fríggjadagur 23. september 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 181 - 23. september 2005
29
UTTAN ÚR HEIMI
Vilja ikki eta
Fýra menn úr Kuwait, sum eru í amerikonsku fanga-
leguni í Guantanamo, eru farnir í hungursverkfall.
Verjarnir hjá teimum fýra fangunum siga, at menn-
inir ætla sær at halda fram við hungursverkfallinum, til
teir sleppa úr leguni. Teir krevja eisini at koma fyri
rættin, so teir kunnu sleppa at verja seg. Sakførarar
teirra siga við AP, at menninir eru sera illa fyri, og at
amerikanararnir hava gjørt av at tvingsilsfóðra tveir
teirra, tí annars er vandi fyri, at teir doyggja.
Tað eru ikki bara teir fýra kuwaitararnir, sum sýta
fyri at eta. Uppruna fóru 131 fangar í hungursverkfall,
men nú eru 36 eftir, sigur ein talsmaður hjá fangaleguni
í Guantanamo, sum hýsir umleið 500 monnum, sum
eru undir illgruna fyri at hava samband við yvirgangs-
felagsskapin al-Qaeda.
Fann gamla hópgrøv
Ein maður hevur funnið leivdir av beinagrindum í jørðini
nærhendis einum flogvølli uttan fyri týska býin Stuttgart.
Týsku myndugleikarnir siga, at talan er um beina-
grindir av fólki, og hildið verður fyri vist, at talan er um
leivdirnar av jødiskum tvingsilsarbeiðarum, sum vórðu
jarðaðir her undir seinna heimsbardaga. Tað er ikki
greitt, hvussu mong liggja jarðað her, men fyribils-
kanningar benda á, at talan er um minst tíggju fólk,
skrivar blaðið Spiegel.
Hópgrøvin varð funnin, tá menn skuldu leingja ein
flogvøll við Stuttgart, men nú er arbeiðið steðgað, tí ser-
frøðingar skulu kanna hópgrøvina og økið har um vegir.
Vatntrot í Beijing
Stórir partar av Kina hava ov lítið vatn, og eina ringast
stendur til í sjálvum høvuðsstaðnum Beijing.
Teir umleið 15 milliónir Beijing-búgvarnir brúka 750
milliónir rúmmetrar av vatni um árið. Upprunaliga
hevði býurin 16 stórar vatngoymslur, men tær flestu
eru tornaðar upp ella so illa dálkaðar, at nú eru bara
tvær eftir. Tað ger, at fólk mugu fáa vatn úr undir-
grundini. Men heldur ikki har er nóg mikið av vatni, og
tí noyðast myndugleikarnir at grava longri og longri
niður fyri at fáa fatur á vatni, skrivar AP.
Tað er ikki bara í Beijing, at trot er á vatni, og tí
arbeiða kinesisku myndugleikarnir við nøkrum risa-
stórum verkætlanum, sum skulu tryggja fólkinum nóg
mikið av vatni. Einastaðni eru teir í ferð við at gera
eina byrging, sum verður tann størsta í heiminum, og
sum skal útvega bæði vatn og elorku. Aðrastaðni eru
teir í ferð við at grava langar veitir.
Men tað er kostnaðarmikið at útvega teiumum nógvu
kinesarunum vatn. Heimsbankin sigur, at minst 400 av
teimum 669 stóru býunum hava ov lítið vatn, og at tað
fer at kosta einar 600 milliardir krónur at útvega teim-
um nóg mikið av vatni. At høvuðsstaðurin er serliga
meint raktur kemst fyrst og fremst av, at býurin er
vaksin sera nógv, og framburðurin í samfelagnum hev-
ur eisini havt við sær, at fólk brúka nógv meiri vatn nú
enn fyrr.
Onga neyð
Svenski forsætisráðharrin, Göran Persson, fer ikki at
líða nakra neyð, tá hann ein dagin ger av at taka seg
burtur úr politikki.
Persson hevur verið forsætisráðharri í næstan tíggju
ár, og frammanundan var hann skúla- og fíggjarmála-
ráðharri í næstan fýra ár. Tað ger, at hann fær 116.000
krónur í pensjón um mánaðin tað fyrsta árið, eftir at
hann fer frá og síðani 56.000 krónur um mánaðin á
hvørjum ári. Tað merkir, at livir hann, til hann verður
80, fær hann 16 milliónir krónur í pensjón í nútíðar
krónuvirði, skrivar Aftonbladet.
Kona Person, Anitra Steen, er heldur ikki fyri ong-
um, tá tað snýr seg um pensjón. Áðrenn hon gjørdist
stjóri í svensku rúsdrekkasøluni, var hon ríkisskrivari
og aðalstjóri í skattastýrinum. Aftonbladet skrivar, at
hetta fer at geva henni 24 milliónir krónur í pensjón,
um hon livir, til hon verður 80.
Sostatt fáa tey bæði 40 milliónir krónur, um tey liva
so leingi, og tá eru møguligar privatar pensjónsskipanir
ikki taldar við.
Afturtøkan úr Gaza-
geiranum hevur elvt
til eina uppgerð í
Likud-flokkinum hjá
Ariel Sharon, forsæt-
isráðharra
ÍSRAEL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Sunnudagin fæst kanska at
vita, hvør er tann sterki
maðurin í ísraelska stjórn-
arflokkinum, Ariel Sharon,
forsætisráðharri, ella fyrr-
verandi forsætisráðharrin
Benyamin Netanyahu.
Í apríl næsta ár verður val
til ísraelska tjóðartingið,
men longu sunnudagin skal
Likud taka støðu til, hvør
av teimum báðum skal
mynda flokkin hetta til
valið. Úrslitið fer at vísa,
hvør er tann sterki maðurin,
skrivar Jerusalem Post.
Benyamin Netanyahu var
fíggjarmálaráðharri, men tá
stjórnin samtykti at flyta
jødisku niðursetufólkini úr
Gaza og at taka herin hað-
ani, fór hann frá fyri at
mótmæla avgerðini. Hann
fær stuðul frá høgravongin-
um í Likud, og hann hevur
boðað frá, at hann ætlar sær
at royna at fella Sharon.
Netanyahu hevur eisini
kravt, at valið verður fram-
skundað til í heyst.
Politiskir eygleiðarar í
Ísrael siga, at tað kann væl
vera, at Sharon vinnur á
Netanyahu
sunnudagin,
men at tað kortini verður
Netanyahu, sum verður for-
sætisráðharraevni
hjá
flokkinum.
Tann
stóri
spurningurin er, um taparin
sunnudagin fer at stovna
sín egna flokk. Hendir tað,
er tað einki minni enn ein
politisk spreinging, siga
eygleiðararnir.
Politisk spreinging á veg í Ísrael
Ein tann ringasta ódnin
nakrantíð
Ódnin "Rita" er ein
tann harðasta, sum
fólk vita um at siga,
og meiri enn ein
millión fólk eru flýdd
undan henni
VEÐUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tropiska
ódnin
"Rita"
versnar altsamt. Í gjár
flokkaðu amerikonsku veð-
urmenninir hana í flokki
fimm, sum er tann ringasti.
Tá var vindferðin í ódnini
var upp í 265 kilometrar
um tíman ella meiri enn 70
metrar um sekundið, og
kanningarnar bendu á, at
vindurin bara vaks.
Samstundis var greitt, at
"Rita" fer at hava øðiligt
avfall við sær, tá hon kemur
inn yvir land. Metingarnar
siga, at avfallið verður um
300 millimetrar, men tað
kann væl henda, at tað verð-
ur meiri enn so. Amerik-
anski ódnarstovnurin ávarar
eisini um, at alduhættin við
strondina verður um 10
metrar í meðal, og at tað
lága trýstið fer at gera, at
sjógvurin verður fleiri metr-
ar oman fyri tað vanliga.
Framrokningarnar vísa,
at "Rita" fer í land í lands-
synningspartinum av stat-
inum Texas, ímillum býir-
nar Brownsville og Hous-
ton, og helst verður tað bý-
urin Corpus Christi, sum
fer at standa fyri skotum
fyrst. Tað verður ætlandi
eina ferð í nátt, og haðani
breiðir ódnarveðrið seg inn
yvir land í morgin.
Undantaksstøða
Myndugleikarnir í Texas
hava fyrireikað fólkið til
ódnina, og teir hava givið
teimum, sum búgva fram
við strondini, boð um at
fara haðani. Í gjár var
ferðslan sera tøtt á vegun-
um norðureftir, og hildið
verður, at meiri enn ein
millión hava gjørt eftir
áheitanini um at rýma.
George W. Bush, forseti,
sum sjálvur er úr Texas,
lýsti gjáramorgunin statir-
nar Texas og Louisiana í
undantaksstøðu. Kunngerð-
in frá forsetanum kom, stutt
eftir at veðurstovan hevði
boðað frá, hvørji øki eru í
serliga stórum vanda. Eitt
teirra er býurin Galveston í
Texas, sum fór sera illa av
einari ódn í 1900. Næstan
12.000 fólk doyðu ta
ferðina, og hetta er tann
ringasta náttúruvanlukkan í
USA nakrantíð.
Tað verður ikki hildið, at
"Rita" fer at raka Louisiana
líka meint, sum "Katrina"
gjørdi fyri fýra vikum
síðani, men vandi er kortini
á ferð har, tí nógvastaðni
eru menn ikki lidnir at um-
væla skaðarnar, sum hendu
tá. Tí hava myndugleikarnir
í New Orleans biðið fólk
fara úr býnum.
Amerikanarar flýggja aftur undan einari tropiskari ódn, sum kann gerast tann ringasta nakrantíð