Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-24, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. september 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 182 - 24. september 2005 29 á Edvard Munch í hesi list. Sjálvur Picasso fekk íblástur til sína list frá Edv. Munch Eins og fleiri listafólk um hetta mundið (90-unum) í Evropa hevði Edvard Munch áhuga fyri japanskari træskurðlist. Gauguin var farin at skera í træ fyri Edv. Munch. Edv. Munch fylgdi ikki hesi siðbundnu mannagongd, tá ið prentast skuldi. Japanesarar kundu brúka til eitt prent upp til 10-12 træplátur. Hetta var ein langdrigin gongd og kravdi nógv av listafólkunum. Edv. Munck tók snøgt sagt og sagaði plátuna í stykkir, sum hann hevði skorið. Sostatt kundi hann leggja litir á plátuna, sum honum listi og gera myndina , sum hann vildi. Her vóru møguleikar, sum ikki høvdu verið til skjals áður í hesi lista- grein. Tann hvíta linjan, sum kemur fram, har skapini møttust, bleiv ein rond, sum gav myndini nýtt lív. Henda gongd í hansara list gav honum ein óendaligan íblástur til fjøllbroytt prent, sum vit í dag kunnu frøa okkum yvir. Grafiska prentingin Munch vendi nógv á høvdið. Hann kundi gott t. d. prenta steinprent á træskurðprent og træskurðprent á steinprent. Hann kundi eisini leggja leysar pappír- mánar á prentini og mála við akvarellum, farvublýantinum og olju á myndina, eftir at hon var liðug. Í fleiri av prentunum eru linjur ella skeinur ristar í, sum Munch gjørdi, og gevur hetta tí grafisku myndini ein serligan dám. Hesin skaviteknikkur rópast fyri skrafittolist og gevur grafisku myndini eitt sjáldsamt upprák, so flaturnar liva annar- leiðis í myndini enn í vanligum prentum. Hann nýtir viðatæðr- irnar og kvistarnar í viðinum í træskurðinum Kossinum. Ein livandigjørdur pallur, ein hending í grafisku listini, sum fáa okkum onnur at taka hesa mynd til okkum sum ein leik í einum góðum sjónleiki. Hann brúkti eisini hektografin( eitt einkult tól til at prenta tekst og myndir við upp til 25- 30 eintøk). Hesar myndir høvdu ofta stutta livitíð, men Munch gamli gav teimum ofta nýtt lív við vatnliti og farvublýantinum. Í hesi tilvildarligu gongd í grafisku listini hjá sær, lærdi hann mangt og mikið. Í sínum longsli og tráan sum listafólk, mentist hann í tí grafisku listini og fær lagt eina sjaldsama ál afturat síni listaligu sjálvsøkn og djúphugsni, sum røkkur langt í hansara smædnu framgongd av teimum feilum, hann ber á sínum kroppi í hesum torføra arbeiðs- hátti og royndum. Vit kunnu eisini siga, at Munch við grafisku list síni ger myndirnar einklari, t. d. gentan og deyðin Munch talfesti ikki altíð grafisku prentini hjá sær, so tað er ilt at siga, hvussu mong prent hann hevur gjørt. Hann testa- menteria til høvuðsstaðin Oslu 17.000 eintøk, og nógv onnur hevur hann givið til vinir og kenningar, so hetta er bara ein partur av hansara grafiska verki. Endi Undir Fyrra Heimsbardaga helt Munch uppat við raderingunum. Síðsta steinprentið av týdningi er frá 1905, men træskurðurin hugtók hann og gav honum íblástur líka til sín doyggjandi dag. Edv. Munch livdi í biva og angist alt sítt lív og upplivdi trý av systkin sínum og mammuna fara í bestu árum. Hesin ótti gjørdi, at áðrenn hann fylti tríati, hevði hann málað kanska síni bestu listaverk. Ræðslan at doyggja ungur lá í penslinum og í grafikkinum. Tað svarta og hvíta var í strokinum og skurð- inum. Ein dialektikkur millum sál og likam, millum kvinnuna og fáfongdina og millum mann og kvinnu. Deyðin reikar sum úlvur á skóg í fleiri av hansara verkum. Hann mátti avmynda hetta og viðurkenna, at so var og vinna á hesari fáfongd í strokum, sum leitaðu eftir einum festi í bylgjandi rípum og rørslum í einum heljareyga, har ilt var at fóta sær.