Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 182 - 24. september 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Páll Thomsen, Strend- ur, andaðist mikudagin 21. september, 44 ára gamal. Farið verður frá kapellinum á Lands- sjúkrahúsinum fríggja- dagin klokkan 16. Jarð- arferðin verður úr Sjóv- ar kirkju leygardagin klokkan 14. Álvur Christiansen, Hvannasund, andaðist í heiminum hósmorg- unin 22. september, 71 ára gamal. Kistan fer úr heimin- um í Hvannasunds kirkju leygarkvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður sunnudagin klokkan 13.30. Tey, ið vilja minnast Álv kunu lata Hvanna- sunds kirkju eina gávu. Konto í peningastovn- unum. Andlát og jarðarferðir Minningarorð um Oddjó Brekká f. 12. november 1941 d. 25. august 2005 Tung vóru boðini vit fingu hósmorgunin 25. august, at tú góða Oddjó, ikki vart ímillum okkum meira. Hóast vit øll vistu, hvussu sjúk tú vart, og hvønn veg tað bar, so vónaðu vit, at tú álíkavæl kundi fáa nøkur ár afturat, tú sum hevði so nógv at liva fyri, men so skuldi ikki vera, bert 63 ár var lívsljós títt tendrað her á fold. Vit, sum stóðu tær nær føla øll, at vit við tær hava mist so ómetaliga nógv, men størstur er missurin hjá tær góði Jákup, tú sum hesi nógvu árini Oddjó hevur verið sjúk við kærleika og trúfesti hevur verið um hana bæði á degi og nátt. Eisini hjá tykkum góði Martin og Hanus við familju, sum so trúliga hava vitja mammu tykkara, er saknurin og tómrúmið stórt, má Gud styrkja og hjálpa tykkum í sorgini at koma víðari. Góða Oddjó, mitt í sorgini er tað so mangt, sum rennur fram fyri meg. Meg minnist hvussu væl ein kendi seg at koma í heimið hjá tær og Jákupi. Tú vart tann, sum so væl dugdi at fjálga um. Altíð vart tú við eini hjálpandi hond, har í á stóð, tín partur lá ikki eftir. Meg minnist eisini tær góðu pannukøkurnar og drekkamunnarnar, sum vit hugnaðu okkum við, tað var tá, øll høvdu tíð at liva. Eisini minnist eg øll bindiklubbakvøldini, um ikki altíð so nógv bleiv bundið. Nú er alt bara minnir. Góða Oddjó, fyri fýra árum síðani fekst tú endaliga staðfest herviliga heilasjúku, og var hetta ein harður smeitur fyri teg og tína familju, serstakliga tí at eingin hjálp var at fáa fyri hesa sjúku. Minnist at eg ringdi niður til Danmarkar, tá tú hevði fingið boðini, tá grótu vit báðar, tað var hart. Vit sleppa ikki undan, at bera tann kross, sum á okkum verður lagdur. Góða Oddjó, í tolni bart tú tað, sum álagt var tær og við vissuni um hvat var fyri framman, heintaði tú styrki. Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir vinkonu mína Oddjó. Anna Hví syrgja man mítt hjarta, tá Jesus elskar meg, og einglar veittra meg mót gyltum strondum? Hví stara man mítt eyga á henda trongdarveg, tá heimið mítt er í himnalondum? Hví siti eg og stúri, tá vinir svíkja meg og eina eg í oyðimørk má standa? Gud stýrir míni lagnu á øllum mínum veg, brátt fríar hann meg úr øllum vandum. Minnini goyma vit. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá elskaði sonur og bróðir okkara Brian Vang brádliga andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tann stóra skara, ið fylgdi Brian á hansara síðstu ferð. Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt rættu eina hjálpandi hond. Tøkk fyri blómur, kransar, brøv, heilsanir og telefonsamrøður. Ein serlig tøkk til Øssur Berghamar, Árna Helmsdal og Louids Nielsen fyri troystarík orð í kapellinum og kirkjuni. Vegna familjuna Joan, Bent, Kristvør og Anders Varming Sagt verður frá at kæri sonur, bróðir, svágur, mammu- og pápabeiggi okkara Páll Thomsen Strendur andaðist mikudagin 21 september, 44 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Sjóvar kirkju leygardagin kl. 14. Vegna tey avvarðandi Hansina Kunngjørt verður at okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi Álvur Christiansen Hvannasund andaðist hósmorgunin 22. september, 71 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Hvannasunds kirkju sunnudagin 25. september kl. 13.30. Familjunnar vegna Ninna, Jákup, Debes Andru og Margit Tey sum vilja minnast Álv kunnu lata eina gávu til Hvannasunds kirkju, konto í peningastovnunum. Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæra kona, mamma, vermamma og omma okkara Oddjó Brekká Hvalvík andaðist og varð jarðað. Tøkk til Mogens Tilsted Christensen, prest, kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Tøkk til tykkum, sum vóru um hana longu sjúkralegu hennara. Tøkk til øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar, uppringingar og tøkk til øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Ein serlig tøkk til Annu og Kirstin. Familjunnar vegna Jákup, Martin og Hanus við familju www.sosialurin.fo