leygardagur 14. oktober 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
9
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 198 - 14. oktober 2000
Nr. 198 - 14. oktober 2000
EYÐUN KLAKSTEIN
Tá Sunneva Dalsgaard fyri
góðum tveimum árum síð-
ani kom fram á ein knykil í
øðrum bróstinum hjá sær,
gjørdi hon skjótt av.
Hon vendi sær alt fyri eitt
til læknan hjá sær fyri at
fáa kanna hendan knykilin,
og tað vísti seg, at talan var
um ein krabbasvull, sum
mátti skerast burtur.
Knappliga stóð Sunneva
í eini fullkomiliga nýggjari
støðu, har hon óttaðist fyri
sínum egna lívi, og har ivin
nívdi í fleiri vikur.
– Eg stúrdi beinanvegin
fyri at missa lívið, og tá eg
fekk staðfest krabbamein,
var tað sum at fáa deyða-
dóm, greiðir Sunnevá frá.
– Tað var ómetaliga hart
at fáa boðini um sjúkuna.
Eg hugsaði um mannin og
børnini, og at eg hevði nógv
at liva fyri, og hesar vik-
urnar, tá eg bíðaði eftir boð-
um og viðgerð, vóru øðiliga
tyngjandi sálarliga.
Læknin óumhugsin
Sjúkrasøgan hjá Sunnevu
byrjar í hennara egna heimi.
– Eg havi havt til vana at
kanna bróstini hjá mær, og
tað var soleiðis, at eg kom
fram á knykilin í øðrum
bróstinum í apríl 1998,
greiðir Sunneva frá.
Hon vendi sær alt fyri eitt
til læknan hjá sær, sum síð-
ani sendi hana víðari til
kanningar á Landssjúkra-
húsinum beinanvegin. Har
vísti ein mammografi-kann-
ing, at alt var ikki, sum tað
skuldi verða, og Sunneva
fekk tí eina tíð hjá skurð-
lækna, sum skuldi taka sær
av henni.
– Eg skuldi sleppa bein-
anvegin til skurðlækna, men
hann gav avboð av eini ella
aðari orsøk. Eg kendi meg
so ótrygga, at eg stríddist
hart fyri at fáa tíð hjá einum
øðrum lækna sama dag, og
tað eydnaðist mær, sigur
Sunneva.
Men viðtalan hjá hesum
skurðlæknanum var sum
eitt slag í andlitið á henni.
– Hann lat meg sleppa
fram at, eftir at hann hevði
arbeitt ein heilan dag, og tí
var hann kanska eitt sindur
troyttur og óumhugsin. Tá
hann so hugdi í pappírini
hjá mær, tók hann kaldliga
til, at hetta sá ikki gott út,
og at hetta var helst krabba-
mein.
– Tað var sum alt raplaði
fyri mær, og eg sá meg bein-
anvegin í eini kistu, greiðir
Sunneva frá.
- Tað var sum at
fáa deyðadóm
– Tá eg fekk staðfest krabbamein í bróstinum, stúrdi eg beinanvegin fyri at
missa lívið, sigur Sunneva Dalsgaard, sum mátti fara ígjøgnum eina tíð við iva,
ótta og stúran
Ræðulig bíðitíð
Vanliga verður fyrst ein
kanning gjørd av vevnað-
inum, áðrenn sjálv skurð-
viðgerðin verður gjørd, men
umstøðurnar vóru soleiðis,
at tað bar ikki til at gera hesa
kanning.
Tí avgjørdi læknin at
skera hana longu dagin eftir
viðtaluna.
Sunneva vildi fyrst hava
læknan at taka alt bróstið,
men hon lurtaði eftir ráð-
unum frá læknanum um, at
tað var nóg mikið at skera
knykil burtur.
Skurðviðgerðin eydnaðist
væl, og læknin helt seg hava
fingið allan knykil burtur.
Nú skuldi knykilin kannast
fyri at vita, um talan veru-
liga var um krabbamein, og
úrslitinum av hesi kanning
skuldi Sunneva bíða eftir í
tvær vikur.
– Bíðitíðin var ræðulig, tí
hóast eg hevði fyrireikað
meg upp á, at talan var um
krabbamein, so var tað ikki
endaliga staðfest, sigur
Sunneva.
Kundi lopið um hálsin
á honum
Tá boðini komu frá kann-
ingini, varð tað so staðfest,
at talan veruliga var um
krabbamein, og so skuldi
hon aftur kannast.
Endamálið við nýggju
kanningini var at finna út
av, um krabbamein hevði
spreitt seg til beinagrindina
ella onkran annan part av
kroppinum. Aftur gingu
tvær vikur, har Sunneva
stúrdi fyri úrslitinum av
kanningini.
Men hesaferð vóru boðini
góð at fáa.
– Læknin ringdi til mín
og bað meg koma til við-
talu, áðrenn eg átti, tí hann
hevði góð boð til mín.
Krabbameinið hevði ikki
spreitt seg, og tá eg fekk tey
boðini, gjørdist eg ómeta-
liga glað. Eg kundi havt lop-
ið um hálsin á honum, hóast
hann hevði verið rættiliga
óstortligur undir fyrstu við-
taluni, sigur Sunneva.
Hóast sjúkan ikki hevði
breitt seg, skuldi Sunneva
hava stráluviðgerð.
– Fyrst vildi eg ikki hava
stráluviðgerðina, tí eg helt,
at tað fór einki at hjálpa,
men eftir at læknin hevði
rátt mær til at taka av til-
boðunum, gjørdi eg tað so,
sigur hon.
Stráluviðgerðin
varð
gjørd í Danmark, og tað tók
sjey vikur.
– Eg kendi meg ongantíð
veruliga sjúka kropsliga,
– Eg kendi meg ongantíð veruliga sjúka kropsliga, men tað var tungt at fara ígjøgnum hetta tíðarskeið sálarliga. Eg stúrdi nógv fyri, hvør endin fór at vera, og um eg veruliga
skuldi yvirliva sjúkuna, sigur Sunneva Dalsgaard.
Mynd: Jens Kristian Vang
Fleiri fáa
bróstkrabba
men tað var tungt at fara
ígjøgnum hetta tíðarskeið
sálarliga. Eg stúrdi nógv
fyri, hvør endin fór at vera,
og um eg veruliga skuldi
yvirliva sjúkuna, men við
Guds hjálp og stuðli frá
familjuni kom eg ígjøgnum
tað.
Greið boð
Síðani
stráluviðgerðina
hevur Sunneva javnan verið
kannað, og allar hesar kann-
ingar hava víst, at Sunneva
er frísk.
Kanningar í kjalarvørrin-
um av sjúkini halda tó fram
við jøvnum millumbili
næstu árini, og boðini, sum
Sunneva hevur til kvinnur,
eftir at hon sjálv hevur havt
bróstkrabba, eru greið.
– Kvinnur skulu javnan
kanna bróstini hjá sær, tí so
ber til at staðfesta ein møgu-
ligan knykil so skjótt sum
gjørligt, og harvið eru
møguleikarnir fyri at blíva
frískur størstir, sigur hon.
– Tað hevur ivaleyst
hjálpt mær væl, at eg tíðliga
kom fram á knykilin í bróst-
inum, og at eg varð skurð-
viðgjørd innan eina viku frá
tí, at eg fór til lækna.
Sunneva er nú við í ar-
beiðnum hjá Bót fyri Bata,
sum er ein bólkur undir
Krabbameinsfelagnum.
Hesin bólkurin útilokandi
arbeiðir við bróstkrabba, og
kvinnur, sum fáa staðfest
bróstkrabba, kunnu venda
sær til hendan bólkin, um
tey hava hjálp fyri neyðini,
ella um tey vilja í samband
við onkran, sum hevur havt
sjúkuna.
Ein av teimum er Sunn-
eva Dalsgaard. Hon veit,
hvussu tað er at fara ígjøgn-
um eina slíka sjúkralegu.
Hon kennir óttan fyri at
missa lívið, men hon hevur
eisini upplivað gleðina við
at gerast frísk.
EYÐUN KLAKSTEIN
Tilburðirnir av bróstkrabba
í Føroyum eru øktir seinnu
árini.
Nú fáa okkurt um 20 fólk
í miðal staðfest krabbamein
í bróstinum hvørt ár, og tað
eru serliga kvinnur oman
fyri fimti ár, sum fáa hesa
sjúku.
Oktober mánaði verður
kring allan heimin nýttur til
at seta fokus á bróstkrabba,
men hóast menningin innan
viðgerð hevur verið stór,
kann eingin kann vísa á
nakra
fyribyrging
fyri
krabbamein í bróstinum.
Ráðgevandi sjúkrasystur-
in hjá Føroya Felag móti
Krabbameini leggur tó
kvinnum eina við at kanna
síni egnu bróst.
– Tað er umráðandi, at
kvinnur kenna síni bróst, so
tey merkja, um okkurt
óvanligt er í bróstunum. Tað
hevur týdning fyri viðgerð-
ina, at krabbasvullurin verð-
ur staðfestur so skjótt sum
gjørligt, áðrenn hann er
vaksin ella hevur spreitt seg,
sigur Jansy Gaardlykke.
Øðiligt orð
Í fjør vóru 18 nýggir til-
burðir av bróstkrabba, og
higartil í ár er talið komið
upp á 16.
Kvinnur yvir 50 ár eru
mest útsettar fyri at fáa
bróstkrabba, men eisini til-
burðurnir hjá teimum undir
50 ár økjast í tali. Ein út av
hvørjum hundrað, sum fær
bróstkrabba, er mannfólk.
Helvtin av teimum, sum
fáa krabbamein, gerast
frísk, men hetta er ikki tað,
– Tað fyrsta fólk hugsa, tá tey fáa staðfest krabbamein, er,
at nú er deyðin vísur, men soleiðis er tað ikki í veruleik-
anum, sigur ráðgevandi sjúkrasysturin hjá Krabbameins-
felagnum
sum fólk fyrst hugsa um, tá
tey fáa boðini um sjúkuna.
– Krabbamein er eitt
øgiliga negativt orð, og tað
fyrsta fólk hugsa, tá tey fáa
staðfest krabbamein, er, at
nú er deyðin vísur. Men í
dag er viðgerðin nógv betri
enn áður, og helmingurin av
sjúklingunum verður frísk-
ur, og fólk liva sum heild
longri við sjúkuni, vísir
Jansy Gaardlykke á.
Sjálvkannan
Í Svøríki hava tey innført
skipaðar
mammografi-
kanningar av bróstunum hjá
kvinnum, men hetta verður
ikki gjørt í øllum tí danska
kongaríkinum.
Sviiar hava sæð ítøkilig
úrslit av hesum sokallaðu
skanningunum, men tað er
kostnaðarmikið at hava
slíkar regluligar kanningar
av kvinnum, og tað er ein
orsøk til, at hetta ikki verður
gjørt í Føroyum.
– Fyri tað fyrsta er útgerð-
in kostnaðarmikil, og so
skalt tú hava serkøn fólk at
gera hesar kanningar, so tað
er ein spurningur um fíggj-
arliga orku, men sjálvandi
hevði tað verið besta loysn-
in, heldur Jansy Gaard-
lykke.
– Tá vit ikki hava hesar
skanningar, mugu vit mæla
kvinnum til at kanna síni
egnu bróst eina ferð um
mánaðin, og um okkurt
óvanligt er at finna í bróst-
inum, er umráðandi at fara
til lækna beinanvegin, sigur
hon.
Nógv ringja
Nógv av teimum fólkunum,
sum fáa krabbamein, venda
sær til Krabbameinsfelagið,
og har er tað uppgávan hjá
ráðgevandi sjúkrasystrini,
sum er einasta starvsfólkið
hjá felagnum, at vegleiða
fólki.
– Fólk spyrja um ymiskt,
tey eru kanska ótrygg við
okkurt, sum tey hava fingið
at vita, tey vilja hava onkrar
praktiskar upplýsingar, og
so eru tað summi, sum hava
brúk fyri at tosa við meg
um okkurt, sum liggur teim-
um at hjarta, sigur Jansy
Gaardlykke
– Vit hava eina fasta tele-
fontíð hvønn dag, og tað eru
nógv fólk, sum brúka hetta
tilboð. Við hvørt eru tað av-
varðandi, sum spyrja seg
fyri vegna onkran sum hev-
ur fingið krabbamein,og eg
havi eisini til uppgávu at
seta sjálvhjálparbólkar sam-
an.
Krabbameinsfelagið veit-
ir fíggjarligan stuðul til
krabbameinssjúklingar, og
felagið átekur sær eisini ein
part av gjaldinum, tá fólk
fara til sálarfrøðing. Harum-
framt letur felagið eisini
r
á
ð
-
– Tað hevur týdning fyri viðgerðina, at krabbasvullurin verður staðfestur so skjótt
sum gjørligt, áðrenn hann er vaksin ella hevur spreitt seg, sigur Jansy Gaardlykke.
Mynd: Jens Kristian Vang
Hósdagin í farnu viku var
aðalfundur í Reiðarafel-
agnum fyri Farmaskip. Á
aðalfundinum var nevnd-
in afturvald, og í nevndini
sita: Árni Joensen, Óli
Hammer og Hákun Djur-
huus.
Sáttmálarnir við mann-
ingarfeløgini ganga út 1.
mars 2001, men felagið
veit ikki enn, um verandi
sáttmálar verða uppsagdir
ella ikki. Uppsagnar-
freistin er 30. novembur
í ár.
Frálandavnna
Bæði Maskinmeistarafel-
agið og Føroys Skipara-
og Navigatørfelag hava
tó boða frá, at tey ynskja
at viðgera sáttmálaviður-
skiftir í samband við frá-
landavinnu.
Óvist um sáttmálar
Nevndin í Reiðarafelagnum fyri
farmaskip afturvald
Vinnuhúsið skrivar, at út-
gangsstøðið er, at upp-
runaliga vóru loyvini
latin einum reiðaríð ella
felagið, sum síðani hevur
bygt virksemi upp innan
fiskiveiðu ella alivinnu. Í
Føroyum snýr tjaki seg í
stóran mun um at av-
marka luttøkuna hjá út-
lendskum feløgum í før-
oyskum vinnum, sum eru
avmarkaðar av loyvum.
Hetta tjak fer ikki bara
fram í Føroyum, men eis-
ini í øðrum londum, sum
eisini avmarka luttøkuna
í ráevnisvinnunum við
loyvum. Í Noregi t.d.
hevur tjakið um prísin á
aliloyvum staði uppá eina
tíð. Norska Fiskimála-
stýrið ætlar at útskriva
fleiri aliloyvir í hesum og
komandi
árum,
men
orsaka av tjakinum um, á
hvønn hátt loyvini skulu
koma út á marknaðin, er
útskrivingin av loyvum
drigin út.
Á uppboðssølu
Norsku
vinnufeløgini
fingu í seinastu viku at
vita frá Fiskimálastýrin-
um, at aliloyvir skuldu
bjóðast út á uppboðssølu
Tann fyrsti fundurin í
hesum sambandi var í
síðstu viku við Maskin-
meistarafelagið, og vænt-
andi verður fundur við
Føroys Skipara- og Nav-
igatørfelag í næstum,
skrivar Vinnuhúsið.
Ráevnisvinnan av-
markast við loyvum
Seinastu tíðina hevur nógv verið
tjakast um, á hvønn hátt samfelagið
skal fáa sum mest burturúr loyvis-
avmarkaðum vinnum
í komandi árum
Norsku vinnufeløgini
hava ikki gjørt endaligar
niðurstøður um uppskot-
ið hjá Fiskimálastýrinum,
men tey meta, at tað uttan
iva fer at føra til, at loyv-
ini verða keypt av stórum
kapitalsterkum fyritøk-
um, sum longu eru í vinn-
uni og at tiltakið fer at
økja um kapitalkostnaðin
í eini vinnu, sum er í
harðari altjóða kapping.
Vinnufeløgini vísa somu-
leiðis á, at ein slík skipan
vil gera, at norsku mynd-
ugleikarnar missa tað
ávirkan á strukturin í ali-
vinnuni, sum teir fyrr
hava hildið seg til, nevni-
liga møguleikan at brúka
loyvir í útjaðarapolitikk-
inum.
Hinvegin vísa vinnu-
feløgini á, at verður tað
soleiðis, at alivloyvir
verða seld á hvørjum ári
komandi árini, vil prís-
urin fella orska av stóra
útboðnum og vil tað
merkja, at minni kapital-
sterk feløg eisini kunnu
verða við í kappingini um
aliloyvir.
Árni Joensen