Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. oktober 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 15 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 198 - 14. oktober 2000 Nr. 198 - 14. oktober 2000 Viðmerkingar Góði Torbjørn, skyldmað- urin Nú mást tú taka teg sam- an. Tað ber ikki til í allari framtíð at siga: Torbjørn er so nýggjur í politikki, og hann kemur uttan av víða havinum og kann sostatt ikki beinanvegin duga at brúka eina framferð, sum hóskar einum statsmanni. Tað ber ikki til í tínum starvi at bera teg at, sum tú gjørdi m.a. í hasi greinini um formann Javnaðarflok- sins eftir Dag og viku send- ingina 29. september. Nýkomin úr Smyrli svar- aði Jóannes fjølmiðlagentu hjá SvF bæði væl, sakliga og púra uttan at senda nakað signal um skaðafrøi, nú óeydnismálið hjá tær sum skipara, varð sent politi- valdinum. Tíverri hendi tað enn einaferð, at onnur viður- skifti vórðu løgd í tað sagda orðið, enn tað, sum veruliga varð sagt. Hetta er tíverri eisini galdandi fjølmiðla- fólkið á SvF, Katrin Peter- sen, sum frammanundan dró fullkomiliga skeiva nið- urstøðu, sum hon so festi í samrøðuna. Eg loyvi mær tí at end- urgeva alt hetta innslagið. So kanst tú og ein og hvør annar lesa, hvat sagt varð og av hvørjum. Tað, sum Jóannes Eidesgaard segði, er skrivað við feitum: –a–a– Yvirskrift tá „Dagur og vika“ byrjar: ”Moralurin hjá Tórbjørn Jacobsen er avgerandi fyri, um hann skal leggja frá sær”, tað heldur Anfinn V. Hansen, advokatur. Innleiðing: ”Tað er einans ein mo- ralskur spurningur, um Tór- bjørn Jacobsen eigur at fara frá”, sigur Anfinn V. Hansen, løgfrøðingur. Jóannes Eidesgaard heldur, at løgmaður einsamallur eigur at taka støðu til hetta málið, men hann væntar ikki, at løgmaður fer at taka støðu. Innslag: ”Er tað ómoralskt at lata ein mann stýra landinum, tá ákæruvaldið ikki heldur hann klára at stýra einum skipi?” ”Tann spurningin mugu Tjóðveldisflokkurin og løg- maður taka støðu til. Ongar reglur eru at halda seg til, og tað er við vilja”, sigur ein løgfrøðingur, sum var við til at gera stýrisskip- anarlógina. Katrin Petersen (KP) fjøl- miðlafólk: „Hví eru ongir reglar á hesum her økin- um?“ Anfinn V. Hansen (AH): „Tað eru reglar á økinum fyri løgtingsmenn. Fyri landsstýrismenn er ikki neyðugt at hava reglar, tí spurningurin er, hvør skal avgera, hvat skal standa í reglunum. Vil mann ikki hava ein landsstýrismann at sita meir, jamen, so er so øgiliga lætt at fáa hann frá.“ KP: „Hetta er ein spurn- ingur um moral og ikki um reglur, her mugu altso poli- tikkarar royna at finna útav, hvat fólk flest halda er for galið, og hvat er fyrigevi- ligt?“ KP: „Hetta er simpulten ein spurningur um at hava føl- ing við moralinum í fólkin- um?“ AH: „Ja, tað er spurning- urin um at gera tað, sum fólk føla er rætt. Tað kann jú skifta frá samfelag til samfelag, frá tíð til tíð.“ KP: „Og tí heldur hesin løgfrøðingurin ikki, at tað ber til at samanbera hetta málið við eitt nú John Petersen — málið, tí tað var jú eitt rættiliga nógv øðrvísi lógarbrot. Men leiðarin í Javnaðarflokkinum vísur til júst hetta málið, tá hann skal siga sína hugsan.“ Jóannes Eidesgaard (JE): „Je haldi, at Anfinn Kalls- berg sum løgmaður eigur at taka støðu til, um hann heldur, hetta skal fáa av- leiðingar ella ikki. Hin- vegin aftur so vita okur tað, at okur hava havt eitt for- dømi um tað sama - at ein landsstýrismaður hevur verið ákærdur uttan at verða rikin úr starvi, so at mann kann siga, at Anfinn Kallsberg hevur lagt eina linju, og tað er so hansara val.“ KP: „Hvørki løgfrøðingur- in ella anstøðuleiðarin vilja siga, hvat teir høvdu gjørt, um trupulleikin hjá Tór- bjørn Jacobsen var teirra trupulleiki. Men meðan løg- frøðingurin heldur, at fleiri instansir eiga at royna at finna moralsku balansuna, peikar Eidesgaard á ein persón.“ KP: „Tú vil ikki taka eina støðu um, hvat Tórbjørn Jacobsen átti at gjørt?“ JE: „Nei, je haldi, at tað hevði verið skeivt av mær at sagt, hvat je hevði gjørt, um je var Anfinn Kalls- berg. Je haldi, at Anfinn Kallsberg skal hava fullan og frían rætt til at taka ta avgerðina.“ KP: „Tú væntar altso ikki, at hann fer at gera nakað, eftirsum at hann ikki gjørdi nakað, tá John Petersen — málið var fyri?“ JE: „Nei tað vildi verið løg- ið av Anfinn Kallsberg nú at víst konsekventheit, tí hann hevur ikki víst tað áðrenn.“ –a–a–a Ein og hvør sær, at tað, sum Jóannes ger vart við, eru tvey viðurskifti. • Annað er, at tað er løg- maður, sum einsamallur avger slík mál, • og hitt er, at lítið talar fyri, at løgmaður fer at gera nakað sum helst, tí hann hevur longu lagt eina linju. Út frá hesum kann hvørt mansbarn og fyrst av øllum mentamálaráðharrin lesa, at ákærurnar móti Jóannesi Eidesgaard hasari samrøð- uni viðvíkjandi, eru púrasta burturvið. Tað er týðuligt, at úttalils- ini hjá Jóannesi hava minni áhuga, enn hungurin eftir at sleppa at spræna gor og gall á Javnaðarflokkin. Tað kann gott vera, at tað í hesum sambandi hevur týdning fyri eina møguliga avgerð hjá løgmanni, at løn- irnar hjá løgtingsmonnum og fólkatingsmonnum verða kunngjørdar. Lønir- nar eru ásettar við lóg og atkomuligar hjá einum og hvørjum. Tað hevði tí óivað Mentamálaráðharrin aftur á goragangi Nú eg fekk eina áheitan um at stilla upp til býráðsvalið, helt eg tað vera í lagi. Tað er ikki bara at tosa í krók- unum, men at gera seg gald- andi. Nú ágangurin er so stórur frá almennari síðu, ja tað er næstan ikki dagur at man ikki hoyrir tingmenn av tingsins røðarapalli grenja inn á Havnina um bæði eitt og annað. Eg haldi tað órættvíst, tí ræður um at standa saman, ikki tí, eg havi einki ímóti bygdafólki, tað er nú einaferð so at tað býr 1/3 av fólkinum í Havnini, okkara høvuðs- staðið. Samferðslan er og verður nógv útbygd, so í komandi framtíð verður eingin trup- ulleiki at koyra og sigla til Havnar fyri at avgreiða síni ørðindi. William Heinesen tók til, at Havnin er verðsins nalvi, og tað er eingin ivi um tað, tí ræður um at mana alt hatta kjakið um almenn- ar stovnar í jørðina ongantíð ov skjótt. Kollafjørður og Havnin leggja saman 1/1 — 2001, tað frøast vit um, tí Kollafjørður er ein tann besti fjørður í Føroyum. Har eru rættuliga góðir møgu- leikar til útbyggingar á landi og fram við landi, so her ræður um hjá T.K. at venda eyguni norðureftir. Her hugsi eg serliga um útbygg- ingar á havnalagnum. Javn- aðarflokkurin fer ikki at gloyma tykkum har norðuri tað er púra vist, og vit ynskja tykkum at vera hjartaliga vælkomin í T.K. Ringvegur út á Argir eig- ur at vera gjørdur, tá ið Marknagilsvegurin er liðug- ur, tí verandi farleið av Argjum til Havnar er ikki nøktandi, tí bæði á morgni og ávísar tíðir á degnum er ógvuliga trongligt. Bátahylurin her á Argjum hevur ligið á hálvum gekki í nógv ár, eg meini arbeiðið má gerðast liðugt, so økið verður meiri vinarligt.Sum tað sær út í dag er tað ikki nøktandi. Fótbóltsvøllurin er ikki heilt liðugur, har mangla ljós, og ikki at gloyma skýl- ið á vestursíðini, eg haldi ikki, at vit á Argjum skulu hava ein vøll, ið ikki stendur mát við teir í Gundadali. Barnaansingin má fáast í rættlag, ongantíð ov skjótt, tí sum nú er, er støðan ótol- andi. Hetta er eitt mál, ið Javnaðarflokkurin prioriter- ar rættuliga høgt. Javnað- arflokkurin hevur lagt málið fram um, at ár 2003 skuldi tørvurin á barnaansing verða nøktaður, men hetta uppskotið fekk ikki und- irtøku í byráðnum, málið bleiv koyrt í nevnd og verð- ur ikki tikið uppaftur fyrr enn komandi ár. Hetta er ógvuliga óheppið, tí sam- felagið er soleiðis saman- sett, at bæði foreldrini mugu vera úti á arbeiðsmarknað- inum, fyri at fáa endarnar at røkka saman. Hugsi tykk- um, um olja verður funnin, sum øll rokna við, tá kunnu hesi foreldur við góðari út- búgving ikki ganga heima og passa børn, tí tá verður brúk fyri teimum í hesi vinnu. Hetta er eitt av teim- um málum, ið oljufeløgini prioritera rættuliga høgt, áðrenn tey velja sær eina oljuhavn. Tí ræður um at velja javnaðarflokkin ella eitt av valevnunum á listanum. Sakaris Hansen, valevni hjá javnaðar- flokkinum til býráðsvalið verið betri fyri trúvirðið hjá mentamálaráðharranum, at tú las lógirnar rætt og kunn- gjørdi tey røttu tølini, tá tú helt tað hava týdning í sam- bandi við omanfyri endur- givnu samrøðuna í Degi og Viku. Hvat sáttmálanum um føroyska málið viðvíkur, so kann eg bert vísa til tað, eg áður havi skrivað um hetta evnið. Tað hevði eisini tænt okkara mentamálaráðharra at sett seg inn í máls- gongdina í hasum málinum. Eisini sigur tú, Torbjørn Jacobsen, mentamálaráð- harri føroyinga, at tað er ein rár hending at síggja javn- aðarmann, sum hevur hildið á trolnál, spaka ella hamara. Álvaratos, hetta er ikki tala, sum er sømilig fyri ein mann, sum hevur átikið sær uppgávuna at hava ábyrgd fyri føroyskari mentan. Við seinasta val vóru 6062 javnaðarfólk á vali, og man ikki harímillum onkur hava havt trolnál, spaka ella hamara í hond? Nei, skyldmaðurin, nú mást tú taka teg saman og føra teg fram sum ein ment- aðan mann. Tað ber ikki til at fuska við arbeiðnum í so týdningarmiklum starvi, sum Føroya løgmaður og Tjóðveldisflokkurin litu tær til. Hans Jørgensen Hin tigandi bólkurin Eldrasambýlið Nógv verður tosað um hvat avrik er gjørt tey seinastu árini. Men hvat er hent við íbúðarspurn- inginum fyri tey eldru? Einki er hent síðan Fólkaflokkurin misti sína ávirkan í býráðnum. Væl var komið áleiðis við hes- um máli, men bleiv tað síðani lagt til viks og ong- antíð tikið fram aftur. Sjálvsagt mugu vit hugsa um barnaansing, men eitt líka álvarsligt og átrokandi mál er eldraansing. Her mugu vit taka og gera nakað muna- gott og tað hevur skund, tí nógv gomul eru í ring- ari støðu, teimum tørvar eina størri ansing enn hana, ið heimahjálpin kann geva, tað vil siga, at fólk eru um tey allan dag- in. Teirra ansing krevur eisini eina loysn beinan- vegin. Páll Petersen, býráðslimur, valevni Fólkafloksins Tað ræður um at standa saman Hvat er kreppa? Tá eg havi valt at nevna varandi loysnir bæði innan barnaansing og eldrarøkt, so er tað tí, at nevniliga hesi bæði ø.kini hava staði sum nr. 1 hjá øllum flokkum, í tveimum teimum seinastu valstríðunum, og somuleið- is hesu ferð. Tey seinastu fýra árini eru nakrar lagnur komnar fram í fjølmiðlarnar, har familjur hava verið í stórari kreppu, orsaka av, at ein hevur havt dement foreldur, ella nær- mastu familju við hesum trupulleika, búgvandi heima. At ein ikki hevur vita nakran annan útveg, enn at fara í fjølmiðlarnar við síni neyð, vísir, hvussu stórur tørvurin er, bara á hesum økinum. Tað finnast eisini nógv, ið hava foreldur, ella avvarð- andi búgvandi heima, ella Borgarin skal kunna koma nærri at komununi. Tað sæst av øllum brøgd- um, at nógv brek eru at rætta her í kommununi. Øll vit uppstillaðu til býráðs- valið eru við at detta um beinini á hvørjum øðrum at vísa á alt, sum eigur at gerast, og sum skal gerast nógv betri og annarleiðis. Alt gott um tað. Soleiðis eigur tað eisini at vera. Kommunan er borgarnir í henni, og í øllum hesum nýggju lyftum gloyma vit ofta, at tað eru allir borgarir, sum gera kommununa. Hon er sum eitt deiggj, sum skal Viðmerkingar eltast. Alt skal røkjast, einki skal misrøkjast. Eg búgvi á Berjabrekku, og eri forkvinna í Eigara- felagnum Berjabrekka II. Her er eisini eigarafelag fyri Berjabrekku I. Og nú verður farið undir at byggja Berjabrekku III. Í løtuni eru umleið 100 húskir tilsamans heruppi. Vit hava ávísar trupulleik- ar við kommunini her uppi hjá okkum, og eg havi skilt av øðrum eigarafelagum, at tey hava eisini líknandi trupulleikar. Sumt gongur hampuliga væl, annað gongur slettis ikki. Vit koma nakað áleiðis, og so stendur fast. T.d. hava vit í okkara eigarafelag ferð eftir ferð biðið býráðið um fund við- víkjandi 3. byggistig, sum jú kemur at hoyra til sama umhvørvi sum vit, men tað gongur striltið. Tað eru hóast alt nógv, sum vit koma at hava til felags, men vit fáa bert at vita, at tá alt er komið meira áleiðis, skulu vit frætta. Men hví skulu vit ikki vera við í planleggingini? Tað eru vit, sum sita eftir við øllum skurðslunum eftir kreppuna og mistøkunum, sum gjørd vóru. Vit vildi so fegin, at Kommunan er okkara heimabeiti – og eitt heimabeiti skal røkjast! Berjabrekkunar I og II tikin við uppá ráð og fingið fylgt við, so vit høvdu kunnað átala, tá vit sóu, at okkurt gekk av skriðini? Og komið við góðum ráðum! Samskiftið millum borg- ara og kommunu er ikki nóg gott! Her halda vit, at Berja- brekka ongan góðan eigur í býráðnum. Tann trupul- leikan vil eg gjarna rætta. Tí stilli eg upp til býráðsval. Hanna Joensen Valevni Tjóðveldislistin Í 1999 brúktu vit nógvan pening til at umvæla og asfaltera okkar niðurslitnu vegir, og úrslitið vóru vit øll glað fyri. Ætlanin varð tí ikki at brúka so nógv til asfaltering í 2000, men heldur nýta peningin til aðr- ar ábøtur á vegakervinum. Men hendan ætlan er nú skerd munandi sum ein av- leiðing av glopraregninum tann 18. september, sum skolaði asfalt av gongu- breytum og vegum, og breyt seg upp ígjøgnum vegir, har avvatningarrørini ikki megnaðu at svølgja, við tí avleiðing, at vit nú standa við einum neyðugum um- vælingararbeiði, sum kemur at kosta kommununi minst 5 mill. kr. Tílíkum kann ongin taka hædd fyri, og ongin pening- ur er avsettur á fíggjarætlan- ini hjá kommununi til um- hvørvisvanlukkur. Men bý- ráðið hevur tikið tað støðu, at býurin skal gerast aftur í sama stand, sum hann var í, áðrenn vanlukkuna, og hev- ur í hesum sambandi sent Føroya Landsstýri eitt skriv um stuðul. Enn er onki svar komið, men vónandi ganga teir umsókn okkara á møti. Men tað sum kanska øll í býnum hava lagt merki til og ilskast inn á, er almenni standurin á okkara gongu- breytum og tað av røttum. Gongubreytirnar eru – nógva stðani – beinleiðis hættisligar at ganga á, og hartil eru tær illa røktar. Kommunan, SEV og Før- oya Tele arbeiða við nýtím- ansgerð av gomlu leiðing- unumí býnum. Hetta fer eis- ini illa við gongubreytun- um. Tí verður nú kravt, at gongubreytin skal asfalter- ast aftur í fullari breidd, og ikki bert bøtt, tá grivið verð- ur í hesari. Ætlanin er, at gera nakað munagott við gongubreyt- irnar komandi ár. Hetta skal gerast við at seta eitt ar- beiðslið, sum burturav skal arbeiða við at fáa gongu- breytirnar í býnum gjørdar, so bæði illa gongd fólk og fólk við barnavognum kunnu ferðast uttan ampa. Eisini er ætlanin, at ar- beiðið við at gera rundkoyr- ing við posthúsið, av álvara skal fara í gongd. Peningur er settur av til projektering- ina. Enn er langur vegur til vit kunnu siga, at vit eru nøgd við umstøðurnar á vega- kervinum. Men við tí íløgu- karmi, sum Landsstýrið hevur tillutað okkum, er ikki møguligt at seta meira ferð á. Men við eini mið- vísari ætlan, koma vit eisini á mál til endan. Hergerð Joensen Forkvinna í Teknisku nevnd Klaksvíkar býráðs Glopraregnið avleiðingar tey búgva í egnum húsum, men tó eru so mikið illa fyri, at tey fyri langari tíð síðani, áttu at havt fingið tilboð um pláss, á sambýli ella røktar- heimi. Hvat er so kreppa? Jú tá tú, eftir at hava gjørt alt tað tú kundi og so innast inni veit, at hvussu tú so roynir, so kann tú ikki bæði klára at passa arbeiði, heim, fam- ilju og eisini tann dementa ella røktarkrevjandi fam- iljulimin. Kreppa er eisini, tá tú við tínum dementa familjulimi, møguliga hevur verið uppi dag og nátt, tí tú veit, at viðkomandi t.d. er sera kroppsliga væl fyri, og tí kann finna uppá at fara út, allar tíðir á degnum. Tey ið koma út fyri hesum verða skjótt koyrd føst í sínari støðu. Kreppa er eisini, tá tú skal til songar, og tú veit, at ein av tínum nærmastu, ið hev- ur t.d. ellisbrek og tí ikki kann klára seg sjálvan, møguliga liggur einsamall- ur í nátt, tí tað eru ongir aðr- ir møguleikar. Kreppa er eisini, tá tú eftir at hava roynt alt títt besta, ikki kann fáa so mikið av avlastan, at tú hevur møgu- leika fyri, at kopla frá. Líka mikið hvørji lyftir sitandi býráð kann geva á hesum økjum nú upp undir valið, so skert tað ikki burt- ur, at her er ov lítið komið burtur úr, í mun til tey lyftir, ið vóru givin, til seinasta býráðsval. Sum valevni Sjálvstýris- floksins til komandi býráðs- val er hettar nøkur av mín- um hjartamálum. Ása Olsen 121.767 kr. til Skótahjálpina Úrslitið av skótahjálpini, sum var í døgunum 23.- 30. september í ár, var 121.767,30 kr. Skótahjálpin takkar hjartaliga fyri stuðulin! Soviposan, um kastað varð lut um leygarkvøldið 30. sept., vann ein skóti í Skótaliði Sigmund Brest- issonar, Tórshavn. Sum áður sagt frá stuðlar Skótahjálpin 2000 verkætlanini hjá Barna- bata at geva út faldara um Barnatelefonina og verk- ætlanina um at útvega undirvísingarmiðlar til skúla í Kontoba í Etiop- ia. Nevndin fyri Skóta- hjálpina fer á næsta fundi, fyrsta mikudag í novemb- er, at gera av, hvussu nógvur peningur verður latin hvørjari verkætlan, og hvussu stórur partur av innkomnu upphæddini skal verða settur í serliga hjálpargrunnin. At vaksa upp undir trygg- um korum er ikki øllum givið. Vit hava sum sam- felag eina ábyrgd at skapa best møguligar karmar fyri allar borgarar, har vit serliga hava tey í huga, ið ikki kunnu syrgja fyri sær sjálvum. Hetta ger barnaansing- ina - ella mangulin uppá somu - til eina uppgávu, ið stórstur dentur skal leggjast á at fáa loysta. Vit vilja virka fyri, at fleiri barnagarðar vera bygdir í komandi setu. Inga F. Hjallnafoss Valevni hjá Sjálvsstýrisflokkinum Barnaansingarpláss – ein rættur Tíðindaskriv Sig okkum frá Hendir okkurt, sum er ‡hugvert hj‡ ¿Ýrum at vita, eru vit til reiÝar at bera t’Ýindini v’Ýari. Sosialurin leggur seg eftir at bera t’Ýindi œr ¿llum landinum. Vit koyra runt ’ t’ kenda, gr‡a Toyota bilinum viÝ eyÝkendu fr‡merkjunum. FerÝandi blaÝstj—rnin er dagliga œti kring landiÝ. Vit eru at hitta ‡ telefon nr. 31 18 20. Telefax nr. 31 47 20. Edvard Joensen mannar ’ l¿tuni ferÝandi blaÝstj—rnina. Hann er at hitta ‡ telefon nr. 42 36 17 ella ‡ fartelefon nr. 22 05 07. Eisini ber til at senda teldupost til: edvard@sosialurin.fo ella post@sosialurin.fo KETLAR Teir væl- umtóktu ketlarnir eru á goymslu Bæði dupultir og einkultir Skulu tygum hava nýggjan ketil, so tosið við okkum og fáið eitt gott tilboð. Vit hava serkøn fólk, ið geva eina skjóta og góða tænastu. - Alt tilfar til hitaverk og sanitet fæst hjá okkum MARIA POULSEN & CO Smyrilsvegur 8 - tlf. 312000