leygardagur 24. september 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HB-VB:
Kulic er út
Meistararnir úr HB
skulu hava trý stig,
um teir skulu halda
fram í gullstríðnum,
meðan tað hjá
skerdu vágbingunum
ræður um at bjarga
tí, sum bjargast kann
UPPTAKT
Jákup Mørk
Hóast tað hevur verið
soleiðis upp og niður hjá
meistarunum úr HB í ár,
so er liðið framvegis part-
ur av oddastríðnum. Og
síðani venjaraskiftið tyk-
ist pílurin hjá bæði liði og
áskoðarum
at
hava
peiggjað rætta vegin.
Sunnudagin er tað VB,
sum er mótstøðuliðið, og
einki er at ivast í, at HB
ætlar sær øll stigini hesa-
ferð. Stig, sum eisini eru
neyðug, um trífaldu meist-
ararnir aftur í ár vilja vera
við í gulldystinum.
Hjá HB er Hallur Dani-
elsen leikbannaður, eftir
at hann seinast fekk fimta
gula kortið á kontina.
Hinvegin røkist fyri, at
Hans á Lag nú aftur er
tøkur eftir skaða, og tað
sama verður sagt um Tór-
Ingar Akselsen.
Hjá VB er stóri trupul-
leikin, at Milan Kulic ikki
er tøkur. Hann varð snøgt
sagt niðursligin á opnari
gøtu í Reykjavík, tá VB
seinasta vikuskifti vitjaði
vinarfelagið, Reynir, og
hósdagin varð hann lagdur
undir skurð fyri brot í
nøsini. Hesa ferð verður
hann so ikki við, men
roknað verður tó við, at
týdningarmikli miðvallar-
in verður tøkur til seinastu
tríggjar dystirnar á ár-
inum.
Tað er einki at ivast í, at
talan var um dyggan
smeit, sum EB/Streymur
fekk, tá Hans Pauli Samu-
elsen fyri trimum vikum
síðani breyt beinið undir
venjing.
Brotið var tó sera reint,
og tá hann hósdagin var til
røntgen-kanningar, vóru
boðini somikið positiv, at
tað nú røkist fyri, at hann
kann verða á vølli aftur
hetta kappingarárið.
Sum skilst, so er gipsið
nú skift um við tunnan
skinnara, og tá hesin
væntandi verður tikin av
um tvær vikur, kann venj-
ingin aftur byrja. Og so er
tað væl hugsandi, at EB/-
Streymur til ta tíð hevur
ein jokara av høgum kali-
bri sitandi á beinkinum.
-mørk
Hans Pauli
kanska klárur
Hóast møguleikin
bara er teoretiskur,
so halda teir hjá EB/-
Streymi seg til møgu-
leikan, sum tó bert er
ítøkiligur, um teir
vinna hvørja ferð
UPPTAKT
Jákup Mørk
Einki er at ivast í, at EB/-
Streymur er form-sterkasta
liðið í Formula-deildini í
løtuni. Fimm av seks teim-
um seinastu ferðunum hava
teir fingið øll stigini við
sær, og teir ætla sær ikyuiki,
at sunnudagin skal verða
nakað undantak í so máta.
Til dystin hesaferð verð-
ur roknað við, at talan
verður um stórt sæð sama
fólk, sum var við móti TB.
Tað vil siga, at Knút Vest-
urtún enn ikki er komin
fyri seg, og at Jákup Mart-
in Joensen aftur er við í
hópinum, tó at hann neyv-
an byrjar inni.
Hinvegin er eitt lítið iva-
mál við Bárði Olsen. Hann
fekk ein snudd í knæið móti
TB, og tá vit frættu úr
EB/Streyma-leguni,
var
framvegis ivasamt, hvørt
hann var tøkur sunnudagin.
Hjá B36 tykist einasta
fráveran vera Bergur Mid-
jord, sum fekk tveir daga
leikbann eftir hendingina á
Sevmýri. Klæmint Matras
hevur drigist við vødda-
skaða seinastu tíðina, men
roknað verður fyri vist, at
hann
verður
tøkur
hesaferð.
EB/Streymur-B36:
Gullið fyri
framman
Nr. 182 • leygardagur • 24. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
TB-GÍ:
Lagnudystur á Sevmýri
Av Tvøroyri eru boð-
ini greið. Tað einasta,
sum telur
sunnudagin móti GÍ,
eru trý stig. Hvørki
meira ella minni
UPPTAKT
Jákup Mørk
Tað er nú ella ongan tíð, tá
TB sunnudagin tekur ímóti
GÍ. Við fýra umførum eftir
at spæla og fimm stigum
upp til bjargingina, er eing-
in sum helst ivi um, at
treytirnar hjá TB eru bæði
greiðar og harðar. GÍ er eitt
av veikaru liðunum í deild-
ini, og so skulu trý stig á
kontina.
- Tað sigur seg sjálvt.
Hetta er tað, sum vit rópa
fyri »knald eller fald«, sig-
ur Hallur Christiansen, sum
helst verður ein av TB-
spælarunum á vøllinum
sunnudagin.
- Tekur tú teir dystirnar,
sum eru eftir, so eru nakrir
lykladystir eftir. Men uttan
ein
sigur
sunnudagin,
kunnu restin sum so gera
tað sama. Tí er eingin sum
helst ivi um, at vit leggja
alla orku í dystin nú
sunnudagin.
Og verður tað so eisini
eitt meira framrættað TB-
lið, sum vit nú koma at
síggja, sæð í mun til
kontra-spælið, sum tit ofta
hava dúvað uppá.
- Tað verður tað kanska.
Vit hava í øllum fyrireikað
okkum so væl sum gjørligt
til dystin. Og ein javnleik
kunnu vit í øllum førum ikki
brúka til nakað sum helst.
So vit fara í øllum førum
fram á vøllin. Men hinvegin
haldi eg eisini, at vit aloftast
hava
spælt
hampuliga
framrættað her á Sevmýri,
men tað er tíverri alt ov ofta,
at vit hava havt marg-
inalarnar ímóti okkum.
Hallur sigur annars, at
einasti spælarin, sum við
vissu ikki verður við, er
leikbannaði Jón Johanne-
sen. Dan Mortensen var
ikki við, tá TB mikudagin
tapti fyri EB/Streymi á
Mølini, men sum skilst, so
er ein vón fyri, at hann
verður tøkur til týdning-
armikla dystin.
Finala hjá GÍ
Hjá GÍ er støðan ikki nógv
mætari, enn hon er hjá TB.
- Vit skulu so í øllum
førum ikki tapa handan
dystin. Gera vit tað, so
koma vit av álvara í vanda,
heldur Sámal Joensen.
- Í so máta kanst tú gott
siga, at tað er ein sannur
finaludystur hjá okkum
hesaferð.
Hann sigur, at GÍ enn má
vera skadda Poul Arna
Jacobsen fyriuttan, og at
Robert Rzezycki eisini er
leikbannaður. Hinvegin er
Hans Jørgen Djurhuus nú
aftur tøkur, eftir at hann
hevur sitið tveir daga leik-
bann av sær.
Talan verður um kanska mest týðandi dystin á árinum hjá heimaliðnum, tá teir sunnudagin
taka ímóti GÍ. Ein sigur her kann av álvara aftur skapa spenning um niðurflytingina. Men
hinvegin vil eitt møguligt tap hava at kalla øvutu ávirkanina
Sambært hagtølunum, so
skal Skála ikki rokna við
nøkrum serligum, tá teir
sunnudagin vitja hjá NSÍ.
Tí hóast Skála tey bæði
seinastu árini hevur vent
flestu hagtølum, so hava
teir í Runavík enn ikki
givið skarvin yvir. Í øllum
førum ikki á heimavølli.
Í aðrar mátar tykist talan
fleiri staðni skula vera um
spennandi uppgerðir, tó at
serliga KÍ hevur havt gott
tak á, tá ÍF vitjar, umframt
at HB eisini hevur knógva
VB tær flestu ferðirnar.
Hinvegin,
so
skulu
dystirnir spælast, áðrenn
stigini skulu býtast millum
partarnar, og tó at hagtølini
kunnu vera stuttlig at lesa,
so hava tey enn ikki avgjørt
nakran dyst.
Trupult hjá Skála við Løkin
Talvan sýnir, hvussu tað hevur tørnað út, tá mótstøðuliðini sunnudagin hava hitst í bestu deildini í tilsvarandi uppgerðunum
seinastu tíggju árini