leygardagur 24. september 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 182 - 24. september 2005
Eyðun og Andreas
til Noregs
Um eina viku fara teir báð-
ir, Eyðun Samuelsen og
Andreas F. Hansen á sína
fyrstu
uppgávu
sum
altjóða dómarar. Eitt heiti,
sum teir ognaðu sær í
summar, tá altjóða eyg-
leiðari var í Føroyum í
sambandi við venjingar-
dystirnar hjá hondbólts-
landsliðunum móti Íslandi.
Dysturin, sum teir báðir
skulu døma, er í øðrum
umfari av Europa-Cup
kappingini fyri steypavinn-
arar, og er talan um dyst
millum norsku og Kypri-
otisku steypavinnararnar.
Teir báðir vóru annars
eisini og dømdu í Aalborg,
tá Nøvling-Cup var á
skránni herfyri. Sum skilst,
so vóru nakrar misskilj-
ingar tá íkomnar, soleiðis
at teir báðir tveir teir fyrstu
dagarnar dømdu dystir,
sum lítið og einki høvdu
upp seg, men sum kapp-
ingin leið, fingu teir tó
tillutað alt størri uppgávur.
Og skoðsmálið frá starvs-
feløgunum har var, at teir
skuldu vera meira enn væl
komnir aftur, um teir
høvdu hug at aftur, tá
nýggj kapping er á skránni
um eitt ár.
-mørk
Tá hugt verður at odds-
unum,
sum
Nordic-
Bet.com gevur upp á
føroysku dystirnar hetta
vikuskiftið, stendur greitt,
at talan er um dystir, sum
í útgangsstøðinum verða
mettir sum sera javnir.
Eitt undantak er tó dystur-
in í Gundadali millum HB
og VB, sum felagið ikki
so mikið sum hevur á
skránni. Og tað má væl
saktans metast sum eitt
tekin um, at HB er so-
mikið stórur favorittur, at
tað ikki loysir seg at hava
teir við á skránni.
Men í hinum førunum
verður altso roknað við
tøttum uppgerðum. Tað er
tó áhugavert at staðfesta,
at KÍ verður roknað sum
greiður favorittur, tá teir
taka móti ÍF, eins og mett
verður, at TB er nakað
sterkari enn GÍ. Við-
víkjandi hinum báðum
dystunum - í Runavík og
á Eiði - verður mett, at
liðini eru at kalla púrasta
jøvn.
-mørk
KÍ størsti
favoritturin
Oddsini til dystirnar eru hesi:
Dystur
1
X
2
TB-GÍ
2,15
3,30
2,60
NSÍ-Skála
2,40
3,15
2,40
KÍ-ÍF
1,80
3,20
3,50
EB/S-B36
2,35
3,40
2,30
Gulldystur á Sandi
Hóast tað enn er nak-
að eftir á mál, so
munnu tey fægstu
vera í iva um, at av-
gerðin um uppflyt-
ingina til Formula-
deildina í stóran mun
fellir leygardagin
2. DEILD
Jákup Mørk
Tey hava ligið lið um lið at
kalla alt kappingarárið.
B71 og B68 hava fram um
øll hini verið liðini, sum
kappingin í aðru deild
hevur snarað um, og leyg-
ardagin hittast tey so fyri
seinnu ferð í ár.
Fyrru uppgerðina millum
liðini vunnu sandoyingar-
nir, og bara tað í sjálvum
sær var kanska heldur
óvæntað. Ikki tí eingin
roknaði við B71, men
meira tí øll longu undan
kappingarárinum
høvdu
B68 sum risa-favorittar til
beinleiðis uppflytingina.
Teir eru kanska eisini
framvegis favorittar, men í
øllum førum ikki eins
stórir, sum teir vóru tað í
vár. Og veruleikin er eisini,
at B68 er nakað skert, nú
teir skulu standa sveina-
royndina at kalla.
Fyrst og fremst, so hevur
tað skert liðið munandi, at
Julian Johnsson longu í vár
varð somikið álvarsliga
skaddur, at hann bara hevur
havt leiklutin sum venjari -
og ikki ein spælandi av
slagnum - størsta partin av
kappingarárinum.
Hartil hevur Jann Ingi
Petersen fingið sær ov
nógv gul kort á kontina.
Tað seinasta av hesum kom
rættiliga óneyðug, tá B68
annars var trygt á odda
móti AB. Og tí er heldur
ikki hann tøkur til upp-
gávuna leygardagin.
Hjá B71 tykist vera víst,
at hvørki Símin Hansen
ella Rene Clementsen vera
tøkir til dystin. Hartil hevur
verið ivasamt, hvørt mál-
verjin, Símin Rógvi Han-
sen, fór at verða tøkur til
dystin, eftir at hann fór út
við skaða týskvøldið, tá
B71 spældi móti HB. Hós-
kvøldið visti heimasíðan
hjá B71 at siga, at tað verð-
ur hann ikki, og tí verður
tað helst Waldemar No-
wicki, sum skal standa
millum stólparnar. Men
hann man sum so ikki vera
tann ringasti eykamaðurin
hjá einum venjara at hava.
Hartil verður Sverrir Kjær-
bo helst eisini við í hópin-
um hesaferð.
Og so kunnu vit hóskandi
leggja afturat, at hóast dyst-
urin hesaferð er rættiliga
avgerandi, so er hann ikki
altavgerandi. Áðrenn enda-
ligi vinnarin av deildini
kann kjósast, verður helst
neyðugt við í minsta lagi
17 dystum. Og fyri bæði
B71 og B68 er galdandi, at
tey eiga eina vitjan á í
Sandavági hjá FS Vágum
2004, og tað er í øllum før-
um ein uppgáva, sum er alt
annað enn løtt.
Tá B71 í vár vitjaði á Toftum, skoraði Clayton Soares einsmalla málið, sum síðani tá hevur
hildið B71 uppi á oddasessinum
So fer hondbólts-
landskappingin aftur
ígongd, og longu
fyrsta umfarið kann
roknast við fleiri
áhugaverdum dystum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað eru kanska ikki endliga
dystir, sum verða roknaðir
sum avgjørdir topp-dystir,
sum standa á skránni, men í
nógvum førum verður tó
spennandi at síggja, hvussu
ymsu liðini eru fyri, nú tey
hava brynjað seg til eitt nýtt
kappingarár.
Hjá
monnunum
man
størsti áhugin helst vera um
dystin í Hoyvíkarhøllini,
har H71 við Hannis Ward-
um á beinkinum skal taka
ímóti Kyndli. Umframt
Kyndils-veteranin á beink-
inum, hava hoyvíkingar til í
vetur eisini fingið tilgongd
av Jakob Jónsson, og so er
spurningurin, um hann er
maðurin, sum av álvara
kann fáa glið á stóru ambi-
tiónirnar hjá H71.
Á Hálsi skal Neistin
royna at prógva, at liðið í ár
er betri ført fyri at klintra
móti oddinum, enn teir
vóru í fjør, tá árið mest av
øllum má lýsast sum vón-
brot, og í Vestmanna verða
tað VÍF og KÍF, sum fara at
takast.
Spennandi Neista-lið
Hjá
kvinnunum
tykist
Neistin vera liðið, sum
hevur gjørt mest við at
styrkja um hópin, og fyrsta
royndin hjá teimum verður
í Vestmanna, har kenning-
urn, Sophus Dal-Christian-
sen aftur í ár stendur við
róðrið.
Spennandi verður eisini
at vita, hvørt Stjørnan aftur
í ár skal hava somu styrk-
ina, tá Stjørnan kemur á
vitjan, og á Giljanesi skulu
meistararnir úr VB prógva,
at tær aftur í ár eru eitt lið,
sum roknast skal við.
Seinasti dysturin verður í
Runavík, har grannarnir,
Tjaldur og StÍF fara at
takast.
Harpiksið skal finnast fram aftur
Kvinnuliðið hjá Neistanum
tykist hava styrkt seg væl í
summar, og nú skal tað so
standa sína roynd, um liðið
aftur kann klintra heilt upp
á tindarnar
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 Skála
23
12- 9 - 2
49
24
25
45
2 B36
23
12- 8 - 3
32
14
18
44
3 HB
23
13- 4 - 6
60
30
30
43
4 NSÍ
23
11- 7 - 5
42
33
9
40
5 EB/Streymur 23
10- 9 - 4
41
30
11
39
6 KÍ
23
7 - 3 - 13
34
42
-8
24
7 GÍ
23
6 - 4 - 13
30
46
-16
22
8 ÍF
23
5 - 7 - 11
28
52
-24
22
9 VB
23
5 - 5 - 13
30
51
-21
20
10 TB
23
3 - 6 - 14
22
46
-24
15
2. deild menn
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 B71
14
12- 1 - 1
59
8
51
37
2 B68
14
12- 1 - 1
54
11
43
37
3 FSV04
14
10- 1 - 3
44
13
31
31
4 AB
14
8 - 2 - 4
32
28
4
26
5 HB
14
6 - 1 - 7
34
33
1
19
6 LÍF
14
4 - 3 - 7
38
38
0
15
7 Sumba
14
4 - 1 - 9
27
58
-31
13
8 B36
14
3 - 3 - 8
15
34
-19
12
9 Royn
14
3 - 2 - 9
15
48
-33
11
10 GÍ
14
0 - 1 - 13
14
61
-47
1