Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 182 - 24. september 2005 15 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tøkk Tykkum, sum vóru við til ella sendu heilsan í sambandi við móttøkuna, sum Føroya Handilsskúli skipaði fyri fríggjadagin 9. september vegna skifti mítt frá yrkisvirkni til síðsetursvirkni, takki eg hjartaliga. Takk fyri stórfingnar gávur og vælvildarrøður. Dagurin verður ógloymandi. Heðin Samuelsen Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæra kona, mamma, vermamma og omma okkara Anna Johansen Haldórsvík andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til sangarar, berarar, gravarar, organist og klokkara. Tøkk til tykkum, sum bakaðu og tykkum, sum stóðu fyri og hjálptu við ervinum, eisini í heim- inum og hjálptu til á annan hátt. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir, gávur og uppringingar. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk til starvsfólkið á Hotel Torshavn og á B6 fyri ta umsorgan, ið bleiv víst okkum. Tøkk til tykkum, sum hava latið Haldórsvíkar kirkju eina gávu. Familjunnar vegna Paulivar, Kári og Jákup v/familju Minningarorð um elskaðu ommu mína Maud Heinesen f. 15. januar 1936 – d. 7. september 2005 Omma og eg Omma mín er deyð. Eg veit ikki hvat tað merkir at vera deyður. Eg spurdi, hvør hevði skotið ommu – tí tað gera tey í teknifilm- unum. Tey vaksnu bara smíltust til mín,og søgdu at hjartað hjá ommu var steðgað, tí omma hevði verið sjúk. Hetta visti eg gott, tí omma kundi ikki ganga. Men eitt veit eg, at tá man er deyður kann man ikki lata eyguni upp. Omma blundar allatíðina. Bara blundar ikki svevur. Tað var nokkso keðiligt at omma ikki kundi ganga! Omma mín og eg hava spælt nógv spøl. Kettan og músin – eg var músin – krógva og blunda, bygt smáttur og holur við teppum og dýnum og tað seinasta vit funnu uppá var sjórænarar. Omma gekk ofta við turriklæði um høvdið, tí sjúkan gjørdi tað, at omma misti alt hárið. Men tað legði eg einki í. Eg vildi eisini hava eitt turriklæði um høvdið og so spældu vit sjórænarar. Vit bardust við svørðum, og so hevði omma onkuntíð roymt onkr- an skatt, sum eg skuldi finna. Tað var ordiliga spennandi! Omma átti eisini eina hoppiborg. Tað var ikki ein ordilig hoppiborg, men vit kallaðu tað hoppiborg. Eg elski at vera í ommuhús. Mostir er har nú – men mostir býr í Danmark. Og Helena og Flemm- ing. Eg havi sovið í ommuhús sam- an við mostir – tað var ordiliga stuttligt. Eg havi eisini sovið um- borð á Norrønu og mamma og babba og Hildur og Ann. Ikki baby. Eg eigi eina pikkalítla systir. Hon er sooo lítil. Mamma sigur, at hon er fødd ov tíðliga. Men omma hevur sæð hana og hildið henni. Tey vaksnu siga, at omma bíðaði eftir lítlu diddu – eg bíðaði eisini, og tað var leingi at bíða. Men hon er øgiliga fitt. Hon bara svevur og etur. Eg haldi bara fyri oyruni tá hon grætur. Eg leingist eftir ommu… Eg leingist eisini eftir jólamanninum. Mamma sigur, at hann býr í fjøllunum. Tað er leingi at bíða eftir jólamanninum. Hann kemur við pakkum. Omma var øgiliga góð við meg. Hon skrivaði eina heila bók um meg, og Likkudemus og Likkulinu. Tá eg síggi eina likku, rópi eg: »Hygg Likkudemus!« Og peiki. Tað er sum oftast Likkudemus eg síggi, tí Likkulina er heima og ger mat og ansar eftir Skurðhild og Skurðsvein. Omma og eg vóru eisini onkutíð uppi í Hoyvíkstjørn og góvu dunn- unum breyð. Tað vóru tær glaðar um. Omma elskaða at spæla við meg, og eg elskaði at vera saman við henni í ommuhúsi. Omma hevði altíð tíð til at spæla við meg og vit kundu fáa fleiri tímar og dagar at ganga, har vit spældu. Eg skilji ikki ordiliga, at omma ikki er til meira. Tað er ringt at skilja hvar omma er – tí spyrji eg heldur ikki. Ikki enn. Men tá eg verði stórur fari eg at biðja mammu fortelja mær, um tá eg var lítil. Og tá fer hon at fortelja mær, um hvat omma og eg spældu. Eg má eisini fortelja fyri lítlu didduni um okkara ommu, sum hon ongantíð koma at spæla við. Omma hevði verið ræðuliga stolt og glað um didduna, tí hon er so lítil og fitt. Eg elski didduna. Eg elski eisini ommu. Beiggi. 4 og eitt hálvt Tøkk Øllum tykkum mongu, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 90 ára føðingardegi mínum hin 11. august, takki eg so hjartaliga. Blíðar heilsanir Ella Arge TÍÐINDASKRIV Í sambandi við at Amariel Norðoy, listamaður, fyllir 60 ár 9. oktober, hevur hann málningaframsýning í Galerie Focus, Gríms Kambansgøta 20 í Havn, frá 8. til 21. oktober. Móttøka verður leygar- dagin 8. oktober kl. 10 til 14 í Lambagerði 1 í Havn. Aftaná, kl. 16 til 18, er fernisering í Galerie Focus, Gríms Kambansgøta 20. At heimurin er saman- grógvin er ein kjarni í málningunum hjá Amariel Norðoy frá ungum árum. Amariel Norðoy er blivin meira og meira sín egin, og hansara tamarhald á palett- ini er nú so kompetent, at man saktans kan staðfesta, at hann er á veg. Sum hann hevur verið tað í meira enn 30 ár. Í dag verður hann mettur millum tað ítasta í føroyskari nútíðarlist, og hann er seg sjálvur, hann líkist ongum øðrum. Amariel Norðoy, listamaður: Framsýning í Galerie Focus í oktober Dagurin 24. september. Tekla, deyð umleið ár 100. Hevði hoyrt ápostulin Paulus prædika og varð umvend. Hóast hon var illa forfylgd, slapp hon undan hvørja ferð og doyði friðarliga 90 ára gomul. 25. september. Kleofas. Annar av lærusveinunum, sum á veg til Emmaus hittu hin upprisna (Luk. 24. 13-35). 26. september. Adolf, deyður umleið 824. Sonur muslimskan pápa og kristna móður í Sevilla. Flutti til Cordoba í vón um at hava kristnu trúgv sína í friði, men varð klagaður og tikin av døgum. Týskt navn ið merkir aðalborin, úlvur.