Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 181 - 23. september 2005 Spaðar 5 í REX Vælumtókti bólkurin hjá Joen Magnusi Danielsen og Ólavi Øster Spaðar 5 spælir leygarkvøldið til dans í REX. The grand old man í føroyskum tónleiki Ólav- ur Øster hevur í 30 ár verið millum Føroya all- ar bestu gittarleikarar, meðan Joen Magnus hevur verið ein markant songrødd á føroyska tónleikapallinum síðan fyrst í 90’árunum. Í Spaðar 5 møtast hesir báðir í eini frálíkari sam- anseting, sum stuðlað av einum góðum bólki megnar at fylla eitt hvørt dansigólv. Hetta kvøldið er 25 ára aldursmark í REX. Fríggjakvøldið er REX karmur um 80’ára disco- teque við Ottar í Funn- ingsstovu. nud Kært barn har mange navne Fríggjakvøldið og leyg- arkvøldið spælur ein bólkur ið kallar seg Leik- menn í Café Nattúr. Hetta er ein partur av bólkinum "EGR2PLZ", sum eisini er kendur sum "Orkestriiiið her vestriii" ella "Four Aces", sum uppaftur er ein partur av nú burturgingna bólkin- um Fluffy Toys. Leikmenn eru báðir gittarleikararnir í oman fyri nevndu bólkum, Bjarti og Dagfinn. Teir fara at spæla góðan kendan tónleik, bæði gamlan og nýggjan, og uttan iva man 1 veit iiii fara at verða millum løg- ini. nud Holgar og Vill- menn í Havn Undirsjóvartunnilin mill- um Vágarnar og Streym- oynna, hevur havt nógv at týða fyri vágafólk og tey sum skulu til Vágar- nar. Men hetta vikuskift- ið verður tunnilin nýttur til útflutning av Føroya bestu kontripunkarum, og ja, Glitnir verður ong- antíð tað sama aftur. Bæði fríggja- og leyg- arkvøldið spæla Vill- menn í Glitnir.Teir lova havnarfólki eina rúgvu av slagarum, kontri, rokk og tað meira fólksliga. Vágasound hevur fing- ið ein heilt nýggja di- mensión í Villmonnum, hetta er ivaleyst Føroya garrvillasti dansibólkur, á G! og MjúS vóru teir frálíkir, nú fyrireika teir seg til Global Battle og the Bands og eru í topp- formi. nud Gestir næstan lidnir Gestir eru næstan lidnir við upptøkurnar av fløg- uni "Burtur frá Toftun- um". Nú verur fari til London, har 3 Gestir og tøkningurin hjá teimum Jens L. Thomsen búgva, at leggja síðstu hond á upptøkurnar. Gestir vóru fyrr í mán- aðanum í Lundgaard upptøkuhølunum í Vejen í Danmark, og tóku fløg- una upp. Væntandi kem- ur fløgan út seinni í ár. nud 2x Signar á Sandi Leygarkvøldið fáa sand- ingar og sandoyingar annars høvið at hoyra Signar í Homrum ikki færri enn tvær ferðir, fyrst í Texas og síðan saman við bólkinum Rok í Virkinum. Signar, ið gjørdist heimskendum í Føroyum við bólkinum Kjølum, hevur seinastu árini verið virkin, sum einstaklingur og í ROK. Í Prix Føroy- um í ár, vístu Rok, at teir eisini meistra lagaskriv- ing. Signar spælir í Texa frá kl 21.00 til kl 23.00. Síðan fara Rok at spæla til dans í Virkinum. nud Bókadeild Føroya Lærarafelags og Før- oya Skúlabókagrunn- ur hava í felag givið út sangbókina KULAR RØTUR við sangum eftir Steintóri Rasmussen o.ø. Edward Fuglø hevur myndprýtt sermerktu útgávuna NÝGGJ SANGBÓK Á jólum 1999 kom tann fyrsta av trimum fløgum við Kulum Rótum. Nógvir av sangunum gjørdist alt fyri eitt sera væl umtóktir, og skjótt var fyrsta fløgan uppseld. Alt árið 2000 varð nógv spurt eftir teimum væl umtóktu Kulu Rótun- um, og saman við góðu vinunum Trølla Pæturi, ommuni og Nósa varð sungið og dansað fyri børn- um í øllum aldri. Til jóla tað árið kom so onnur fløg- an. Summarið 2001 fóru Kulu Røturnar eina minni- liga ferð til Grønlands, og eftir tað fóru trøll og børn spakuliga hvør til sítt. Kanska var orsøkin, at Trølla Pætur var vorðin filmsstjørna, og ein av kulu rótunum, Brandur Enni, barnastjørna. Men ein fløga kom kortini afturat í 2002. Skjótt gongur tíðin. Men Kular Røtur eru ikki gula- røtur. Tær spillast ikki eins og vanligar røtur og plant- ur, og tíðin hevur víst, at sangir sum "Hon er omma mín", "Karin", "Vera" og "Tey kalla meg Babe" eru vorðnir fólkaogn. Í nýggju sangbókini við gyltari permu eru 29 sangir við nótum og besiffringum, sum Magni Husgaard hevur gjørt. Edward Fuglø hevur sniðgivið og myndprýtt og prentvirkið Cre8 hevur brotið um og greitt bókina til prentingar. KONSERT tíðindaskriv Í samband við Heystfram- sýningina í gomlu stál- goymsluni á Tórshavnar Skipasmiðju, verður kon- sert sunnudagin 25. sep- tember kl. 16.00, har ið limir úr Aldubáruni fara at borðreiða við tónleiki. Tón- leikurin er allur skrivaður í 20. øld, byrjandi við franska tónaskaldinum Claude Debussy og so ein perlurøð av mætastu nú- tíðartónaskøldum, m.a. Berio, Krenek og Kurtag. Aldubáran er mannað eitt sindur annarleiðis hesu- ferð. Bert trý fólk. Floyta, trombon og guitar. Vegna tess, at regluligi floytuleik- arin Andrea Heindriks- dóttir er stødd uttanlanda, hevur Bernharður Wilkin- son játtað at vera við á floytuni. Bernharður er mest kendur her heima sum dirigentur hjá Føroya Sym- foniorkestri, men er hann framúr floytuleikari og hevur ferðast víða um við sínum floytukynstri. Bern- harður byrjaði longu sum smádrongur at syngja í Westminster Choir. Síðani gekk hann á Royal Man- chester College of Music. Sum kamartónleikari hevur hann framført í m.a. Wig- more Hall, Carnegie Hall, Sydney Opera House. Andras Olsen á trombon og Ólavur Jakobsen á gui- tar, fáa gleðini av hansara royndum og samstundis høvi at royna tann serstaka akkustikkin, ið er í hølun- um á Skipasmiðjuni. Andras er júst undir fyri- reikingum til endaligu kon- sertini á Kongaliga Tón- listarskúlanum í Keyp- mannahavn, har ið hann í vár hevur sokallaða debut- konsert. Hetta er próvtøkan og er tað ein almenn kon- sert. Andras fer at framføra partar av hesi konsert og býðst høvið at hoyra m.a. sera tórføra og krevjandi verkið Sequensa hjá italiu- manninum Luciano Berio. Framsýningin og kon- sertin er í grøna bygning- inum. Inngongdin er sunn- anfyri. Høvið er sjálvandi at skoða framsýningina í steðginum á konsertini. Ókeypis atgongd er til kon- sertina. Framsýningin verður leygardagin kl. 15.00 og tá fer Andras Olsen at fram- føra á trombonini. Konsertin við Aldubár- uni er sunnudagin kl. 16.00 Aldurbárin á heystframsýning Í vikuskiftinum 21.- 23. oktober 2005 skip- ar MáF saman við Havnar Sjónleikara- felag fyri verkstað- num "Ferð gandakal- sins" í Sjónleikarhús- inum. Skeiðið er ætl- að øllum sjónleikar- áhugaðum yvir 15 ár SJÓNLEIKUR Við improvisatiónum, spæli og dansi fara lut- takarnir á skeiðnum at lata hurðina upp inn til grím- unar máttmikla heim, har tey fara at rannsaka tvey sløg av grímum: Ta neu- tralu og ta arketypisku. Kenslunar mál Í mong hundrað ár hevur gríman um allan jarðar- knøttin verið hildin at vera heilag, og náttúrufólk, sha- manar, gandakallar og - kvinnur hava brúkt hana sum eitt sambindingarlið til gudanna og and-anna heim. Ígjøgnum grímuna tosar menniskjað kenslunar mál. Tað eru stóru kreftirnar, ið leika á, vreiði gudanna, girndarhugur djóranna ella djúpasti longsul menniskj- ans, sorg og kærleiki. Tað kann vera gandakend roynsla at geva seg undir grímuna og lata hana leiða grímuberan hagar, hon vil. Lærarar á skeiðnum eru 24 ára gamla Anna Katrin Egilstrøð av Eiði, sum síðan 1994 hevur fingist við sang, dans, teatur og framførslu í Danmark og Føroyum. Hon býr í Keyp- mannahavn, har hon er dukkuførari, grímuberi, dukkumakari og forsangari í miðaldarorkestrinum "Virelai". 32 ára gamla Annemarie Jeppesen, sum seinastu 10 árini hevur verið dukku- førari, sjónleikari, instruk- tørur og teksthøvundur, og í dag er partur av dagligu leiðsluni í Scene1 í Keyp- mannahavn. 30 ára gamla Anne Louise Munch, autodidakt multilistakvinna, sum alla sína tíð hevur arbeitt við tónleiki, teatri, skaldskapi og listahandverki. Í løtuni er hon listafólk á Scene1, klarinettistur í bólkinum SUNA og listahandverkari í "Q-smiðjuni" í Christiania. Stað: Sjónleikarhúsið í Havn Tíðir: Fríggjadagin 21. oktober: kl. 19.00-21.30 Leygardagin 22. oktober: kl. 10.00-17.00 Sunnudagin 23. oktober: kl. 10.00-15.00 Kostnaður: kr. 600,00. Íroknað prísin er undir- vísing, døgurði og kaffi. Tilmelding: Hjá MáF, 315624 ella maf@maf.fo í seinasta lagi 7. oktober 2005. Luttøkan er avmarkað. Meira fæst at vita frá MáF, tlf. 315624. Grímuleikur: Ferð gandakalsins Kular Røtur út sum sangbók Á sjónleikaskeiðnum "Ferð gandakalsins" fara luttakarnir at granska gátaføra heimin hjá grímuni 29 av teimum væl umtóktu Kular Røtur sangunum eru við í snøggu nýggju, sangbókini við gyltari permu Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið