fríggjadagur 23. september 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 181 - 23. september 2005
EB/Streymur-TB 3-0 (1-0):
Felagslið við topp-eyðkennum
EB/Streymur tykist
hava fingið nøkur av
eyðkennunum hjá
einum oddaliðið. Í
øllum førum man tað
vera langt síðani - um
nakrantíð - at liðið
somikið ómaksleyst er
komið at trimum
stigum í bestu deildini
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Seinasti dysturin í 23. um-
farinum av Formula-deild-
ini varð spælt mikudagin, tá
EB/Streymur og TB av-
greiddu dystin, sum varð
avblástur vegna vána veður
sunnudagin.
Tølini
staðfesta,
at
heimaliðið vann dystin við
trimum málum móti ong-
um, og tað endurspeglar í
nógvar mátar veruleikan,
sum sæst á stigatalvuni.
Munurin á toppi og
botni
Har er TB niðast, og á Eiði
sunnudagin spældu teir eis-
ini hareftir. Viljin at vinna
og at stríðast tóktist vera
ógvuliga avmarkaður. Og
hóast teir í løtum væl og
virðiliga sluppu at taka lut í
spælinum, so megnaðu teir
at kalla ongan tíð at gera
sær dælt av hesum. Í øllum
førum ikki, um metast skal
í málmøguleikum, tí verður
sæð burtur frá nøkrum
hálvum og kanska tríkvart-
um av slagnum, so vóru
hesir ikki til.
Hinvegin sýndu heima-
menninir í ávísan mun tær
dygdir, sum vanliga eyð-
kenna eitt oddalið. Ikki
minst tann veruleikin, at
teir megnaðu at vinna ein
púra tryggan 3-0 sigur,
uttan at teir nakran tíð veru-
liga spílaðu seg út. Ser-
stakliga var talan um lága
leikferð fyrsta hálva tíman,
og nógv mundu halda, at
TB hesa løtuna eins væl
kundi lagt seg á odda, sum
vertirnir. Men tað júst slíkir
lutir, sum oftani eru munin
millum vinnarar og taparar.
EB/Streymur hevur at
kalla ikki uppliva annað
enn viðrák seinastu longu
tíðina. Síðani summar-
steðgin hava teir vunnið 16
av 18 stigum. Og liðið hev-
ur ikki tapt seinastu 11 um-
førini. Tað ger, at spælar-
arnir verða munandi meira
róligir. Fjálturin, sum oft-
ani førir persónlig mistøk
við sær, er at kalla burtur,
og hóast spælið ikki er upp
á tað besta, so hevur hvør
einstakur á liðnum eina
sannføring um, at málið
nokk skal koma.
TB hevur hinvegin bert
upplivað mótrák nú í nógv
umfør. Verður dysturin á
Eiði taldur við, hevur liðið í
14 dystum bara vunnið trý
stig. Tað hevur sjálvandi
eisini sett síni merki í
sjálvsálitið á spælarunum.
Eitt sjálvsálit, sum í løtuni
tykist vera mest sum ikki-
eksisterandi, og har sjálvt
lættar temjingar og send-
ingar yvir bara fimm metr-
ar, ikki eydnast.
Ein perla avgjrødi
Fyrsta málið í einum dysti
er ofta tað týdningarmesta,
verður sagt. Sum so mundi
talan eisini vera um slíkan
týdning
hesaferð,
men
meira enn nakað, sum var
mátin, sum málið kom
uppá, eisini ein undirstrik-
an av, hvussu tilvildin og
eydnast aloftast fyltir ovaru
støddu liðunum. Ella er
hetta eisini bara eitt tekin
um, at hesi lið í størri mun
megna at leita eftir hepn-
inum.
Talan var í øllum førum
ikki um serliga vandamikla
støðu,
tá
EB/Streymur
royndi seg við skoti. Onk-
ursvegna, so stiklaði bóltur-
in tó upp um fyrsta
verjuspælaran,
áðrenn
skrúvandi bólturin full-
komuliga snýtti Óla Jo-
hannesen, og so var Sorin
Angel - á Eiði verður hann
nú kallaður Skorin! - ísa-
kaldur, tá hann skoraði sítt
sjeynda mál í fýra dystum.
Og so gjørdist munurin
millum liðini enn meira
sjónligur. Ferðin var fram-
vegis ikki tann stóra, men
tað spælið, sum var, áttu
vertirnir. Teitur Joensen
kundi kanska økt, men
skotið var ikki eins hegnis-
ligt, sum driblingarnar, og
so máttu liðini fara til hálv-
leiks við 1-0 á máltalvuni.
Eftir steðgin hendi ikki
tað heilt stóra. TB megnaði
sjáldan at trýsta seg fram til
nakað serligt, og í hinum
endanum komu heima-
menninir hampuliga lætt
fram til nakrar møguleikar,
og í tveimum førum tóku
teir so av. Ikki minst var
talan um framúr mál, tá
Gert Hansen av brotsteigar-
horninum høgdi bóltin í
mótsatta
tríkant,
sam-
stundis sum hann við hes-
um avgjørdi dystin fult og
heilt.
GÍ-dysturin er stóra
uppgávan
Tað hevur verið sagt fyrr,
og veruleikin hjá TB er ikki
stórt øðrvísi eftir miku-
kvøldið. Við fimm stigum
upp til VB, gerst hóttandi
niðurflytingin alt meira
veruleikanær, men enn er tó
ikki heilt liðugt.
Talan má í øllum førum
sigast at vera um veruligan
lykladyst, tá GÍ kemur á
vitjan
sunnudagin,
og
kanska sat hetta eisini onk-
ursvegna í høvdunum á
spælarunum mikukvøldið.
Sjálvandi er tað ikki til-
vitað, men veruleikin hevur
tað ofta við at hátta sær
soleiðis, at stendur ein risa-
uppgáva nakað fyri framm-
an, so kámar hendan tær,
sum eru á vegnum, og tað
var kanska ein frágreiðing
til laka avrikið hjá TB
mikukvøldið.
Hjá
EB/Streymin
er
støðan bæði øðrvísi og
betri. Næstu ferð er tað
B36, sum vitjar. Tann upp-
gávan tykist kanska trupul,
men á Eiði er einki at rokna
sum ógjørligt í ár. Spurn-
ingurin tykist bara vera,
hvussu langt upp liðið kann
røkka við 12 stigum í sein-
astu fýra dystunum. Og tað
er so nakað, sum teir á fel-
agsliðnum ikki eru harrar
yvir.
Maðurin við vakrasta
málinum mikudagin
var sjálvandi í góðum
lag. Og hann stað-
festi, at tað er restin
av hópinum eisini
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Oftani hevur verið tikið til,
at Mølin á Eiði er tann
vøllurin í landinum - og
kanska í Europa - sum
hevur vakrasta umhvørvið.
Men
seinastu
tíðina
hevur ein onnur staðfesting
eisini sníkt seg fram. Í
øllum
førum
munnu
áskoðarar kring vøllin vera
samd um, at tað eisini er
her, at tey vakrastu málini
verða skotin.
Bárður royndi
Í so máta var tað Gert
Hansen, sum stóð fyri tørni
mikudagin, tá hann í
seinna hálvleiki punkteraði
dystin við málinum til 2-0.
Eitt mál, sum ongan vardi,
fyrr enn Gert við einum
drønskoti meddaði bóltin í
málhornið.
Gestirnir vildu vera við,
at talan skuldi verið um
fríspark, áðrenn tað kom so
langt, og hesum avvísti
málskjúttin heldur ikki.
- Eg fekk bóltin á
miðvøllinum, og dómarin
kundi helst havt bríkslað, tí
hann støkk eitt sindur í
armin, áðrenn eg dróg
avstað, men har kom einki
ljóð. Í nógvum førum vildi
eg kanska valt innleggið, tá
eg so hevði drigið oman-
eftir, men hesa ferð skeyt
eg, og eg rakti hann í øllum
førum væl.
Tað sá eisini út til, at
Bárður royndi at endurtaka
bragdið, tá hann nakað
seinni hevði rikið seg leysan
í høgru?
- Ja, eg haldi at hann
eisini vildi skjóta eitt slíkt
mál, men tað riggaði so
ikki hjá honum hesaferð,
flennir Gert.
Ein finala í senn
Um dystin sjálvan helt
hann, at hesin í nógvar
mátar vísti styrkina, sum
EB/Streymur
hevur
í
løtuni.
- Moralurin hjá okkum er
í øllum førum í topp, nú tað
hevur gingið so væl. Hesa
ferð spæla vit ikki serliga
væl, men vit vinna kortini
trygt, og tað sigur nakað um
styrkina, haldi eg.
Og tað er kanska heldur
ikki so, at tit verða fjálturs-
stungnir, tá alt ikki koyrir
eftir vild?
Nei, slettis ikki. Vit
royna bara at spæla okkara
spæl, og í so máta er tað
nógv vert, at Ronnie nú
aftur er við okkum. Hann
megnar ofta at píska okk-
um víðari, og blíva vit við,
so vita vit, at málini nokk
skulu koma.
Longu nú hava tit vissað
tykkum,
at
endastøðan
verður tann besta í felags-
støðuni. Sikta tit framvegis
longur upp?
- Sjálvandi. Vit hava fýra
dystir eftir, og kunnu vit
vinna teir, so verða vit í
øllum førum nummar fýra.
Næstu ferð verður tað so
B36, og tá skulu vit geva
alt, um vit skulu hava stig
burturúr. Og soleiðis verð-
ur tað hvørja ferð. Tað er at
kalla finala hvønn dystin,
og hjá okkum ræður so
bara um at taka ein dyst í
senn, staðfestir Gert Han-
sen at enda.
Klokkureint
Egil á Bø átti seinasta málið
til 3-0, men tá høvdu
heimamenninir longu
punkterað linliga dystin á
Eiði mikudag
Mynd: Álvur Haraldsen
EB/Streymur-TB 3-0 (1-0)
1-0 Sorin Anghel, 34.
2-0 Gert Hansen, 51.
3-0 Egil á Bø, 77.
Dómari: Lassin Isaksen.
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen,
Andrzej Pacek, Fróði Clementsen, Jóhann á
Stongum - Bárður Olsen (Jákup Martin Joensen,
84.), Marni Djurhuus, Ronnie Samuelsen,Teitur
Joensen (Sonni L. Petersen, 72.) - Sorin Anghel
(Brian Olsen, 80.), Egil á Bø.
TB: Predrag Markovic - Predrag Zivkovic, Aca
Petrovic, Óli Johannesen, Jón Tórur Holm (Pætur
Holm, 64.) - Allan Poulsen (Búi Mortensen, 80.),
Aleksandar Jovevic, Einar Petersen, Allan Smede-
mark (Mortan Enni, 72.) - Dejan Tomic, Hallur
Christiansen.
GK: Aca Petrovic 70.
FAKTA