Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. oktober 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Øll vita, at tað oft er ringt at fáa samljóð og kanska enntá bert dialog ella samrøðu ímillum politik- arar og ungdómin. Hetta er eitt vanligt fyribrygdi, Allir býráðslimir í Havn eru fyri at loysa barnaansingar- tørvin í kommununi, sum skjótast. Tá Elin Linden- skov í sjálvdrátti ger seg til einaumboð fyri hesum máli og setir tað upp, sum ongin annar er fyri at finnna eina loysn, so er hetta lygn. Málið hevur verið til viðgerðar í býráðnum, men var ov illa lýst og tí var neyðugt at lata tað fara aftur í nevnd. Neyðugt verður at gera eina kostnaðarætlan og eina útrokning fyri hvussu Viðmerkingar Ungdómsnevnd at ráðgeva politikarunum ikki bert í Klaksvík. Tey ungu eru alt ov sjálvdan alment frammi við sínum hugsanin og vera tey tí ofta nevnd tað tigandi ættarliðið. Fyri at bøta um hetta, at politikarnir snøgt sagt ikki vita hvat ið tey ungu vilja, er okkara uppskot at seta eina ungdóms- nevnd, ið til dømis kundi haft tvey umboð úr 10 flokki og 2 umboð úr miðnámsskúlunum, at samskifta við politikarnir. Fyri at hetta skal bera til mugu vit eisini hava eina umsiting í býráð- num, ið kann hjálpa og leggja lag á, eins og hon má ráðgeva politikarnum. Vit hava onga mentunnar- ella trivnaðarumsiting á býráðnum í dag, og hetta meta vit er skeivt. Vit hava júst fingið sosialu deild upp at standa, so nú má túrurin verða komin til mentan- ina. Ein framkomin býur við so livandi mentunn- arlívið sum Klaksvíkin kann ikki ongan góðan eiga, tá ið tað kemur til mentan og trivnað. Eg havi skriva tað fyrr og endurtakið fegin, at tað serliga er tey ungu ið ikki hava ítrott ella bara ítrott sum áhugamál, tann bólk- urin er serliga við sviðu- soð og hetta má bøtast um. Eydgunn Samuelsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin. www.get.to/eydgunn Barnaansingin í Tórshavnar Kommunu stórt barnatalið verður. Býráðið samtykti einmælt (eisini Elin Lindenskov) á fundi tann 5. oktober 2000 at viðgera tilmælið um barnaansinga í sambandi við ársfíggjarætlanina fyri 2001. Samtyktin var soljóðandi: ”Tórshavnar kommuna setir sær sum mál komandi 3 árini at loysa barnaansingartørvin, soleið- is at í seinasta lagi ár 2003 skulu øll børn í kommununi í aldrinum _ ár til 8 ár hava tilboð um mennandi barna- garðs- og frítíðarvirksemi. Slík mál, sum hesi eru altíð nógv frammi upp undir býráðsval og so dovna tey aftur um áttatíðina val- kvøldið. Fyri at hetta ikki skal henda verður neyðugt at málið verður kanna til botns soleiðis at býráðslimir kunnu taka støðu til eitt 100 % seriøst uppskot. Schumann Hjaltalin, býráðslimur Politikkur til sølu? Í fyrsta lagi sigur sama oddagrein, at ”Rás 2 er farin at selja politikk í tíðinda- høpi!” Í øðrum lagi verður sagt, at Loftmiðlanevndin ”tók eina prinsipiella av- gerð herfyri, sum ikki gav Rás 2 loyvi at selja politikk í tíðindahøpi...hetta fyri at halda veruliga upplýsing frá bíløgdum tíðindaflutningi!” Í triðja lagi sigur sama oddagrein, at mentamála- ráðharrin, ”sum einki skil hevur á fjølmiðlum, gjørdi avgerðina til einkis”, og so verður illgitt um, at hann gjørdi hetta eftir innanhýsis politiskum trýsti, og at hann ”hevur lagt lunnar undir bí- løgdum tíðindaflutningi!” Fyrsti pástandurin er blóð- skeivur. Rás 2 er í tíðindahøpi als ikki til sølu og er fullkomiliga óheft po- litiskt. (Kunnu vit siga tað um Dimmu?) Annar pástandurin er beinleiðis ósannur — Loft- miðlanevndin tók onga prinsipiella avgerð, men vísti harafturímóti á, at so- leiðis, sum kringvarpslógin er orðað, so varð ”óhefta redaktionella ábyrgdin hjá stovninum sett til viks”, og at ætlaðu valsendingarnar ikki vóru sambærligar við lógarinnar tekst. Redaktionell ábyrgd Eingin tíðindaberi — heldur ikki Dimma — hevði funn- ið seg í, at ein lóg setti óheftu redaktionellu ábyrgdina til viks. Tí kærdi Rás 2 eisini til Menta- málastýrið beinanvegin. Brævið frá Mentamála- stýrinum er undirskrivað av Kára D. Petersen, advokati, og ikki av Tórbirni Jacob- sen, og er ein juridisk nið- urstøða og avgerð. Stýrið vísir á, at Rás 2 hevur loyvi at taka ímóti ískoytisveit- ingum, og eisini at gera po- litiskar sendingar, ”har tann eina politiska áskoðanin ikki fær størri ávirkan enn ein onnur”. Í niðurstøðuni verður beinleiðis sagt, at ”soleiðis, sum ætlanin er hjá Rás 2, koma sendingarnar ikki í stríð við ætlanirnar í lóg og kunngerð, og flokkarnir hava ikki størri ávirkan á innihaldið, enn teir vildu havt ella fáa við sendingum í almennu loftmiðlunum uttan at gjalda!” So einfalt. Allir flokkarnir luttaka á jøvnum føti, fáa somu tíð tillutaða, og eingin teirra fær størri ávirkan enn ein annar. Tað vil eisini siga, at journalistiski integriteturin hjá stovninum verður vird- ur. Og tað merkir eisini, at politisku flokkarnir, sum fáa almennan pening til polit- iska upplýsing, á jøvnum føti hava loyvi at vera ískoytisveitarar hjá Rás 2. Og óneyðugt skuldi verið at sagt, at hetta hevur einki við tíðindasendingar at gera — sendingarnar verða skrá- lagdar sum aktuelt upplýs- andi tilfar á sama hátt sum vanligt er í ÚF. Troling á landleiðini! At sama oddagrein leggur m.o. okkum undir, at tíð- indaflutningurin verður stýrdur av, hvør vil gjalda mest, kunnu vit so bara taka sum eitt fornermilsi. Men tá samstundis verður sagt, at fjølmiðlar við ongum tíð- indaflutningi eru óálítandi og lítið áhugaverdir at lýsa í, tí eingin tekur teir fyri fult, so man leiðslan á Dimmu valla nakrantíð tendrað parabolina, tí flestu lýsar- arnir finnast har, tíðinda- flutningurin er minst. Og so mátti fornermilsið hjá Dimmu móti Rás 2 eisini verið óneyðugt. Tá so sama oddagrein samanber okkara lýsinga- marknaða við at trola á landleiðini — har nøkur skip trola við almennum stuðuli — so haltar logikk- urin heilt álvarsliga. Fyri tað fyrsta spyr fiskurin ikki trolið eftir, hvør eigur tað. Eisini veldst um skiparan, manningina, íløguna og umsitingina. Og høvuðs- munurin millum fiskin og føroysku lýsararnar er, at lýsararnir sjálvir avgera, hvar teir lýsa. Og man tað ikki vera har, trupulleikin hjá Dimmu liggur — at ein lýsari í ein mánaða kann senda 85 ljóðlýsingar á Rás 2 fyri tað, sum ein heilsíða í litum kostar í Dimma- lætting!!?? Tá so Dimma harafturat tosar um at ”virka undir somu treytum”, so skal eg líka heilsa og siga, at vit heldur ikki kunnu krevja lurtaragjald — samanber við haldaragjaldið hjá Dimmu — vit kunnu ikki sløkkja hjá einum lurtara, sum ikki vil gjalda. Vit fáa ongan almennan ella kommunalan stuðul. Vit hava bert inntøkur frá bein- leiðis lýsingum og ískoytis- veitingum. Tað kostar pengar at keypa eitt eintak av Dimmu — sum forrestin er floytifull av politikki hvønn dag — men tann dag, Beate sendir Dimmu ókeypis út í hvørt hús, tá kunnu vit tosa um at ”virka undir somu treyt- um!” Og legg merki til: Eingin lóg forðar politisku flokk- unum í at vera ískoytisveit- arar hjá skrivaðu fjølmiðl- unum! - Størsti vinningurin fyri Rás 2 í hesum sambandi er, at staðfest er, at redaktionella ábyrgdin ikki kann setast til viks, og at tað verður við- urkent, at vit á Rás 2 hava somu redaktionellu ábyrgd sum hinir loftmiðlarnir, og at vit megna einsvæl at umsita eina slíka. Ó.J.Rólantsson Programmleiðari, Rás 2 Dimma á einum skráplani? Tað tykist sum at Dimma hevur fingið ómetaliga ilt av, at broyting er komin í, síðani tað vóru ”skrivaðu miðlarnir, sum áttu lýsingamarknaðin”, sum hon sjálv tekur til í oddagrein í Dimmu 12. oktober. Tað er væl skiljandi, at Dimmu ikki dámar meira kapping á hesum økinum. Men lortaspannin yvir Rás 2 tykist mær rættiliga óskiljandi fyri eitt sokallað óheft tíðindablað. 12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 198 - 14. oktober 2000 Nr. 198 - 14. oktober 2000 EDVARD JOENSEN Funningsfirði: Fartelefonnetið riggar ikki í Funningsfirði. Fólk í Funningsfirði siga, at tað er steindeytt. Føroya Tele veit um trupulleikan og arbeiðir við at loysa hann. Um einki samband er tað sama sum fullveldi, so hava tey fullveldi í Funningsfirði. Í øllum førum tey, sum ætla at nýta fartelefonina. Tí hon virkar ikki. Fólk í Funningsfirði, sum Sosialurin hevur hitt, siga, at tey hava gjørt var við trupulleikan hjá Føroya Tele og hava fingið lovað, at hann verður loystur. Men tað dregur rættiliga nógv út, siga tey. Jens Julian Reinert, sum hevur ábyrgdina av basis- støðunum til fartelefonnetið hjá Føroya Tele, váttar, at Føroya Tele veit um trupulleikan. Hann sigur, at júst hatta økið stendur heilt frammalaga á arbeiðsætl- anini hjá Føroya Tele. Arbeiðið við at fáa sam- bandið til Funningsfjarðar og økið har á leið at virka, er í gongd, sigur hann. Eftir upprunaætlanini skuldi tað verið liðugt longu nú, men ymiskir trupulleikar hava stungið seg upp. Tað ber ikki til bara at fara í hagan at seta støðir og antennur upp, sum einum lystir. Tað skulu fleiri ymisk loyvi til, og tað kann við- hvørt vera leingi at fáa tey til vega. Kári Thorsteinsson, sýslumaður í Eysturoy, er formaður í friðingarnevnd- ini fyri Eysturoyar Sýslu. Hann sigur, at hjá friðing- arnevndini liggur einki slíkt mál í løtuni. Og hann vænt- ar heldur ikki, at tað fer at verða nakar sum helst Fólk í Funningsfirði hava leingi fýlst á, at tey ikki fáa brúkt fartelefon. Av Føroya Tele verður sagt, at nú verður trupulleikin heilt skjótt loystur trupulleiki at fáa loyvi til at seta eina stong upp, um søkt verður um tað. Slíkar umsóknir hava ver- ið fyrr, og tær hava altíð verið játtaðar, sigur hann. Nevndin plagar at fara á staðið fyri at tryggja sær, at ikki okkurt heilt óvanligt er, sum ein slík antenna kann skaða. Men tað hevur hann enn ongantíð verið úti fyri, sigur formðaurin í friðingarnevndini. Ein støð er sett upp Mill- um Fjarða, sum skuldi virka sum ein roynd at vita, hvussu hon kláraði økið, sigur Jens Julian Reinert á Føroya Tele. Men tað vísti seg tíverri, sigur hann, at hon røkkur bara einum parti av økinum, teir høvdu ætlað og vónað, at hon skuldi klára. Og til Funningsfjarð- ar røkkur hon als ikki. Økið er soleiðis háttað, sigur hann, at ógvuliga ringt er at senda í umráðnum. Dalurin er so skeivur og krókutur, og nógv fjøll eru fyri, so tað ber øgiliga nógvastaðni uppfyri. Um ein støð verður sett á eitt fjall onkustaðni, kemur bara eitt annað fyri, áðrenn bylgjan er komin upp á pláss, sigur Jens Julian Reinert. Og hann sigur, at tað er heldur ikki bara á leiðini kring Funningsfjørð, at hes- in trupulleikin er. Tað eru nógvar bygdir, sum einki GSM samband hava. Onku- staðni hevur bara partur av bygdini samband og so framvegis. Og umstøðurnar í Føroy- um eru soleiðis háttaðar, at summar bygdir helst ong- antíð fara at fáa GSM far- telefonsamband yvirhøvur, sigur Jens Julian Reinert á Føroya Tele. EDVARD JOENSEN Oyndarfirði: Viking Fisk í Oyndarfirði hevur eini 10- 15 fólk til arbeiðis. Og tey eru útlendingar. Flestu teirra úr Thailandi. Viking Fisk byrjaði at arbeiða fisk i Oyndarfirði í februar mánað, sigur stjór- in, Hendri Tausen. Tá varð avtala gjørd við kryvjivirkið hjá alifelagnum Norex um, at Viking Fisk, sum var granni hjá kryvjivirkinum hjá Norex, skuldi arbeiða sekunda laks frá teimum og selja hann av landinum. Eisini varð avtalað, sig- ur Hendrik Tausen, at Vik- ing Fisk ikki skuldi taka arbeiðsfólk frá Norex. Tí varð farið uttanlands eftir arbeiðsfólki. Og flestu teirra komu heilt úr Thailandi. Stutt eftir, at Viking Fisk var farið í gongd, Útlendsk arbeiðsmegi í Oyndarfirði Á fiskavirkinum Viking Fisk í Oyndarfirði arbeiða í løtuni eini 10-15 útlendingar. Bara stjórin er føroyingur steðgaði tøkan hjá Norex. Kryvjistøðin varð flutt til Fuglafjarðar, har nógvur laksur varð tikin orsakað av sjúku. Og síðan er tað hent, at norðmenn saman við Vestlax hava keypt Norex, og allur fiskurin haðani verður nú arbeiddur á Vest- salmon í Kollafirði. Tí fór Viking fisk undir at keypa hvítan fisk á upp- boðssøluni hjá Fiskamark- naði Føroya á Toftum, sigur Hendrik Tausen. Hann sigur, at enn er tað bara smávegis, sum arbeitt verður. Tað er ikki flaka- virki sum so, tey hava í Oyndarfirði. Støðan er, sigur hann, at tey gera royndir fyri eina svenska fyritøku, sum tey samstarva við. Í Oyndarfirði royna tey ymsar framleiðsl- ur, sum so verða avskipaðar til Svøríkis, har hendan svenska heilsølan, tey sam- starva við, selur vøruna. Júst hvat endaliga úr- slitið er, vil hann ikki siga, tí hann metir tað sum ein virkisloynidóm, sigur Hendrik Tausen. Men hann væntar, at tað nakað skjótt fer at bera til at fara undir rættiliga framleiðslu, tá tey hava funnið fram til røttu vøruna, sum sviar vilja hava. Hann sigur, at tey mest hava lagt seg eftir at arbeiða smáfisk á Viking Fisk. Men hesa seinnu tíðina er onkur hendinga sending av laksi eisini komin inn á virkið. Um útlendingarnar, sum arbeiða á virkinum í Oynd- arfirði, sigur Hendrik Tau- sen, at talan í grundini er um eina familju, sum er komin hendanveg bara til at arbeiða á hesum virkinum. Onkur teirra er giftur her, og tann vegin er sambandið komið í lag. Hann sigur, at øll hesi fólkini hava fullgott ar- beiðs- og uppihaldsloyvi, sum er galdandi eitt ár. Tá tað árið er úti, skulu loyvini endurnýggjast hvønn mán- að. Ingeborg Vinther, for- maður í Føroya Arbeiðara- felag, heldur tað vera løgið, at tað skal vera neyðugt at biða arbeiðsfólk heilt úr Thailandi at abeiða fisk í Føroyum. Tað hon veit av, sigur hon, manglar arbeiði í fleiri støðum í landinum, har fiskafólk noyðast at fáa ískoyti frá Arbeiðsloysis- skipanini. Og vanliga plaga mynd- ugleikarnir at ráðføra seg við fakfeløgini, tá arbeiðs- loyvi verða latin útlending- um, sigur hon, men sigur seg samstundis einki kenna til nakran fyrispurning hes- um fólkunum viðvíkjandi. Fólkini eru limir í Før- oya Arbeiðarafelag, sigur Ingeborg Vinther, og leggur aftrat: »Men tú kanst gott skriva, at tað tók sanniliga tína tíð at fáa tey at gerast limir.« Á Viking Fisk í Oyndar- firði arbeiða einir 10-15 útlendingar, sum teir flestu eru komnir heilt úr Thailandi Mynd: Edvard Joensen Fáa fartelefon í Funningsfirði