leygardagur 24. september 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 - 24. september 2005
23
flyfaroe.com
TYRLUTÆNAST
flyfaroe.com
Talan er um bygningin hjá Postverki Føroya,
Traðagøtu 39 á Argjum, har Frímerkjadeildin húsast.
Grundøkið er 5.032 m2 til víddar.
Bygningurin er í tveimum hæddum, umleið 2.000 m2. Harafturat er kjallari 90 m2.
Bygningurin er innrættaður við skrivstovum, goymslu, viðskiftahøli, køki og kantinu.
Tikin í nýtslu í 1982. Bygningurin er bygdur á byggifrøðiliga høgum standardi.
Skrivstovuøkini eru deild í tvær lonir, við eini viðskiftahøll, sum sambindingarlið millum báðar hæddirnar og lonirnar.
Lyfta er millum báðar hæddirnar.
Kjallarin er innrættaður við hita- og ventilatiónsskipan.
Útiøkið er lagt við steinum, væl skipað við 60 uppmerktum parkeringsbásum og beðum, plantað við runnum. Kantar eru
laðaðir við gróti.
Bygningurin stendur í friðarligum umhvørvi og hevur gott og frítt útsýni.
Bygningurin verður seldur um hóskandi boð fæst. Tvey leigumál eru í bygninginum. Leigumálini kunnu sigast upp við
virknaði ávikavist 1. august 2008 og 31. desember 2008.
Boð upp á bygningin skulu latast í afturlatnum brævbjálva á skrivstovuni hjá postverksstjóranum í seinasta lagi
mánadagin 31. oktober 2005 kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um bygningin fáast við at venda sær til
Berg í Garði, postverksstjóra, telefon 34 60 20.
Skrivstovubygningur til sølu
Óðinshædd 2, 100 Tórshavn