Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sunnudagin klokkan 15 verður konsert í Porkeri. Har fara musikskúlanæmingar og limir í Ælabogan- um at spæla saman TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Klokkan 15 sunnudagin 25. september verður konsert í skúlanum í Porkeri, har Ælabogin og næmingar í musikkskúlanum fara at spæla saman. Vikuskiftið verður eitt venjingar og hugnaviku- skifti, har leikararnir venja og hugna sær. Og limirnir í Ælaboganum skulu sjálv- sagt eisini bussferð at síggja Suðuroynna. Tá sunnudagurin kemur, end- ar vikuskiftistiltakið við al- mennari konsert í Porkeri. Tað eru leiðarar fyri Æla- bogan og leiðarar fyri Musikkskúlan í Suður- oynni, sum longi hava havt ætlan um slíkt tiltak, har Ælabogin kemur á vitjan, og sunnudagin sleppa áhugaðir lurtarar at hoyra, hvat kann fáast burturúr slíkari felagsvenjing eitt heilt vikuskifti. 2 Nr. 182 - 24. september 2005 TUNNILSTRYGD Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fríggjamorgunin stóðu langar bíðirøðir við tunn- ilsmunnarnar báðu megin Vágatunnilin. Orsøkin var, at bummarnir vóru av sær sjálvum farnir fyri. Á løgreglustovuni í Havn kunnu teir lata bummarnar uppaftur, men tað er ein trygdarskipan, sum ger, at bummarnir fara fyri av sær sjálvum. Teir høvdu arbeitt í tunl- inum um náttina - men tá bummarnir fara fyri, so má løgreglan tryggja sær, at alt er í lagi. Tí fóru ein løgreglubilur við útrykningi úr Havn at staðfesta, um alt var í lagi. Og alt var í lagi, so eftir ein hálvan tíma ella so, kundi løgreglan lata tunnilin upp- aftur. Bummarnir fyri í Vágatunlinum ÓHAPP Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Seinnapartin hósdagin rendi ein bilur hjá NCC á Chek in skúrin hjá Smyril Line á Eystaru Bryggju í Havn. Tá bilurin koyrdi fram við skúrinum, varnaðist bilførarin ikki, at ein síðu- lúka stóð opin. Í tí hann fer fram við skúrinum, rakar lúkan í hornið og brýtur fyri sær, m. a. ein rút í skúr- inum. Av politstøðini í Havn verður sagt, at talan var um eitt hendiligt óhapp. Bilur- in var skrásettur í Noreg, og tryggingarviðurskiftini vóru í lagi. Ælabogin í Suðuroynni Ælabogin vitjar Suðuroynna um vikuskiftið og fer at spæla til konsert saman við musikk- skúlanæmingum Borivognur rendi á Chek in skúrin Chek in skúrurin hjá Norrønu fekk nakað av skaða, tá síðulúkan á bilinum hjá NCC tók í skúrin Mynd: Jens Kristian Vang