Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 182 - 24. september 2005 LIST Frits Johannesen Leygardagin 9 sept. kl 17:00 læt Listaskálin eina sýning upp við grafiskari list av Edv. Munch. Hetta var ein stórfingin løta at trína inn í Skálan og vita, at Munch var komin at vitja. Løtan var vovin í ein forvitnisligan myndlistamann, sum er heims- kendur. Myndirnar hingu í "súlnagongini" í Listaskálanum. Hugsi mong, sum vóru komin í Skálan henda dag, tordu illa at fara inn til Edvard Munch og taka í hondina á honum og heilsa upp á henda mæta listamann. Myndirnar vóru partur av hans- ara sinni, sum alt lívið vóru merktar av veðurbardum nulv- ingum og blikaðum hoyggi á útristum teigum á døkkum sálar- fløttum. Fólk fóru stumm inn í gong- ina. Hópurin flutti seg fet fyri fet inn um dyrnar til hetta graf- iska skattkamarið. Fimmti verk vóru til skjals - tveir málningar og fýrati átta grafisk listaverk. Fyrsta prentið Edv. Munch gjørdi sítt fyrsta grafiska prent í 1894 - ein radering av týska listaummælar- anum Mengelberg, sum skrivaði um list og hevði skrivað góð orð um listina hjá Edv. Munch. Sum málari hevði Edv. Munch arbeitt í 10 ár og hevði longu latið úr hondum dygdar listaverk, t. d. Tað sjúka barnið 1885/86, Vár 1889, Inger 1884, Karin í ein- um ruggustóli 1881, og bróðirin Andreas lesur til lækna 1883. Munch var uml. 20 ára gamal, tá ið hann hevði gjørt hesi avrik. Edv Munch fór eldhugaður undir ta grafisku listina.. Tað var ongantíð í hansara huga at tillaga sína list eftir tí, ið fólk vildu hava at hann skuldi mála. Hann sá møguleikan í hesum máta at røkka fleiri við listini, so fólk kundu síggja, hvat hann ætlaði við síni list uttan at "svíkja lista- gudinnuna". Hann hevur latið úr hondum uml. 800 upprunaprent úr træi, steini og etsingum. Millum fyrstu verk hansara eru tvær andlitsmyndir, men tað var skjótt, at hann fór yvir í rader- ingar og steinprent við motivum í ætt við "Livsfrisen" (frisa: ein vantrætt røð av prýðum á einum bygningi ella á einari blaðsíðu í eini bók), sum er ein røð av myndum um lívið. Lívsfrísan er ætlað sum ein yrking um lívið við tess sorgum, gleði og deyða. Tað er ilt at siga hvør, ið hevur givið Munch íblástur til grafisku listina, men í brøvum sínum nevnir hann Max Klinger (1857- 1920) týskur grafikari, málari og myndahøggari, sum gjørdi grafiskar røðir av myndum, t. d. Eine Liebe. Munch kallar eina røð av myndum hjá sær, 6 í tali, fyri Die Liebe , sum hann út- stillar Unter den Linden í des. 1893. Tá eru 25 listaverk við á framsýningini. Óivað er íblást- urin til hesa røð kanska frá Max Klinger. Málningurin og grafisku myndirnar Hugskotið, sum Munch kom við, at gera ein frisu, sum skuldu hanga í eini høll, arbeiddi hann við alt lívið. Bara nøkur heilt fá prent siga sína søgu, t. d. um hugaheimin hjá arbeiðaranum. Tá ið honum dámdi ein málning, gjørdi hann al oftast eisini eina grafiska mynd av málninginum. Tað var sjáldan, at hann gjørdi skurðin ella steinprentið fyrst og so málningin aftaná. Kanska er tað hugsandi, at alt tað, sum hann hevur at oysa av í list, kundi sigast í tveimum litum - svart og hvítt. Málningurin var inngangurin, og prentið útgang- urin. Tú fekst eitt præludium og eitt postludium í eini gongd í listaliga kervinum hjá mannin- um, sum er tónlist í myndum og feitum strokum. Dialektikkur í svørthvítum skurðum, linjum og flatum millum ljós og myrkur, endurskin í listaligum vaðgotum, sum øll verðin stunar undir í ræðslu angist og trega. Grafisku prentini spæla eisini undir til málningin. Hann kann við grafikkinum gera tíðiligari og klárari myndir enn við máln- inginum, og leggja kunnu vit afturat, at málarin lærir av grafikkinum, og grafikarin av málaranum. Í hesi list ger Munch fleiri royndir fyri at greiða prent- ini á ein hátt, at tað er hansara fatan av listini, sum kemur at seta sín dám á arbeiðini. Hann gjørdi ikki, sum vanligir grafik- arar gjørdu, tá ið teir tilevnaðaðu prentini, men nýtti tað, sum fyri hondini var. Hann kubbaði við tey bond, sum vóru knýtt at tí siðvenju, sum var í grafiskari list. Edv Munch hevði onga útbúgving innan hesa lærugrein, so royndir hansara vóru nýskap- an í listini. Júst við sínum roynd- um fór hann inn á nýggjar leiðir Grafiska listin hj