leygardagur 24. september 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 24. september 2005
3
Eli Smith í Snarskivuni
Eli Smith er royndur
og eisini sermerktur
listamaður, ið seinnu
árini hevur lagt seg
eftir at mála við
føroyskum litum, ið
hann væl at merkja
sjálvur framleiðir úr
føroyskum gróti. Eli
fyllir 50 ár sunnudag-
in og framsýningin,
sum hann í løtuni
hevur í Snarskivuni í
Havn, er partvís fyri
at seta ein varða við
dagin
LIST
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Eli Smith sýnir í hesum
døgum fram í Snarskivuni.
- Sýningin er partvís ein
markering av, at eg nú fylli
50 ár, sigur Eli, sum fyllir
50 sunnudagin.
Eli er gamal í garði sum
listamaður, men seinnu
árini hevur hann lagt seg
meira eftir listini og seinni
árini hevur hann burturav
málað. Eisini hevur hann -
sum kanska hin eisnasti í
Føroyum - eina rullandi
málistovu. Hann hevur
innrættað sær ein stóran
vøruvogn til endamálið.
Myndevnini skifta, men
gjøgnumgangandi er, at
talan er um náttúrulýsingar.
Spógvin og spógvareiður
hava verið myndevni ella
tema, men hann er nú farin
eitt sindur frá hesum og nú
eru fjallalandsløg at síggja.
Ofta expressionistisk.
- Men fyri tað kann
spógvin koma aftur. Eyguni
síggja alla tíðina okkurt
nýtt, sigur Eli Smith.
Ger litir sjálvur
Men eitt, sum av álvara set-
ir Eli á sína egnu hill innan
føroyska málningalist, eru
litirnir.
Hann ger nevniliga litir-
nar sjálvur. Eli hevur
skrivað eina stuttsøgu, har
hann sjálvur hegnisliga
lýsir hendingina, ið gjørdi,
at hann fekk eyguni upp
fyri møguleikanum at gera
og nýta føroyskar litir.
Í stuttum er søgan tann,
at Eli ein dag fór til Nóls-
oyar í báti við familju úr
Danmark. Tey skuldu setast
av sunnast á oynni og
ganga heim til bygdina. Á
veg út legði Eli til merkis
reyða litin í fjallasíðuni í
Hósmøl. Nakað hann eisini
hevði sæð í Suðuroynni.
Eli setir ferðafólkini av
og siglir mótvegis bygdini
og kemur framvið Hósmøl.
Hann hevur góðar stundur,
fiskar, men fær so trupul-
leikar við motorinum. Tað
eydnast honum at koma í
land á Hósmøl. Og meðan
hann bíðar eftir hjálp, nýtir
hann tíðina at kanna grótið
nærri. Royðugrót í ymsum
litum og hann takkar Guði
fyri slíkar signaðar løtur í
friði, og har hann so enntá
eisini hevur fingið eyguni
upp fyri hesum nýggja
møguleika inn litevning.
Eli tekur grót við sær og
vitjar fleiri ferðir aftur, og
eftir nógvar royndir at
framleiða litir, kemur hann
fram til góð úrslit.
Soleiðis er søgan í stutt-
um um, hví Eli sum hin
einasti í Føroyum nýtir litir
úr føroyskum tilfari.
Egyptaland
Onnur hugvekjandi søga í
samband við litirnar er, at
summi halda litir og list
minna
um
myndir
úr
Egyptalandi og nøkur, ið
hava sæð holumálningar,
koma at hugsa um hesar.
- Mamma mín kom eina-
ferð við einum endurprenti
av mynd úr Egyptalandi og
vit funnu útav, at hetta eru
somu litir, sum eg fái fram
úr føroyska grótinum, sigur
Eli, sum eisini hevur spurt
jarðfrøðingar, og teir meta,
at møguleiga er talan um
sama tilfar í litframleiðsl-
uni.
Eli hitti herfyri fólk, sum
hevði sæð holumálningar í
Spania og helt teir minna
ikki sørt um litir og list hjá
Eli. Tí ætlar hann sær ein
túr til Spania komandi ár,
har holulist m.a. er at
síggja.
At Eli hevur innrættað
sær bil til málningaverkstað
gevur honum frælsi og
ótømandi møguleikar at
ferðast í náttúruni, sum jú
er størsti íblásturin. Honum
dámar væl at koyra og
ganga so mikið langt, at
hann kemur burtur frá
fólki, so til ber at njóta nátt-
úru og stilli, ið har valdar.
Í løtuni er bilurin upp á
Vatnaskørðum, og Eli ar-
beiðir í løtuni við myndum
til frímerki.
Mist
Í mong ár vóru Ólavur á
Váli og Eli Smith listafel-
agar. Teir teknaðu, málaðu
og sýndu fram í felag. Tá
Eli fyri stuttum misti Ólav,
svágin, var tað ein smeitur,
ið kom brádliga, men so-
leiðis er lívið.
Í løtuni hanga 20 máln-
ingar hjá Eli Smith í Snar-
skivuni og teir hanga fram
til 24. oktober. Til ber eisini
at
vitja
heimasíðuna
www.eli.fo
Søkt verður eftir flogskiparum til flogførini
hjá Atlantic Airways.
Krøv
Umsøkjarar skulu hava Commercial Pilot
License (CPL), hava staðið prógv til Airline
Transport Pilot License (ATPL) og Instrument
Rating Multi Engine (IRME).
Skrivlig umsókn við prógvum og viðmælum
skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10.
oktober 2005. Nærri upplýsingar kunnu fáast
hjá Hans Hansen, flogovasta, á tlf. 21 31 72
ella e-mail: hans@atlantic.fo.
Umsókn skal sendast til Atlantic Airways, att.
Hans Hansen, Vága floghavn, 380 Sørvágur.
Flogskiparar til Atlantic Airways
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka við heimstaði í Sørvági.
Umleið 140 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, og árligi
umsetningurin var 234 milliónir krónur í 2004. Atlantic Airways hevur
fýra flogfør og tvær tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja
rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og grannalond-
unum Onglandi, Skotlandi, Íslandi og Noregi. Virksemið veksur í
øðrum londum, og umleið ein triðingur av inntøkunum kemur úr
útlondum. Tyrlurnar røkja ferðasamband til útoyggjarnar, og
bjargingartyrlan stendur á varðhaldi alt samdøgrið.
www.flyfaroe.com
Munters produktini avfukta kølirúm, frystirúm
og
aðrar
goymslur,
produktiónshølir,
teknikkrúm, turkirúm, garagur, loftsrúm og
kjallarar við kondenstrupuleikum, eins og
onnur hølir har fukt ella kondens kann gera
skaða, ella eitt turrari umhvørvi er eitt ynski
ella krav.
Á Hjalla 15 – Boks 1338 – FO 110 Tórshavn
Tlf. 31 58 90 – Fax. 31 35 00
Mail: henrik@alma.fo