Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-24, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 182 - 24. september 2005 UMHVØRVISMÁL Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Fyrrverandi danski orku- og um- hvørvisráðharrin Svend Auken kemur í dag til Føroyar í sam- bandi við, at hann mánadagin skal halda fyrilestur um orku- og umhvørvispolitik. Tað er Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í orkumálum, hevur boðið Auken til Føroya at halda fyrilestur, í samband við, at arbeitt verður við at orða yvirskipaðan orku- politikk fyri Føroyar. Svend Auken sigur sjálvur, at hann kemur at bøta um skaðan, sum Bjørn Lomborg gjørdi, tá hann fyri júst einum ári síðan var í Føroyum og helt fyrilestur um sama evnið. Sambært Svend Auken eru teir báðir 100% ósamdir um alt, ið viðvíkjur umhvørvismálum. Sera týdningarmkið fyri føroyingar Svend Auken sigur, at tað sum Bjørn Lomborg sigur, ikki bara er tvætl, tað er eisini sera vanda- mikil hugsan. Bjørn Lomborg hevur tí sannføring, at manna- skapta dálkingin ikki hevur tey umhvørvisárin, ið grannskarar annars halda. Hetta heldur Svend Auken verða vandamikið á tann hátt, at hetta er at mæla til, at bara lata dálkingina og umhvørvistrupulleikarnar sigla sín egna sjógv. Hetta kann hava sera ringar avleiðingar fyri okkum øll. Veðurlagsbroytingar og broytingar í streymviðurskiftum, kunnu t.d. gerast enn verri, og hetta kann ávirka fiskistovnarnar nógv. Fyri eitt land sum Føroyar kann hetta gerast sera álvarsamt. Við fiskivinnuni sum høvuðs- vinnu kunnu sjálvt smávegis broytingar koppa øllum landsbú- skapinum. Tí er umhvørvismál serliga týdningarmikil fyri føroy- ingar. Eisini fyri grønlendingar er hetta álvarsamt. Grønland er sambært Auken, tað landið, ið er harðast rakt av klimabroytingum, hetta hevur við sær at innlands- ísurin smeltar við ræðandi ferð. Orkumál eru áhugaverd fyri øll Svend Auken fer umframt um- hvørvismál, at tosa um orkumál. Her leggur hann dent á, at tað er líka mikið hvønn politiskan lit tú hevur, og hvørji umhvørvis- sjónarmið tú hevur. Øll kunnu semjast um, at betri gagnnýtan av orku er vegurin fram. Hetta er galdandi bæði frá umhvørvis- sjónarmiðinum: "minnið olju- nýtsla dálkar minnið", og frá fíggjarliga sjónarmiðinum, "minnið oljunýtsla kostar minnið". Í Føroyum sær hann stórar møguleikar fyri vindorku, og ætlar at skjóta upp, at samstarv verður fingið í lag við teir granskarar, ið sita á Riisø og arbeiða við royndum við vindorku. Sjóvinnan er gloymd Hann heldur, at tað er sera óheppið, at so lítið er gjørt við orkueffektivisering í sjóvinnuni, skipini brúka enn sera dálkandi olju. Harumframt verur í hesi vinnu slettis ikki hugsa um betri gagnnýtan av orku. Hetta eigur at verða raðfest. Tildømis eru áhugaverdar royndir gjørdar við vindorku umborð á skipum. Við at brúka vind saman við olju kann oljunýtslan falla. Hetta er eitt framstig bæði fíggjarliga og á umhvørvisøkinum. Her er ikki talan um seglskip, men um okkurt slag av drekum. Hann vísir til nýggjastu útgávuna av Dálking kann koppa f Svend Auken fyrrverandi orku- og um- hvørvismálaráð- harri í Danmark sigur, at veður- lagsbroytingar og broytingar í streymviðurskift um, kunnu ávirka fiski- stovnarnar og enda við at koppa føroyska búskapinum