Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-24, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 182 - 24. september 2005 Sangarin í Carpark North hevði ynskt at sloppið at staðið í salinum, tá bólkurin spælir fyrstu konsert- ina á nýggju tónleika- ferðini í byrjar í Fuglafirði, tí hann er sannførdur um, at tað verður svakliga gott.. KONSERT Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leygarkvøldið vitjar ein av best dámdu donsku tónleika- bólkunum seinastu árini í Mentanarhúsinum í Fugla- firði, Carpark North hava í ár hittað stórt í Danmark við lagnum "Human" av aðru fløguni hjá bólkinum "All things to all people". Talan er um rokkkendan elektroniskan popp, ella við øðrum orðum sera forkunn- ugan tónleik í Føroyskum høpi. Men við teimum smittandi niðurløgunum, er tónleikurin av eini sovorðn- ari góðsku, at sjálvt tey mest stirvnu mugu nikka við. Nýggja fløgan "All things to all people" tekur táttin upp eftir fyrru fløg- uni, og er uppaftur betri enn tann fyrra. Serliga fyrsta stakfløgan "Human" er framúr, hon rokkar full- komiliga. Tekur ímóti mær Í bilinum á veg út í venj- ingahølið hjá Carpark North, spælir útvarpsrásin P3 enn einaferð hittið "Hu- man". Fryntligi sangarin Lau tekur í móti mær, tá eg koyri inn í garðin uttan fyri venjingarhølið. Eg nevni fyri honum, at eg júst havi hoyrt "Human" í útvarpin- um. Hann smílist, og sigur eitt sindur bandittasliga, at hann ikki veit, hvussu nógvan pening plátufelagið mann hava goldið Dan- marks Radio fyri at spæla hann. Vildi verið í salinum Í venjingarhølinum, ið eru á stødd við eini miðal hús, standa hinir limirnir í bólkinum og forrita á eini teldu. Hetta er partur av venjingini, sigur Lau. Hann greiðir frá, at teir allatíðina royna at gera framførsluna betri. Akkurát nú arbeiða teir við at gera ein intro til konsertferðina, ið byrjar í Føroyum. Tankin er, at fáa fólk at vera vill, longu tá bólkurin fer undir fyrsta lagið. Her er ikki bara talan um at gera eina intro, men um at skapa eina heildar- framførslu. Teir hava arbeitt nógv við hesum. Lau ivast ikki í, at tað verður svakliga gott og sigur, at hann hevði ynskt at sloppið at staðið í salinum og hugt eftir fram- førsluni. Tað skínir eitt sindur í gjøgnum, at maðurin er fyrst í tjúgunum, hann er so livandi og ivrigur at fortelja um sína list, og hann meinar tað ordiliga nógv. Sera frískligt og sera erligt. Allastaðni í venjingar- hølinum standa ljómborð, forsterkarar, trummusett og ymiskir gittarar, hetta er eitt ordiliga stuttligt spælipláss, og teir tykjast at trívast her. Mest spælda lag í 2003 Tað var lagið "Transparent and glasslike", ið smitaði Carpark North upp á toppin á donsku hittlistunum, og hjálpti við at selja ikki færri enn 46.000 eintøk av fyrstu fløguni. Lagið var mest spælda lag í donskum út- varpi í 2003, og lá í vikuvís ovast á Tjecklistanum, ið er danska útgávan av 15 teimum bestu. Carpark North sannførdu í Týsklandi Í síðstu viku vóru Carpark North ein av bólkunum, sum danski tónleikaídnað- urin bjóðaði fram, á stóru Poppkomm messuni í Berlin. Hetta varð gjørt við eini útseldari konsert á spælistaðnum Postbahnhof. Sambært Gaffa var fram- førslan hjá Carpark North framúr. Lau sigur, at hann fekk eina kenslu av, at tað gongur væl í Týsklandi. Tvey útgávufeløg hava bjóðað um kapp fyri at sleppa at geva "All things to all people" út á týska marknaðin. Hetta átti at verið eitt gott tekin. Hann sigur, at tað felagið, sum fekk uppgávuna tykist ordi- liga áhuga í at gera eitt gott sølu- og marknaðar-før- ingsarbeiði. Fløgan kemur út í Týsklandi í næstum, og hetta verður sera spennandi heldur Lau. Hann sigur, at tað var eitt sindur stuttligt, at tá teir komu til Berlin, hildu teir seg vera púra ókendar, men tað fyrsta, ið teir sóu á flog- vøllinum, var týkst tón- leikablað, sum hevði grein við stórari mynd av Car- park North á síðu 3. Spennandi samstarv Millum tey ið lurtaðu í Postbahnhof var umboðs- maðurin hjá elektroniska tónleika guru’inum Moby, og honum dámdi teir so væl, at hann hevði fund við Carpark North dagin eftir konsertina. Lau sigur, at tað var ein sera spennandi fundur, sum kann enda við onkrum ordiliga spennandi, men at einki er komið upp á pláss enn, so hann vil helst ikki tosa ov nógv um tað. Spæla hvørt vikuskifti Konsertin í Mentanarhúsin- um er tann fyrsta av nógv- um konsertum, higartil eru øll vikuskiftini restina av hesum árinum upptikin. Hetta eru fyrst og fremst konsertir í Danmark, men eisini í Svørríki, Noregi, Finlandi og Týsklandi. Lau sigur, at teir hava lagt nógv arbeiði í at gera framførsluna, so góða sum møguligt. "Vit eru ein und- irhaldsbólkur"sigur hann, "Okkara tónleikur er gjørd- ur fyri at gera fólk glað, og fyri at fáa lív í tey. Vit eru soleiðis, sum persónar, at um vit ikki spæla lívligan og festligan tónleik, so keð- ast vit av tí. Okkara fram- førsla ber brá av hesum. Størri frælsi Til konsertirnar hava Car- park North ein eyka ljóm- borðsleikara við. Hetta eru neyðugt sigur Lau. Hann heldur, at ljóðmyndirnar høvdu verið ov lítlar uttan eyka ljómborðsleikaran. Tað gevur somuleiðis størri frælsi á konsertunum. Fleiri av løgunum hava for- ritaði petti, og rútmuboksir og annað liggja undir lagn- um. Men onnur løg, sum t.d. stóra hittið "Transparent & Glasslike" verða spæld heilt live, uttan nakað undirliggj- andi. Henda møguleika gevur eyka ljómborðsleikar- in, og tað ger konsertina meira livandi, og nógv stuttligari at spæla. Nógv broyttir Lau greiðir frá, at mátin bólkurin arbeiður er broytt- ur nógv síðan byrjanina, fyrr líktust konsertirnar nógv fløguni. Men hetta riggaði ikki so væl í øllum løgum, so tí hava teir gjørt summi av løgunum um, við eyka pettum, og umskipan av ymsum. Hetta riggar betur, og ger sjálvandi eis- ini konsertupplivingina bet- ur. Konsertin er ein heilt onnur uppliving enn at seta eina fløgu við bólkinum á. Meira víðgongd fløga Tá teir fóru í holt við nýggju fløguna, høvdu teir eitt brennandi ynski um, at fáa gjørt fløguna eitt sindur meira víðgongda. Fáa tað sum rokkar at rokka meira, gera forritanina eitt sindur frekari og gera alla ljóð- myndina meira massiva. Hetta heldur Lau hevur eydnast. Men tað hevur somuleiðis tað við sær, at kenslurnar hjá fólki eru sterkari fyri hesið fløguni enn tí fyrru. Summi elska hana, meðan onnur inniliga hata hana. Fyribils merkir hetta, at fløgan hevur fingið framúr góð ummælir, men hevur selt nógv færri eintøk enn tann fyrra, tó kann hetta broytast sera nógv, um gjøgnumbrotið á tí týska marknaðinum kemur. Vildu gjarna til Føroyar Lau sigur, at eingin av lim- unum í Carpark North hev- ur verið í Føroyum fyrr. Men teir hava hoyrt ordi- liga nógv gott um landið. Tí ynsktu teir at sleppa hendanvegin. Hann sigur seg vóna at sleppa at upp- liva eitt sindur av landinum á ferðini. Hann sigur, at teir hava fantastiska góðar royndir við at spæla forkunnug støð og fyri fólki, sum ikki kenn- ir tónleikin. Teir hava spælt í Grønlandi, Italia og Irak. Allar hesar konsertir hava verið stórar upplivingar fyri bólkin. Tá fólk ikki kennir fløguna, lurta tey nógv meira opin eftir tónleikin- um. Tónleikurin sleppur tí at standa sjálvur, og hetta virkar øgiliga sterkt. Tað verður svakliga gott!