leygardagur 24. september 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 24. september 2005
7
Heilsufrøðiliga
starvsstovan hevur í
samstarvi við Inn-
lendismálaráðið og
Føroya OljuÍdnaðar
Bólk (FoíB) gjørt ein
bókling um um-
hvørvi og oljuleit-
ing, nevndur »Um-
hvørvi og oljuleit-
ing, umhvørvislig
krøv og kanningar á
føroyskum øki«
BÓKLINGUR
Endamálið við bóklingin-
um er at lýsa, hvussu fyri-
lit fyri umhvørvisvernd
hava verið tryggjað gjøgn-
um alla gongdina, frá tí at
eitt oljufelag fer undir at
gera ætlanir fyri leitivirk-
semi, og til eftirkanningar
rundanum sjálvt boriholið
eru gjørdar.
Bóklingurin
gevur
innlit í, hvussu oljuleiting
fer fram, og hvørji um-
hvørvislig krøv oljufeløg-
ini skulu lúka, áðrenn
loyvi fæst til at seta borin
í føroysku undirgrundina.
Bóklingurin gevur eisini
eitt yvirlit yvir tær um-
hvørviskanningar,
ið
gjørdar vórðu, áðrenn og
aftaná at fyrsta leitiumfar
fór av bakkastokki. Enda-
málið við umhvørviskann-
ingunum er at geva mynd-
ugleikum og oljufeløgum
eitt støði at meta um,
hvørji árin leitiboringarnar
hava á føroyska umhvørv-
ið, og fyri at staðfesta
møguliga dálking. Kann-
ingarnar eru í flestu førum
gjørdar
av
føroyskum
myndugleikum, stovnum
og granskarum, við fíggj-
arligum stuðli frá oljufel-
øgunum.
Nú fýra leitibrunnar eru
boraðir í føroyskum øki,
er útlátið í havið og í
luftina av dálkandi evnum
gjørt upp, eins og mett er
um árinini, ið hesi evni
hava havt á umhvørvið í
leitiøkinum.
Bóklingurin er ætlaður
øllum, ið hava áhuga fyri
umhvørvi og oljuleiting,
og hevur ætlanin verið at
gjørt eina lættlesiliga frá-
greiðing
við
nógvum
myndum og talvum. Allir
teir hægru og miðnáms
skúlarnir fáa eitt flokssett
av bóklinginum sendandi.
Frágreiðingin er skrivað
av Suna Petersen, Katrini
Hoydal og Mariu Dam frá
Heilsufrøðiligu starvsstov-
uni og Anni á Hædd frá
Innlendismálaráðnum;
formaðurin í Umhvørvis-
bólkinum hjá FOÍB hevur
eisini luttikið. Nógv fak-
fólk frá nógvum ymsum
stovnum
hava
annars
stuðlað arbeiðnum við
bóklinginum á ymiskan
hátt.
Sniðgivið
hevur
Elisabeth Sande.
Frágreiðingin
verður
eisini tøk á heimasíðu
okkara www.hfs.fo, undir
"útgávur". Fleiri eintøk av
prentaðu útgávuni kunnu
umbiðast frá Heilsufrøði-
ligu starvsstovuni.
Bóklingur um umhvørvi
og oljuleiting í Føroyum
FERÐING
Stuttleika- og innkeyps-
ferðin, sum áhugafelagið
Hugnaferðir skipar fyri til
Pólands, fær góða undir-
tøku. Bara nakrir heilt fáir
ferðaseðlar eru eftir til
ferðina, sum verður í
heystfrítíðini, úr Føroyum
6. oktober og heimaftur
tann 17.
Talan er um eina buss-
ferð við Isaksens Bussum
til Stettin við møguleika
at vitja t. d. Gdansk eisini.
Í Stettin verða útferðir
gjørdar til tær velduga
stóru innkeypsmiðstøðir-
nar, og sjálvandi verður
vitjað á teimum mongu
stóru gøtuhandlunum, har
jólasølan longu so smátt
er farin í gongd.
Ferðin er avbera bílig,
ferðaseðilin kostar bara
4.768,- krónur og umfatar
ferð við Norrønu við
morgunmati, bussferðina
og uppihald á Hotel Julian
í Stettin í eina viku við
morgunmati.
Sum sagt eru bara
nakrir fáir ferðaseðlar eft-
ir, sum kunnu bíleggjast
hjá Hugnaferðum á tel.
215558. Sí annars lýsing
aðrastaðni í blaðnum.
Jólainnkeyp í
Pólandi
Mong hava helst lisið
søguna um Ronju
Ránsmannadóttur.
Onkur hevur kanska
eisini sæð hana á
filmi. Men tað munnu
vera tey fægstu, sum
hava sæð hesa spenn-
andi søguna sum
sangleik
SANGLEIKUR
Snorri Brend
Havn: Hesin møguleikin
verður nú til staðar á fyrsta
sinni leygardagin 5. nov-
ember í Norðurlandahúsin-
um.
Henda
dagin
verður
nevniliga
fyrsta
fram-
førslan av Ronju Ráns-
mannadóttir við føroyskum
leikarum, føroyskum tón-
leikarum, føroyskum leik-
palli og alt á føroyskar
grund.
Tjóðpallurin,
Norður-
landahúsið og Musikk-
skúlin eru farin undir eitt
spennandi samstarv um
henda kenda leikin. Og
fyrrapartin í gjár kom enn
ein partnari við í felags-
skapin – Føroya Banki,
sum letur stuðul til leikin,
hvørs kostnaður liggur um
1,4 mió. kr.
- Hetta er eitt sera spenn-
andi samstarv, sum vit nú
eru farin inn í. Og vit vóna
sjálvandi, at hetta verður
byrjanin til fleiri slíkar
ætlanir.
- Eitt er so púra vist:
Fingu vit ikki henda stuðul-
in frá Føroya Banka, so
hevði als ikki borið til at
víst
føroyingum
henda
spennandi leikin, sigur
Jenny Petersen, leiðari í
Tjóðpalli Føroya.
Venjingarnar av leikinum
eru longu byrjaðar undir
kønari hond av Eyðuni Jo-
hannesen. Og um seks
vikur sleppur so føroyska
familjan til henda leikin,
sum í fyrsta umfari verður
framførdur 15 ferðir.
Hetta er ein spennandi og
áhugaverdur leikur, har
hugtøk verða sett upp móti
hvørjum øðrum – so sum
friður, rættvísi og kærleiki.
Góðir leikarar
Hetta er eitt megnar pro-
sjekt, sum leikararnir nú
eru farnir undir. Ikki færri
enn 60 fólk eru við í leik-
inum.
Kvinnuliga høvuðsleik-
lutin sum Ronja eigur Bar-
bara Hentze í Stórustovu.
Tað er ikki fyrsta ferðin, at
Barbara, sum gongur í 10.
flokki, er á palli. Hon hevur
roynt seg áður í leikinum
um Rasmus Montanus.
Tað vísti seg tá, at hon
riggaði væl í tí leikinum og
var góð at samstarva við.
- Tá ein velur ein leikara
til ein høvuðsleiklut, so er
neyðugt at viðkomandi
megnar
at
bera
hesa
ábyrgdina.
- Viðkomandi má eisini
síggja álvaran í tí leikinum
hann er við í, og má sam-
stundis verða sinnaður at
lata onnur siga "hvordan og
hvorledes". Og hesar dygd-
irnar, tær hevur Barbara,
varð sligið fast á tíðinda-
fundi í gjár.
Ofta hevur verið truplari at
finna teir mannligu høv-
uðsleikararnar. Men her
hava tey eisini verið heppin
í valinum av Petur Mein-
hard Elleby Andersen.
Renna saman í eitt
Umframt venjingina av
hesum leikarunum og øll-
um hinum, skal eitt stórt ar-
beiði gerast fyri at fáa
leikarar, tónleikarar og pall
at renna saman í eitt.
Fleiri yrkisleikarar eru
eisini við í leikinum, og
koma hesi at hava skeið fyri
hinum í, hvussu leikast
skal.
Sum ein eyka íblástur
kemur tónasmiðurin, Seba-
stian sjálvur til Føroyar í
næsta mánaði at leggja
tónleikarunum lag á.
Leikurin er sýndur fleiri
hundrað ferðir í Íslandi og
Noregi, og skal aftur á pall
í Íslandi til heystar.
Ronja:
Spennandi sangleikur
um frið og rættvísi
Ronja Ránsmansdóttir
eftir Astrid Lindgren, tónleikur Sebastian
Samstarv millum Norðurlandahúsið, Tórshavnar
Musikkskúla og Tjóðpall Føroya
Høvuðusstuðul til verkaætlanina er Føroya Banki
Leikstjórn:
Eyðun Johannessen
Pallmynd og búnar:
Edward Fuglø
Ljósdesign:
Árni Baldvinsson
Sangvenjing:
Sigrid Sivertsen
Kapelmeistarar:
Eirikur Skála og Leivur Thomsen
Pallsmíð:
Verkstaðurin hjá Hermanni Eysturoy
Standa fyri seyming av búnum:
Kristin Bæk
Framleiðslustjóri:
Kristina Hansen
Týtt tekstin:
Ria Tórgarð
Týtt sangir:
Súsanna Tórgarð
Ronja:
Barabara Hentze í Stórustovu
Birk:
Petur Meinhard Elleby Andersen
Tey, ið annars eru við: Leikarar frá Tjóðpalli Føroya og
leikarar frá Dramaverkstaðnum, sjónleikarskúlanum hjá
Havnar Sjónleikarafelag, leikarar frá Havnar Sjónleik-
arafelag, kórsangarar o.o
Tónleikarar eru næmingar frá Tórshavnar Musikkskúla
Tey hava júst undirskrivað samstarvsavtaluna um Ronju Ránsmannadóttir – v.m. Bo frá Tórshavnar Musikkskúla, Niels Halm
frá Norðurlandahúsinum, Jenny Petersen frá Tjóðpallinum og Joan Stampe frá Føroya Banka
Mynd: Jens Kr. Vang
Føroya Banki:
Spennandi
samstarv
Uttan stuðulin frá Føroya
Banka hevði ikki borið til
at sett ein so stóran leik á
pall her á landi.
At hesin peningastovn-
urin hevur valt at stuðla
leikin, er ikki nakað ein-
dømi hjá teimum. Tá
leikurin um Jósef varð
spældur á sinni var Før-
oya Banki eisini høvuðs-
stuðul.
- Vit hava valt at stuðla
hesum leikinum, tí vit
halda at hetta er ein
áhugaverdur leikur, sum
bæði er til børn og vaksin.
-
Okkara
ynski
er
sjálvandi at gerast sjónlig
í samfelagnum, og eisini
at spjaða stuðulin sundur.
Á henda hátt, fáa so
nógvar greinar sum gjør-
ligt gleði av okkara
stuðli, sigur Joan Stampe
frá Føroya Banka.
Samstarvið millum
bankan og leikin kemur
m.a. at verða so, at tey
nýggjastu tíðindini frá
leikinum verða løgd út so
hvørt á heimasíðuna hjá
bankanum. Somuleiðis
kunnu fólk keypa at-
gongumerki til leikin um-
vegis hesa somu heima-
síðuna.