Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nú verður Johan neyvan tikin Svenski IM arin legði seg greitt á odda, tá ið hann vann á Hans Kristiani, meðan Heini tapti móti Helga, sum í sjeynda umfarinum fyri fyrstu ferð fekk fult TALV Jóannes Hansen Nú verður altjóða talv- kappingin, Klaksvík Inter- national, í Leikalund í Klaksvík skjótt liðug. Áttanda umfarið er á skránni hósdagin klokkan 17. Fríggjadagin klokkan 14 verður 9. umfarið, og klokkan 11 fyrrapartin leygardagin er 10. og sein- asta umfarið á skránni. Eftir sjeynda umfarið bendir alt á, at tað verður svenski IM'arin Johan Eriksson, sum fer at vinna og vánirnar fyri, at tað skal eydnast nøkrum av teimum trimum føroying- unum at røkka einum IM normi, eru einki serligar. Í 7. umfari var einki spart. Talan var um álops- talv. Allir vildu hava fulla úrtøku, og tað bar við sær, at einki talv endaði javnt. Johan Eriksson vann eftir 28 leikir á Hans Kristiani Simonsen, sum hevði hvíta fólkið. Tá ið teir møttust í 2. umfari, varð tað roknað sum gott úrslit, at Hans Kristian við hvíta fólkinum megnaði remis móti stinna svianum. Helgi Dam Ziska hevði mikudagin hvítt móti Heina Olsen. Fyri fyrstu ferð í hesi kappingini eydnaðist tað Helga at fáa fulla úrtøku. Teir totaðust í 61 leikir, áðrenn Helgi hevði vunnið. Í 2. umfari vann Heini á Helga. Við sigrinum tvífaldaði Helgi um sína úrtøku, og tað kann væl vera, at tað nú fer at eydnast honum at sleppa av aftasta plássin- um. Talvið fríggjadagin móti danska Jens Ove Fries-Nielsen verður rættuliga avgerandi. IM Eirik Gullaksen vann við hvíta fólkinum eftir 46 leikir á Jens Ove Fries-Nielsen, sum ikki hevur havt hepnið við sær í hesi kappingini. Tá ið teir hittust í 2. umfari, endaði talvið remis. Undan triði síðsta umfarinum var svenski Johan Eriksson hálvt ann- að stig frammanfyri teir næstu. Tí skal tað vilja meiri enn illa til hjá Johan Eriksson, sum hevur verið rættuliga sannførandi, um hann ikki væl og virðiliga skal gerast vinnari. Støðan undan trimum teimum seinastu umførun- um er henda: 1. IM Johan Eriksson 5,5 stig, 2. Hans Kristian Simonsen 4,0 stig, 3. FM Heini Olsen 3,5 stig, 4. IM Erik Gullaksen 3,5 stig, 5. IM Jens Ove Fries- Nielsen 2,5 stig og 6. Helgi Dam Ziska 2,0 stig. Í seinastu umførunum er skráin henda. 8. umfar hóskvøldið kl. 17: IM Eir- ik Gullaksen-Helgi Dam Ziska, FM Heini Olsen- Hans Kristian Simonsen og Jens Ove Fries-Niel- sen-IM Johan Eriksson. 9. umfar fríggjadagin klokk- an 14: IM Johan Eriksson- FM Heini Olsen, Hans Kristian Simonsen-IM Erik Gullaksen og Jens Ove Fries-Nielsen. Leyg- ardagin klokkan 11: Helgi Dam Ziska-Hans Kristian Simonsen, IM Eirik Gull- aksen-IM Johan Eriksson og FM Heini Olsen-IM Jens Ove Fries-Nielsen. Nr. 181 • fríggjadagur • 23. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo U23-kapping við bara føroyskum leikarum Í eini roynd at menna kvinnuhondbóltin hevur HSF gjørt av at skipa fyri eini serlig- ari U23-kvinnukapp- ing, har bert føroyskir leikarar kunnu taka lut HONDBÓLTSMENNING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hesi seinnu árini hava før- oysku hondbóltsliðini styrkt seg við útlendskum leikarum, og serliga hjá kvinnuliðunum hevur hetta havt við sær, at tað hevur verið truplari hjá ungum føroyskum leikarum at sleppa framat. Hondbóltssamband Før- oya hevur tí gjørt av at byrja eina serliga U23- kapping fyri kvinnur, har bert føroyskir leikarar kunnu luttaka. Fáa fleiri leikarar við Endamálið við U23-kapp- ingini er sjálvsagt fyrst og fremst at fáa ungar før- oyskar leikarar meiri við, og eisini at fáa fatur á yngri leikarum, sum koma av plássum, har einki veruligt kvinnulið er framman- undan. Kappingin verður skipað á tann hátt, at hon verður løgd nøkur vikuskifti, har spælt verður bert í U23- kappingini. Hetta merkir, at Sunset-kappingin liggur still hesi vikuskifti, og tí fara allir teir yngru leikar- arnir at verða tøkir til kapp- ingina. At tað bert eru føroyskir leikarar, ið kunnu taka lut í U23-kappingini, kann kanska tykjast sum um, at HSF ger mismun, men hetta verður víst aftur í hondbóltssambandinum. Sagt verður, at bæði í Noreg og Danmark eru slík- ar kappingar, og tær hava givið góð úrslit fyri lands- liðini hjá hesum londum. Til dømis kann nevnast, at tá ið EM fyri kvinnur var seinast, vóru tað júst Noreg og Danmark, sum endaðu á teimum báðum fremstu plássunum, hóast bæði lið- ini høvdu skift størsta part- in av liðnum út undan kappingini. Tí vónar HSF, at nýggja stigtakið kann styrkja mun- andi um føroyska kvinnu- landsliðið næstu árini. Nýggja U23-kappingin, ið HSF hevur tikið stig til, verður eitt kærkomið høvi hjá fleiri av yngru føroysku leikarunum, sum t.d. Ása Dam á Neystabø úr Neistanum á myndini, at vísa, hvør dugur er í teimum. Mynd: Álvur Haraldsen Venjarin hjá kvinnu- liðnum hjá Kyndli, Geir Wardum, heldur tað verða skelkandi, at Sunset-kappingin hjá kvinnum aftur í ár borðreiðir við fleiri vikuskiftum, har liðini skulu spæla dag um dag. Hann heldur hetta verða eitt tekin um, at ongin virðing er fyri kvinnuhondbóltinum KVINNUHONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tá ið Hondbóltssambandið hevði aðalfund í mai mánað í ár, var breið semja um, at okkurt skuldi gerast, so at kvinnukappingin komandi kappingarár skuldi ganga betur og helst skuldi sleppast undan at spæla dag um dag. Men herfyri bleiv skráin fyri kappingarárið 2005/2006 send feløgunum til viðmerkingar, og tá kundi Geir Wardum stað- festa, at tað vóru fleiri vikuskifti, har kvinnuliðini spæla dag um dag. Ógvuliga óheppið Geir Wardum vísir á, at trý tey seinastu vikuskiftini fyri jól, tá ið grundspælið endar, og liðini skulu býtast í meistara- og niðurflyting- arbólk, spæla liðini dag um dag, og tað kann verða ógvuliga óheppið. - Um til dømis vit fáa einar tveir spælarar meidd- ar í dysti leygardag við smærri skaðum, so er eing- in møguleiki fyri at fáa teir tøkar til dystin dagin eftir. Men um spælt var til dømis leygardag og so mikudag, so var betur møguleiki fyri at fáa spælararnar klárar aftur. Hetta kann gerast ógvuliga avgerandi í teim- um seinastu umførunum, tá ið stríðið um plássini er í hæddini, sigur Kyndla- venjarin. Geir Wardum greiðir frá, at tá ið skráin bleiv send fel- øgunum, var hann skjótur at gera sínar viðmerkingar til uppskotið og sendi tær í telduposti til HSF, men hann hoyrdi einki aftur. Ongin virðing fyri kvinnuhondbóltinum Kappingarstjórin hjá HSF, Jógvan Martin Mørk, sigur, at tað bert er venjarin hjá Kyndli, Geir Wardum, ið ikki kann taka undir við skránni fyri kappingina hjá kvinnum í ár. HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Jógvan Martin Mørk sigur, at øll feløgini, burtursæð frá Kyndli, á eykaaðalfundi seinast í august mánað tóku undir við uppskotinum til kappingarskrá, og at Kyndla-venjarin ikki fekk stuðul frá nøkrum í sínum sjónarmiðum. Líka fyri øll Kappingarstjórin vísir á, at tað hevur verið vanligt í fleiri ár, at VB hevur spælt norðanfjørðs eitt vikuskifti, og at vágskvinnur hava spælt dag um dag, meðan tær hava verið norðanfjørðs. Við nýggju kappingars- kránni spæla øll liðini av og á dag um dag, og tí kann sigast, at kappingin er líka fyri øll. - Nýggja U23-kappingin tekur fleiri vikuskifti í heyst, og tí er neyðugt í fleiri førum at spæla dag um dag fyri at fáa tað at hanga saman. Vit kundu sjálvsagt havt lagt fleiri dystir mitt í viku, men tað var breið semja millum feløgini um heldur at spæla tveir dystir nøkur vikuskifti. Kjakast var um skránna á eyka- aðlafundinum, men tað var bert venjarin hjá Kyndli, sum umboðaði havnarfelag- ið, ið ikki kundi taka undir við kappingarskránni, sigur Jógvan Martin Mørk. Breið semja um kappingarskránna