leygardagur 24. september 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 182 - 24. september 2005
Mong ferðafólk brúka
bíðitíðina í Føroyum
til at vitja við Gjógv.
Her stendur
Gjáargarður fyri
teimum við opnum
føvningi og bjóða
teimum vælkomin
innar. – Vit síggja, at
fólk koma aftur og
aftur til okkara. Tað
skuldi verið besta
reklaman, sigur
dagligi leiðarin, Eirik
Suni Danielsen
GISTINGARHÚS
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Gjógv: – We are hungry.
Can we have something to
eat?!
Tvey fremmandafólk eru
júst komin inn í gongina á
Gjáargarði – eitt tilkomið
par úr USA.
Tey hava verið í Føroyum
í nakrar dagar, hóast komið
er út í september mánað.
Henda dagin hava tey lagt
leiðina norður til Gjáar.
Fyri teimum stendur ein
blíður og fyrikomandi leið-
ari, Eirik Suni Danielsen.
Hann biður tey bíða eitt
lítið bil, inntil pláss er í
matarhøllini.
Henda dagin er enn eitt
skeið hildið í gistingarhús-
inum, og hesi mugu sleppa
at eta seg lidnan. Síðani
verður gjørt pláss til gest-
irnar.
Hetta amerikanska parið
er mestsum av tilvild kom-
ið til Føroyar. Tey ætlaðu at
sleppa undan øllum ódn-
unum í USA, og hugsaðu í
fyrsta umfari um at fara til
Grønlands ella Íslands.
– Men so sóu vit á netin-
um, at til bar at flúgva til
eitt stað sum kallaðist Før-
oyar. Og so fóru vit bara
hagar, siga tey bæði. – This
is a beautiful country!
Tíð er ikki til stórt meiri
prát enn hetta, tí nú boðar
verturin frá, at borðreitt er
fyri amerikansku gestunum
og
tíðindafólkunum
úr
Havn.
Blíðskapinum bilar einki.
Her verður ikki spurt, hvag-
ani ein er ættaður. Her
verður tikið ímóti fremm-
andafólk og heimafólki á
sama hátt.
Hugsaði seg væl um
Liðið er nú meiri enn eitt ár
síðani Eirik Suni Danielsen
saman við øðrum partnar-
um keyptu hetta kenda gist-
ingarhúsið við Gjógv.
– Eg hevði sjálvur hug at
keypa tað, tá eg sá at tað var
til sølu. Men eg mátti hugsa
meg væl um, áðrenn eg fór
undir eitt slíkt tiltak.
– Eitt slíkt gistingarhús
fæst jú ikki fyri einki, so tí
hevði eg sjálvur ongan
møguleika at keypa tað
einsamallur. Eg mátti fáa
onkrar aðrar við mær, sigur
hann.
Tað eydnaðist honum at
fáa fólk m.a. innan ferða-
vinnuna at trúgva uppá
hansara ætlanir við Gjáar-
garði, og soleiðis skifti
hesin bygningur eigara fyri
3,5 mió. kr.
Og 1. september í fjør var
so dagurin, tá Eirik Suni
gjørdist dagligur leiðari á
Gjáargarði.
Strævið, men
spennandi
Hetta fyrsta árið hevur
verið eitt sera spennandi ár
hjá Eirik Suna.
Umframt arbeiðið við at
umbyggja gistingarhúsið,
hevur eisini annað virksem-
ið verið í húsinum at kalla
alla tíðina.
– Jú, vit hava havt úr at
gera. Her hava verið nógv
ymisk fólk úr mongum
ymiskum tjóðum.
– Og hetta hevur gjørt, at
hóast tað mangan hevur
verið strævið, so hevur tað
kortini verið eitt sera
spennandi ár, sigur hann,
og veitir samstundis bygd-
arfólkinum eina stóra tøkk
fyri móttøkuna tey hava
fingið.
Um summarið vitja nógv
fremmandafólk á Gjáar-
garði, men nú veturin
stundar til, verða kundarnir
av øðrum slagi.
Ymiskir gestir
Nógvar fyritøkur velja nú
at halda síni skeið á Gjáar-
garði, og annars eru tað
familjur og áhugafeløg av
ymiskum slagi sum gera
brúk av rúmligu umstøðun-
um í húsinum, og har
møguleiki eisini er fyri full-
um kostarhaldi.
Her koma bæði barna-
garðar, orkestur, bindi-
klubbar, kristnar samkomur
og stovnar, og ítróttarfeløg.
Uppaftur onnur velja at
leggja leiðina til Gjáar, tá
ein útferð í vøkru náttúru
okkara skal gerast.
Til tess at gera umstøð-
urnar enn betri hjá áhuga-
feløgum og líknandi er
samstarv fingið við bygdar-
húsið, soleiðis at tey kunnu
búgva á Gjáargarði, meðan
venjingarnar fara fram í
bygdarhúsinum.
Tí kann ein av og á hoyra
hornblástur ella rokktón-
leik í bygdarhúsinum, ella
ein sær sveittandi judo-fólk
svala sær á uttanfyri, sam-
stundis sum tey eta og sova
í gistingarhúsinum.
Gjáargarður hevur eisini
verið karmur um hátíðar-
dagar. Her hava tískil verið
hildin silvurbrúdleyp og
Gjáargarður: Náttúran er b
Vánaligt
ferða-
samband
Eins
og
aðrastaðni
kring landið, so er sam-
ferðslukervið av avger-
andi
týdning
fyri
menningina av einum-
hvørjum staði.
Soleiðis er eisini við
Gjógv. Men her vísir
tað seg sum at sam-
bandið við umheimin
kundi verið munandi
betri.
Støðan er hon, at
skalt tú til Gjáar við
bussi, so mást tú fara úr
Havnini kl. 6 á morgni
og mást fara aftur
tíðliga seinnapartin.
Hetta er sjálvandi ein
ótolandi
støða
hjá
mongum, men tað ring-
asta er kortini tað, at tú
í fyrsta lagi mást boða
frá, um tú skalt við
bussinum seinnapartin.
Og í øðrum lagi ligg-
ur ferðaætlanin soleið-
is, at als eingin túrur
verður
koyrdur
til
Gjáar leygardag og
sunnudag.
– Fyri okkum hevði
tað tí verið ynskiligt
við munandi betri bus-
sambandi.
– Tí tað átti ikki at
verið nøkur orsøk hjá
fólki at verða noydd at
fara aftur til húsa
tíðliga
seinnapartin,
sigur Eirik Suni.
Eirik Suni Danielsen hevur verið leiðari á Gjáargarði hetta seinasta árið. – Eitt strævið, men
kortini spennandi ár, sigur hann
Vakrari útsýnið enn tað av Gjáargarði, má ein leita leingi eftir – spyr bara Eirik Suna