekin
um, at kappingin í ár fer at
gerast meira jøvn, enn hon
var í fjør.
Dráttur vann nevnliga
kappingina, eftir at tær í
finaluni høvdu bast Mjølnir,
sum annars var fullkomu-
liga einaráðandi í fjør.
Dráttur verður annað av
liðunum, sum leygardagin
skal í eldin, tá tær á heima-
vølli taka ímóti Fleyr.
Spennandi verður at síggja,
hvussu Fleyr fer at standa
seg í vetur, eftir at kapp-
ingarárið í fjør man teljast
millum tey lakastu yvir-
høvur hjá sigursvanda hø-
vuðsstaðarfelagnum.
Mjølnir fer undir fyrsta
stig av FM-verjuni, tá tær
leygardagin fara á Kambs-
dal at spæla móti ÍF. Alt
talar fyri einum greiðum
útisigri her, men hinvegin
sýndi ÍF í fleiri førum góðar
taktir í fjør, tó at tær aloftast
gjørdust ov stuttar til fáa
nakað stig burturúr.
Seinasti dysturin hetta
vikuskiftið hjá kvinnunum
verður í Trongisvági, har
TB skal royna seg móti upp-
flytarunum av Fossanesi.
TB hevði í fjør eitt sera gott
lið, og vóru tær millum ann-
að einasta liðið, sum megn-
aði at basa klaksvíksgent-
unum. Megna tær at byggja
víðari á góðu avrikini, er
einki at ivast í, at tær eisini
kunnu gera seg galdandi í
toppinum, og fyrsta stigið
eigur at verða tikið við ein-
um sigri á Fossanesi.
Trupult hjá Fleyr
Skerda
kappingin
hjá
monnum býður upp á tveir
dystir um vikuskiftið, og
verða báðir hesir leiktir
leygardagin.
Á Kambsdali verður eins
og hjá kvinnunum dystur
millum ÍF og Mjølnir, og
her má Mjølnir metast sum
greiður favorittur. Steypa-
vinnararnir frá í fjør hava
longu tryggjað sær sess í
steypafinaluni, og hetta
borgar í øllum førum fyri,
at góðskan ikki er versnað
síðani í fjør.
Hin dysturin verður á
Giljanesi, har SÍ skal royna
seg móti føroyameistaru-
num úr Fleyr. Fleyr hevur,
sum vera man, eitt av sterk-
astu liðunum í kappingini,
men móti sørvingum skulu
teir neyvan taka nakað fyir
givið. SÍ leikti í fjør nevn-
liga fleiri sera góðar og und-
irhaldandi dystir, og vána
endastøðan komst einamest
av, at avrik teirra vóru alt
ov óstøðug.
Verður hetta broytt í ár,
kann væl hugsast, at teirra
leiklutur fer at verða nógv
størri hetta kappingarárið.
Flogbólturin í gongd
Um vikuskiftið fer flogbóltarið av álvara ígongd, og nógv bendir á, at vit í ár fáa eina meira spennandi kapping enn í
fjør
seinastu uppgerðirnar, tí á
vári 1999 vunnu teir eisini
seinna dystin í endaspæl-
inum móti Kyndli, og spæl-
du harvið trumfin í FM-
stríðnum inn á Skála.
Hin dysturin verður mill-
um tey bæði liðini, sum
mong meta sum heitastu
gullkandidatarnar
hetta
kappingarárið. Vestmenn-
ingar fara inn á Skála, og
frammanundan líkist hetta
einum sera spennandi dysti.
Soleiðis hevur skilið í øllum
førum verið tær seinastu
ferðirnar hesi lið eru brostin
saman.
Bæði liðini hava undan
kappingini styrkt seg, og á
pappírinum tykjast vest-
menningar kanska at vera
tað pettið betri, sum kann
tryggja teimum sigurin. Ikki
minst verður spennandi at
síggja, hvørt Sveinbjørn
Poulsen nú fer at tørna út
móti felagnum, sum hann
higartil hevur umboðað øll
honbóltsárini.
vunnin tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur
stig
1 Stjørnan
2
2 - 0 - 0
58
49
9
4
2 VB
2
1 - 0 - 1
62
39
23
2
3 VÍF
1
1 - 0 - 0
27
16
11
2
4 Neistin
1
1 - 0 - 0
23
22
1
2
5 Sóljan
2
0 - 0 - 2
48
53
-5
0
6 Kyndil
1
0 - 0 - 1
16
27
-11
0
7 Tjaldur
1
0 - 0 - 1
11
39
-28
0
vunnin tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur
stig
1 StÍF
2
2 - 0 - 0
81
42
39
4
2 VÍF
2
2 - 0 - 0
62
52
10
4
3 Kyndil
2
1 - 0 - 1
65
57
8
2
4 Neistin
1
1 - 0 - 0
30
22
8
2
5 H71
2
1 - 0 - 1
59
60
-1
2
6 KÍF
2
0 - 0 - 2
43
58
-15
0
7 Tjaldur
3
0 - 0 - 3
67
116
-49
0
Støðan undan vikuskiftinum
1. deild, kvinnur
1. deild, menn
Einki er at ivast í, at
Kyndil nú ætlar at
hevna seg, eftir at
Neistin hevur vunnið
fimm teir seinastu
dystirnar millum
feløgini
Oddfríður Marni Ras-
mussen ummælir leikin
»Krypilin frá Inishmaan«,
sum Gríma framførir á
Gamla Meiarínum í Havn
í hesum døgum
Pallurin
Týskvøldið var eg á sjón-
leikinum „Krypilin frá In-
ishmaan“, sum varð sýndur
á Gamla Maiarínum. Leik-
urin er skrivaður av írska
sjónleikahøvundanum,
Martin McDonagh og um-
settur av Hans Tórgarð og
Eyðuni Johannesen, sum
eisini hevur leikstjórnað og
gjørt pallmyndina.
Tað er altíð løgi at koma
inn á ein sjónleik. Fólk
teska, sum sótu tey í eini
kirkju og bíðaðu eftir, at
prestur kemur inn at siga
teimum, hvussu tey skulu
føra seg fram.
Innkomin í sýningarhølið
var ein rámur luktur av
gomlum viði og góður írsk-
ur fólkatónleikur ljómaði úr
hátalarunum.
Gríma
hevur
fingið
klædningin av Tinghúsi-
num, sum tey hava smíðað
pallin av. Hetta gjørdi, at
mann nærum bleiv tveittur
aftur til ta tíðina, tá leikurin
fór fram. Pallurin var einkul
og funktionellur. Eitt nú
kundi baksíðan leggjast nið-
ur, so at eitt annað rúm
stakk seg upp til leikararnar
uttan at órógva restina av
pallinum.
Krypilin frá Inishmaan
Ja, hvat handlar hesin leik-
urin um? Fyrst verður ein
mynd lýst av fólkunum,
sum búgva á hesi lítlu írsku
oyggini, sum er ein av trim-
um oyggjum við Írland. Vit
fáa at vita um eitt sleygi-
vætti, spælt av Ega Dam og
hansara fordruknu 90 ára
gomlu mammu, spæld av
Adelborg Linklett. Ein
einkjumann, spældur av
Páll Danielsen. Tvær mostr-
ar hjá kryplinum, spældar
av Biritu Mohr og Riu Tór-
garð. Læknan, spældur av
Jógvan Salamon Joensen.
Systkini Bartley og Helen,
spæld av Halli Hjalgríms-
syni og Kristinu Hansen og
seinast men so sanniliga
ikki minst, krypilin sjálvur,
meistarliga framførdur av
Hans Tórgarð. Ja, føroying-
ar ikki bara eiga, men skulu
vera stoltir av, at vit eiga so
góðar sjónleikarar, sum eru
búsitandi í Føroyum, og
ikki minst at hava fingið
Eyðun aftur til Føroya.
Ná! Øll hesi verða pre-
senterað sum tað, tey eru.
So kemur eitt filmslið úr
Hollywood til eina granna-
oyggj at gera ein film.
Einkjumaðurin siglir Helen,
Bartley og krypilin at vera
við í filminum, men kryp-
ilin kemur ikki við heim-
aftur. Hann er farin til
Amerika at royna eydnuna
sum sjónleikari.
Heima gongur alt sína
gongd. Tann eina mosturin
er farin at snakka við ein
stein og hin at eta bomm av
longsli. Broytingin er sjón-
lig á oynni. Men so kemur
krypilin aftur, onki hevur
hann fingið burturúr ameri-
katúrinum. Heima fær hann
at vita, hvussu mamma og
pápi hansara doyðu eftir, at
hetta hevur verið tagt alt
hansara lív. Veikur av tub-
erklum og sinnistrupulleik-
um ger hann av at gera av
við seg, men umbestemmar
seg, tá ið Helen, sum er
heldur leys upp á tráðin,
lovar at ganga túrar saman
við honum. Nøkurlunda so-
leiðis er søgugongdin.
Samanbering
Alt verður sett í samband
við lítla Føroyar. Tað kann
Krypilin frá Inishmaan eis-
ini. Vit hava júst havt eitt
filmslið í Føroyum, har
meginparturin av kallkynu-
num við sámiligum skegg-
vøkstri gekk sum vóru teir
strandaðir á eini oynnari
oyggj. Eisini hvussu lívið er
í einum lítlum oyggjasam-
felag, har slatur, drykki-
skapur og øvund er í hásæti.
Vit kunnu í nógvar mátar
samanbera okkara sinnalag
við tað sinnalagið, sum
verður víst fram í leikinum;
sarkastiskt og ironiskt. Men
tað er ikki tað, sum er á-
hugavert við leikinum, men
er helst tað, sum hálar fólk
frá sjónvarpinum og á sjón-
leik. Onkuntíð skulu vit
standa á odda fyri onkrum
og ikki bara identifisera
okkum við onnur. Tað sum
er áhugavert við leikinum
er handritið. Tað stendur í
skránni, at Martin McDon-
agh ikki hyggur eftir sjón-
leiki, men er mest áhugagur
í filmslistini. Hansara stóri
íblástur eru Martin Scorsese
og Quentin Tarantino. Tar-
antino sæst aftur, kanska
mest í dialogunum og
hvussu nógvar tómar sam-
røður knappliga gerast alt
avgerandi, hvussu leikur
ferð fram. Serliga Bartley
kundi verið ein figurur í
Pulp Fiction. Hansara end-
urtøkur um bomm og egg
líkjast líkjast endurtøkunum
í filmunum hjá Tarantino.
Tað sum eyðkennir hetta
slag av dialogi er, at hann
ikki kemur úr stað, fyrr enn
onkur annar blandar seg
uppí. Men Scorsese var ikki
so sjónligur sum Tarantino.
Í skránni verður nógv
gjørt burtur úr at vísa á ein
ávísan Robert Flaherty, sum
gjørdi ein Oscarvirðisløntan
film í 1934, sum eitur „Man
of Aran“. Filmurin verður
eisini brúktur í leikinum.
Og tann parturin av leiki-
num er helst tann mest Tar-
antinski, har leikarar kjakast
á besta Tarantinska máta,
samstundis sum filmurin
verður sýndur (kann eisini
samanberast við David
Lynch). Senan, sum verður
víst og komenterað fleiri
ferðir av leikarunum, er, tá
í menn av oynni eru farnir
eftir einum hávi/brugdu, og
eftir drúgvan bardaga fáa
bilbukt við hesum beist-
inum (sum í leikinum hevur
etið mannin hjá teirri for-
druknu mammuni).
Vælkomin heim
Sigast má, at tað er sjónligt
at síggja, at Eyðun Johan-
essen er afturkomin. Leik-
urin varð framførdur á sera
høgum støði uttan mun til,
at tríggir leikarar vóru áhug-
aleikarar. Uttan at gera mun
á hesum leikarum, so vil eg
draga fram Adelborg Lin-
klett. Ótrúlig styrki, sum
hon fekk fram í tí karakter-
inum, sum hon spældi.
Tað, at leikararnir snakk-
aðu gjøgnumført norðanmál
gjørdi, at tú líkasum sat eftir
við tankanum, at alt varð
gjørt fyri at leikurin skuldi
vera ein heild - so onki varð
latið upp í hendurnar á til-
vildini. Og tilvild er eitt orð,
sum ikki átti at verði brúkt
í hesum sambandi.
Eg vil við hesum fáu orð-
um takka Grímu fyri eitt
gott upplivilsi. Nærum tað
einasta, sum var at fílast at,
vóru stólarnir. Mann var
nærum kryplaður, tá ið leik-
urin var liðugur.
Oddfríður Marni
Rasmussen
Tað grímir á Gamla Maiarínum
– Krypilin sjálvur er meistarliga framførdur av Hans Tórgarð. Ja, føroyingar ikki bara eiga, men skulu vera stoltir av, at vit eiga so góðar sjónleik-
arar, sum eru búsitandi í Føroyum, og ikki minst at hava fingið Eyðun aftur til Føroya, skrivar Oddfríður Marni Rasmussen m. a. í ummælinum