Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 182 - 24. september 2005 Higartil eru gingin fýra ár, har politiska skipanin hevur verið vitandi um stórt skattahol, sum hevur kosta milliónir av skattakrónum. Men á nýggjárinum næsta ár, verður hetta tipt. Tað ætlar landsstýris- maðurin í fíggjar- málum í øllum førum SKATTAHOL Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast bæði umsiting og politikkarar vóru vitandi um skattahol í kapitalvinn- ingsskattalógini, longu áðr- enn hendan varð sett í gildi, er hetta holið ongantíð tipt. Í grein í Sosialinum tann 8. mars í fjør varð staðfest, at umsitingin í fíggjarmála- ráðnum longu undir við- gerðini av lógini hevði víst á skattaholið, sum er nærri greinað aðra staðni her á síðuni. Karsten Hansen, fyrrver- andi landsstýrismaður í fíggjarmálum, viðgekk eis- ini, at politiski parturin av skipanini hevði verið vit- andi um hetta. Men hann staðfesti samstundis, at politiskt hevði ikki verið gjørligt at savna undirtøku fyri at tippa hendan partin av lógini. Órættvís lóggáva Nú verður hetta tó gjørt. Bárður Nielsen, landsstýr- ismaður í fíggjarmálum, hevur í longri tíð arbeitt við eini ajourføring av kapital- vinningsskattalógini, og henda ajourføring skal so eisini tippa skattaholið. – Tað er ein trupulleiki, sum vit leingi hava vita av, men hann hevur so ongan- tíð verið loystur, sigur Bárður Nielsen. – Tú kanst kanska siga, at tað í lógarsmíðinum varð lopið upp um garðin, har hann var lægstur, og tað er í sjálvum sær stórt spell. Tí tað hevur havt við sær, at nógvir pengar hátt eru farn- ir óskattaðir gjøgnum skip- anina, bara tí lóggávan gev- ur ein órættvísan fyrimun til teirra, sum hava átt gom- ul partabrøv. Ein fyrimun, sum nýggir íleggjarar ikki hava havt. Men tað nyttar lítið at gráta um spilta mjólk. Farið er farið, og hjá mær at síggja, so ræður nú um, at vit steðga hesum nú, soleiðis at sama órættvísi ikki blívur við at vera í skipanini, sigur hann. Ætlaði leisturin gjøgnumførdur Ein av trupulleikunum í eini slíkari ajourføring hev- ur verið, at ivamál hevur verið um, hvørt tað er at lóggeva við afturvirkandi kraft, um farið verður inn á spurningin um partabrøv, sum eru fingin til vega, áðrenn lóggávan varð smíðað. Men tann spurningurin tykist nú vera avkláraður, og leisturin verður tann sami, sum fíggjarmálaráðið skeyt upp longu á heysti 2001. Tann 31. desember 2006 skulu øll feløg gerast upp til eitt skattligt virði, so- leiðis at tá verður sagt, at tann dagin vóru feløgini eitt ávíst krónutal verd. Og verður ognarvøkstur, sum er íkomin eftir hetta, skatt- aður, tá hann fellur til útgjaldingar. Líka mikið, hvussu gomul partabrøvini eru. – Tað kann sjálvandi vera, at hetta inniber nakrar skeivleikar. Og í onkrum førum kann metingin væl vísa seg at verða ov høg, soleiðis at ein skattafyri- munur verður latin. Men um so er, so verður hann bara latin hesa einu ferð, og so er liðugt, staðfestir Bárður Nielsen. Politiska undirtøkan Sum vit áður hava skrivað, so staðfesti Karsten Han- sen, at stóri trupulleikin tá var, at politisk undirtøka ikki fekst fyri tippa skatta- holið. Men tann trupulleik- an vónar Bárður Nielsen at hava loyst. – Nú er málið sjálvandi ikki avgreitt, men vit havt tað fyri á landsstýrisfundi. Tað skal so eisini ummæl- ast hjá ymsu flokkunum, men eg havi so tosað við fleiri av tingfólkunum um hetta. Og tað tykist, sum er ein vilji til staðar at fáa hetta í rættlag, staðfestir landsstýrismaðurin at enda. Umframt skattaholið, so verður talan eisini um aðrar smærri tillaðingar í kapital- vinningsskattalóggávuni. Eitt nú verður tað ikki neyðugt at hava íløguvirk- semi sum vinnuveg, um rentuútreiðslur til keyp av partabrøvum skulu kunnu dragast frá í kapitalvinn- ingssjálvuppgávuni. Og hevur virki skattligt hall og vinning av fíggjarognum samstundis, kunnu hesi tøl mótroknast í framtíðini. Verandi kapital- vinningskattalógin letur upp fyri einum holi, har partaeigarar við virðisbrøvum, sum eru eldri enn lógin, kunnu taka pening út skattafrítt SKATTAHOL Jákup Mørk Og tað er einki ólógligt í hesum. Prinsippið aftan fyri hetta byggir á regl- una, at tað bara er vinn- ingur av partabrøvum, sum skal skattast. Hevur tú t.d. goldið 100.000 kr. fyri parta- brøv, sum tú síðani selir fyri 200.000 kr., er tað sjálvsagt bert vinningur- in av hesum, sum er skattafríur. Tað man neyvan vera nakar, sum fær ilt av, at íleggjarar fáa uppruna- liga innskot sítt aftur, áðrenn skattur skal latast av partabrævsølu, men í ávísum førum er tó gjør- ligt, at allur peningurin kemur skattafrítt aftur til ánaran. Trupulleikarnir í hes- um eru tvinnir. Annar er, at tað fram til á heysti 2001 var soleiðis, at vinningur av partabrøv- um, sum vóru eldri enn 10 ár, var skattafríur. Tann reglan varð broytt tann 16. november 2001, men tó bert soleiðis, at broytingin fevnir um partabrøv, sum eru keypt eftir hesa dagfesting. Tað er nevnliga ikki møgu- leiki at lóggeva við afturvirkandi kraft uttan so, at hetta er til fyri- muns fyri teir borgarar, sum hetta ávirkar. Hetta tí keyparin í hesum førinum hevur ognað sær partabrøv undir teimum til ta tíð galdandi for- treytum. Dagfestingin broytist ikki Tá nýggja kapitalvinn- ingsskattalógin varð sett í gildi 1. januar 2002 kom tó eitt hol í lóggáv- una, sum tað síðani eru fleiri, ið hava funnið. Hetta hevur við sær, at partaeigarar við parta- brøvum, sum eru eldri enn 10 ár og sum eru keypt fyri 16. november 2001, kunnu fáa fríparta- brøv, uttan at hetta verð- ur roknað sum inntøka av nøkrum slag. Frí- partabrøv vil í hesum føri siga, at felagið – um tað hevur upparbeitt eitt yvirskot – konverterar part av uppsparda yvir- skotinum til partapeni- ng. Í kapitalvinnings- skattalógini verður lagt upp til, at um fríparta- brøv verða latin, so skulu hesi roknast við einum útveganarvirði upp á 0 kr., og tí skuldi tað helst verið so, at allur sølupeningurin av hesum er skattskyldugur, tá partabrøvini verða seld. Trupulleikin í hesum er tó, at verða fríparta- brøv latin partaeigara, sum hevur keypt upp- runaligu partabrøvini fyri 16. november 2001, so verður útveganardag- urin á hesum roknaður sum dagurin, sum upp- runaligu partabrøvini vórðu fingin til vega. Altso verða øll parta- brøvini – eisini tey, ið eru fingin fyri einki – at skattast eftir gomlu lóg- gávuni, og tað vil siga, at allur vinningur er skatta- fríur, bara útveganardag- urin liggur 10 ár ella meira afturi í tíðini. Hyggjuráðini eru bara, at vinna sær yvirskot í virkinum, og so heldur lækka partapeningin við útgjaldi til yvirkurs, heldur enn at rinda pen- ing út sum vinningsbýti. Og tá eginpeningurin aftur er nóg stórur, kunnu nýggj fríparta- brøv aftur útskrivast. Ein framgangsháttur, sum higartil hevur ført nógvar milliónir óskatt- aðar úr nógvum feløg- um. Soleiðis rindar tú ikki skatt Nú verður skattaholið tipt Longu fyri hálvum øðrum ári síðani varð staðfest, at poltiska skipanin kendi til stóra skattaholið frá fyrsta degi, men nústaðni nú tykist vilji vera at tippa hetta