leygardagur 24. september 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 182 - 24. september 2005
Brasilia eitt
satt formel 1
land
FORMEL 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Formel 1 koyringarnar í
Evropa hetta kappingar-
árið eru av, og liðini eru
farin til Suður Amerika,
Interlagos breytin liggur í
Sao Paolo í einum av
formel 1 ørastu londunum
í heiminum, Brasilia.
Hetta er landið, ið hevur
fostrað so stórar formel 1
hetjur sum Emereson
Fittipaldi, Nelson Piquet
og kanska tann størsta
nakrantíð Ayrton Senna.
5 vinnarar
Ikki færri enn 27 koyrar-
ar hava verið úr Brasilia
síðan formel 1 byrjaði í
1950. Teir hava samanlagt
byrjað 570 koyringar, 88
av teimum hevur ein bras-
iliumaður vunnið. Senna
vann 41 ferðir, áðrenn
hann lat lív í formel 1
koyringini á Imola í 1994,
Piquet vann 23 ferðir,
Fittipaldi vann 14 ferðir
og Carlos Pace vann 1
ferð áðrenn hann lat lív í
eini flogvannlukku uttan
fyri Sao Paolo. Umframt
hesar fyrrverandi formel
1 koyrarar hevur Rubens
Barrichello
vunnið
9
koyringar.
Munurin á Barrichello
og hinum fýra er, at
Barrichello ongantíð hev-
ur vunnið á heimabreyt-
ini. Hóast hann hevur
koyrt á breytini síðan
1993, og við sínum 211
formel 1 koyringum, er
tann brasiliumaðurin, ið
hevur koyrt formel 1
longst, so er hann bert
einaferð komin mál á
heimabreytini, tað var í
fjør. Hann endaði tá á ein-
um 3. plássi, hetta hóast
hann byrjaði fremstur og
var skjótastur alt viku-
skiftið. Tá sunnudagurin
kom megnaði hann ikki at
avbjóða Juan Pablo Mon-
toya, ið vann aftan á at
tætta rasarakoyring við
Kimi Räikkönen.
4 koyrarar
Í ár verða 4 brasiliumenn
á breytini. Rubens Barri-
chello í Ferrari og Felipe
Massa í Sauber eru fastir
menn á sínum liðum. Ric-
ardo Zonta er triðjikoyrari
hjá Toyota og royndar-
koyrir tí fríggjadagin.
Fjóri brasiliumaðurin er
Antonio Pizzonia, ið enn
einaferð avloysir Nick
Heidfeld
í
Williams-
BMW.
Heidfeld hevur í nakrar
vikur sitið uttanfyri aftaná
eitt óhapp í eini roynd-
arkoyring. Hesin skaði er
nú lektur, men nú er hann
dottin á súkklu og hevur
brákað økslina. Hetta
gevur Pizzonia møguleika
fyri uppreisn, aftan á hann
á Spa í kleyvarskapi
koyrdi Juan Pablo Mon-
toya av breytini, meðan
hesin
lá
eitt
umfar
framman fyri á 2. plássi.
Døpur útlit
12 ár eru liðin síðan ein
brasilumaður
vann
á
Interlagos seinast. Hetta
var seinastu ferð, at Senna
vann á heimabreytini. Út-
litini fyri einum bras-
ilskum sigri eru døpur í
løtuni.
Hvørki
Barri-
chello,
Pizzonia
ella
Massa hava vinnandi bil-
ar, men um tað regnar
kann alt henda.
Um ikki kunnu brasilu-
menn gleðast um, at
næsta kappingarár verða
2 brasiliumenn í topp-
liðum, Massa fer til Ferr-
ari og Barrichello til Ferr-
ari. Hesi lið áttu at
blandað seg í stríðið um
heimsmeistaraheitið
næsta kappingarár.
Kelda: www.forix.com
Ayrton Senna er seinasti brasiliumaður, ið hevur vunnið á
heimabreytini, her á sigurskamlinum aftan á sigurin í 1993
McLaren-Mercedes
vístu á Spa fyri tveim-
um vikum síðan, at
teirra bilar eru líka
sannførandi í regni
sum í turrum veðri,
so hóast regn verður
eru teir favorittar
FORMEL 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Veðurtíðindini á f1.com
siga, at regn er sannlíkt, tá
formel 1 koyringin verður í
Sao Paolo hetta vikuskiftið.
Hetta kann geva eitt sindur
av eyka spenningi. Men tey
flestu vænta, at sunnu-
kvøldið okkara tíð eitur
yngsti formel 1 heims-
meistarin nakrantíð Fern-
ando Alonso.
Kappingin er teoretisk
Ungi spaniumaðurin er 25
stig frammanfyri finska
kappingarneytan
Kimi
Räikkönen, og í løtuni eru
einans tríggjar koyringar
eftir. Mestu stig ein koyrari
kann fáa í eini koyring eru
10. Um Räikkönen ikki far
5 stig fleiri enn Alonso,
kunnu teir ikki enda ájavnt
í stigum, og Alonso er
sostatt meistari.
Møguleikin hjá Räikkön-
en at vinna meistaraheitið
er longu teoretiskur. Fyri at
tað skal eydnast, skal tað
gangast sera illa hjá Alonso
í øllum 3 koyringunum.
Hetta er ikki sannlíkt.
Hyggja vit burtur frá koyr-
ingini í USA, tá bæði allir
Michelin koyrararnir valdu
ikki at koyra, so eru bert
tvær koyringar har Alonso
ikki er endaður í stigunum.
Hetta ber vitnisburð um ein
sera stabilan bil og ein sera
stabilan koyrara.
Nýggjur Aeoro
dynamikkur
Renault koyrararnir Fern-
ando Alonso og Giancarlo
Fisichella, kunnu tó ikki
kenna seg heilt tryggar.
Kappingin um meistara-
heitið fyri lið er sera tøtt.
Renault liggur nú einans 5
stig framman fyri McLar-
en-Mercedes. Munurin í
hesi kapping er alsamt
minkaður seinastu nógvu
koyringarnar, tí eingin ivi
er um, at McLaren hava
betra bilin í løtuni. Men nú
svarar Renault aftur við
stórum aerodynamiskum
broytingum. Hetta átti at
minkað um munin millum
liðini, og hetta kann gerast
avgerandi í kappingini um
meistaraheitið fyri lið.
Nýggj dekk til Ferrari
Dekkini hjá Bridgestone
hava fingið nógvar ábreiðsl-
ur í ár, og gitingar hava verið
frammi um, at dekkini hjá
Bridgestone eru eitt sekund
seinni pr. umfar, enn tey hjá
Michelin. Hetta sigst at vera
ein av høvuðsorsøkunum til
ringa árið hjá Ferrari. Um
hetta er so ella ikki, tað er
bert gitingar. Hvussu er og
ikki, so hevur Bridgestone
sambært f1.com nýggj dekk
við til koyringina hetta viku-
skiftið.
Bridgestone liðini Jordan
og Minardi kappast bert við
hvørt annað, og áttu dekk-
ini ikki at broytt nakað í
hesi kapping. Tað triðja
Bridgestone liðið er Fer-
rari, men teir hava verið so
langt aftan fyri seinastu
koyringarnar, at tað er
ivasamt um dekkini fara at
gera tann heilt stóra munin.
Regnið kann gerast
avgerandi
Juan Pablo Montoya vann á
hesi breytini í fjør. Í ár
kemur hann til Brasilia í
besta bilinum í løtuni. Tætt
við heimlandi Kolumbia er
hugurin at vinna sera stór-
ur, familja og vinir koma at
hyggja. Räikkönen er í
sama bili, og kravið til
hansara er ein sigur. Hetta
eru teir báðir mest sannlíku
vinnararnir, teir vístu á vátu
breytini á Spa, at McLaren
er líka sannførandi í regnið
sum í turrum veðri. Men
óhappið hjá Montoya og
Pizzonia vísti, at regnið
altíð kann gerast avgerandi.
Áðrenn á Interlagos:
Aftur regn hetta vikuskiftið
Mest sannlíkt er, at Fernando Alonso er yngsti heimsmeistari í
formel 1 nakrantíð, tá hetta vikuskiftið er av
Mynd: Reuters
HM fyri koyararar
1 Fernando Alonso 111
2 Kimi Räikkönen
86
3 Michael Schumacher 55
4 Juan-Pablo Montoya 50
5 Jarno Trulli
43
6 Giancarlo Fisichella 41
7 Ralf Schumacher
37
8 Rubens Barrichello 35
9 Jenson Button
30
10 Mark Webber
29
HM fyri lið
1 Renault F1
152
2 McLaren-Mercedes 146
3 Scuderia Ferrari
90
4 Toyota Racing
80
5 Williams-BMW
59
6 BAR Honda
31
7 Red Bull Cosworth 27
8 Sauber Petronas
17
9 Jordan Toyota
12
10 Minardi Cosworth
7
Um brasilsku koyringina á Interlagos
Umferðir: 71
Breytarlongd: 4,309 km
Skjótast umferð:
Juan Pablo Montoya í 2004
(Williams-BMW) 1 minutt 11,473 sekund
Longdin á koyringini: 305,909 km
Núverandi koyrarar sum hava vunnið á Interlagos:
Michael Schumacher 1994 (Bennetton-Ford), 1995
(Bennetton-Renault) 2000, 2002 (Ferrari), Jaques
Villeneuve 1997 (Williams-Renault) David Coult-
hard 2001 (McLaren-Mercedes) Giancarlo Fisi-
chella 2002 (Jordan-Ford) Juan Pablo Montoya
2004 (Williams-BMW)
Keldur: www.f1.com og www.forix.com
FAKTA