leygardagur 24. september 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 182 • Vikuskiftið 24.–25. september 2005
• 79. árgangur • www.sosialurin.fo
... og við sær høvdu tær
nýggj ættarlið av sang-
glaðum børnum. Allar
hinar barnsligu sálirnar
sluppu eisini upp í leikin,
tá nýggja, gylta Kular
Røtur sangbókin varð
løgd fram í Leikalund í
Klaksvík hósdagin
NÝGGJ SANGBÓK
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
- Í flestu førum her í lívinum
loysir tað seg sjáldan at standa
einsamallur. Og hugskotið um at
geva sangirnar av Kular Røtur
fløgunum út sum sangbók, varð
neyvan vorðið veruleiki uttan tær
nógvu góðu kreftirnar, sum hava
verið við uppá ymsar mátar,
segði Steintór Rasmussen mill-
um annað, tá hann legði fyrsta
eintakið av nýggju Kular Røtur
sangbókini fram í Leikalund
hósdagin.
Klaksvíksútgáva
Steintór fjaldi ikki út yvir, at
hann var ikki sørt errin av, allar
góðu kreftirnar hesuferð eru úr
Klaksvík, og at Kular Røtur
sangbókin sostatt burturav er ein
Klaksvíksútgáva. Steintór og
aðrir góðir orðasmiðir hava gjørt
orð og løg, gittarsnillingurin
Magni Husgaard hevur skipað
nótaarbeiðið, listamaðurin
Edward Fuglø hevur myndprýtt
og Cre8 hevur sett upp og greitt
bókina til prentingar. Og sang-
ararnir og tónleikararnir á nýút-
gávuni av fløgunum eru øll eisini
úr Klaksvík.
Kulu Røturnar í Klaksvík
líkjast mest eini stórari familju
eftirhondini. Og tey vóru øll har
hósdagin í Leikalund - Trølla-
pætur, Nósi, Arnfríð Lützen,
orðasmiðir, tónleikararar og so
ein rúgva av børnum, sum vóru
so lítil, tá fyrsta Kular Røtur
fløgan kom út, at tey neyvan
dugdu at tosa. Men nú duga
eisini tey allar sangirnar uttanat,
og skjótt vóru børn úr Útibarna-
garðinum í Haraldssundi og 2. b
í Skúlanum á Ziskatrøð klár at
framføra nakrar av kendu sang-
unum hjá Kulu rótunum. Hesu-
ferð var tað eitt sindur lættari at
minnast allan tekstin, tí tey
høvdu øll fingið hvør sítt eintak
av nýggju sangbókini.
Skattkista
Ì stórum familjum er altíð pláss
fyri einum ella fleiri afturat. Úr
Havn var Niels Jákup Thomsen
frá Bókadeildini komin at siga
nøkur orð, millum annað um tá
Steintór Rasmussen fyri nøkrum
árum síðani fyrstu ferð vendi sær
til Bókadeildina við hugskotin-
um um at geva Kular Røtur
sangirnar út sum sangbók. At tað
ikki bar til tá, fekk ikki Steintór
at missa mótið. Hann treiskaðist
víðari, fann saman við øðrum
góðum kreftum í Klaksvík, og
nakað seinni fekk Bókadeildin
fyrsta útkastið til nakrar lidnar
síður av sangbókinum við
tekningum og øllum. Nú bar
betri til, og saman við Føroya
Skúlabókagrunni gjørdi
Bókadeildin av at geva bókina
út.
Og bókin má sigast at vera
sera snøgg. Perman úr "gulli"
boðar frá, at her goymir seg ein
heil skattkista av sangum,
tekningum og nótum. Framúr
góðu tekningarnar hjá Edwardi
Fuglø hava givið øllum teimum
kulu rótunum nýtt lív - Karin,
sum fann ein ring á vegnum,
gentan tey kalla babe, hundurin
Kingoson, omman við síni
Harley Davidson, grønu menn-
inir frá Pluto og so øll hini
sjálvandi. Og tað er bara at tríva
í sangirnar um tey, tí nóta-
arbeiðið er skipaði soleiðis, at øll
kunnu verða við, eisini tey sum
bara syngja ella spæla gittar til
húsbrúk.
Saman við sangbókini er ein
Kular Røtur savnsfløga eisini
komin út, har nakrir spildu-
rnýggir sangir eisini eru við.
Kular Røtur
eru aftur ...
Kula rótin, Arnfríð Lützen, sum hevur verið við frá byrjan, sang vakra sangin um Puff mín loynidreka, tá nýggja
Kular Røtur sangbókin varð løgd fram í Leikalund hósdagin
Norðurlandahúsinum, Niels Halm, fekk eitt eintak av nýggju sangbókin, so
hann eisini kann læra seg sangirnar hjá Kulu Rótunum
Børn úr barnagarðinum í Haraldssundi og skúlanum á Ziskatrøð sungu nakrar av kendu Kular Røtur sangunum og
fingu hvør sítt eintak av sangbókini