leygardagur 24. september 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 24. september 2005
11
Svend Auken fer at
hitta javnaðarfólk
VITJAN
Tíðindaskriv
Í annaðkvøld, sunnukvøldið kl. 19.30, skipa Javn-
aðarflokkurin og Suðurstreymoyar Javnaðarfelag fyri
einum hugnakvøldi saman við navnframa danska
javnaðarpolitikaranum Svend Auken. Svend Auken
fer at tosa um ymisk aktuel mál og aftaná verður kjak,
sum vónandi verður bæði spennandi og kveikjandi.
Svend Auken hevur áður verið á fundum og
stevnum hjá bæði Javnaðarflokkinum og Suður-
streymoyar Javnaðarfelag, og hevur tað verið sera
áhugavert at hoyrt tað, sum hann hevur borið fram.
Svend Auken er ein sera royndur politikari, og
hevur hann havt mong ymisk álitisstørv í danska
Javnaðarflokkinum. Svend Auken varð fyrstu ferð
valdur á fólkating í 1971, og hevur hann havt sætið
har síðani. Hann var formaður í Javnaðarflokkinum
frá 1987 til 1992. Harumframt hevur hann verið ráð-
harri í arbeiðsmarknaðarmálum og orku- og um-
hvørvismálum. Somuleiðis hevur hann havt álitis-
størv innan Javnaðarflokkin bæði í norðurlendskum,
evropeiskum og altjóða høpi.
Hugnakvøldið verður í hølinum hjá Starvsmanna-
felagnum, J.H. Schrøtersgøta 9.
- Vónandi fara nógv javnaðarfólk úr øllum
landinum at nýta høvi at hitta Svend Auken, siga
Javnaðarflokkurin og Suðurstreymoyar Javnaðar-
felag.
Tilboð
Biðið verður um tilboð til at taka hús okkara oman-
fyri saltsiloina á Drelnesi niður,burturbeinað tilfarið
og planera økið aftur.
Tilboðini skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15.
oktober, og skulu sendast til Suðuroyar Sjómans-
heim v/Albert Johannesen, 826 Trongisvágur.
Suðuroy Sjómansheim
v/Albert Johannesen
826 Trongisvágur
Tlf. 372872
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
Kært barn har
mange navne
Fríggjakvøldið og leygar-
kvøldið spælur ein bólkur
ið kallar seg Leikmenn í
Café Nattúr. Hetta er ein
partur
av
bólkinum
"EGR2PLZ", sum eisini er
kendur sum "Orkestriiiið
her vestriii" ella "Four
Aces", sum uppaftur er ein
partur av nú burturgingna
bólkinum Fluffy Toys.
Leikmenn
eru
báðir
gittarleikararnir í omanfyri
nevndu bólkum, Bjarti og
Dagfinn. Teir fara at spæla
góðan kendan tónleik, bæði
gamlan og nýggjan, og
uttan iva man 1 veit iiii fara
at verða millum løgini.
nud
Spaðar 5 í REX
Vælumtókti bólkurin hjá
Joen Magnusi Danielsen og
Ólavi Øster Spaðar 5 spælir
leygarkvøldið til dans í
REX.
The grand old man í før-
oyskum tónleiki Ólavur
Øster hevur í 30 ár verið
millum Føroya allar bestu
gittarleikarar, meðan Joen
Magnus hevur verið ein
markant songrødd á før-
oyska
tónleikapallinum
síðan fyrst í 90’árunum. Í
Spaðar 5 møtast hesir báðir
í eini frálíkari samanseting,
sum stuðlað av einum góð-
um bólki megnar at fylla
eitt hvørt dansigólv. Hetta
kvøldið er 25 ára aldurs-
mark í REX.
Fríggjakvøldið er REX
karmur um 80’ára disco-
teque við Ottar í Funnings-
stovu.
nud
2x Signar á Sandi
Leygarkvøldið fáa sand-
ingar og sandoyingar ann-
ars høvið at hoyra Signar í
Homrum ikki færri enn
tvær ferðir, fyrst í Texas og
síðan saman við bólkinum
Rok í Virkinum.
Signar, ið gjørdist heims-
kendum í Føroyum við
bólkinum Kjølum, hevur
seinastu árini verið virkin,
sum einstaklingur og í
ROK. Í Prix Føroyum í ár,
vístu Rok, at teir eisini
meistra
lagaskriving.
Signar spælir í Texa frá kl
21.00 til kl 23.00. Síðan
fara Rok at spæla til dans í
Virkinum.
nud
Holgar og Vill-
menn í Havn
Undirsjóvartunnilin mill-
um Vágarnar og Streym-
oynna, hevur havt nógv at
týða fyri vágafólk og tey
sum skulu til Vágarnar.
Men hetta vikuskiftið verð-
ur tunnilin nýttur til út-
flutning av Føroya bestu
kontripunkarum, og ja,
Glitnir verður ongantíð tað
sama aftur.
Bæði fríggja- og leygar-
kvøldið spæla Villmenn í
Glitnir.Teir lova havnar-
fólki eina rúgvu av slagar-
um, kontri, rokk og tað
meira fólksliga.
Vágasound hevur fingið
ein heilt nýggja dimensión
í Villmonnum, hetta er iva-
leyst Føroya garrvillasti
dansibólkur, á G! og MjúS
vóru
teir
frálíkir,
nú
fyrireika teir seg til Global
Battle og the Bands og eru
í toppformi.
nud