Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 182 - 24. september 2005 21 Bæði í Klaksvík og í Fuglafirði rokna teir seg at vera væl fyri undan uppgerðini, sum tann, ið møgu- liga fer at fáa fult í, fer at tryggja sær rættin at halda fram í bestu deildini UPPTAKT Jóannes Hansen Felags fyri tey bæði liðini, sum í morgin fara á vøllin í Klaksvík, er, at tey ikki enn hava tryggjað sær rættin at halda fram í Formuladeild- ini, og at tey bæði fingu úrtøku fyri viku síðani. KÍ vann 5-1 á heimavølli móti VB, og ÍF vísti tenn í Gundadali, har teir megn- aðu 1-1 móti B36, og um roknað verður út frá upp- løgdum málmøguleikum, so er ikki at undrast á, at fuglfirðingar iðra seg um, at teir ikki høvdu alt við sær úr høvuðsstaðnum. Hjá KÍ er tað greitt, at Kurt Mørkøre fer at spæla við fyri síðstu ferð. Hann hevur áður ikki minni enn tvær ferðir sagt barndóms- felagnum farvæl, men nú verður talan ógvuliga sannlíkt um síðsta farvælið á vøllinum. Nú fer Kurt aftur til Noregs, og aldurin meiri enn bendir á, at talan verður ikki um afturkomu til KÍ. Nú mugu klaks- víkingar læra at standa seg uttan Kurt Mørkøre. Seinastu vikurnar hevur verið eitt sindur av kapping um plássini á KÍ liðnum, sum ikki hevur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar. Um tað eydnast KÍ at fáa fult móti ÌF, so verður tað fyrsta ferðin í ár, at KÍ fer at spæla fýra ferðir uttan at tapa. Tá ið KÍ vann móti VB vóru Niclas Niclassen, Leon Bjartalíð og fuglfirðingurin og fyrrverandi ÍF spælarin Høgni Madsen á beinkinum. Klaksvíkingurin í Fugla- firði, Rúni Elttør, var leik- bannaður, tá ið ÍF stríddi seg til stig í Gundadali. Hann er tøkur aftur. Tað eru eisini allir hinir, sum vóru við í høvuðsstaðnum. Hjá Poul Ennigarð gongst illa at sleppa av við vødda- skaðan aftanfyri í lærinum. Verjuspælarin verður ikki við í morgin. - Hóast vit kundu havt fingið uppaftur meiri burt- urúr síðsta sunnudag, so hevur avrikið og úrslitið móti B36 heilt víst givið okkum mót um, at tað skal bera til at fáa úrtøku burt- urúr í Klaksvík, verður sagt í Fuglafirði. Klaksvíkingar vóna, at tað fer at eydnast at fáa fulla úrtøku, nú tað fram- vegis stendur nógv á, og teir høvdu einki havt ímóti, at Kurt Mørkøre sigur KÍ fjepparunum farvæl við manér. Hjá Kurt sjálvum snýr tað seg ikki um, um hann telist millum mál- skjúttarnar, men heldur um at KÍ fær fulla úrtøku. KÍ og ÍF hava spælt tvær ferðir fyrr í ár, men hetta er fyrsta ferðin, at liðini hittast í Klaksvík. Gongdin í báðum dystunum í Fugla- firði hevur verið rættuliga nógv upp og niður. Í 9. um- farinum, sum var á skránni 16. mai, vunnu Oddbjørn Joensen og hansara menn 3- 0, og í 15. umfarinum, sum var 2. juli, vann ÍF 3-0. Manningarliga er støðan tann sama á Skála, og í Runavík sakna teir miðvallar- an, sum breyt nøsina í Gøtu síðsta sunnudag UPPTAKT Jóannes Hansen Talan er um rættuligt tak, tá ið Skála í morgin skal út í Runavíkina. Skála er fram- vegis oddalið, men úrtøkan hevur ikki verið so stór eftir summarsteðgin, sum hon var undan summarsteðgin- um. Í seks dystum hevur Skála fingið tólv stig, og málmunurin er 14-6. Tvær tær seinastu ferðirnar hava teir spælt javnt - málleyst í Klaksvík og 1-1 á heima- vølli móti HB. Í orðsins sanna týdningi hevur tað seinastu vikurnar haltað eitt sindur á Skála. Bjarni Jørgensen hevur verið saknaður, og tað verður hann eisini í morgin. Hann hevur framvegis so mikið stórar skaða trupulleikar at dragast við, at hann ikki fær vant við fullari ferð. Teir hava vónað, at Alexandur Johansen skuldi hjálpa til nú fram móti kappingarenda. Hann spældi í Klaksvík, men hann var ikki við móti HB, og hann verður ikki millum teir fyrstu ellivu í Runavík. Fótbóltsprátið er øgiligt á Skála, og tað fara maður og kona av húsi og út til Runa- víkar seinnapartin í morgin. - Um vit skulu varðveita oddasessin, so mugu vit syrgja fyri okkum sjálvum. Tí fara vit, soleiðis sum vit altíð gera tað, eftir sigrin- um móti NSÍ, siga teir á Skála, sum aftur hesa ferð fara at hava Eugen Voda í málinum. Tá ið Skála í 9. umfarin- um 16. mai var í Runavík, vann NSÍ 1-0. Tá ið NSÍ í fimtanda umfarinum 2. juli var á Skála vann heimaliðið 3-1. Hava tryggjað sær fólkið Í Runavík løgdu teir hós- kvøldið seinastu hond á fyrireikingarnar til stór- dystin í Runavíkar komm- unu. Inntil fyri stuttum høvdu teir frí mikukvøld og vandu fríggjakvøld. Sein- astu vikurnar hava teir vant mikukvøld og hildið frí fríggjakvøld. Hóskvøldið var lítið hátíð- arhald. Tað var í sambandi við, at heimasíðan - nsi.fo - sum ikki hevur verið á skránni í ár, nú er komin fyri seg aftur og í nýggjum hami. Samstundis vórðu sáttmálar undirskrivaðir við fleiri av spælarunum, sum hava bundið seg at spæla við NSÍ næsta ár. Millum hesar eru Jens Martin Knudsen, Bryn- jolvur Nielsen, Óli Hansen, Viggo Johannesen, Christi- an Høgni Jacobsen, Jónstein Petersen, Jústinus R. Han- sen, Helgi L. Petersen, Hjalmar Dalbúð, Tórður Thomsen og Andy Olsen. Tað er eisini greitt, at Trygvi Mortensen heldur fram sum venjari, og at Bogi Lervig eisini næsta ár verður hjálp- arvenjari í Runavík. Í teimum seks dystunum síðani summarsteðgin hev- ur NSÍ fingið eitt stig meiri enn Skála. NSÍ úrtøkan hevur verið trettan stig við málmuninum 15-11. Tá ið teir sunnudagin vunnu 5-1 í Gøtu var døkki bletturin, at miðvallarin Kári Hansen tíðliga noydd- ist skaddur av vøllinum. Nøsin var brotnað í tveim- um støðum, og tað verður ikki mett serliga sannlíkt, at veteranurin verður førur fyri at spæla nakað serligt afturat í ár. Allir hinir, sum vóru við í stórsigrinum, eru tøkir. - Skála hevur ógvuliga gott og væl skipað lið. Av- bjóðingin hjá okkum er stór, men vit halda okkum vera væl fyri, og vit fara at gera okkara ítarsta. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað fer at røkka í morgin og í samlaðu uppgerðini eftir 27 umfør, siga teir í Runa- vík. NSÍ-Skála: Skála skal verja oddasessin Spenningurin er kyknaður av nýggjum Eftir at oddafiskur- in, IM Johan Eriks- son, hóskvøldið tapti, og Heini Olsen samstundis fekk fult, skuldi talvið teirra millum fríggjadagin verða rættuliga avgerandi TALV Jóannes Hansen Tað kom nýtt lív í aftur toppstríðið í Klaksvík International hóskvøldið. Svenski IM, Johan Eriks- son, sum undan triði síðsta umfarinum var hálvt annað stig framm- anfyri Hans Kristian Sim- onsen og tvey stig framm- anfyri Heina Olsen, tapti við svarta fólkinum móti IM Jens Ove Fries-Niel- sen. Danski telvarin hevði ikki fingið fult í nøkrum av teimum fyrstu sjey umførunum, og svenski telvarin hevði ikki tapt í sjey teimum fyrstu um- førunum. Hans Kristian Simon- sen hevði harvið møgu- leikan at vinna seg inn á svenska telvaran soleiðis, at frástøðan bara gjørdist eitt hálvt stig. Tað eydn- aðist ikki hjá Hans Kristi- ani. Við svarta fólkinum tapti hann móti Heina Ol- sen, sum harvið gjørdist næstfremstur. Undan 9. og næstseinasta umfarin- um, sum er á skránni fríggjadagin klokkan 14, var Heini eitt stig aftan- fyri IM Johan Eriksson. Teir báðir setast klokkan 14 fríggjadagin yvirav hvørjum øðrum. Heini hevur svarta fólkið. Tá ið teir báðir hittust fyrr í kappingini, endaði talvið remis. Longsta talvið hós- kvøldið var tað millum Eirik Gullaksen og Helga Dam Ziska. Eftir 44 leikir sattaðust teir við remis. Í hinum báðum talvun- um var talan um eirindar- leyst álopsspæl. Heini leyp á, og Hans Kristian lúrdi støðugt við mót- álopi. Tað eydnaðist Heina at innibyrgja frúnna hjá Hans Kristiani og at fáa kongin hjá hon- um út á borðið. Tá ið Hans Kristian legði kong- in eftir 26 leikir, hótti Heini við máti. Fyrsti sigurin hjá IM Jens Ove Fries-Nielsen varð vunnin í endaspæli, har hann hevði frúgv og finnur, meðan mótstøðu- maðurin, IM Johan Eriksson, hevði rók, bisp og finnur. Støðan eftir átta umfør er henda: 1. IM Johan Eriksson 5,5 stig, 2. FM Heini Olsen 4,5 stig, 3. Hans Kristian Simonsen 4,0 stig, 4. IM Eirik Gull- aksen 4,0 stig, 5. Jens Ove Fries-Nielsen 3,5 stig og 6. Helgi Dam Ziska 2,5 stig. Bara tapt móti føroyingum Útlendsku luttakararnir hava allir hægri styrkistøl, enn føroyingarnir hava. IM Johan Eriksson hevur 2423, IM Eirik Gullaksen 2382 og IM Jens Ove Fries-Nielsen 2381. Av føroyingunum eigur Heini Olsen styrkistalið 2325, Hans Kristian Simonsen 2305 og Helgi Dam Ziska 2177. Merkisvert er tað, at tær báðu ferðirnar, tá ið Heini Olsen hevur tapt, so hevur tað verið móti føroysku mótstøðumonnunum. Heini hevur vunnið annað talvið og tapt hitt talvið móti Hans Kristiani Sim- onsen, og hann hevur vunnið annað og tapt hitt talvið móti Helga Dam Ziska. Í tveimum teimum seinastu umførunum skal Heini Olsen telva móti útlendingum. Í næstseinasta umfarin- um, sum var á skránni fríggjadagin klokkan 14, skuldu allir teir føroysku telvararnir sita yvir av útlendskum mótstøðu- monnum: IM Johan Eriksson-FM Heini Ol- sen, Hans Kristian Sim- onsen-IM Eirik Gullaksen og IM Jens Ove Fries- Nielsen-Helgi Dam Ziska. Í dag klokkan 11 verður 10. og seinasta umfarið. Tá sær skráin so- leiðis út: Helgi Dam Ziska-Hans Kristian Sim- onsen, IM Eirik Gullak- sen-IM Johan Eriksson og FM Heini Olsen-IM Jens Ove Fries-Nielsen. Fjórða Klaksvík Inter- national er í Leikalund, sum heldur til í gomlu handilshúsunum úti í Klaksvík. Dystaryvirlit Fótbóltur - Formula-deildin Dagur Dystur Dómari 25.09 KÍ-ÍF Jens P. Brattalíð 25.09 HB-VB Lassin Isaksen 25.09 NSÍ-Skála Páll Augustinussen 25.09 TB-GÍ Eiler Rasmussen 25.09 EB/S-B36 Dagfinn Olsen 2. deild 24.09 LÍF-AB Jónleif Frederiksen 24.09 GÍ-Royn Dan Højgaard 24.09 HB-B36 Jens P. Brattalíð 24.09 Sumba-FSV04 Hans F. Hansen 24.09 B71-B68 Petur Reinert 3. deild 25.09 Skála-SÍ ÍF 25.09 NSÍ-Fram Eugen Voda 25.09 HB-B68 Jónleif Frederiksen 25.09 KÍ-ÍF Jan á Líðarenda 1. deild 18.09 GÍ-EB/S ÍF 18.09 B36-FSV04 Fram 18.09 AB-KÍ Laurits í Króki Hondbóltur - Atlantic Airways-kappingin 24.09 Neistin-StÍF Dánjal Samuelsen & Heri Petersen 24.09 H71-Kyndil Kristian Johansen & Sámal Hansen 24.09 VÍF-KÍF Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen Sunset-kappingin 24.09 Søljan-VB Kristian Joensen & Karstin Joensen 24.09 Stjørnan-Kyndil Kári Hansen & Dánjal Hansen 24.09 Tjaldur-StÍF Hallur Danielsen & Petur Skeel 24.09 VÍF-NeistinEyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen KÍ-ÍF: Kurt biður farvæl