Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í morgin, sunnudagin 25. september, verður Eli Smith í Havn 50 ár. Hann er listarmaður, og hevur tey seinastu nógvu árini verið virkin á fleiri listarligum økjum. Eli er havnarmaður og uppvaksin úti í Grønlandi. Foreldrini eru Sigrun, sum er ættað úr Ullvøruhúsinum í Havn, har hon í mong ár hevði handil, og Napoleon Smith, sum var ættaður úr Vági og í mong ár var mál- arameistari í høvuðsstað- num. Tey fingu fimm børn: Jens, Jóhan, Eli, Kjell og Sanna. Jens og Sanna búgva niðri, og Jóhan, Eli og Kjell búgva í høvuðs- staðnum. Nú eru nøkur ár síðani, at Napoleon doyði. Eli lærdi til radiomekan- ikara hjá Marstein. Hann var liðugur í 1976, og so var hann til skips í fýra ár. Nakrar mánaðir var hann við Norðborg, og so var hann við Strømeg, sum Espersen í Hirtshals átti. Hóast listarligu evnini hjá Eli eru eyðsýnd, so gekk tað rúm tíð, áðrenn hann fór at fáast við listar- ligt arbeiði. Systkini hjá pápanum, Ruth og William, vóru kend listarfólk, og Poli var eisini ógvuliga áhugaður í list. Eli mundi vera eini tjúgu ára gamalur, tá ið hann í jarni fór at mynda skarvin, sum stendur í garðinum úti hjá forelrdunum. Arbeiðið gekk fyri seg í smiðjuni hjá mammubeiggjanum, Leivi í Ullvøruhúsinum, sum var sera hittinorðaður. Tað tók sína tíð hjá Eli at fáa skarv- in lidnan, og so plagdi Leivur at spyrja, um hann nú hevði givið skarvin yvir! Eli fotograferaði og framkallaði nógv sum heilt ungur. Tað bar áhugan fyri kompositiónum og litum við sær, og so var lopið ikki so langt at royna seg á løriftinum og við blýantin- um. Eli var á kunstháskúla í Danmark, og í 1981 luttók hann fyri fyrstu ferð á framsýning. Tað var á Ólavsøku. Síðani hevur Eli fingist nógv við listarligt arbeiði, og hann hevur lut- tikið á nógvum framsýn- ingum - bæði heima og burturi - og saman við øðr- um og einsamallur. Eitt skifti hevði Eli verk- stað, har hann umvældi radio og sjónvarp, men nú eru nøkur ár síðani, at hann fór at nýta alla sína tíð til listarligt arbeiði. Hann hev- ur havt atellier heima við hús, og nú hevur hann eis- ini innrættað seg í mobilum atellieri, sum hann ferðast kring landið í. Tey fyrstu árini arbeiddi hann bara við olju. So var tað akrylmáling, so aftur olja og síðani vatnlitsmynd- ir. Tær fæst hann framvegis við - eitt nú hevur hann málað evni til frímerkir - men tvey tey seinastu árini hevur hann fyri tað mesta nýtt máling, sum hann sjálvur hevur gjørt. Tilfarið er eitt nú royðugrót og litir- nir, sum fáast burturúr, tá ið hann hevur knúst gággur, fliður og annað, sum fæst úr havinum og fjøruni. Eli er musikalskur. Frá tí hann var heilt ungur, hevur hann verið í sangkórinum í Ebenezer, hann hevur øll árini dupultkvartettini hev- ur verið til tikið teir hægstu tónarnar saman við Árna av Reyni, og hann er framúr skemtingarsamur, tá ið hann í brúdleypum og øðr- um høvum av sama slagi upptraðkar við sangi og fremmandari talu. Í 1999 fekk Eli Smith barnabókavirðislønina hjá Tórshavnar býráði. Hann fekk hana fyri barnabókina Sov blítt og søtt. Eli legði til rættis og setti blýants- tekningar saman við yrk- ingunum, ið serliga vóru ætlaðar børnunum. Eli Smith giftist í 1986 við Britu á Váli. Tey eiga hugnaligt heim í Børku- gøtu, har tey búgva saman við børnunum. Napoleon er føddur í 1987, Líggjas í 1989, Anna í 1992 og Sigr- un í 1999. Í sambandi við runda føðingardagin hevur Eli framsýning í Snarskivuni. Føðingardagin verður opið hús í Skúlaheiminum í Marknagili frá klokkan 18.30. 14 Nr. 182 - 24. september 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Eli Smith 50 ár Brúdleyp Í dag, 24. september kl. 16.00 giftast í Hósvíkar kirkju Sigrid Olsen og Finn Christensen, Hósvík. Døgurði verður fyri innbodnum. Opið hús verður í Bygdarhúsinum í Hósvík frá kl. 21.00. Í dag, 24. september kl. 15.00 giftast í Torsted kirkju í Horsens, Iva Súsanna við Streym, ættað av Norð- skála og Jesper K. Thomsen, ættaður úr Askov. Brúd- leypsadr.: Dagnæs Sognegård (Oasen), Sognegårds- vej 3, 8700 Horsens. Í dag, 24. september kl. 14.00 giftast í Kattrup kirkju, Heidi Mariann Johannesen, úr Tórshavn og Esben Ditlevsen úr Kattrup. Brúdleypsadr.: Klinkebjerg- gården, Vejlevej 50, 7182 Bredsten. Í dag, 24. september kl. 14.00 giftast í Funnings kirkju, Magna Sunrid Juul, Funningur og Hjalti Lundsbjerg, Fuglafjørður. Veitslan verður í Bygdar- húsinum í Leirvík kl. 19.00 fyri innbodnum. 75 ára føðingardagur Mánadagin 26. september fyllir Friborg Danielsen, Tvøroyri, 75 ár. Dagurin verður hildin heima. Tey, ið vilja heilsa uppá Friborg hendan dagin, eru hjartaliga vælkomin millum kl. 10.00 og 17.00. 80 ára føðingardagur Fríggjadagin tann 23. september fylti Diana Klein, um Heygar 2, Fuglafjørður, 80 ár. Føðingardagurin verður hildin í dag, 24. september í Lonini í Fugla- firði frá kl. 18.00. Hósdagin 22. september fylti Erla Berghamar Sørensen á Skála 50 ár. Ivaleyst eru tey mong, sum komast við Erlu, sum av og á luttekur í orðaskiftinum við greiðum og væl skriv- aðum sjónarmiðum. Tey seinastu árini hevur Erla búð á Skála, men hon er havnarfólk og uppvaksin á Dalavegnum. Foreldrini vóru Tinna og Sigurd Berg- hamar. Mamman var av Toftum, og pápin var fødd- ur í Havn og uppvaksin í Klaksvík. Erla er yngst av fýra systkjum - Gunnvør, Øssur, Rúna og Erla. Gunn- vør og Rúna búgva í høv- uðsstaðnum, Øssur býr í Keypmannahavn, og Erla býr á Skála. Sigurd Berghamar var tiltikin málmaður, og hann fekkst nógv við at rættlesa og leggja til rættis skrivlig arbeiði. Erla hevur tikið henda táttin upp eftir páp- an, og hon hevur mest sum alla sína tíð arbeitt við bløðum og bókum. Erla er útbúgvin grafik- ari. Hon arbeiddi í mong ár á Dagblaðnum. Har skri- vaði hon eisini rættuliga fitt, og eitt skifti var hon blaðstjóri á Dagblaðnum. Seinni arbeiddi hon á Hest- prent, og nú hevur hon tey seinastu árini verið á Dimmalætting. Síðani hon flutti inn á Skála at búgva, hevur hennara partur av Dimmu arbeiðnum verið gjørdur har inni frá. Pápin og beiggin hava fingist nógv við at yrkja og seta saman, og Erla hevur eisini hesar gávurnar. Tað liggur væl fyri hjá henni at yrkja, og fleiri av sangun- um, sum hon hevur yrkt til serlig høvi, eru framúr væl úr hondum greiddir. Erla hevur átt sítt anda- liga heim í Ebenezer, har hon hevur dugnað og stuðl- að á ymsum økjum. Hon hevur eisini verið politiskt virkin. Havnar Framburðs- felag, sum er valfelagið hjá Fólkaflokkinum í Suður- streymi, stillaði hana upp til bæði býráðsval og løg- tingsval. Erla fekk so mikið stóra undirtøku, at hon í skiftum hevur verið eyka- limur bæði í býráðnum og løgtinginum, og hon royndi seg onkur skifti bæði sum býráðspolitikara og løg- tingsmann. Atkvøðutølini bendu á, at hon kundi vinna sær sessir í báðum hesum forumum, men so gjørdi Erla av ikki at bjóða seg framaftur á politiska pallin- um. Samfelagsligi áhugin kemur framvegis til sjónd- ar, tá ið Erla luttekur í orða- skiftum. Hon hevur skrivað um so mangt, og seinastu tíðina hevur tað eitt nú snúð seg um kynspolitiskar og etiskar spurningar. Greinar- nar eru eyðkendar av greið- um sjónarmiðum, tær eru væl skrivaðar, og Erla hev- ur konservativan hugburð. Á tí, sum hon hevur skriv- að, skilst eitt nú, at henni dámar lítið, at serlig átøk skulu gerast fyri at fáa kvinnur framat í politiska lívinum. Tað kunnu tær kappast um á jøvnum føti við hitt kynið, hevur verið hennara sjónarmið. Erla er gift Áka Sørensen á Skála. Tey eiga ein son, sum eitur Fríði. Føðingardagurin verður hildin í Nerija á Skála, har tað er opið hús við morgun- mati frá klokkan 10 – 15 leygardagin 24. september. Erla Berghamar Sørensen 50 ár