leygardagur 24. september 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 182 - 24. september 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Finnbogi Ísakson
Tað er longu nógv skrivað um
Finnboga, nú hann er farin. Vit
gjørdust vinmenn á ungum árum
og varðveittu sambandið alt lívið.
Vóru vit frá hvørjumøðrum, skriv-
aðu vit ofta saman. Honum dámdi
at skriva, og tað var altíð hugaligt at
fáa brøv frá honum, tí hann var
góður brævskrivari, og brøvini
vóru ein stuttligur vavstur av álvar-
semi og skemti, túnatosi og hvøss-
um viðmerkingum.
Nú verður hann fyrst og fremst
umtalaður sum politikarin, og tað
er natúrligt, tí politikkinum ofraði
hann ein stóran part av sínum lívi.
Eg var staddur í Onglandi í 1966, tá
hann skrivaði til mín, at hann hevði
fingið áheitan frá tjóðveldismonn-
um í Klaksvík um at stilla upp til
løgtingsvalið. Hvat heldur tú?
spurdi hann.
Onkuntíð havi eg hugsað um,
hvussu alt mundi havt lagað seg,
um hann lurtaði eftir mínum ráð-
um. Tað gjørdi hann ikki, og tað
hevði eg kanska heldur ikki
væntað. Ambitiónirnar hevði hann,
og hann hevði longu gjørt sær so
mikið av tankum um hesa áheitan,
at avgerðin hálvavegna mundi vera
tikin.
Men Finnbogi var gávuríkur á so
mangan hátt og kundi havt gjørt
meira vart við seg á øðrum økjum.
Tað lá væl fyri hjá honum at skriva,
og sum øll vita, hevur hann lagt
nógv skrivligt eftir seg. Tey eru
kanska færri, sum vita, at hann var
kringari enn tey flestu á bundnum
máli eisini. Tí er tað spell, at ein-
astu yrkingar frá hansara hond, ið
eru kendar, er onkur barnayrking
og tættirnir, sum flestir vórðu yrktir
til V-4 sendingar í útvarpinum. Til
aðrar yrkingar setti hann strangari
krøv enn til tættirnar, ið vórðu
gjørdir til løtuna. Tí komu tær ikki
fram, og nógv av tí, hann hevur
gjørt, er allarhelst ikki til longur.
Nakað týddi hann úr øðrum mál-
um, og tað, sum hann annars skriv-
aði av hesum slag, var mest í tradi-
tionellum stíli, ávirkað av yrkjar-
um, ið hugtóku hann á ungum
árum. Mín meting var, at hann
hevði havt evnir at skapa sín egna
stíl, um hann helt fram. Men á
hesum øki var hann vandin, og sum
frá leið bleiv tað so nógv annað, ið
kravdi hansara arbeiðsorku.
Sum blaðungur sendi hann við-
hvørt onkra yrking til vinmannin í
Klaksvík, Símun Hansen, blað-
stjóra á Norðlýsinum. Tann fitti
barnasangurin "Far lítli útum", sum
hvørt mansbørn í dag kennir, hevði
sum so mangt annað verið farin í
gloymskuna, um ikki Sámal Peter-
sen loftaði honum. Símun og
Sámal vóru báðir lærarar í Klaks-
vík, og ein dagin vildi Sámal vita,
hvør ið hevði yrkt hasa barna-
rímuna, sum stóð í Norðlýsinum.
Símun svaraði ikki beinanvegin, so
Sámal lat hann vita, hví hann
spurdi. Hann hevði gjørt eitt lag til
sangin. Og soleiðis bar tað til, at
Finnbogi ein dagin fær bræv frá
Sámali við lagnum. Eg minnist, tá
vit fyrstu ferð hoyrdu tað spælt, eitt
lætt og vakurt lag. Meira hendi ikki
í fyrstu atløgu. Finnbogi, sum inn-
ast inni als ikki var tann framligi,
gjørdi einki fyri at fáa sangin fram.
Ikki fyrr enn Sámal fór at ótolnast,
bleiv hann tikin upp til eina barna-
sending í útvarpinum.
Tann, sum hevði við Finnboga at
gera, kundi ikki altíð vera samdur
við hann. Hann treivst í andgletti,
ikki legði hann fingrarnar ímillum,
og hann kundi arga og provokera,
onkuntíð meira enn gott var. Av
lyndi var hann soleiðis, at hann aldi
ikki fólk uppat sær. Tað legði hann
heldur einki í. Men tað hoyrir við
til myndina av honum, at kundi
hann vera harður við ein persón, tá
teir stóðu andlit til andlit, so
firnaðist hann ikki fyri, tá hin vendi
ryggin til, at verja sama persón, um
onnur komu við atfinningum, sum
hann ikki tók undir við.
Finnbogi var arbeiðssamur, og nú
hann ikki longur var aktivur
politikari, hevði hann ætlanir, sum
hann ikki fekk framt. Tað var spell,
tí hann var í mong ár við, har av-
gerðir vórðu tiknar, og hann var
góður eygleiðari í málum, sum
høvdu hansara áhuga.
Seinastu ferð vit prátaðu saman,
segði hann sum so ofta „kom skjótt
aftur". Eg helt meg vera skjótan
aftur - hóast tú altíð kanst spyrja,
hvat er skjótt, ikki minst tá ið tað,
sum eftir er av lívinum, ikki longur
telist í mánaðum ella vikum, men í
døgum og tímum - men tá varð ikki
meira prátað. Var røddin farin, so
var handatakið fast og segði nógv
uttan orð. Eg veit, hvat lá í tí, og tað
fer at fylgja mær sum eitt fjálgt
minni um ein trúgvan vin.
Árni Absalonsen
Í dag skal hann giftast, og
týsdagin 27. september
fyllir hann 40 ár. Talan er
um stjóran á dekkfyritøk-
uni Super Dekk í Havn,
Fríðrik Bláhamar.
Fríðrikur, sum tey fyrstu
11 árini av lívi sínum búði í
Vestmanna, er so at siga
uppvaksin við dekkum.
Pápin stovnaði dekkfyri-
tøkuna Super Dekk Service
fyrst í 70-unum, og Fríð-
rikur hevur arbeitt við
dekkum stóran part av lív-
inum.
Í 1982 gekk hann á há-
skúla í Havn, og á Føroya
Handilsskúla í 1984. Hann
koyrdi lastbil eitt tíðarskeið
og lærdi til bilmekanikara
hjá Ivan Johansen Bilum
frá 1984 til 1989. Eftir at
hava koyrt býbuss í góð
tvey ár byrjaði hann í føst-
um starvi á Super Dekk
Service í 1991.
Í 1995 yvirtók hann fyri-
tøkuna og gjørdi eitt nýtt
felag, Sp/f Super Dekk.
Hann gongur upp í fyri-
tøkuna við lív og sál og
leggur seg ofta út í orða-
skiftið í fjølmiðlunum, tá
tað snýr seg um vetrardekk,
summardekk ella mynstur-
dýpdina á dekkum.
Hann
er
eisini
eitt
náttúrumenniskja, og hann
gongur nógv í haganum,
bæði einsamallur og saman
við øðrum.
Fríðrikur er elstur av
teimum trimum børnunum
hjá Tórhardu, f. Ejdesgaard,
og Sámal Bláhamar í Havn.
Hini systkini eru Brynhild
og Regin.
Í dag, leygardagin 24.
september, giftist Fríðrikur
við Jacquelinu Nielsen,
dóttir Jonnu og Niels Jacob
Nielsen á Strondum. Fríð-
rikur og Jacquelina hittust
fyrstu ferð, tá tey gingu á
háskúla saman fyri meira
enn 20 árum síðan. Tey eiga
børnini: Sámal, Jonnu og
Teresu. Fríðrikur eigur
eisini sonin Karl Marius.
Fríðrikur Bláhamar 40 ár
1. september fingu Guðrið
E. Johansen og Marner
Nolsøe,
Keypmannahavn
eina dóttur. Hon var 53 cm.
long ov vigaði 3400 gr.
11. september fingu Vivi
Jacobsen og Signar Peter-
sen, Frederikshavn, eina
dóttur. Hon var 55 cm. long
og vigaði 4320 gr.
12. september fingu Vígdis
Jacobsen og Fróði Ander-
sen, Vágur, eina dóttur. Hon
var 52 cm. long og vigaði
4140 gr.
14. september fingu Óluva
Samuelsen og Virgar Fagra-
klett, Kollafjørður, eina
dóttur. Hon var 54 cm. long
og vigaði 3800 gr.
15. september fingu Arm-
garð og Atli Godtfred, Tórs-
havn, ein son. Hann var 55
cm. langur og vigaði 3925
gr.
15. september fingu Kirstin
Ellingsgaard og Bjarni í
Sjúrðagarði, Kaldbak, ein
son. Hann var 53 cm. langur
og vigaði 3870 gr.
16. september fingu Saloma
Jóhannesen og Rúni Peter-
sen, Leirvík, ein son. Hann
var 55 cm. langur og vigaði
4250 gr.
17. september fingu Anna
Krog Mortensen og Virgar
Hentze, Sandi, eina dóttur.
Hon var 54 cm. long og
vigaði 3300 gr.
17. september fingu Ber-
gitta Simonsen og Allin
Simonsen, Sandur, ein son.
Hann var 53 cm. langur og
vigaði 3400 gr.
17. september fingu Tóra og
Edvard á Hólalagnum, Leir-
vík, ein son. Hann var 53
cm. langur og vigaði 3150
gr.
17. september fingu Paula í
Giljum og Petur í Gong,
Tórshavn, ein son. Hann var
47 cm. langur og vigaði
2420 gr.
18. september fingu Mary
Zachariassen, Streymnes og
Esmar Eiðisgarð, Eiði, ein
son. Hann var 52 cm. langur
og vigaði 3330 gr.
19. september fingu Selma
Ranghamar
og
Jóannes
Kjølbro, Doha, Qatar, eina
dóttur. Hon var 51 cm. long
og vigaði 4080 gr.
19. september fingu Herdis
B.
Simonsen
og
Jón
Simonsen, Fuglafjørður, ein
son. Hann var 53 cm. langur
og vigaði 3350 gr.
19. september fingu Ann
Vang og Heri Jakobsen,
Tórshavn, ein son. Hann var
54 cm. langur og vigaði
4100 gr.
20. september fingu Debora
Hjelm og Niels Nielsen,
Sørvágur, ein son. Hann var
56 cm. langur og vigaði
4700 gr.
20. september fingu Dúrita
og Dánial Petur Hansen,
Saltangará, eina dóttur. Hon
var 54 cm. long og vigaði
4100 gr.
20. september fingu Anita
Ottosen
og
Esben
H.
Debess, Tórshavn,
eina
dóttur. Hon var 58 cm. long
og vigaði 4700 gr.
21. september fingu Kerstin
Rasmussen og Pætur Johan-
sen, Tórshavn, ein son.
Hann var 54 cm. langur og
vigaði 4300 gr.
21. september fingu Laila
og Sámal av Reyni, Tórs-
havn, eina dóttur. Hon var
56 cm. long og vigaði 3700
gr.
1. september
fingu Jóhanna
Restorff og
Jan Jóanesar-
son, búsitandi
í Århus, ein
son. Hann var
53 cm. langur
og vigaði
3680 gr.
29. august
bleiv hendan
lítla gentan
fødd á Glost-
rup
sjúkrahúsi.
Hon var 54
cm. long og
vigaði 3960
gr. Foreldrini
eru Ditte
Karina Letes
og Gunnar H.
Thomsen,
Kastrup.
Føðingar