leygardagur 24. september 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 182 - 24. september 2005
Valdi at liva í
ljósinum
Eini 100 fólk vóru
komin saman í bygn-
inginum hjá Føroya
Tele hóskvøldið at
hoyra svenska sløkki-
liðsmannin, Lassa
Gustavsson, greiða frá
um sítt lív. Eitt lív, ið
er sera nógv merkt av
eini arbeiðsvanlukku
fyri 24 árum síðani
FYRILESTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Bæði hjá pedagogum, lærar-
um og fyrilestrarhaldarum
er tað ofta ein lyklaspurn-
ingur, hvussu man fangar
áhoyrararnar, tá ið man
stillar seg upp at halda ein
fyrilestur ella greiða frá
onkrum. Soleiðis er tó ikki
hjá
Lassa
Gustavsson.
Herviliga vanlukkan í 1981,
tá ið tjúgu tons av propanga-
ssi gjørdust til eld, hevur sett
síni sjónligu tekin á svian,
og óansæð um vit vilja góð-
taka tað ella ikki, so kunnu
vit ikki lata verða við at
hyggja at einum manni, sum
er so nógv skaddur av eldi.
Lasse slapp tó betur frá van-
lukkuni enn ein starvsfelagi
hansara, ið lat lív.
Nógv eftirspurdur
Tað er Klaksvíksprestur,
Hans Eiler Hammer, ið
hevur fingið Lassa Gust-
avsson til Føroya. Hans
Eiler var á skúla í Noreg, og
har hoyrdi hann um svian.
Hann setti seg í samband
við Lassa Gustavsson, og í
samstarvi
við
ymiskar
sponsorar bar so til at fáa
nógv umbidna fyrilestrar-
haldaran hendanvegin.
At áhugin fyri at hoyra
Lassa Gustavsson greiða
frá, hvussu hann kom víð-
ari í lívinum hjá sær eftir
vanlukkuna, er stórur, er
sjón fyri søgn. Sambært
Hans Eiler Hammer vóru
ikki færri enn 20.000 norð-
menn til fyrilestur hjá svi-
anum í fjør.
Lasse Gustavsson hevði
fyrilestur í Ósaskúlanum í
Klaksvík mikukvøldið, og
tá vóru ikki færri enn 175
fólk og lýddu á, og hós-
kvøldið vóru tey gott 100 í
tali í Havn.
Nógv krógva seg
Lasse Gustavsson er upp-
runaliga útbúgvin innan
evnafrøði, men eftir at hann
av tilvild var fyrstur á
staðnum í sambandi við
eina
ferðsluvanlukku
í
heimbýnum
Gøteborg,
gjørdist honum greitt, at tað
rætta hjá honum var at ar-
beiða við bráðfeingishjálp
og menniskjum.
- Ein bilur bleiv árendur,
og ein ung kvinna sat føst í
bilinum. Eg fór beinan veg-
in til hana, og tá hoyrdi eg
eisini eitt heilt lítið barn
stórgræta á baksetrinum.
Sum gamal skóti dugdi eg
fyrstuhjálp, og eg fekk
bæði kvinnuna og barnið úr
bilinum, og tey komu væl
frá óhappinum. Eftir at tey
vóru farin avstað í sjúkra-
bili, kendi eg meg mestsum
í einum rúsi, og tá visti eg,
hvørja leið eg skuldi ganga,
greiddi Lasse Gustavsson
frá á fyrilestrinum.
Í Gøteborg var bygnaður-
in tá tann, at fólk arbeiddu
bæði sum sløkkiliðsfólk og
portørar samstundis, og
Lasse søkti inn á hesa út-
búgving. Hann slapp inn og
fór at arbeiða, men hann
hevði ikki verið í yrkinum
leingi, tá ið vanlukkan
hendi.
Lasse Gustavsson, sum
var einans 24 ára gamal, tá
ið hann bleiv brendur, lá á
sjúkrahúsi í umleið eitt hálvt
ár, men við góðari hjálp frá
vinum og familjum kom
hann fyri seg og valdi at liva
víðari í ljósinum.
- Tá eg sigi, at eg valdi at
liva víðari í ljósinum, so
meini eg við, at tað eru
nógv, sum eru í somu støðu
sum eg og hava sjónlig
tekin eftir eldsskaða, ið av
tí sama krógva seg og koma
lítið út millum fólk. Tað vil
eg ikki, og sjálvt um eg
veit, at fólk hyggja nógv
eftir mær, so hugsi eg ikki
um tað sjálvur longur, segði
Lasse Gustavsson.
Vanlukkan og sjúkra-
legan eftir hana gav Lassa
góðar stundir at hugsa um
tilveruna og meiningina við
lívinum, og tað eru nakrar
av hesum royndum, ið hann
nú fortelur fólki frá í sam-
bandi við fyrilestrar sínar.