Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-23, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. september 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 181 - 23. september 2005 Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo Magiskur mýkingarstólur Áhaldandi pína og spenningar í nakka og ryggi fingu til endan Anitu Dam at royna tann sonevnda Dr. Magic mýkingarstól- in. Viðgerðin hjálpti so væl, at Anita gjørdi ikki mætari, enn at hon keypti sær ein mýkingarstól frá Ergo og Hjálpartólamið- støðini. - Eg vildi gera mítt til at onnur kunnu fáa somu góðu hjálp, sum eg fekk, sigur Anita MÝKISTÓLUR Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Hendan dagin, vit vitja inni á viðgerðarstovuni hjá Anitu í Nólsoyar Pálls gøtu í Klaksvík, er Mása Trónd- heim komin at fáa mýking í stólinum. Mása hevur skrivstovuarbeiði, og síðani hon byrjaði í starvinum fyri trimum árum síðani, hevur hon oftari og oftari kent seg stíva og eyma í herðum og lendum. Finnur eym støð – Fleiri av mínum starvsfe- løgum fáa regluliga mýking í stólinum. Tey hava latið so væl at, at eg helt, at eg eis- ini skuldi royna, sigur Mása og setur seg í stólin. Ein minuttur gongur, meðan stólurin stillar seg inn eftir hæddini og kropsbygnaðin- um hjá Másu. Út frá einum handtaki, sum Mása heldur í hondini, mátar stólurin pulsin og finnur soleiðis fram til tey eymu støðini á kroppinum, sum samstund- is verða at síggja á einum telduskíggja. Á skíggjanum byrja nú fleiri punkt runt lendarnar at blinka, og spakuliga byrjar stólurin at mýkja. - Eg fái eitt sindur ilt tey eymu støðini, har stólurin tekur rættiliga djúpt. Runt um herðarnar kennist tað, sum at vøddarnir verða toygdir heilt út, sigur Mása, meðan tað týðiliga sæst, hvussu mýkirørslurnar fara ígjøgnum alla kroppin. Eftir bert 15 minuttir hevur stólurin mýkt hvønn ein- asta vødda í kroppinum, heilt frá hárbotninum niður undir iljarnar - Hetta følist ótrúliga gott - serliga aftaná, sigur Mása. Hetta er aðru ferð hon roynir stólin, men avgjørt ikki síðstu ferð, sigur hon. Pínan hvarv Eymir vøddar og spenning- ar í kroppinum kunnu fáa sera óhepnar fylgjur. Letur tú standa til, verða spenn- ingarnir sum frá líður ofta til so álvarsliga pínu, at tú illa fært virka í gerandis- degnum. Kortini eru tað mong, sum halda seg bara vera grenjut, tá tey eymka seg um vøddaspenningar. Nakað soleiðis hugsaði flakakvinnan Anita Dam eisini, tá fyrsta pínan í ryggi og nakka byrjaði at gera vart við seg. Sum frá leið gjørdist pínan so ring, at Anita varð noydd at gevast at arbeiða og fekk illa gjørt vanligt húsligt ar- beiði. - Eg royndi alt møguligt, men tað virkaði ikki, sum at nakað hjálpti nóg væl. Eitt sindur av tilvild hoyrdi eg um Dr. Magic mýkingar- stólin og helt, at eg skuldi royna. Eftir bert fáar ferðir í stólinum, varð pínan linnað so mikið, at eg fekk gjørt tað mesta av tí húsliga aft- ur, sigur Anita. Eftir at hava tikið skeið í, hvussu stólurin virkar og skal brúkast, byrjaði hon sjálv at bjóða viðgerðina fram. - Eg setti mær fyri at gera mítt til, at onnur kunnu fáa somu góðu hjálp , sum eg fekk. Eg veit, at tað eru nógv, sum ganga og pínast uppá sama máta, sum eg gekk, og pínan fer also ikki burtur av sær sjálvum. Heldur tvørturímóti, sigur Anita. Hon greiðir frá, at pínan sum frá líður verður ein ónd ringrás, tí jú meir pínu, tú hevur, jú meir spennir tú í vøddunum, sum ger pínuna uppaftur verri. Enn kann Anita ikki átaka sær eitt arbeiði, har hon skal standa uppi allan dagin, men pínan er horvin, og tað hevur alt at siga. - Øll áttu veruliga at unt sær eina løtu í mýkingar- stólinum, sigur Anita av- gjørd. Tey allarflestu kunnu nýta Dr. Magic mýkingarstólin, sum hevur fýra ymisk programmir at velja ímillum, ið kunnu lagast til tørvin hjá tí einstaka. Um tú hevur hug at royna ella vilt vita meira, er Anita Dam at hitta á tlf. 443336 ella 222152 Anita vísir Másu, hvørji serliga eym støð á koppinum stólurin hevur leitað seg fram til við at máta pulsin. Mynd av kroppinum verður víst á lítla telduskíggjanum á stólinum Eftir eitt korter í Dr. Magic mýkingar- stólinum er hvør einasti vøddi mýktur væl og virðiliga - líka frá hárbotninum niður undir iljarnar