leygardagur 24. september 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 182 - 24. september 2005
Orka og umhvørvi eru spurningar, sum hava verið nógv
frammi í miðlunum og tí almenna orðaskiftinum í eina tíð.
Kanska so nógv, at onkur er farin at troyttast av tí og venda
deyva oyrað til. Kortini velja vit at trúgva, at fyri
føroyingar flest eru orku- og umhvørvismál so mikið
grundleggjandi og álvarslig, at áhugin fyri at fylgja við og
vera við í orðaskiftinum, er so mikið stórur, at Norður-
landahúsið vónandi verður fullsett mánadagin. Tá fáa vit
nevniliga forkunnuga vitjan. Fyrrverandi danski orku-
málaráðharrin, Svend Auken fer at leggja fram síni
sjónarmið um hesi stóru mál. Tað er landsstýrismaðurin í
orkumálum, Bjarni Djurholm, sum hevur boðið kenda
danska politikararnum til Føroya. Innbjóðingin hevur
samband við, at Vinnumálaráðið er í ferð við at orða ein
yvirskipaðan orkupolitikk fyri Føroyar. Í fjør helt ein
annar kendur dani, Bjørn Lomborg fyrilestur um orku og
umhvørvi. Nú sleppa vit so at hoyra sjónarmið, sum
standa í andsøgn við tey hjá Lomborg. Sunn og góð menn-
ing av demokratiinum.
Hóast vit eru fá í tali so umsita vit føroyingar eitt sera stórt
og viðkvamt øki við ómetaliga stórum virðum – eitt til-
feingi, sum bæði skal troytast og varðveitast til komandi
ættarlið. Vit koma at hugsa um ódeyðiligu orðini hjá
kendum indianarahøvdinga um, at vit hava bara fingið
náttúruna til láns frá okkara eftirkomarum. Og her koma
spurningarnir um orku og umhvørvi so sanniliga inn í
myndina. Tí hesi bæði eru so nær tengd at tilfeinginum/
náttúruni.
Sum partur av altjóða samfelagnum og altjóðagerðini
eiga eisini vit føroyingar at kenna okkara ábyrgd og
leiklut í tí at varðveita eitt reint umhvørvi og harvið at
troyta orkutilfeingið mest skynsamt. Vit hoyra, at Føroyar
eru eitt tað landið uppá seg, sum dálkar mest, tá hugsað
verður um at sleppa út CO2. Stóri spurningurin er so
eisini, hvussu vit ætla at fyrihalda okkum, tá og um vit
finna olju og gass í undirgrundini og skulu til at taka hesi
ráevni upp. Hvønn orku- og umhvørvispolitikkk ætla vit
okkum til ta tíð at seta út í kortið!
Vit kenna flest øll sjónarmiðini hjá Lomborgistunum. Tí
verður gott nú at hoyra Auken siga frá sínum sjónar-
miðjum. Hetta hendur so eisini í eini tíð, har nettupp
yvirupphitingin fær part av skyldini fyri tær vanlukkur,
sum júst í hesi løtu henda í Mexikanska Flógvanum, har
ein ódn fyri og onnur eftir herja bygd øki í fleiri ameri-
konskum statum. Tað er so eisini lagnunnar speisemi, at
hesar ódnir nú júst skulu raka USA so meint, sama USA,
sum so staðiliga hevur gingið ímóti øllum royndum at
minka um yvirupphitingina og annars umhvørvistiltøkum
sum heild, ið restin av heiminum í stóran mun hevur
gingið inn fyri. Tað eru nú kendir serfrøðingar, sum vilja
vera við, at tað at ódnirnar nú eru so ógvusligar og týttar,
stavar nettupp frá yvirupphitingini.
Áhugavert verður at hoyra, hvat Auken hevur at siga til
hetta. Men tað er greitt, at tað er ongantíð rætt bara at
peika eftir øðrum og ikki gera nakað fyri at sópa fyri
egnum durum. Áhugavert verður at hoyra, hvat hesin
royndi orku- og umhvørvispolitikarin vil siga ikki bara
um altjóða dálkingina, eitt nú hana frá USA men eisini,
hvussu vit føroyingar megna at halda reint í egnum
húsum. Vælkomin til Føroya Svend Auken til eitt upp-
lýsandi og vónandi gevandi orðaskifti.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Forkunnug vitjan
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Páll Poulsen
Í hesum mánaðinum hava
vit hoyrt eitt nýtt orð, til-
feingisgjald. Onkur hevur
fingið ilt av, at fiskiloyvi,
eins og onnur loyvi skapa
eitt ávíst goodwill í sam-
band við skipasølu.
Um tú selir jørð ber til at
lata seyð, maskinur, vitan
o. a. sum goodwill. Men
tað er lættari sagt enn gjørt,
tí skulu fiskiloyvi/rættindi
rinda hetta eykagjald, noyð-
ast vit at javnstilla allar
vinnugreinar. Eisini tey al-
ment løntu, sum eru eitt
sera ríkt tilfeingi.
Skulu tey sum hava skap-
að søgulig rættindi í fiski-
vinnuni rinda eyka skatt, so
noyðast vit at javnstilla
allar partar. T. d. noyðast al-
ment lønt fólk at keypa sær
eitt alment starv. Tað er lætt
at ímynda sær, at starvsfólk
í Svf ella Úf skulu keypa
sær hesi, vit kunnu kalla
tað »Kringvarpsrættindi«.
Um tey røkja hesi størv líka
so hegnisliga sum reiðarar,
skiparar, maskinmenn og
fiskimenn hava rikið skip,
so kunnu tey í grundini
selja hesi størv víðari við
bæði goodwill, lunnindum
og stórum vinningi.
Rithøvundar, sum hava
troytt almennar grunnar,
kunnu altíð fáa útskrivaðar
serligar
skrividagar,
ið
kunnu keypast á uppiboði.
(Óheftir embætismenn í
MMR kunnu standa fyri
hesum). Ein sunn kapping
hevði verið beinleiðis av-
leiðing av at javnstilla »til-
feingisgjaldið«, og summi
høvdu fyri fyrstu ferð
sloppið »til arbeiðis«. Tað
er eisini gott fyri fólka-
heilsuna, og skattatrýstið
kann minka eini 18 til 25%.
Absalon Absalonsen
Undirritaði lurtaði við stór-
um áhuga eftir sendingini
»Føroyar í dag«. Evni var:
Hvussu ávirka høgu olju-
prísirnir samfelagið.
At oljuprísirnir eru stór
avbjóðing hjá fiskivinnuni
var sjálvandi viðgjørt..
Ført var fram, at tann
parturin av flotanum, sum
verður minst ávirkaður av
oljuprísunum, er húkaflot-
in, meðan trolaraflotin hev-
ur størstu trupulleikarnar.
Hetta er ikki nýtt, hetta
hava øll, sum fáast við
fiskivinnu, vitað. Men við
dagsins oljuprísum átti tað
at havt munandi størri
áhuga, ikki minst hjá teim
ráðandi.
Hyggja vit at okkara
fiskatilfeingi, so sæst, at
nógv størri partur kundi
verið veiddur við húki í
mun til núverandi býti.
Upsi, toskur og hýsa eru
fiskasløg, sum væl ber til at
veiða við húki. Upsaveiðan
undir Føroyum byrjaði við
hondsnellum, og væl bar
til, so leingi sum eingir
trolarar órógvaðu upsan.
Størsta forðingin fyri at
veiða upsa við snellu eru
teir mongu trolararnir. Tað
er ikki einans, tí teir veiða
stórar nøgdir, men fyrst av
øllum, tí teir styggja upsan,
hann verður órógvaður í
síni náttúrligu jagstran eftir
føði, og tekur tí ikki húk.
Ein háttur at minka mun-
andi um oljunýtsluna fyri
hvørt kilo, vit veiða av
fiski, hevði verið at minka
um trolflotan og økt um
húkaflotan í staðin.
Umframt at vit høvdu
minka munandi um oljuút-
reiðslurnar, høvdu vit eisini
kunna víst á minni svávul-
útlát í mun til veiddu nøgd-
ina.
Vit høvdu fingið mun-
andi betri fisk, tí fiskur,
sum verður veiddur við
húki, og verður blóðgaður í
somu løtu, sum hann kemur
á dekkið, fer altíð at hava
munandi betri góðsku enn
trolarafiskur, har ein partur
av fiskinum hevur verið
fleiri tímar í posanum,
áðrenn hann kemur á dekk-
ið.
Vit høvdu vit fingið fleiri
arbeiðspláss á sjónum, og
íløgan fyri hvørt arbeiðs-
pláss hevði helst verið
munandi minni.
Eg legði til merkis í
sendingini, at ein av okkara
fremstu politikarum hevði
úttalað, at avbjóðingina av
høgu oljuprísunum eigur
vinnan. Hesum eri eg ikki
samdur við honum í. Av-
bjóðingin viðkemur sanni-
liga eisini teim ráðandi.
Eingin ivi er um, at vit
kunna veiða munandi størri
part av okkara tilfeingi við
húki, men tað skulu broyt-
ingar til. Tey, sum eru sett
at skapa karmar um vinn-
una, eiga at vera tey fyrstu
at lata við seg koma.
Hevði ikki verið vert at
umhugsa at latið upphøgg-
ingarstuðul til teir elstu
trolararnar og stuðla vinn-
uni í eini øking av húkaflot-
anum í staðin millum ann-
að við nýmótans snellufør-
um og samstundis vaksi um
tey trolfríu økini á grunn-
unum.
Minkið trolveiðuna, vaksið um húkaveiðuna
Tilfeingisgjald