Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-24, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

"The Ecoomist" har hesar royndir verða lýstar. Eisini er brint ein orkukelda, ið sambært Auken gevur sera spennandi møguleikar, og ivaleyst verður fremsta orkukeldan í framtíðini. Áhugin fyri umhvørvismálum Áhugan fyri umhvørvi fekk Auken longu í sjeytiárunum, tá hann sum arbeiðsmálaráðharri var høvuðssniðgevi í donsku arbeiðsumhvørvisumbótini. Við hesum arbeiði spretti tann prinsipielli áhugin fyri umhvørvismálum. Í árunum 1993-2001 sat Auken, sum ráðharri fyri umhvørvis- og orkumál, og var eitt tíðarskeið somuleiðis formaður í umhvørvisnevndini hjá teimum evropeisku javnaðarflokkunum. Hann greiðir frá, at longu í tíðini tá Anker Jørgensen sat sum formaður í danska javnaðar- flokkinum, tóku teir avger um, at danski javnaðarflokkurin skuldi vera ein grønur flokkur. Grund- hugsjónin var, at langskygd sjónarmið á umhvørvisøkinum, skuldu takast framum stuttskygd sjónarmið um fíggjarligt avkast. Hetta arbeiðið var sambært Auken so væleydnað, at eingin grønur flokkur hevur fingið fótafestið í Danmark. Hann metir ikki, at tørvur hevur verið á einum slíkum flokki, tí javnaðarflokkurin røkir hesa uppgávu til fulnar, sjálvandi saman við teimum radikalu og sosialistiska fólkaflokkinum, er hann skjótur at viðmerkja. Aktivur danskur umhvørvisprofilur Hann heldur, at serliga í árunum 1993-2001 hendi nógv. Danmark fekk ein aktivan umhvørvis- profil, og arbeiðið við umhvørvismálum varð raðfest høgt. Hetta smittaði av í øllum Evropa, og var við til at skapa ein aktivan evropeiskan um- hvørvispolitikk, sum Danmark eigur stóran lut í. Hetta kom millum annað til sjóndar á ST- Ráðstevnuni fyri umhvørvi fyri Evropa, ið Svend Auken skipaði fyri í Århus í 1998. Alt fari fyri skeytið Svend Auken sigur seg harmast um støðuna á umhvørvismálum í Danmark í dag. Í tíðarskeiðinum tá Auken var ráðharri í um- hvørvismálum vuksu játtanan- irnar til umhvørvið ikki stórvegis í Danmark, men økið bleiv gjørt nógv effektivari, og málrættað. Tá nýggja stjórnin tók við í 2001, vórðu 1000 størv skorðin burtur í umhvørvismálum. Nýtslan av sproytievnum í landbúnaðinum er farin at veksa aftur, aftan á at hon fall støðugt undir seinastu stjórn, útlátið av vakstrarhúsgassum er farið at veksa aftur, aftaná at havi verið fallandið. Fíggjarmálaráðið stýrir umhvørvismálum Í eini sjónvarpsendin í fjør segði Svend Auken við Umhvørvis- málaráðharran Connie Hede- gaard, at hon var ein skilagóð kvinnna við røttum meiningum innan umhvørvismál, men at tíanverri var hon tann einasta í donsku stjórnini. Hetta heldur hann fæst við. Hann sigur, at Connie Hedegaard hevur so lítið at týdningi í stóra putlispælinum, at hon einki fær gjørt. Orkumál eru tikin burturúr hennara máls- øki, Umhvørvisvernd er gjørd kommunal, og fíggjarligi niðurskurðurin hevur verið sera umfatandi. Svend Auken heldur, at hetta er einki minnið enn ein vanlukka fyri Danmark. Tað er danska fíggjarmálaráðið, ið stýrir umhvørvis- og orkupolitikkinum, og hetta sæst aftur. Danmark er ikki longur ein oddafiskur í arbeiðinum við varandi orku, virkir og fyritøkur fáa fríar ræsur á umhvørvisøkinum, og arbeiðið við at fáa reint vatn er steðgað. Hann gevur Dansk Folkeparti og Venstre alla skuldina, sambært honum eru tað hesir flokkar, ið avgera politikkin á hesum øki, og her verður bara hugsað um stuttskygdan fíggjar- ligan vinning. Vil norður eftir Hetta er sættu ferð, at Svend Auken vitjar í Føroyum. Hann heldur, at tað er undrunarvert at síggja, hvussu væl føroyingar klára seg undir teimum fyritreyt- um, sum vit virka undir. Hann sigur, at fyrsta ferðin í Føroyum var tá William Heinesen hevði 90 ára føðingardag. Síðan tá hevur hann vitjað í politiskum ørindum fýra ferðir. Hann hevur verið í Suðuroynni fleiri ferðir, bæði saman við Jóannesi Eidesgaard og áðrenn tað við Atla Dam. Sandoynna, Vágoynna og Miðstaðarøkið hevur hann somuleiðis vitjað, men hann hevur ongantíð verið í norðara parti av landinum. Hann vónar at sleppa at síggja henda part av landinum á hesi ferðini. Hann heldur føroysku náttúruna vera sera vakra og stórfingna. Nr. 182 - 24. september 2005 27 føroyska búskapinum – Eg haldi, at tað er undrunarvert at síggja, hvussu væl føroyingar klára seg undir teimum fyritreyt- um, sum tit virka undir, heldur Svend Auken, fyrrverandi danski umhvørvisráðharr in, sum í dag kemur til Føroya á vitjan