leygardagur 24. september 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 24. september 2005
5
Smyril, sum skal
verða í sigling nakrar
dagar afturat, eitur
nú Smyril 1
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í morgin verður nýggja
suðuroyarferjan doypt, har
hon verður smíðað á skipa-
smiðjuni í Spania.
Men tað er ikki tað stóra
dulsmálið, at hon fær navn-
ið Smyril.
Tað ber ikki til at Strand-
ferðslan skal hava tvey
skip, sum eita Smyril. Tað
merkir tískil, at Smyril,
sum nú siglur, má broyta
navn.
Og tað gjørdi hann í
gjáramorgunin.
Tá ið hann kom úr
Suðuroy í gjáramorgunin,
fóru menn at mála eitt
eitttal afturat navninum, so
at táið hann fór suðuraftur
seinnapartin í gjár, kallaðist
hann "Smyril 1" og tað fer
hann at eitahereftir.
Tá ið nýggi Smyril er
komin í sigling, verður
Smyril 1, lagdur og ætlanin
er síðani at selja hann.
Men Kristian Davidsen,
stjóri á Strandferðsuni,
ásannaði í Sosialinum í
gjár, at hann verður torførur
at selja.
Smyril 1 er gamal og illa
slitin. Samstundis er oljan
dýrkað nógv seinastu tíðina
og tað ger alt samalt, at
hann
verður
ógvuliga
trupul at selja, í hvussu so
er vissi hann skal lúka tey
krøv, sum verða sett til
ferðamannaskip um okkara
leiðir.
Hann sigur, at í løtuni eru
ongar samráðingar um at
selja Smyril 1.
Tað hava verið nakrir
fyrispurningar úr øðrum
pørtum í verðini og onkrir
av hesum fyrispurningum
hava eisini ført til samráð-
ingar.
Men allar hesar samráð-
ingar eru dotnar niðurfyri
aftur, tí teir áhugaðu keyp-
ararnir hava tikið seg aftur
og í løtuni er ongin at sam-
ráðast við, sigur stjórin á
Strandferðsluni.
Hvørja ferð nakað
verður keypt, har
peningurin fer til at
stuðla sjúklingar við
krabbamein, fær
landskassin eisini eitt
avgjald, siga
handilsfólk
KRABBAMEIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg haldi, at hetta er nokk
so smáligt.Tað sær út sum
um vit hava gloymt at vísa
umsorgan.
Sørin Ziska Jacobsen,
sum hevur handilin Sports-
master í Klaksvík er eitt
sindur ørkymlaður.
Hann rætti gleðiliga eina
hjálpandi hond, tá ið áheit-
anin kom fra Kræftens Be-
kæmpelse í Danmark um at
selja ljósareyð armbond
fyri at stuðla sjúklingum
við bróstkrabba.
Oktober er mánaðurin,
har krabbameinsfeløg um
allan heim varpa ljós á
bróstkrabba.
Í hesum sambandi verður
eisini roynt at savna nn
pening til fram fyri tey, sum
hava krabbamein.
Bæði Føroyafelag móti
krabbameini og Kræftens
Bekæmpelse í Danmark
eru við í hesum átaki.
Millum annað við at selja
armbond og sloyfur, har
peningurin, sum kemur inn,
fer óskerdur til arbeiðið
hjáFøroyafelag
ímóti
krabbameini og Kræftens
Bekæmpelse
Armbondini, sum handi-
lin í Klaksvík selur, skulu
kosta 20 krónur. Handlarnir
fáa ongan vinning fyri at
selja armbondini og sølu-
prísurin fer sostatt óskerdur
til arbeiðið hjá Kræftens
Bekæmpelse.
Betala mvg og toll
Fyri at krabbameinssjúkl-
ingar skulu fáa sum mest
burturúr, verður heldur
onki avgjald goldið av
hesum armbondunum í
Danmark, hvørki momsur,
og hvussu tað annars eitur
ymsastaðni.
Men í Føroyum er støðan
ørðvísi.
Her fær landið nevniliga
bæði toll og mvg av hvørj-
um armbandi, sum verður
selt.
– Vit hava kannað málið
hjá Tolli og Skatti, men har
er onki at gera, sigur Sørin
Ziska Jacobsen í Sports-
master í Klaksvík, sum er
ein av handlunum, ið selja
hesi armbondini.
Hann sigur, at hann
spurdi hjá hjá Toll og Skatt,
men har vóru boðini greið
og tey vóru, at undantak
verður ikki gjørt fyri hesi
armbondini, hóast allur
peningurin fer óskerdur til
eitt vælgerðandi endamál.
Hann sigur, at av røttum
skuldi handilin sostatt lagt
mvg afturat prísinum, men
tað hava vit ikki gjørt.
– Vit fáa okkum ikki at
strika prísin á armband-
inum út og skriva nýggjan
prís á. Tí selja vit framvegis
armbondini fyri 20 krónur
og rinda so sjálvi tað mvg
til landið, sum tey, ið keypa
armbandið, annars átti at
gjørt.
Sostatt kostar tað Sports-
master nakrar krónur í
beinleiðis
útreiðslum,
hvørja fer tey selja eitt arm-
band til frama fyri sjúkl-
ingar við krabbameini.
Eitt er at handlarnir stuðla
einum slíkum tiltaki, men
tað var ikki júst ætlanin, at
handilin beinleiðis skuldi
betala fyri stuðla.
Handilsmaðurin í Klaks-
vík heldur, at hetta er ófør-
oyskur hugsunnarháttur.
– Vit hava øll brúk fyri at
hava umsorgan fyri hvørj-
um øðrum og tað má ikki
verða so, at føroyingar
gloyma at vísa umsorgan,
heldur hann.
Hann sigur, at tað fellur
eisini viðskiftafólkunum
fyri bróstið, táið tey fáa at
vita, at landið skal hava
mvg av stuðlinum til
sjúklingar við krabbameini.
Gera undantak í
ávísum førum
Sørin Ziska Jacobsen sigur
kortini, at hann fer ikki at
gera meiri burturúr hesum
málinum.
Hann fer kortini at senda
Kræftens Bekæmpelse eina
frágreiðing um, hvussu
støðan er í Føroyum.
Men eg ætli mær kortini
at keypa fleiri armbond fyri
at stuðla arbeiðnum hjá
Kræftens
Bekæmpelse,
leggur hann afturat.
Á toll og Skatti siga tey,
at tað ber til at søkja um
mvg frítøku tá ið talan er
um vælgerðandiendamál.
Kortini hava tey ikki loyvi
at siga nakað um ítøkilig
mál og tí fáa tey heldur
onki sagt um hetta.
Men sum tey í Sports-
master
søgdu
longur
frammi í greinini, spurdu
tey seg fyri hjá Toll og skatt
og fingu at vita, at arm-
bondini verða ikki frítikin
fyri mvg.
Sostatt kann niðurstøðan
bara vera, at hetta slagið av
vælgerðandi endamálið er
ikki nóg mikið til at fáa
mvg frítøku.
Gjalda avgjald til landskassan av
stuðuli til sjúklingar við krabbameini
Nú fekk Smyril nýtt navn
Smyril, sum nú siglur, hevur fingið nýtt navn og hann eitur
nú Smyril 1
Í oktober verður krabbamein í bróstunum sett í miðdepilin, men í Føroyum fær landskassin bæði
toll og mvg av tí, sum verður selt til frama fyri sjúklingar við krabbameini