Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 182 - 24. september 2005 17 Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal gera eitt álit um, hvussu ein kvinnuráðgeving kann skipast KVINNURÁÐGEVING – Ætlanin er, at uppgáv- urnar hjá ráðgevingini í høvuðsheitum skulu fevna um upplýsing til ungar gentur og kvinnur um fyri- byrging, ráðgeving til kvinnur, ið umhugsa fost- urtøku, viðtalu við kvinnur, sum hava fingið fosturtøku, ráðgeving til barnakonur og stakar uppihaldarar, ið liva undir truplum viður- skiftum og hava tørv á stuðli, sigur Almanna- og heilsumálaráðið. Ráðgevingin skal skipast við fakpersónum, sum kunnu veita kvinnum holla og neutrala fakliga ráðgev- ing í teimum ivaspurning- um, sum tær hava av m.a. sosialum-, heilsuligum-, sálarligum- og/ella átrúnar- ligum slag. Ráðgevingin er ætlað sum eitt tilboð til kvinnur og dentur verður lagdur á, at tær sjálvar kunnu velja um tær ynskja at taka av hesum tilboði ella ikki, og hvønn part av hesum tilboði tær ynskja at velja. Tað vil siga, um tær ynskja at tosa við ein ella fleiri av ráðgevunum í toyminum. Endamálið við ráðgevingini er at veita kvinnum hjálp til sjálv- hjálp, so tær verða betur førar fyri at taka avgerðir. Somuleiðis verður dentur lagdur á, at ráðgevingin verður ókeypis og anonym. Landsstýrismaðurin hev- ur heitt á Almannastovuna, Landssjúkrahúsið, Heilsu- frøðiskipanina og Kvinnu- felagið um at velja umboð í arbeiðsbólkin. Arbeiðs- bólkurin er mannaður við Berit Unn Petersen, sosial- ráðgeva, Anniku V. Dals- garð, sosialráðgeva, Karini Dahl, ljósmóðir og Nico- linu Højgaard, heilsufrøð- ingi. Á aðalfundi hjá S&K felagnum, sum er felagið skrivstovu- og krambafólki, 10. september var greið- ur meiriluti fyri, at felagið meldaði seg úr Føroya Arbeiðara- felag FAKFELAG – S & K felagið vil boða frá, at á eykaaðalfundi felagsins á Hotel Hafnia 10. september var ein greiður meiriluti fyri at melda S & K felagið úr FA. Atkvøtt varð um málið, og 57 vóru fyri, 4 ímóti og 1 atkvøða var ógildug. Soleiðis sigur nevndin í S & K felagnum, sum eisini takkar fyri tann stóra áhuga, sum limir felagsins vístu málinum. Nevndin veit ikki um nakran annan aðalfund, har so nógvir limir hava møtt upp. Nevndin tekur tað eisini sum eina stóra álitisváttan á nevndina, at meirilutin fyri uppskotinum frá nevndini varð so mikið stórur. S & K felagið takkar Føroya Arbeiðarafelag fyri átta góð ár, og vilja tey vísa á, at teirra avgerð ikki er nøkur misnøgd við FA. – Vit fara framhaldandi at stuðla FA í teirra arbeiði við at betra um korini hjá teirra limum. Eins og vit eisini vilja stuðla øðrum fakfeløgum, sigur felagið. Tað var serliga spurn- ingurin um lívstrygg- ing hjá limunum í S & K felagnum, sum var orsøkin til, at felagið gjørdi av at melda seg úr Føroya Arbeiðara- felag FAKFELAG Eykaaðalfundurin hjá S & K felagnum byrjaði við at formaður felagsins greiddi frá, hví nevndin hevði tikið avgerð um at melda seg úr FA. – S & K felagið er eitt stórt fakfelag, sum hevur sín egna sáttmála við FAG. Nevndin hevur sjálv gjørt samráðingaruppleggini eins og staðið fyri sáttmála- samráðingunum við FAG. S & K felagið hevur eisini sjálvt avgreitt ósemjur/- trætur/ivamál, sum hava verið innan økið hjá S & K felagnum. Nevndin í S & K felagn- um hevur á nøkrum aðal- og tjakfundum hjá FA sett spurningar viðvíkjandi veitingunum úr lívstrygg- ingarskipanini hjá FA. S & K hevur ikki verið nøgt við tær veitingar sum hava verið. S & K metti ikki, at svørini uppá spurninarnar vóru nøktandi og setti seg tí sjálvt í samband við ALKA, sum er tað felagið, sum FA hevur sínar lívs- tryggingar hjá, og við Før- oya Lívstrygging. Hetta fyri at finna útav, hvat S & K sjálvt kundi bjóða sínum limum. Tey tøl sum komu fram, bæði frá ALKA og Føroya Lívstrygging, vóru munandi hægri, enn við verðandi skipan hjá FA. S & K nevndin metti, at tilboðið frá Føroya Lívs- trygging var betri enn tað frá ALKA og bjóðaði tí umboð frá Føroya Lívs- trygging við á eykaaðal- fundin til at hava eina fram- løgu um, hvat Føroya Lívs- trygging kann bjóða S & K. Tilboðið frá Føroya Lívs- trygging varð samanborið við núverðandi skipan hjá FA. Í dag fer helvtin av lima- gjaldinum hjá S & K til FA. Tað eru rættuliga stórar upphæddir, og metir nevndin í S & K, at tær tæna limunum best við at verða verðandi í S & K felagnum. Uppskot er um at seta ein part av hesum limagjaldi í lívstryggingargrunn, so- leiðis at tað er pláss fyri at betra um útgjøldini á hvørj- um ári. Vilja betra korini hjá limunum FAKFELAG Nevndin vil gera eina viðmerking, til eitt úttalilsi hjá formann- inum í FA, har hon heldur, at tað er nógv fyri, at hon skal hoyra tað frá eini skrivstovu- damu, at S & K fer at hava eykaaðalfund um úrliman úr FA. Formað- urin veit væl, at nevnd- in í S & K hevði biðið um fund við nevndina hjá FA 18. august 2005, men tað lá ikki fyri hjá FA at møtast við S&K fyrr enn 1. septembur. Á hesum fundi var ætlanin at skráin fyri eykaaðalfundin skuldi fyrileggjast nevndini í FA, áðrenn tað fór út alment. Nevndin metti ikki, at vit kundu bíða til 1. septembur, av tí at høli var leigað og dato settur á nær eykaaðal- fundurin skuldi verða. Tí sendu vit nevndini í FA skrivlig boð um eykaaðalfundin hjá S & K, soleiðis at hon var kunnað innan eyka- aðalfundurin var al- mannakunngjørdur. Nevndin í FA var tann fyrsta, sum fekk at vita um eykaaðalfundin hjá S & K, sigur felagið, sum leggur afturat, at nú er tíð at hyggja frameftir. – Øll fakfeløg arbeiða fyri at betra um korini hjá limum sín- um, og tað hava vit í S & K gjørt við hesi avgerð, sigur nevndin í S & K felagnum. el Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í orkumál- um, hevur boðið navn- frama Svend Auken til Føroya at halda fyrilest- ur, í samband við, at ar- beitt verður við at orða yvirskipaðan orkupolit- ikk fyri Føroyar. Mána- dagin tann 26. september 2005 kl. 14.00 fer Svend Auken at halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum um orku- og umhvørvis- spurningar. Hetta er annað árið á rað, Vinnumálaráðið skipar fyri fyrilestri um orku og umhvørvi í sam- bandi við arbeiðið at orða yvirskipaðan orku- politikk og elveitingar- lóg fyri Føroyar. Í fjør var tað navnframi Bjørn Lomborg, ið helt fyri- lestur um orku- og um- hvørvisspurningar í Norðurlandahúsinum. Í ár hevur Vinnumála- ráðið valt at bjóða Svend Auken, fyrrverandi orkumálaráðharra, hend- an vegin, tí hansara áskoðanir á orku- og um- hvørvi standa í andsøgn við tær hjá Bjørn Lom- borg. Í fyrilestrinum fer Svend Auken at greiða frá sínum sjónarmiðum um grøna orku og um- hvørvisvernd, umframt at greiða frá, hvussu ein væl skipaður orku- politikkur kemur øllum pørtum í samfelagnum til gangs. Svend Auken er fødd- ur 24. mai 1943 í Århus. Hann er útbúgvin cand.scient.pol og hevur verið lektari við institutt- ið fyri statsvísind við lærda háskúlan í Århus frá 1973. Í árunum frá 1988 - 1992 var Svend Auken formaður í um- hvørvisnevndini hjá teimum Evropeisku Sosialdemokratunum, og harumframt formaður fyri ST ráðstevnuni »Miljø for Europa« í Århus í 1998. Svend Auken er mest kendur um okkara leiðir sum danskur orkumálaráð- harri, og hevur verið virkin javnaðarmaður í Danmark síðan mið- skeiðis í 60’unum. Hann hevur verið arbeiðsmála- ráðharri frá 1977 til 1982, umhvørvismála- ráðharri frá 1993 til 1994 og umhvørvis- og orku- málaráðharri frá 1994 til 2001, somuleiðis hevur hann verið limur í for- mansskapi Fólkatingsins síðan 2001, umframt at hann hevur sitið í fleiri ymiskum nevndum og ráðum umboðandi danska javnaðarflokkin í orku- og umhvørvis- viðurskiftum. Aftaná fyrilesturin, ið verður ókeypis og opin fyri almenninginum, verður høvi hjá fólki í salinum at seta Svend Auken spurningar. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Vinnumálaráðið á tlf. 35 60 60 ella vmr@vmr.fo . Svend Auken vitjar Skrá fyri fyrilestur um orku og umhvørvi, sum verður í Norðurlandahúsinum tann 26. septem- ber 2005, kl. 14.00 Kl. 14.00 Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í orkumálum, bjóðar vælkomin, og leggur fram fyribils uppskot til føroyska orkupolitikkin. 14.30 Svend Auken, fyrrverandi orkumálaráðharri, heldur fyrilestur um orku og umhvørvi. 15.15 Spurningar úr salinum. 15.30 Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, tekur saman um Greiður meiriluti vildi úr Føroya Arbeiðarafelag Lívstryggingin gjørdi munin Kvinnuráðgeving ávegis