Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-23, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 181 - 23. september 2005 27 Klárt til topp- uppgerð- ina Við sigri á HB í útsetta dystinum, tók B71 seg aftur upp á oddasessin í aðru deild 2. DEILD Jákup Mørk Leygardagin verður oddadystur á Sandi, tá B71 tekur ímóti B68. Alt árið á tamb hava tað verið hesi bæði liðini, sum hava dystast um oddasessin, og týskvøldið syrgdu sandoyingarnir fyri, at teir nú aftur eru á odda. Tað gjørdu teir, tá teir vitjaðu hjá HB í út- setta dystinum frá 13. umfari. Talan var fyri tað nógva um ein hampuliga javnan dyst, men í avgerandi løt- unum vístu sandoyingar- nir seg sum teir hvass- astu. Teir komu á odda við frísparki, sum Magn- us Olsen sendi í kassan, og tá teir nakað seinni fingu brotsspark, var royndi Eli Hentze ísa- kaldur úr 11 metrum. Sandoyingarnir fingu kanska ein lítlan skelk, tá málverjin, Símin Rógvi Hansen, fekk skaða, men við super-veteraninum, Valdemar Nowicki, á beinkinum, gjørdist tað ikki tann stóri trupul- leikin kortini. Sigurin varð mest sum staðfestur, tá HB-verju- spælari einans fekk stútað eina roynd frá Clayton Soares í egið mál, og so munaði tað lítið, at HB fekk minkað um munin seinni í dystinum. 3-1 til B71, sum við hesum tók seg upp á oddasessin, og so er klárt til veruliga brakið, tá B68 kemur á vitjan á Sandi. Í avgerandi løtunum sýndi B71 seg sum sterkara liðið, tá teir týskvøldið vunnu seg upp aftur á oddasessin í aðru deild Mynd:Álvur Haraldsen Brøndby og FCK staðfestu mikukvøld- ið, at tey eru í flokki fyri seg sjálvan, og í Føroya uppgerðini var liðið hjá Súna Olsen omaná SUPERLIGAN Jóannes Hansen Føroyski dámurin á super- liguni er lítil. Tá ið 10. um- farið varð avgreitt miku- kvøldið, var eingin føroy- ingur á vøllinum. Súni Ol- sen er framvegis skaddur. Tí var hann ikki millum AaB spælararnar. Rógvi Jacobsen var ikki í ferðalagnum hjá Sønder- jyskE, sum vitjaði í Aal- borg. Alt bendir á, at Rógvi skal stríðast fyri at sannføra nýggja venjaran um, at hann er møguleiki í álopin- um. Mikukvøldið var onkur álopsspælari skaddur, men kortini vóru ikki boð eftir Rógva. AaB vann heimadystin 3- 2, eftir at teir í steðginum høvdu verið á odda 2-0. Sigursmálið skoraðu teir tríggjar minuttir undan leikloki. Johan B. Hansen er ikki partur av Horsens liðnum. Hesa ferð høvdu teir vitjan av AGF, og úrslitið var 1-1. Hetta var fyrsta ferðin í hesum kappingarárinum, at Horsens fekk mál á heima- vølli, og hetta var fjórða málið hjá teimum í tíggju dystum! SAS arenan er ikki eins tryggur heimavøllur hjá FCM, sum hann var nógvu teir fyrstu dystirnar á nú eitt ára gamla stadion. Miku- kvøldið vann OB, sum er farið at nærkast toppliðun- um, 1-0 í Herning. Esbjerg er í svárari kreppu. Mikukvøldið taptu teir á heimavølli 4-1 móti Viborg, sum við sigrinum kroysti seg fram á næst- fremsta plássið. Viborg stendur fyri góðum undir- haldi. Teir hava í tíggju teimum fyrstu umførunum skorað 23 mál, og tað eru fimm fleiri enn nakað av hinum hevur megnað at skora. Esbjerg hevur tapt seks av teimum fyrstu tíggju dystunum. Teir høvdu ætlað sær at vera millum fýra tey fremstu. Nú kappingin er knappliga ein triðing gomul, eru teir eitt stig frá aftasta plássinum. Stóra uppgerðin miku- kvøldið var nýklassikarin í Brøndby, har oddaliðið FCK vitjaði. Knappliga 30 túsund møttu upp. Áskoð- arafjøldin var størri, enn hon var tilsaman í hinum fimm dystunum. Eygna- vitnini fingu undirhald fyri pengarnar. Tað endaði 1-1. Bæði málini vórðu skorað tíðliga í 1. hálvleiki í upp- gerð, sum var ferðmikil og tøtt, og talan var um nógvar málmøguleikar. Støðið í spælinum var hægri, enn tað var í øllum hinum dyst- unum mikukvøldið, og eingin í danska fótbólts- heiminum ivast í, at tað fara at verða hesi bæði, sum aft- ur í hesum kappingarárin- um fara at stríðast um DM. Næsta ár verður av- bjóðingin at fáa nýtt ættarlið at koma uppí, heldur Malena Josephsen, sum hevur verið á besta KÍ liðnum síðani 1994, og sum sigur seg inni- liga vóna, at avbjóð- ingin fer at gerast størri, enn hon hevur verið seinastu árini KÍ KVINNUR MEISTARAR Jóannes Hansen Mikukvøldið varð tað stað- fest, sum hevur ligið í luftini í nógvar vikur. KÍ vann FM heitið í kvinnukappingini. Tær tryggjaðu sær heitið, tá ið tær á heimavølli vunnu 7- 3 móti AB. Leygardagin vóru tær á Argjum. Tá bar ikki til at spæla, tí líkindini vóru ov vánalig. Á veg til hús aftur frættu KÍ kvinnur- nar, at B36 og FSV04 høvdu spælt javnt. Tað bar við sær, at KÍ við sigri mikukvøldið kundi staðfesta meistara- skapin, og tað gjørdu tær rudduliga. Trúgvu KÍ viðhaldsfólk- ini sóu teirra lið fyrsta kort- erið leggja seg á odda 4-0. Í steðginum var støðan 5-0, og í 2. hálvleiki megnaði AB at pynta um úrslitið. - AB var rættuliga álops- sinnað í 1. hálvleiki. Tað bar við sær, at tað var lætt hjá okkum at spæla okkum til møguleikar. Í 2. hálvleiki lógu tær eitt sindur longri afturi. Tá fingu tær trý mál, og tað var kanska eisini, tí vit ikki vóru eins savnaðar um uppgávuna, sum vit vóru í 1. hálvleiki. Tað er ein av royndastu KÍ spælarunum, sum sigur hetta. Malena Josephsen skoraði trý mál mikukvøld- ið. Hini KÍ málini gjørdu Mariann Joensen (2) og tvíburðarsystrarnar Ragna og Rannvá B. Andreasen. Málini hjá AB skoraðu Malan á Dunga og Olga Kristina Hansen (2). Mikukvøldið tryggjaði KÍ sær sætta FM heitið á rað. Umframt FM 2000- 2005 so vóru tær flestu við, tá ið KÍ í 1997 varð meist- ari fyri fyrstu ferð, og tær hava eisini vunnið steypa- kappingina fleiri ferðir. - Eg havi spælt síðani 1994. Tey fyrstu árini vóru tað 4-5 lið, sum vóru í javnari kapping. Í ár hava vit bara fingið mótstøðu frá B36. Tað er ikki serliga hugaligt, og eg vóni, at keðiliga gongdin fer at venda. Gongdin er tann, at í flestu feløgum eru spælar- arnir ógvuliga ungir, og teir gevast alt ov tíðliga, heldur Malena Josephsen. Hvat er so drívmegin hjá tykkum? - Okkum dámar væl at spæla, og vit eru eisini ógvuliga fegnar um hetta FM heitið. Vit hava frálíka góðan felagsskap, og spæl- ararnir støðast á liðnum. Nú er ein farin av landinum, og onkur annar hugsar um at fara. Tríggjar hava átt, men tær eru komnar skjótt aftur. Tríggjar ganga í skúla í Havnini, men tað er eingin trupulleiki hjá teimum og málverjanum, Randi Ward- um, sum býr í Havnini, at ferðast norður at venja. Avbjóðingarnar Umframt FM heitið, sum Malena og hinar í KÍ eisini næsta ár ætla sær at kappast um, so heldur hon, at tvær aðrar avbjóðingar standa fyri framman. - Onnur er at fáa ungar spælarar inn á liðið. Í ár hava tvær ungar gentur spælt við okkum - 17 ára gamla Anna Joensen og 15 ára gamla Maria Ziskason. Gentur 14-17 ár liggja til at vinna bronsu. Har eru fleiri góðir spælarar, sum nú verða ov gamlar til tað liðið. Tað kennist ivaleyst torført hjá teimum at koma uppí hjá okkum, sum hava verið so leingi saman, og sum hava vunnið so nógv. Men tað er alneyðugt, at tað nú verður farið undir hetta arbeiðið, um KÍ framvegis skal vera við í toppinum. Hina avbjóðingina heldur Malena vera Europa Cup luttøkuna. UEFA hevur skipað fyri kappingini síð- ani 2001. KÍ er eitt av fáu feløgunum, sum hevur verið við hvørja ferð. Í 2001 vóru tær í Finnlandi, í 2002 í Svøríki, í 2003 í Hollandi, í 2004 í Polen og í ár vóru tær í Makedonia. - Vit hava vónað at vinna fleiri dystir. Í ár roknaðu vit lutakastið at vera gott, og vit hildu okkum hava møguleikar at vinna tveir dystir, men hitin oyðilegði alt fyri okkum. 45 stig og einki lot bar við sær, at vit ikki orkaðu. Eg haldi, at hitin var størri mótstøða hjá okkum, enn hann var hjá teimum, sum eru vanar við nógvan hita. Hvat skal til, um tit skulu røkka longur? - Fleiri góðir spælarar. Tá ið fleiri dystir eru í fáar dagar, so vísir tað seg neyð- ugt at skifta út, og tað kenn- ist beinanvegin. Í Føroyum vinna vit, um vit hava nakrar, sum vinna bóltin og aðrar, sum eru skjótar og sparka væl. Í altjóða kapp- ingum er tað neyðugt, at liðið sum heild spælir væl, og tað vísir seg at vera ein trupulleiki. Eisini tí vit ikki verða pressaðar í lands- kappingini, staðfestir Malena Josephsen. Eingin liðmynd varð tikin mikukvøldið. Um- støður vóru ikki til tað. KÍ fer at fáa steyp og heiðurs- merkir mitt í oktober. Nú verður steðgur í kvinnu- kappingini, tí U-19 lands- liðið í vikuskiftinum fer av landinum. KÍ kvinnunum verður ynskt hjartaliga tillukku við sættta FM heitinum á rað. Grannastríðið var ógvuliga undirhaldandi KÍ kvinnurnar ætla at halda fram Tað eydnaðist ikki at vinna greipuna aftur í ár. Men við sætta meistaraheitinum á rað hava KÍ-kvinnurnar sett eitt met, sum tað verður trupult hjá nøkrum at taka í fremstu deildini Mynd: Norðlýsið