Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 182 - 24. september 2005 9 beint uttanfyri vindeygað føðingardagar, tá fólk eru vorðin bæði 70 og 100 ár! Gott at tey steðga Tað er kortini summarið sum er grundarlagið undir rakstrinum av Gjáargarði. So skjótt sum Norrøna byrjar at sigla, leita tey fyrstu fremmandu ferða- fólkini sær til Gjáar. Mong teirra koma úr Danmark mánamorgun og fara so víðari til Íslands mikudag. – Tey eru tí noydd at steðga í Føroyum í tveir dagar. Og tað er bara gott fyri okkum, sigur ein altíð smílandi Eirik Suni. Nógvir bólkar vitja eisini Gjáargarð. Orsøkin til hetta er uttan iva hon, at húsið er gjørt til at kunna hýsa nógvum fólkum samstund- is undir góðum umstøðum. Beint eftir at Eirik Suni var vorðin dagligur leiðari á Gjáargarði byrjaði hann at fremja ymiskar broytingar við húsinum. Eitt tað fyrsta var at gera ein annan køk, soleiðis at fólk kundu hava møguleika at keypa sær ein døgurða- bita. Í annað umhvørvi Hóast onkur vil halda, at Gjógv liggur ov langt burtur frá miðstaðarøkin- um, so er Eirik Suni ikki samdur í tí. – Gjógv er ikki eitt fjar- skotið stað. Tað liggur so passaliga langt burtur frá Havnini, men kortini ikki ov langt. – Tað er bara ein tími at koyra. Men so kanst tú eisini kopla fullkomuliga frá øllum tí dagliga og bara njóta ta vøkru náttúruna her norðuri, sigur hann. Serliga tey sum hava verið á skeiðum siga just tað sama: Tey koma burtur úr sínum vanliga umhvørvi, og fáa nógv meiri burtur úr, tá skeiðið verður hildið við Gjógv. – Onkur hevur enntá í spølni sagt, at tað gjørdi einki um fartelefonin ikki rakk til Gjáar. Teimum dámar tann serstaka friðin, sum er her norðuri og ta sera vøkru náttúruna, sum tey hava beint uttanfyri dyrnar, sigur hann. Koma aftur og aftur Ein annar fyrimunur við hesum stóra gistingarhúsin- um er, at fólk kunnu sjálvi velja á hvørjum støði tey vilja búgva. – Vit hava nevniliga gjørt tað soleiðis, at fólk hava møguleika at gista undir ymiskum umstøðum. Hetta ber til, tí at Gjáargarður bæði er vallaraheim og gistingarhús, og tí fólk hava møguleika at gista í tjaldi ella húsvogni. – Tí hava fólk møguleika at gista bíligt og dýrt. Og tað ger at fleiri kunnu koma higar at gista, sigur Eirik Suni. Hinvegin so vísir tað seg, at fólk koma aftur og aftur á Gjáargarð. Tænastan er eftir øllum at døma so mik- ið góð, at tey einki hava ímóti at koma aftur eina aðru ferð. – Hetta er eisini tann besta reklaman, sum vit kunnu fáa, sigur hann. Hóast veturin ikki er tann besta tíðin til ferðavinnu í Føroyum, so letur Eirik Suni bara væl at útlitinun fyri heystið. – Og fólk vilja veruliga koma til Gjáar at búgva. Vit hava tí longu fingið onkrar bíleggingar heilt fram til 2007!, sigur hann. SKEIÐ Snorri Brend Gjáargarður: Henda dag- in vit vitjaðu Gjáargarð, vóru umboð fyri Inter- kommunala Renovatións- felagsskapinum (IRF) og umboð fyri Tórshavnar Kommunu og Kommunalu Orku- og Brennistøðina (KOB) á skeiði saman enn einaferð. Skeiðið, har eini 15 fólk tóku lut, snúði seg í stuttum um, hvussu ein best skipar umhvørvisstýringina í báð- um teimum føroysku brennistøðunum – henni í Leirvík og teirri í Havn. At ein so hevði valt at leggja skeiðið við Gjógv, tað var ikki av tilvild. Staðið er nevniliga vælegn- að til slík skeið. – Tað er sera gott at koma higar – burtur frá øllum tí vanliga í gerandisdegnum. Her er gott pláss, her er vakurt og friðarlig. – Ja, staðið er bara perfekt. Bara koyritúrurin higar er eitt upplivilsi í sær sjálvum, segði stjórin í brennistøðini á Hagaleiti í Leirvík, Hans Andreas Joensen. Skeiðið vardi bert henda eina dagin. Skeiðsleiðari var Johan Strandorf frá Norsk Veritas. Koyritúrurin er ein uppliving í sjálvum sær Eirik Suni Danielsen er ikki bangin fyri at taka eina hond í, tá tørvur er á tí í køkinum