Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 182 - 24. september 2005 UTTAN ÚR HEIMI Dýrt tilboð USA, Russland, Kina, Suðurkorea og Japan hava boðið sær til at fíggja neyðugar orkuskipanir í Norðurkorea, aftur fyri at landið sleppur sínum ætlanum á kjarnorkuøkinum. Men tilboðið er dýrt. Suðurkoreanskir serfrøðingar hava roknað seg fram til, at tað fer at kosta einar 90 milliardir krónur at útvega Norðurkorea ta neyðugu orkuna. Herumframt skal Suðurkorea lata grannaland- inum elorku fyri einar 50 milliardir krónur. Ein uggi er tað kanska, at ætlanin skal ikki fullførast í einum, men yvir eitt trettan ára langt tíðarskeið. Sum skilst skulu hinar útreiðslurnar býtast javnt ímillum fimm londini, sum eru við í semjuuni við Norðurkorea. Alaska-búgvar fáa oljupengar Meðan norðmenn hava valt at goyma sínar oljupengar í einum almennum grunni til komandi ættarlið, fáa fólk í Alaska ein sokallaðan oljukekk á hvørjum ári. Tað merkir kortini ikki, at alt verður útgoldið, tí ein partur fer í ein almennan grunn. Í ár kemur oljukekkurin tann 12. oktober, men hann er væl minni í ár, enn hann plagar at vera. Í fjør fingu teir umleið 600.000 Alaska-búgvarnir umleið 10.000 krónur í part, men í ár er talið niðan fyri 5.000 krónur. Samstundis hava tey fingið at vita, at nú standa næstan 200 milliardir krónur í oljugrunninum. Myndugleikarnir í Alaska hava valt at geva fólki ein part av ágóðanum av oljuni, tí tað gevur fólki eina kenslu av, at tað eru tey, sum eiga oljuna. Harafturat hevur útgjaldið góða ávirkan á búskapin í statinum. Ikki samkyndar prestar Leiðslan í katólsku kirkjuni hevur nú sett sær fyri at sleppa burtur úr teimum stóru trupulleikunum, sum hon hevur havt av samkyndum prestum. Sambært New York Times hevur umsitingin í Vatikaninum orðað eina nýggja reglugerð, sum millum annað skal forða fyri, at samkyndir menn sleppa at virka sum prestar, og ætlandi fer benadikt pávi at staðfesta reglugerðina í næstu viku, skrivar blaðið. Samstundis hevur Vatikanið gjørt av at senda serligar eygleiðarar til USA, har teir skulu vitja allar teir 229 katólsku prestaskúlarnar. Ætlanin er, at eygleiðararnir skulu halda eygað við næmingunum eina tíð fyri at vissa sær, at eingin samkyndur er teirra millum. Tað eru tó ikki øll, sum eru so fegin um tiltøkini hjá Vatikaninum. Fleiri halda, at tað ber als ikki til at forða fyri, at samkyndir menn sleppa ígjøgnum nálareygað. Tey vænta tí ikki, at reglurnar fara at loysa trupulleik- arnar, sum tann katólska kirkjan hevur havt av sam- kyndum prestum. Cliff Richard illur Cliff Richard hevur nú boðað frá, at hann fer ikki at geva fleiri plátur út, tí hann vil vera við, at útvarpsstøð- irnar vilja ikki spæla hansara tónleik. - Eg fari ikki at spilla mína tíð burtur til at gera plátur, sum eingin vil spæla. Sum tónleikari gert tú plátur til útvarpsstøðirnar, so almenningurin kann hoyra tær, men mínir sangir verða ikki spældir. Tað tykist, sum at útvarpsstøðirnar hava tann politikk, at mín tónleikur skal ikki spælast, sigur Cliff Richard við bretska blaðið Daily Mail. Cliff Richard, sum er 64 ára gamal, er tann einasti umframt Elvis Prestley, sum hevur verið fastur gestur á bretska hittlistanum í meiri enn fimmti ár, skrivar blaðið. Men nú er hann bæði illur og vónsvikin. Meiri enn helmingur- in av limunum í norska sámatinginum eru kvinnur POLITIKKUR Árni Joensen fartekst@msil.dk Sámakvinnurnar í Norður- noregi hava ongar trupul- leikar við at koma sær fram í politikki. Tvørturímóti hava kvinnurnar ongantíð verið so væl umboðaðar í sámatinginum sum nú. Tá stórtingsval var í Noregi herfyri, skuldu sámarnir eisini manna tað sámiska tingið, og nú uppteljingin er liðug, vísir tað seg, at 51 prosent av tinglimunum eru kvinnur. Tað vil siga, at kvinnurnar eru ein triðing fleiri í tali enn aftan á valið fyri fýra árum síðani, skrivar blaðið Nordlys. 43 fólk manna sámiska tingið, og av teimum eru nú 22 kvinnur. 1,8 millión fólk eru flýdd undan ódnini "Ritu", men nógv túsund sleppa ongan veg, og myndugleik- arnir fáa skyldina USA Árni Joensen fartekst@mail.dk Ferðslan á teimum breiðu vegunum norðan fyri amer- ikanska býin Houston stóð at kalla still í gjár. Ikki tí at fólk ikki høvdu skund, men tí at tey sluppu ongan veg. Bilrøðirnar vóru upp í 150 kilometrar langar, og nógvastaðni sóust bilar, sum fólk høvdu verið noydd at seta frá sær, tí einki bensin var at fáa nakrastaðni. - Myndugleikarnir vilja ikki senda okkum tok við brennievni, so eg kvíði fyri, at fólk fara at doyggja í bil- um sínum, segði Bob Her- bert, sum er dómari í býn- um Fort Bend County í Texas, við CNN. Onnur kærdu seg um, at tey høvdu ikki kunnað keypt bensin, sjálvt um nakað var at fáa, tí tey høvdu ongar pengar. - Hetta er fullkomiliga burtur úr vóin og viti. Bankarnir eru stongdir, so eg fái ongar pengar, og handlarnir kunnu ikki veksla lønarkekkin hjá mær, tí teir hava ongar pengar eftir, segði ein illur Thomas Visor við sjón- varpsstøðina. Myndugleikarnir sendu skúlabussar til Houston og aðrar býir, men tá fólk komu rennandi, fingu tey ongan ferðaseðíl, tí alt var útselt. Samstundis boðaðu flogfeløgini frá, at hvørt einasta setur var upptikið. Í økinum fram við strond- ini í Texas er støðan uppaftur verri, Sagt verður, at tey, sum búgva har, fingu alt ov seint boð um at rýma undan "Ritu", og tá tey so loksins fingu boðini, var tað at kalla vónleyst at sleppa burtur, tí tá vóru bilrøðirnar longri norðuri longu fleiri kiloemtrar langar. Viknað eitt sindur Í gjár kunngjørdi amerik- anska veðurstovan, at "Rita" var viknað eitt sind- ur. Men vindferðin var framvegis umleið 240 kilo- metrar um tíman ella einar 65 metrar um sekundið. Tað og tað lága trýstið fer ætlandi at elva til eina seks metrar høga flóðaldu, og harafturat kemur so regnið. Tað vísti seg eisini, at ódnin hevði broytt kós eitt lítið sindur, og tað kundi bent á, at býir sum Houston og Galveston í Texas sleppa kanska eitt sindur lættari enn upprunaliga mett. Men hinvegin verður ódnin so mikið verri í eitt nú Port O'Connor í Texas og í Morgan City í grannastat- inum Louisiana. - Satt at siga haldi eg ikki, at nakar her kann kenna seg tryggan, segði leiðarin fyri tilbúgvingini í Texas, David Paulison. Oljan og NASA Texas er tann týdningar- mesti oljustaturin í USA, men myndugleikarnir hava gjørt av at steingja allan útbúnaðin. Alt starvsfólkið er flutt av pallunum í Meksikanska Flógvanum, og oljureinsiverkini inni á landi standa still. R ú m d a r u m s i t i n g i n NASA hevur høvuðsstøð í Houston. Eisini har eru tey flestu starvsfólkini farin til hús, og teldurnar, sum hava samskiftið við altjóða rúmdarstøðina ISS, eru sløktar. Ta uppgávuna røkja russar nú. Nógvar kvinnur á tingi Sleppa ikki undan ódnini Bilrøðirnar norðan fyri Houston vóru upp í 150 kilometrar langar í gjár, og mong máttu seta bilin, tí einki bensin var at fáa