leygardagur 14. oktober 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sending nr. 1.
Grikst lambstjógv v/ tomat-
salati og taziki.
Hetta skalt tú brúka:
1 lambstjógv
1 tsk. av oregano, basilik-
um, timian og allround.
10 hvítleyksbátar
Salt og pipar
1 dl. av olivinolju
1.Legg tjógvið á stanniol
2.Stoyt oljuna á tjógvið
3.Stikk hvítleyksbátarnar
í tjógvið
4.Gníggja kryddið væl
inn í kjøtið
5.Steik tjógvið uml. 4-5
tímar á 130 stigum.
Tomatsalat
5 tomatir
1 leyk
0,5 dl. av olivinolju
Sker tomatirnar í flísar
Sker leykin heilt fínt
Legg tomatir og leyk hvørt
um annað í eitt fat
Stoyt olivinolju omaná.
Taziki
1 agurk
4 hvítleyksbátar
2 dl. av súrróma 36%
Salt og pipar
1.Rív agurkuna niður í
ein bolla
2.Pressa hvítleyksbátarn-
ar niðuryvir
3.Koyr til seinast súr-
róma, salt og pipar í.
Lambskotelettir
við Karoline sós
Hetta skalt tú brúka:
8 kotelettir av ryggi
1 tsk av salviu
Groft salt
Pipar
2 Gularøtur
Sitrónsaft
Salt
100 gr. av smøri
0,5 l av Karoline Morney
— og Cheasysós
Sós við gularótum
4.Sker gularøturnar í
tunnar stavar
1.Kóka tær, inntil tær eru
broysknar (uml. 2 min.)
1.Lat tær kólna.
1.Kóka pannuna av við
gularótavatninum og stoyt
vatnið í sósina
1.Koyr sitrónsaft og salt í
eftir tørvi.
Lambskotelettir
1.Smelta smør, brúnka og
steik kotelettirnar í uml.
5 min. á hvørjari síðu.
1.Stroy salviu, salt og pip-
ar á
Kann borðreiðast við bak-
aðum eplum ella øðrum
sum tær hóvar.
Sending nr. 3
Svínalundir í øllaka við
kryddurtum
Hetta skalt tú brúka:
650 gr. av svínalundum
1 fl. av maltøli
Uppskriftir frá
Okkara kokkum
1 fl. av veðraøli
1 purru
1 leyk
1 gularót
1 dl. av reyðvínsediki
smør
Soleiðis gert tú:
1.Sker
svínalundini
í
rundingar á uml. 80 gr.
2.Legg rundingarnar og
groft skornu urtirnar í øl-
lakan og lat standa eitt
samdøgur
3.Koyr lakan og reyðvíns-
edikin í grýtu, og lat tað
kóka væl og virðiliga.
4.Solda soðið og ger útá
við eitt sindur av smøri.
5.Koyr salt og pipar í eftir
tørvi.
Grindasteik við kjøtdeiggi
Hetta skalt tú brúka:
1 kg av grind
100 gr. av kjøtdeiggi (evt.
svína og kálvakjøt)
Dild og basilikum
Salt og pipar
Balsamico: 1 egg, 20 gr. av
mjøli, 1 leyk
Tveir hvítleyksbátar
2 dl. av róma
Soleiðis gert tú:
Kjøtdeiggj:
1.Mal svína- og kálvakjøt-
ið, rør egg, fínt karvaðan
leyk og mjøl í. Lat dild, bal-
samico, basilikum, salt,
hvítleyk, róma, salt og pipar
í.
2.Sker
grindastykkið
gjøgnum miðjuna og fyll
kjøtdeiggið í
3.Steik í umleið 35-45 min.
á 165 stigum.
Grind við osti og skinku
1.Banka grindina tunna við
einum kjøthamara
2.Legg skinku og ost á
3.Rulla saman, krydda við
salti og pipar og brúnka á
pannu
4.Steik liðugt í ovni í uml.
15 min.
5.Borðreið við kókaðum
eplum.
Grindagrýta við agurku-
salati, soppum og flustum
tomatum
Hetta skalt tú brúka:
1 kg. av grind
1 blikk av flustum tomatum
200 gr. av soppum
ella 1/1 glas av agurkusalati
Salt og pipar
Kryddurtir — evt. Santa
Maria
Róma
1.Sker grind í smáar bitar
uml. o,5 cm x o,5 cm
2.Kóka til hon er heilt moyr
og skola móðuna av
3.Brúnka soppar og tomatir
í grýtu
4.Koyr grindabitarnar og
róman í og kóka í 5-10 min.
5.Koyr síðani agurkusalatið
og vætuna í.
EIRIKUR LINDENSKOV
Norska
Nobelnevndin
kunngjørdi í gjár, at Suður-
koreanski forestin, Kim
Dae Jung, fær firðarheiðurs-
løn Nobels fyri ár 2000 fyri
arbeiði hansara fyri fólka-
ræði og mannarættindum í
Suðurkorea og í Eysturásia
sum heild. Friðararbeiðið
millum Korealondini bæði
verður eisini nevnt sum ein
av týðandi orsøkunum.
Í grundgevingunum fyri
at geva Kim Dae Jung virð-
islønina sigur nevndin m. a.,
at eftir at Kim Dae Jung
hóast hóttanir og hóast at
hava livað í útlegd í fleiri
ár hevur megnað at verið
talsmaður fyri fólkaræðið í
Suðurkorea. Hann varð í
1997 valdur til forseta
landsins, og fekk hann tá
landinum sæti og tign mill-
um heimsins fólkaræði.
Sum forseti hevur Kim Dae
Jung styrkt støðuna hjá
fólkaræðinum í stjórnarar-
beiðinum hjá koreansku
stjórnini.
Við stórari moralskari
styrki hevur Kim Dae Jung
staðið á odda fyri stríðnum
fyri manarættindum í øllum
Eysturásia. Eisini stuðul
hansara í stríðnum í Eystur-
timor og Burma hava ført
til, at norska Nobelnevndin
hevur veitt honum friðar-
heiðurslønina
– Gjøgnum hendan »sól-
skinspolitikkin« hevur Kim
Dae Jung megnað at lagt
afturum 50 ára langt kriggj
millum Norður- og Suður-
korea. Vitjan hansara í
Norðurkorea hevur eisini
latið upp fyri bjartari fram-
tíðarvónum. Nú eru vónir
um, at kalda kríggið eisini
fer at enda í Korea, sigur
norska Nobelnevndin.
Kim Dae Jung hevur eis-
ini stríst fyri at betrað um
viðurskiftini við granna-
londini, serliga Japan.
Kim Dae Jung fær
friðarheiðursløn Nobels
Listin til bý-
raðsvalið í Klaks-
vík 2000
Javnaðarflokkurin
í Norðoyggjum.
Javnaðar-
listin
Karl Jákup Òsá Eliasen
Heðin Heldarskarð
Leif W. Høgnesen
Hanna Jacobsen
John Sigurd Joensen
Ernie Johannessen
Edvin Kjærbo
Noomi Nielsen
Eyðgunn Samuelsen
Torleif Sigurðsson
Øll úr Klaksvík
10
11
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 198 - 14. oktober 2000
Nr. 198 - 14. oktober 2000
orsøkir at ferðast við MAERSK AIR
Haldið jól í Danmark
við MAERSK AIR
Frá 8. desember 2000 til og við 7. januar
2001 ber til at ferðast bíliga til Danmarkar
og aftur. Forsølan er frá 1. november til
11. desember 2000. Hoyr nærri um teir bíligu
ferðaseðlarnar frá Maersk Air á tíni
ferðaskrivstovu...
Børn 0-2 ár: -90% og 2-11 ár: -50%
Føroyar - Danmark
(Keypmannahavn ella Billund)
og aftur 2)
1250,-
+ ferðaavgjøld
Fyri hvønn
1000 kr. av vanliga
APEX-prísinum
Frá 23. oktober til og við 10. desember 2000
ber til at ferðast bíliga til og úr Føroyum.
Forsølan er frá 16. oktober til 3. desember
2000. Treytin er at tvey ferðast saman. Hoyr
nærri um teir bíligu ferðaseðlarnar frá
Maersk Air á tíni ferðaskrivstovu...
Børn 0-2 ár: -90% og 2-11 ár: -50%
Føroyar - Danmark
(Keypmannahavn ella Billund)
ella
Danmark - Føroyar
og aftur 1)
1500,-
+ ferðaavgjøld
Fyri hvønn
1) Ferðaseðlarnir skulu bíleggjast minst 7 dagar
frammanundan. Broyting av bílegging kann ikki
gerast. Ferðaseðilin kann ikki endurrindast.
Ferðatíðarskeiðið skal fara um leygardag og
sunnudag. Ferðin kann í mesta lagi vara 1 mánað.
Minst tvey skulu ferðast saman. Ferðaavgjaldið til
Keypmannahavnar og aftur er 335,- kr. og til
Billund og aftur 378,- kr. fyri hvønn. EuroBonus.
2) Ferðaseðlarnir skulu bíleggjast minst 7 dagar
frammanundan. Broyting av bílegging kann ikki
gerast. Ferðaseðilin kann ikki endurrindast. Ferðin
skal vara millum 7 og 21 dagar. Ferðaavgjaldið til
Keypmannahavnar og aftur er 335,- kr. og til
Billund og aftur 378,- kr. fyri hvønn. EuroBonus.
p e t u r o g p e t u r 3 2 0 8 7 0
JAN MÜLLER
Enn hava hvørki oljufeløg-
ini ella myndugleikarnir
gjørt av, hvar komandi olju-
útgerðarhavnin skal liggja.
Tað ljóðar, at operatørarnir
hava havt fund um m.a.
henda spurningin, nú teir
vilja royna at arbeiða saman
á summum økjum fyri har-
við at minka um útreiðsl-
urnar. Sum skilst er eingin
avgerð tikin um, antin olju-
útgerðarhavnin skal vera á
Sundi, í Runavík ella á
Drelnesi. Men tað fyriliggja
so tríggjar meira ella minni
lidnar verkætlanir fyri hesi
trý økini. Og tað kundi verið
okkurt, sum bendir á, at vit
eru inni í nøkrum, sum líkist
endaspurtinum í hesi heldur
óvanligu kapping.
Tað er greitt, at tað verður
ikki tað heilt nógva virk-
semið í leititíðarskeiðnum.
Men brúk er fyri eini havn í
sambandi við boringarnar.
Spurningurin er so, um
staðið, ið verður valt nú eis-
ini kemur at verða framtíðar
føroyska oljuútgerðarhavn-
in. Okkurt er, sum kundi
bent á tað. Myndugleikarnir
hava so fyribils ikki viljað
tikið avgerð um, hvar út-
gerðarhavnin skal vera. Tað
verður tí helst upp til teir
fýra operatørarnar at finna
eina loysn. Og arbeiða teir
saman, so skulu teir eisini
semjast um eina havn.
Nýggjan stjóra
Atlantic Supply Base í
Runavík er ein av hesum
trimum verkætlanum og
hevur fyritøkan júst fingið
nýggjan fyribilsstjóra. Tað
er Kenneth Rasmussen,
sum starvast hjá El-Service.
Hann er útbúgvin elektrik-
ari
og
maskinmeistari.
Kenneth, sum longu hevur
eitt bein í oljuvinnuni, nú
El-Service er við og ætlar
sær at vera við í komandi
oljutilgongdini, sigur, at
hann fer at taka sær av hes-
um arbeiðinum, til teir vita
nakað meira ítøkiligt um
ætlaninar hjá oljufeløgun-
um. Verður Rúnavík vald til
oljuhavn verður so fulltíð-
arstjóri settur.
Kenneth tekur við eftir
Teit Poulsen, sum hevur
røkt stjórastarvið í Atlantic
Supply Base nú í eina tíð,
meðan fyrstu fyrireiking-
arnar hava verið gjørdar.
Kenneth skal nú arbeiða
víðari við hesum fyrireik-
ingum. Sum skálamaður og
eystringur sær hann fegin,
at oljuútgerðarhavnin kem-
ur til oynna og enn neyvari,
til Runavík. Hann heldur
ikki, at tað er so nógv virk-
semi í økinum, at tað ikki
eisini er pláss fyri supply-
virksemi eisini. Her minnir
hann á, at fyrr var nógv
meira arbeiði á skipasmiðj-
uni, og tí kemur tað væl við,
um oljuvinnan gerst partur
Kappingin um útgerðarhavnina
herðist
Helst er sjálvur endaspurturin um, hvat øki í landinum skal hýsa eini oljuútgerðarhavn, farin í gongd. Eftir øllum at
døma verða tað oljufeløgini, sum fara at gera av, hvørja havn tey vilja brúka til sítt supplyvirksemi. Henda avgerðin
kann verða tikin um ikki so langa tíð.
av komandi vinnulívinum á
fjørðinum og oynni annars.
Kenneth veit væl, at tað
enn eingin avgerð er tikin
um, hvar oljuúggerðarhavn-
in skal liggja. Hann heldur
tað er í lagi við kapping
millum fleiri havnir og vil
eisini gera sítt til, at tað
verður Runavík, sum fer við
sigrinum. – Vit halda okk-
um hava góðar fortreytir
fyri at hýsa einum slíkum
virksemi. Tað eru ikki færri
enn 18 fyritøkur við í verk-
ætlanini og umboða tey 600
størv innan nógvar ymsar
greinar, og kunnu harvið
bjóða nógvar vørur og tæn-
astur fram til oljufeløgini.
Hann viðgongur, at hetta
er nakað nýtt fyri bæði seg
og fyri Føroyar sum so, og
tí eru teir eisini noyddir at
samstarva við tey oljufel-
øgini, sum ætlandi koma til
at hava sítt virksemi á eini
oljuútgerðarhavn.
Fyrimunir
– Men hví skulu oljufeløg-
ini velja Runavík framum
Sund og Drelnes spurdu vit
unga skálamannin?
– Vit meta okkum hava
nakrar fyrimunir. Tað er
veðurgott her, hetta er ein
góður fjørður. Verandi facil-
itetir eru góðir og mong
virki hava sett pengar í fel-
agið, sum er føroyskt burt-
urav. Dentur verður lagdur
á, at tað eru føroysk virki,
sum eru við her.
Kenneth Rasmussen sig-
ur, at tað verður arbeitt uppá
at gera havnina klára eisini
til
komandi
oljuvinnu.
Sjálvur
bryggjukanturin
verður gjørdur soleiðis, at
hann hellur inneftir fyri har-
við at fáa alt dálkandi tilfar
inn í ein brunn á havnaøkin-
um. Hervið verður einki
dálkandi koyrt í havið.
Kenneth vísir eisini á, at teir
á øðrum økjum hava hugsað
um umhvørvið, eitt nú hava
teir fingið til vega ein hósk-
andi bygning til at goyma
spreingievni og møguligt
radioaktivt tilfar frá eini
boring.
Hvat
viðvíkur
plássi, so hava teir eisini í
hyggju at brúka eitt stórt øki
nær Rituvík til útgerðarvirk-
semi. Havnaøkið sjálvt er
ikki nóg stórt, um og tá tal-
an verður um størri virk-
semi frá framleiðandi felt-
um. Nevndarformaður í At-
lantic Supply Base er Niels
Sørensen.
Sosialurin skilur annars,
at bæði á Sundi og á Drel-
nesi hava tey fyrireikað seg
til at vera við í endaspurtin-
um um at gerast oljuút-
gerðahavn, nú leitingin
skjótt fer í gongd.
Kenneth Rasmussen, sum er settur fyribilsstjóri í Atlantic Supply Base